Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 54 — 14. juli 1979 sosialurin Danska rannsóknarskipið DANA ger í hesum døg- um seismiskar kanningar av havbotninum kring Feroyar. Hetta verður gjørt sum lið í einum kanningararbeiði, ið byrj- aði fyri skjótt 10 árum síðani. Endamálið við kanning- unum er at fáa størri vitan um føroysku undirgrund- ina og havbotnin uttan um Føroyar. Tað var aftaná, at kanningarnar av jarðfreð- ini á landi — hvussu tey ymsu legini eru uppbygd, og hvat tey eru gjørd av — vóru lidnar, at lands- stýrið ynskti at kanningar eisini vórðu gjerdar av havbotninum kring Fer- oyar og legunum undir havbotninum. Byrjaði fyrst í 70-unum Hetta kanningararbeiðið byrjaði fyrst í 70-unum. Síðani tá hava Danmarks Geologiske Undersegelser saman við Jarðfreðissavn- inum í Feroyum arbeitt saman við hesum kann- ingum. Kaúningarnar, sum nú eru um at vera loknar, hava trý endamál: 1) At gera eitt kort yvir havbotnin kring Feroyar út til 200 metra kurvuna, 2) At fáa vitan til vega um grótlegini á havbotn- inum og 3) At finna ísmarkið uttan um Feroyar. Áhugaverd úrslit Kanningarnar hava givið áhugaverd úrslit. M.a. er eitt kort gjørt yvir allan havbotnin út á 200 metra dýpi. Harumframt eru fimm greinar um kanning- arnar almannakunn- gjørdar í Fróðskaparriti, umframt at føroyingurin Regin Waagstein hevur skrivað —licentiatritger5 um grótslegini, id finnast å havbotninum. Spreingingar gjøgnum botnløgini I løtuni verður so seinasti partur av kanningunum greiddur úr hondum. Hetta eru sonevndar seis- miskar kanningar. T.v.s. at teir frá rannsóknar- skipinum DANU gera sterkar spreingingar, sum fáa ristingar at ganga gjøgnum botnlegini. Við hesum royndum fáa teir umborð á DANU týðandi upplýsingar um legini undir havbotninum. Endamálið við hesum royndum er at fáa meira at vita um grótlegini á botn- inum og hvussu langt ba- saltið rekkur út um Fer- oyar. Ætlanin er at DANA skal halda fram við kann- Hesa tekningina hevur amerikanska tíðarritið >National Geographic Magazine< gjert. Hon vísur havbotnin og londini framvið Atlantshavi. Vit síggja Íslandsryggin millum Feroyar og Ísland, vestan fyri síggja vit Feroya Banka, Baybanka og Lúsabanka og millum Feroyar og Hetland liggur Hetlandsrennan. Kanningarnar við Danu fevna um ein part av hesum eki, men stórur partur er enn ókannaður ingunum undir Feroyum allan juli mánaða. Tá fer skipið víðari til Eystur- grenlands Kortið yvir havbotnin kring Feroyar út á 200 metra kurvuna Endaligt úrslit um tvey ár Við Danu undir Feroyum eru 20 mans. Teirra mill- um eru: jarðfreðingurin Regin Waagstein og geo- fysikarin Peder Hedebol Nielsen. Hedebol Nielsen starvaðist nekur ár herfyri sum lærari á studenta- skúlanum í Hoydelum. Tað fer helst at taka eitt til tvey ár, áðrenn vit hava ell úrslitini frá kann- ingunum av havbotninum kring Feroyar. Stór øki ókannað Nú hetta kanningarar- beiðið er um at vera lið- ugt, liggja tað enn stór eki rundap um Føroyar bæði innan fyri 200 fjórðinga- markið og uttanfyri, sum ongantíð eru någreiniliga kannað. Vit spurdu tí Jóannes Rasmussen, jarðfreðing, um ætlanin er at halda fram við kanningunum á eðrum leiðum longri úti. Til tað sigur hann, at hetta er ein spurningur, sum politikararnir mugu taka steðu til. Men hann leggur afturat, at tad er greitt, at vit enn hava litla vitan um stør øki, sum tad hevði verið áhugavert at kanna. Ikki oljurannsóknir Uppá fyrispurning um kanningarnar av havbotn- inum kring Feroyar kunnu siga okkum um olja finst ella ikki, sigur Jóan- nes Rasmussen, at talan hevur ongantíð verið um oljurannsóknir. Men hann heldur kortini, at tað ikki er heilt óhugsandi, at olja finst millum Feroyar og Hetland, út í móti Het- landsrennuni. Men sum sagt: hesi eki eru ikki kannað enn. Storan tydning — Hvønn tydning hava tå allar kanningarnar, sum eru gjørdar higartil. Tað er greitt, at við sterri vitan um havbotnin innan fyri okkara egna 200 fjórð- inga mark vilja vit standa okkum nógv betri í sam- ráðingum við aðrar um rættindi til rikidømi á hes- um økjum. Eisini kunnu kanningarnar koma at heva týdning fyri fiski- rannsóknir, og vit fáa kunnleika til megulig nýggj ráevni á havbotn- inum; sigur jarðfreðingur- in Jóannes Rasmussen at enda. Eiga vit at fara at leita eftir olju undir Feroy- um? Hjarnar Djurhuus, stjóri: — Hetta er eitt somik- ið týdningarmikið mál, at vit eiga ikki at loypa fram av, men um vit fara í gongd, so skula vit vita, hvat vit gera. Erlendur Patursson, legtingsmaður: — Danir hava tikið rættin til undirgrund- ina frá okkum, so hann mega vit fáa fyrst. Men vit nýtast ikki at skunda okkum við oljuni, tí um hon er her, so fer hon ongan veg. Paulivar Andreasen, — Tá nú so nógv tosa um oljutrot, hevði tað kanska ikki verið burt- ur við at roynt, men hetta má gerast undir strongum eftirliti, so tað ikki verður talan um. oljudålking.