Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 1979síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 54 — 14. juli 1979 sosialurin LOYNIHELLIÐ | eftir J. M.. Neale Reddir í oyðimerkini 3. PARTUR Framhald ” Hann hevði vissað harra sin um, at her viltist hann ikki, hverki á degi ella á nátt. Men ógvuliga vill- ingasamt var hetta lendið, ti har var nærum onki at miða seg eftir uttan sólin og stjørnurnar. Men Difilus reið miðvísur undan kamelfylginum. Lítið varð tosað. Hver sat í sínum heimi. Tí nústani, tá ið náttarkvirran hevði stillað huga teirra, fóru tey at gera sær greitt, hvat henda rýmingin kundi føra við sær. Nústani sóu tey, hvussu fáment tey vóru — at ell rómverska ríkismegin var sett til at gera enda á teimum kristnu. Tey flýddu nú til ein landspart, sum ræðuligar segur gingu um, segur um rænd keypmansfylgi, dripin ferðafólk og horvnar menn og kvinnur. Fóru tey at lata hesar hugsanir fáa vald á sær, ja, so fóru flest øll av teimum at missa alla vón um nakrantið at síggja heimbygd sína, Ombi, aftur. Tey riðu tigandi í fleiri tímar. Vindurin vaks. Eingin uttan Difilus visti, hvar tey vóru stedd. Hoyr — hvat var hatta? Difilus koyrdi á kamelarnar. Teir kamelarnir, sum bóru vidføri, gingu væl. Jóhannes hevði gjørt eitt gott keyp. Nú var tað aftur har! — Fyrst eitt eymkandi yl, sum so harðnaði so við og við. Var tað ein, ið rópti eftir hjálp? »Stedga, Difilus!< beyð Basilius. Difilus steðgaði kamelunum og Basilius reið fram til hansara. Vinningarnir eru hesir: x 100.000,- kr. 340 + eykavinningur 3.000,- kr. 570 vinningar fyri tilsamans 560.300,- kr. um hálvárið KKAANKKKAXKKAKKANXNA »Difilus, ert tú enn vísur i, at vit eru á rættari »Ja, harri!« »So er eingin bygd her i nåmindum meðni?< »Nei, harri,« svaraði Difilus og leit seg óttafullur ikring. »Basilius risti við høvdinum. »Men vit hava kort- ini øll hoyrt hesa røddina!« Hann hevði ikki meir enn sagt tað, so hoyridst ljóðið aftur. Hesa ferð ljóðaði tað sum eitt fólk, ið var í sterstu neyð. Tað rann sum kalt vatn niður eftir bakinum á dreingjunum. Cyrilla fór at gráta. >Ég ríði yvir hagar at vita, um eg kann veita nakra hjálp!< segði Basilius og skundaði undir kamel sín. „Nei, steðga, harri, far ikki!< rópti trælurin. »Hvat bagir tær?< »Fyri Guds skyld, Harri, hevur tu livid kært, bædi hjå tær og tinum, so far ongan veg frå okkum, harri!« Aftur hoyridst røddin. Hesa ferð nógv nærri, ógvuliga týðiliga og eymkandi. ; „Hvat sigur tå, Difilus? Hoyrir tú ikki, at eitt menniskja er í neyð...< »Nei, harri!< segði Difilus, sum nú var riðin heilt yvir til harra sín. »Nei, harri, trúgv mær! Eg kenni hesa ræðuligu reddina.< Bangin hugdi trælurin í ta ættina, har teir síðstu hevdu hoyrt reddina. >Tú — kennir tú hesa røddina?« »Ja, harri! — Vit megu halda ferðini fram! Skjott! — Um vit hava lív okkara kært.« »Men hvi tað? — Veitst tú nakað at siga mær frá HAPPADRATTURIN Sølan av lutasedlum til seinra hålvår 1979 er byrjad: Hesi eru góðkendir happadråttarseljarar: Annfinn Kallsberg, Viðareiði Hans Elias Johannesen, Norðdepli Arni Samuelsen, Heygavegur, Klakksvík Óli Ellingsgaard, Eiði Hans Petersen, Norðskála Rasmus Nysted Hansen, Leirvík Zelinda Gregersen, Syðrugetu Hanna R. Jacobsen, Glyvrar Irena Johansen, Strendur Ingibjørg Geyti Johansen, Signabøur Marius Johannesen, Haldorsvik Maria Olsen, Vestmanna Svanhild Nybo, Hestur Sønrup Petersen, Sandavågur Tórstein Niclasen, Miðvágur Mogens Jacobsen, Servágur Herrid Joensen, Mykines Bjarni Dalsgaard, Skálavík Ragnhild Hammer, Trongisvágur Erling Poulsen, Vágur Amanda Jacobsen, N. Finsensgeta 35, Tórshavn Hansina Persteiu, Traðarvegur 16, Tórshavn 50.000,- kr. 25.000,- kr. 20.000,- kr. 15.000,- kr. 10.000,- kr. 5.000,- kr. 3.000,- kr. 2.000,- kr. . 1.000,- kr. 500,- kr.. 240,- kr. 120,- kr. Sida 11 »Harri, eg bøni og bidji teg! Lat okkum far longur. Hetta er ikki mannamál. Tað er røddin á einum anda „Einum anda? „Ja, harri! Einum ella fleiri hoyr!« Tætt við tey ljóðaði nú eitt andskræmiligt yl Tað ljóðaði kortini, sum kom tað frá fólki Eingin dugdi rættiliga at fata tað. Skundisliga teskaði Di- filus: >Ég kenni nógvar menn, sum eru vilstir av leið av hesi reddini og sum við neyð og deyð hava bjargað sær undan at ganga til grundar i oydimørkini —« Hann leit seg ræddur íkring til allar síðir. >Her er ikki rætt vorðið, Harri. Lat okkum ikki fara av vegnum, og lat okkum ikki freista Gud og koma okkum í henda vanda.« „Vit skulu fara nú,< græt Cyrilla. „Kom, Basilius. Far ikki og vita, hvat tað er,« bað móðurin. Báðir dreingirnir hugdu alspentir yvir ímóti ti næsta mølheygnum. Sanniliga! Nú hoyrdist rópið aftur hagani. Men nú var tað ikki so eymkandi og ikki so andskræmiligt. „Hvat man hatta vera?< spurdi Jóhannes. „Seinni skal eg siga tykkum frå ti — men lat okk- um nú sleppa okkum víðari!< — Trælurin tyktist vera heldur uppestur. „Ja, ja,« segði Båsilius. >Ég eri harmur um, at eg ikki sleppi at vita, hvat bagir har yviri, men um tú heldur, at tað er best, Difilus...?« Einaferð afturat hugdi hann tann vegin, sum reddin var seinast. >Lat okkum so halda ferðina fram!« Difilus koyrdi á kamelarnar, og teir fóru til gongu. Jóhannes og Filippus riðu nú fram undir liðina á Difi- lusi. — Aftur hoyridst ein stillislig eymkan, so tagnaði reddin heilt. »Hvadani kom hatta ljóðið, Difilus?< „Ja, harri, — ongin veit tað,< segði hann og leit seg aftur óttafullur íkring. >Knappliga er hon har, reddin! Tá ræður um hverki at líta til høgru ella vinstru, men bara skunda sær leið sína fram. Tú skalt einki brýggja teg um nakað. — — Framhald SEINASTI SØLUDAGUR undan 1. drátti verður 11. august