Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-18, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 1979síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Postverk Føroya í hølisne Nr. 55 — Mikudagur 18. juli 1979 yo Fiskasølan hevdi metviku i juli Føroya Fiskasøla hevur ta fyrstu vikuna í juli mánaða í år havt metsølu. Utflutt eru fiskavørur fyri tilsamans 37 mill. kr. Birgir Danielsen, fiskasølustj6ri, sigur tó, at hetta er mest av tilvild, tí hesa vikuna fóru tveir bátar til USA við verum fyri 18 mill. kr. Hann sigur víðari, at juli mánaði fer at vera ein av teimum bestu hjá Fiskasøluni. Tveir bátar aftrat skulu til USA við vørum fyri umleið 18 mill. kr. Nakað væl av upsa, saltfiski og rækjum skulu avskipast í juli. Frimerkjadeild byggjast á Årgjum Knud Wacher, leiðari av frimerkjadeildini Postverk Føroya er darvað av Rhølis- trupulleikum. Eft- irspurningurin eftir føroyskum fri- merkjum veksur stødugt, men fri- merkjadeildini kann ikki átaka sær meira arbeiði. Nú hevur post- verkið ætla + at byggja ein nýggjan bygning á A. ,jum. £ A 06 Ar 16 5 GG Esbern Midjord, postverksstjóri A hesum økinum á Miillerstrød á Argjum hevur postverkið fingið grundstykki til ætlaðu byggingina av einum nýggjum bygningi. Hesin bygningur skal húsa fri- merkja- og girodeild og vera posthús fyri Argir og vesturbýin. Lesið á síðu 3 Kranin tikin sundur — Arbeiðseftirlitið vil enn onki siga um vanlukkuna á Toftum. Ivamál, hver skal kanna óhappið í Dali Kranin, sum koppaði á Toftum í síðstu viku við teimum avleiðingum, at ein maður lat lív og tveir aðrir fingu skaða, verður nú tikin sundur. Ar- bridseftirlitid skal kanna kranan fyri at finna or- sekina til at kranin koppaði, meðan hann lossaði element úr einum skipi. Elementini skulu brúkast til útbyggingina av flakavirkinum á Toft- um og tá vanlukkan hendi var kranin í ferð við at leggja eitt ele- ment, sum vigar 5 tons, á bryggjuna. Koppaður fyrr Tað er Skála havn, sum eigur kranan. Kranin er ein 30-tonsari tann stersti av slag i Føroyum. Hetta er og ein sinum ikki fyrstu ferð, hesin kranin er koppaður. Eli Davidsen á Ar- beiðseftirlitinum sigur, at kranar av hesum slag skulu sýnast hvert ár og kranin hjá Skála havn bleiv sýnaður og góð- kendur tá hann var gjørdur i stand eftir 6- happið í fjør. Eli Davidsen sigur, at Arbeiðseftirlitið nú kannar vanlukkuna á Toftum og hann vil onki upplýsa um hana enn. Tað er eitt ivamál, hver skal kanna óhappið í Dali herfyri, tá ein last- bilur koppaði, tá hann arbeiddi við útbygging- ina av lendingini. Í hes- um førinum fekk ein maður álvarsligan skaða í beinið. Eli Davidsen sigur, at tað er enn ikki greitt, hver skal kanna arbeiðs- vanlukkur, sum lastbilar eru atvoldin til — Ar- beiðseftirlitið ella Bileft- irlitið. Men báðir stovn- arnir arbeiða í felag við at loysa henda ivaspurn- ing og tað verður helst Bileftirlitið, sum kemur at gera hesar kanningar, sigur Eli Davidsen Vagbingar sóu ikki Vimbletonfinaluna — útgerðin hjá sjónvarpsfelagnum oyðilogd Sjónvarpseigarar í Vági høvdu glett seg til at síggja finaluna í Wimble- tonkappingini. Men hetta bleiv av ongum. Herverk er gjørt á útgerðina hjá Vágs sjón- varpsfelag, sum stóð í einum av húsunum á Skúva- nesi. Útgerðin, sum Vágs sjón- varpsfelag hevði til at taka sjónvarpssendingar úr Skotlandi, er blivin fullkomiliga oydiløgd, upplysir felagid: Utgerdin stóð i einum av húsunum, sum hoyrdu til nidurløgdu loranstødina å Skuvanesi. Herfyri hevur onkur verið í húsunum og oyðilagt alla útgerðina, so nú síggja vágbingar ikki longur beinleiðis sjónvarpssend- ingar úr Skotlandi. Sagt verður, at tað, sum ser- merkti skotsku sending- arnar, vóru teir óvanliga góðu litirnir. Keypa nýggja útgerð 1 . Vags SjOn arpsfelag he arpsielag hev ur nå ætlanir um at keypa útgerð, sum fer at gera tað meguligt hjá vágbingum at velja millum trý ymisk programm av bretska meginlandinum. Felagið hevur eisini bi- lagt ein sendara úr Dan- mark og ætlanin er at byrja sendingar sidst september. Vágs sjónvarpsfelag hevur ikki enn gjørt nakað miðvist arbeiði fyri at fáa limir. Kortini hava longu hundrað fólk tel og ætlanin er í ni ganga hús úr hú 19 at ge st mir