mikudagur 18. juli 1979síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
á =… telf. 14720 . 11820
sosialurin box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Bladmerin: Høgni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lysingar:
Uppseting:
Prent:
Trolskipini
Í FARNU viku helt felagið Trolskip
fund um støðuna hjá trolaraflota-
num. Úrslitið av fundinum var, at
ein sokallað fundarsamtykt varð
handað landsstýrinum mánadagin.
Í HESI fundarsamtykt verður sagt,
at felagið hevur savnað tilfar við-
víkjandi rakstrinum hjá trolarunum,
og víðari verður sagt, at stødan fyri
framhaldandi rakstri er versnað, og
um ikki munandi tiltøk verða sett í
verk áðrenn 1. august, verða trolar-
arnir lagdir frá 15. august, so hvort
teir koma inn.
TAÐ STENDUR sostatt upp til
landsstýrið og løgtingid at gera av,
um ein partur av trolaraflotanum
skal halda fram ella ikki. Tað lætt-
asta vildi sjálvandi verið at hækka
oljustudningin, men eftir okk ra
tykki er hetta avgjørt ikki tann rætt-
asta og besta loysnin.
TAÐ ALMENNA hevur tvørturimåoti
skyldu til at kanna, hvat orsøkin er
til, at hesi skip ikki bera seg. Vit
meta — við undantak av manning-
arpørtunum — munnu renta, olja,
fiskireiðskapur og viðlíkahaldsút-
reiðslurnar vera teir størstu og mest
tyngjandi postarnir á útreiðslusíð-
uni hjá okkara fiskiskipaflota og
eisini hjá hesum partinum av flota-
num.
TÍ ER at spyrja, hvussu stúran vinn-
ing hava bankarnir, oljufeløgini, teir
sum framleiða, selja og umvæla
fiskireiðskap og teir, sum gera við-
líkahaldsútreiðslurnar. Vit vita, at
bankarnir og oljufeløgini hava stór-
an vinning og stórt avlop. Hinir
síggja heldur ikki út til at líða nakra
neyð.
VIÐ OÐRUM orðum kunnu vit
koma í ta stóðu, at skattaborgarans
peningur um landskassan og trol-
skipini havnar í vælfyltu køssunum i
bankunum, oljufeløgunum og øllum
hinum, sum selja til skipini ella gera
umvælingararbeidi fyri tey.
FÉLAGIÐ trolskip hevur savnað til-
far viðvíkjandi rakstrinum av trolar-
unum. Tað almenna eigur fyrst at
kanna hetta tilfar og síðan fara at
savna meira tilfar t.d. viðvíkjandi
rentuútreiðslunum, oljuni, fiskireið-
skapinum og viðlíkahaldsútreiðsl!-
unum.
sosialurin
Nr. 55 — 18. juli 1979
A AAAAAA— TAF——————n—
RÍÐ TÆR IKKI SO NIÐARLIGA
VIÐ JUKAGØRDUM FRAM
Tað má harma hvenn
rættan javnaðarmann at
lesa tað, ið harra Øre-
gaard, fyrrv. legtings-
maður, letur úr sær, nú
seinast í Oyggjatidindum.
Vit, ið hava fylgt við í
politikki, hava mangan
bitið merki í, at hann ikki
sjáldan hevur riðið niðar-
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrov
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
liga og dvelst leingi hjá
Guðrini í Gjåkagørdum og
fingið dropar frá henni, ið
vilti hann av teirri leið, ein
rættur = maður skuldi
standa. Longu, tá ið Petur
Mohr Dam sáli livdi,
royndi hann, sum tikið
verður til, at stinga hógv-
in fram, men tordi ikki, tí
hann var maður minni.
Undirlutakenslan kom
longu fram tá.
Nú má eg siga, sum tað
stendur í Kjartans tátti.
„Bolli leyp á vøllin fram,
tað var dreingja ferð,
hann stakk Kjartan Ól-
avsson millum buls og
herða.< >Mælti tað Kjart-
an Ólavsson, tá ið hann
fell á knæ: hetta hevur tú
Bolli frændi, leingi ætlað
mær.«
Ta seinastu tidina, Øre-
gaard var å løgtingi, øtad-
ist mangur vid tær ljotu
ábreiðslur, hann gav Atla
legmanni uttan grund. A-
gangurin frá Øregaard,
Dimmalætting og Co.
moti Atla er uttanfyri alt
mentunarmark. Teir halda
sum so: ungur ert tå og
óroyndur, tú torir ei á at
herja. Men teir fara skeiv-
ir, tí Atli torir á at herja
og hevur vist í hesum
vandatíðum, at hann hev-
ur greitt tey mál, ið hann
rekir betur enn nakar ann-
ar hevði kunnað gjørt.
At Øregaard ongan
tokka hevur til suduroy-
ingar gráta vit ikki um, tí
teir hava mangan staðið
stinnir, tá aðrir sviku. Um
Øregaard kennir nakað til
vegalongdir, skuldi hann
ikki munnborið seg, so
sum hann ger. Úr Eystur-
oy til Havnar tekur ein
tíma at koyra, úr Suðuroy
til Havnar 3—4 tímar við
»Dugvuni« og so må ein
minnast til Suðuroyar-
fjørd, ið mangan ikki er
tespuligur at troyta.
Ein veruleiki er, at
eingin oyggj í Feroyum
gjøgnum tíðina hevur
fingið so nógv frá tí al-
menna sum Eysturoy.
Munnheld hansara, har
hann nevnir aðrar fyri
kverulantar og fidusmak-
arar, fellur aftur å hann
sjålvan, ti fåur hevur ver-
id størri kverulantur enn
hann.
Javnadarmadur
RÆTTLEIDING FRÅ ELEKTRON
Elektron ger vart vid, at
grundin til at skattarokn-
ingarnar koma so seint, er
ikki vegna arbeidslagid å
Elektron.
Skattadeildin hevur
ikki bidad eftir Elektron.
Tað, sum er komið frå
Skattadeildini, er utskriv-
að eftir einum degi og
skjótari. Alt er skrivað út,
so skjótt sum tað hevur
verið klárt frá Skatta-
deildini.
Umframt at skriva út
skattarokningarnar,
skuldi Elektron eisini inn-
koda ein navnalista yvir
allar skattgjaldararnar.
Men hesin listin var ikki
ajour-førdur, soleiðis at
rættingarnar vóru nógv-
ar.
PERVERS PERSÓNS-
7
FORFYLGING I DIMMU
Tað er ein nærmast per-
vers framferð, sum
Dimmalætting hevur sýnt
ímóti landsins legmanni
tann seinasta mánaðin.
Maka til hatur, ónd-
skap og lygnir hava vit
sjáldan sæð áður í leið-
arum og lesarabrevum,
sum jú eru skrivað av G.
L. Samuelsen.
Hvat er hetta fyri nak-
að? Ætla tit at oyðileggja
mannin fyri tað um hann
roynir at fylgja sínum
politisku stevnumiðum og
ikki vil lúta fyri ti hata-
fulla og illminta oldinga-
num?
Ella er tað bert hatrið
og evundsjúkan hjá tí
politiska ólukkudýrinum
(G. L. Samuelsen) til tann
dugnaliga og respekteraða
persónin og politikkaran
Atla Dam?
Siglandi
At andstaðan hevur verið
ósamd við tey verkamál,
sum eru samtykt seinastu
4—5 árini, er onki nytt. Ti
teir triggir andstødu- og
systurflokkarnir hava jú
sagt tað bæði í skrift og
talu. Teir hava júkað upp í
saman, at teir taka ikki
undir við tí politikki, sum
rikin er hesi árini. Men,
Feroya fólk, latið tykkum
ikki villleiða, tá teir koma
at fáa sær sín part av á-
góðanum, ti tað er onki
uttan létir frá teirra síðu.
Og tað vita vit av roynd-
um, at borgarligu flokk-
arnir hava ongantíð og
koma onganið at arbeiða
fyri okkum verkafólk
Hesir borgarligu systur-
flokkar hava eittans enda-
1
mál og tað er at spjaða
verkafólkið, fáa tað at
trúgva, at uttan privata
virksemið kunnu vit slett-
is ikki eksistera her á jorð.
Somuleiðis er endamálið
at fáa okkum at taka synd
í teimum vinnulívsmonn-
um, sum eftir eru, fiska-
seluvirkseminum og
bankavirkseminum istad-
in fyri at siga sannleikan,
sum hann er.
Ti tað átti Føroya fólk
at vitað, at uttan fiski-
menn og arbeiðsfólk eks-
isteraði onki. Hvar fáa
Fiskaselan, bankarnir og
reiðararnir sínar pengar
frå? Tað veit verkafólkið,
men eitt skula tey verka-
fólk vita, sum hava valt
teir borgarligu systur-
flokkarnar, og sum fram-
vegis ætla at velja teir og
ikki javnaðarflokkin, at so
hava vit arbeiðsfólk ikki
nakað sum helst gott í
væntu, men bert tað
versta. Ti hesir flokkar
hava bert eittans enda-
mál: at verja fámannarík-
veldi reiðaranna og stjór-
anna framum meirilutan
av fólkinum.
So tað demokrati, hinir
TAÐ VITA VIT VERKAFÓLK
flokkarnir rópa um, er
onki uttan mjerkatos, tí
javnaðarflokkurin er og
hevur verið einasti demo-
kratiski flokkur. Feroy-
inga demokrati kemur í
vanda, um javnaðarflokk-
urin ikki er í einum kom-
andi landsstýri.
Veljari í Gotu
blaðið, sum hýsir øllum meiningum