Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 55 — 18. juli 1979 sosialurin Gevur Postverkið ov nógv frimerki út? Nýggi postverksbygningurin, sum skal byggjast á Argjum. Sæddur frá Havnini Frimerkja- og girodeild skal byggjast á Argjum Húsast í dag undir alt ov trongum umstødum Postverkið og frimerkini POSTVERK FØROYA hevur meira enn trý år á baki. Hesi árini er virksemið hjá postverk- inum vaksið stødugt. Skjótt varð ov trongligt í posthúsbygninginum í miðbýnum í Havn, og tí varð neyðugt at leiga fleiri høli í býnum til arbeiðið hjá postverkinum. GIRODEILDIN heldur til í einum húsum við Dr. Jakobsensgøtu, meðan frímerkjadeildin hevur húsast í trimum ymiskum helum: í Varðaggtu, í Arbeiðsmannafelagshúsinum og á gomlu telegrafstødini. VIÐ yvirtgkuni av postverkinum varð farið undir framleiðslu av føroyskum frímerkjum. Áhugin fyri hesum frímerkjum er støðugt vaksandi. Dagliga koma fyrispurningar - frá fólki úr nógvum londum, sum ynskja at keypa tey nýggju føroysku frímerkini. INNTØKURNAR av frimerkjasøluni vaksa alsamt, og millión omanå millión hópar seg upp í kassa postverksins. Í seinasta rakstrar- ári stavaðu soleiðis umleið helvtin — 15 mill. kr. — av samlaðu inntgkunum hjá Postverk Føroya frá frimerkjasøluni. HÓAST tann ovurstóra eftirspurningin eftir føroyskum frímerkjum, noyðist postverkid longu í ár at minka um framleiðsluna av frí- merkjum. Ætlanin var at hava fýra útgávur í ár, men hetta verður nú bert til tær tríggjar. NEYÐUGT er at útseta eina útgávu, orsakað av teimum trongu hølisvidurskiftunum, sum frimerkjadeildin arbeidir undir. Tekningin visur postavgreidsluna og matstovu til høgru Postverk Føroya arbeiðir i løtuni við ætlanum at byggja ein nyggjan bygning å Argjum, sum skal håsa bædi frimerkja- og girodeildini — umframt at vera lokalt posthus fyri Argir og ein part av vestur- bynum i Havn. Skitsuprojektid er lidugt og sent landsstyrinum til stødutakan Posthusini i Havn eru alt ov litil eg DIT BEISIÐ Tað eru tær trongu ar- beiðsumsteðurnar hjá fleiri av deildum post- verksins, sum eru orsekin til, at ein nýggjur bygn- ingur skal gerast á Argj- um. Sosialurin var á post- húsinum í Havn í vikuni, har vit hittu postverk- stjóran, Esbern Midjord og leiðaran av frimerkja- deildini, Knud Wacher Esbern Midjord greiðir frá, at tað leingi hevur verið arbeitt við eini ætlan at byggja nýtt hevuðs- posthús uppi á Hálsi í Havn. Henda ætlanin er nógv tarnað, ax ti at by- ráðið enn ikki hevur fingið greiðu á grundstykkja- spurninginum. Okkurt má gerast — Men umstødurnar hjá sestakliga frimerkjadeild- ini eru so vånaligar, at okkurt må gerast skjótt, skulu vit ikki steðga ein- um parti av frimerkjaut- gávuni, sigur Esbern Midjord. Hann vísur á, at postverkið í letuni missur rættiliga stórar upphædd- ir, ti tey trongu helisvið- urskiftini hjá frimerkja- deildini forða fyri mun- andi øktari framleiðslu av foroyskum frímerkjum. Eftirspurningurin vaksandi Steðan í dag er tann, at eftirspurningurin eftir for- oyskum frímerkjum er stødugt vaksandi. Knud Wacher å frimerkjadeild- ini upplysir, at teir kunnu ikki klåra allan eftirspurn- ingin, ti umstødur eru ikki at arbeida undir sum er Hann sigur, at høvdu teir havt størri og betri egnað heli til frimerkjaarbeidid hjá postverkinum, so hevdu teir í ár kunnað havt fýra útgávur av fer oyskum frímerkjum Eina útgávu minni Umsteðurnar Framhald á bls. 9 loyva Jensia Hejgaard, fyristeðukvinna: Frá ti Postverkið fór at geva frimerkju út haldi eg, tað hevur givið ov nógv út. Suni Vinther, politistur: — Um vit skula vísa landið við at nýta tað sum motiv á frimerkj- unum, so eru tað ikki ov nógv. Eisini meini eg, at frimerkjasavnarar kring heimin skjótt hevdu mist áhugan fyri merkjum okkara, um vit t.d. bert góvu eitt merki út hvert hálva ár r F > m- Alexandur Abraham- sen, lærari: So vitt eg veit, hev ur Postverkið t.d. givið 4 ymisk 140 merkju út, og tað haldi oyru-iri- eg vera undarligt