mikudagur 18. juli 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
kring oyggjarnar
FDM sendir menn
til Feroyar
at kanna bilar
Síðani FDM, Forenede
Danske Motorejere, lat
upp skrivstovu í Fer-
oyum í 1975, hevur fel-
agsskapurin fingið
dupult so nógvar limir
her.
Limirnir í Feroyum
kunna, tá teir eru
staddir í Danmark við
bilum sínum, fáa teir
kannaðar ókeypis á
kanningarsteðunum
hjá FDM. Men tað eru
ikki allir limirnir, sum
fara til Danmarkar, og
fyri at bilarnir hjá hes-
um eisini kunnu blíva
kannaðir, fer FDM nú
at senda tveir mans við
einum serliga útgjerd-
um kanningarbili til
Feroya. Teir báðir, Ole
Larsen og Erik Ras-
mussen, vera her í
triggjar vikur, 8.—29.
august, og teir fara at
gera triggjar ymiskar
kanningar: garantieft-
irlit, kanning av brúkt-
um bilum og tað, teir
kalla »ferieeftersyn«.
Allar kanningarnar
umfata millum annað
eina royndarkoyring.
FDM-menninir vera
at hitta bæði í Havn,
Klaksvík og á Tver-
Líkningarnevndin í
Sumba hevði góða tid
Sumbingar hava enn ikki
fingið skattarokningina
fyri hetta skattaárið. Men
vit kunnu nú upplýsa
teimum, at hon kemur ein
av komandi degunum.
Skattadeildin er við at
leggja síðstu hond á verk-
ið.
í
Ein skattaborgari í
Sumba ringdi týsdagin til
Sosialin og gramdi seg
um, at eingin skattarokn-
ing var komin enn.
'
Skattaborgarin segði,
at listin hevði ligið frammi
fyri trimum vikum síðani.
Men eftir hvat hann hevði
frætt, var listin ikki send-
ur norður á Skattadeildina
enn.
Á Skattadeildini upp-
lýsir Jógvan Jensen, at
skattalistin fyri Sumba er
komin, hóast hann var
ógvuliga seinur á veg.
Skattadeildin fekk hann
ikki fyrrenn fyri einum
fjúrtan døgum síðani.
Hetta er óvanliga seint
og alt ov seint í mun til
lógina, sum sigur, at
kommunalu líkningar-
nevndirnar skulu vera
lidnar við álíkningina áðr-
enn 1. apríl!
Allar hinar kommunur-
landsins hava annars fing-
ið skattarokningina nú.
Nr. 55 — 18. juli 1979
Íbúgvar klaga
um Grótbrotið
— Tað er sum toka í tún-
inum, tá ættin liggur om-
an móti húsunum. Royk-
urin frá asfaltverkinum í
Grótbrotinum hjá Tórs-
havnar kommunu dálkar
so mikið, at vit kunnu ikki
lata vindeyguni upp. Eis-
ini lukturin setur seg í
klæðini og er annars til
miklan ampa fyri okkum
oll, sum búgva nærhendis
grótbrotið.
Soleiðis sigur Olavur á
Heygum, ein av íbúgv-
unum niðanfyri Grótbrot-
ið við Oyggjarvegin.
Hann hevur fleiri ferðir
sent avvarðandi myndug-
leikum bræv og klaga um
dálkingina. Men einki
svar!
Í samreðu við Sosialin
sigur Olavur á Heygum,
at býurin er vaksin nógv
niðan móti Grótbroti-
num, og tað eigur at verða
umhugsað at flyta m.a.
asfaltverkið, ið dálkar
umhvervið rættiliga illa.
Hann vísur eisini á, at
tær mongu spreingingar-
nar í Grótbrotinum hava
gjørt, at rivur eru komnar
í grundirnar á flestu hús-
um har í nánd.
Frystar verur håla upp
— saltfiskurin niður
Feroya Fiskasela hevur
fyrra hálvár í 1979 selt
umleið 35.000 tons av
fiskaverum fyri eitt saml-
að virði uppá góðar 260
mill. kr. Í mun til teir
fyrstu seks mánaðirnar í
fjør er hetta ein vøkstur
uppá 20,4% í nøgd og
10,3% í virði. Tað eru tær
frystu verurnar, sum eru
orsekin til veksturin. Í ár
eru útflutt góð 29.000 tons
av frystum flaki, kalva
0.ø. fyri tilsamans góðar
200 mill. kr. Fyrra hálvár
1978 vórðu útflutt góð
21.000 tons fyri 158 mill.
kr.
Upsanøgdin
tvifaldad
Vøksturin i utflutningi-
num av frystum vørum
stavar serstakliga frå ti
góða upsafiskiskapinum
undir Føroyum í ár.
Fiskasølan hevur tvífald-
að nøgdina av útfluttum
upsaflaki í ár í mun til
somu tíð í fjør. Utflutt eru
umleið 5000 tons fyri 38
mill. kr. Hetta eru 17 mill.
kr. fleiri enn í fjør.
Fleiri rækjur
Eisini útflutningurin av
kókaðum rækjum er nógv
vaksin. Fiskasølan hevur í
ár útflutt góð 4000 tons av
kókaðum rækjum ímóti
2500 tonsum somu tíð í
fjør. Virðið av rækjunum,
sum seldar eru í ár, er 58
mill. kr. ella umleið 20
mill. kr. meira enn i fjør.
Undir »ymiskt«, tad er
kalvi, reyðspreka o.a. er
eisini stórur vøkstur. I år
1550 tons fyri 14 mill. kr.
ímóti 800 tonsum fyri 8
mill i fjør. Eisini útflutn-
ingurin av frystum slógvi
er vaksin. Hann er vaksin
við umleið 3000 tonsum
ella í virði við 2 mill. kr.
Birgir Danielsen, fiskaselustjóri
Sama av toski
meira av hýsu
Um tær frystu verurnar er
annars at siga, at út-
flutningurin av toskaflaki
er tann sami sum í fjer,
umleið 2600 tons. Prisurin
er tó nakað betri. Av
hýsuflaki er útflutt umleið
700 tons minni enn í fjør.
Telini visa eisini, at kilo-
prísurin á hýsu er mink-
aður í mun til í fjør.
Saltfiskurin
hálar niður eftir
Meðan tær frystu verur-
nar hála uppeftir, so hálar
saltfiskurin útflutnings-
tølini hjá Føroya Fiska-
selu niðureftir. Í ár eru út-
flutt 5700 tons ímóti 7500
tonsum í fjør. Virðið á
saltfiskinum er umleið 58
mill. kr. ella góðar 18 mill.
kr. minni enn í fjør.
Slógvið orsøkin
Vit hava biðið fiskasølu-
stjóran, Birgir Danielsen
gera eina viðmerking til
tey seinastu útflutnings-
telini. Birgir Danielsen
vísur á, at kiloprisurin i ár
er minni í mun til í fjør.
Orsekin til hetta er m.a.
tað frysta slógvið, sum er
útflutt.
Her er talan um ein
vekstur í nagd uppá 3000
tons, meðan veksturin í
virði bert er 2 mill. kr.
Orsekin er eisini at finna í
utflutningimim av upsa-
flaki. Her er talan um tyd-
andi vøkstur i nøgd, uttan
at tað gevur tilsvarandi
øking í virði.
Um prísfallið á hýsu,
sigur hann, at hetta kemst
av samansetingini av
hýsuverum. Tað er selt
væl meira av blokki í ár
enn tað var í fjør.
Selt rækjur fyri
grønlendingar
Um søluna av kókaðum
rækjum sigur Birgir Dani-
elsen, at vøksturin kemst
av ti, at her eru iroknadar
tær rækjur, sum Fiska-
sølan hevur selt fyri grøn-
lendskar båtar. Her er tal-
an um umleid 1500 tons.
Her kann eisini verða tal-
an um onkra goymslu av
rækjum frå i fjør, sum er
seld i år.
Tað gongur annars væl
at sleppa av við rækj-
urnar, og í letuni hevur
Fiskaselan ongar rækjur á
goymslu.
Framvegis minni
av saltfiski
Um saltfiskaútflutningin
er at siga, at hann fram-
vegis fer at minka. Hetta
mest av avmarkingunum í
fiskiskapinum. Trolarar-
nir plagdu áður at fara
fleiri túrar. Nú er bert
talan um minni enn eina
last.
Sær ljóst út
Um útlitið fyri selu sigur
Birgir Danielsen, at tað
sær nokkso ljóst út í
lotuni. Vit hava verið eitt
sindur hepnir hesar sein-
astu mánaðirnar. Meðan
dollarin er viknaður nakað
er pundið betrað í mun til
annað gjaldoyra, soleiðis
at tað liggur væl fyri at
selja til Onglands. Eisini
marknaðurin í Týsklandi
og Fraklandi eru góðir í
letuni.
Eftirspurningurin eftir
føroyskum fiskavørum er
sum heild vaksin å eu-
ropeiska marknaðinum,
sum gerst meira og meira
kappingarførur við amer-
ikanska marknadin. Or-
søkin til hetta er fyri stór-
an part tey broyttu gjald-
oyrisviðurskiftini.