mikudagur 24. juli 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 139 - 24. juli 2002
Nr. 139 - 24. juli 2002
3
TÍÐINDASKRIV
Mentamálaráði skal
við hesum boðað frá,
at hesi leiðarastørv
eru sett innan fólka-
skúlaøkið:
Mentamálaráðið
Frá 1. juli 2002 er Emmy
Joensen, Miðvágur, sett
sum fulltrúi í Fólkaskúla-
deildini í Mentamálaráð-
num.
Emmy Joensen er 43 ár,
tók læraraprógv 1987. Hev-
ur verið lærari í Miðvágs
/Sandavágs skúla frá 1.
august 1987, skúlastjóri við
sama skúla frá 1. august
1992.
Miðvágs- Sandavágs
skúli
Frá 1. august 2002 er Hans
Jørgensen, Miðvágur, sett-
ur sum skúlastjóri í Mið-
vágs/Sandavágs skúla.
Hans Jørgensen er 57 ár,
tók læraraprógv 1972. Hev-
ur verið lærari í Miðvágs-
Sandavágs skúla frá 1.
august 1972.
Vestmanna skúli
Frá 1. august 2002 er Símin
Simonsen, Vestmanna, sett-
ur sum skúlastjóri í Vest-
manna skúla.
Símin Simonsen er 52 ár,
tók læraraprógv 1975. Hev-
ur verið lærari í Vestmanna
skúla frá 1. august 1975.
Tvøroyrar skúli
Frá 1. august 2002 er Finn
J. Thomsen, Tvøroyri, sett-
ur sum deildarleiðari í
Trongisvágs skúla.
Finn Thomsen er 46 ár,
tók
læraraprógv
1982.
Hevur verið lærari í Tvør-
oyrar skúla frá 1. august
1982.
Eysturskúlin
Frá 1. august 2002 er Jógv-
an Martin Mørk, Tórshavn,
settur sum 2. varaskúla-
stjóri í Eysturskúlanum.
Jógvan Martin Mørk er
51 ár, tók læraraprógv
1980. Hevur verið lærari í
Eysturskúlanum
frá
1.
august 1980.
Tórshavnar
Kommunuskúli
Frá 1. august 2002 er Jo-
hannes
Eli
Iversen,
Tórshavn, settur sum 2.
varaskúlastjóri
í
Tórs-
havnar Kommunuskúla.
Johannes Eli Iversen er
54 ár, tók læraraprógv
1972. Hevur verið lærari í
Tórshavnar
Kommunu-
skúla frá 1. august 1972.
Sumbiar skúli
Frá 1. august 2002 er
Arnfinnur
Bjarkhamar,
Vágur, settur sum fyrstil-
ærari í Sumbiar skúla.
Arnfinnur Bjarkhamar er
51 ár, tók læraraprógv
1995. Var lærari á Leiti til
1. august 2001, tá hann var
fyribilssettur fyrstilærari í
Sumba.
Skopunar skúli
Frá 1. august 2002 er Sím-
un av Skarði, Sandi, settur
sum fyrstilærari í Skopunar
skúla.
Símun av Skarði er 57 ár,
tók læraraprógv 1970. Hev-
ur verið lærari í Sandoyar
Meginskúla frá 1. august
1979.
Borgarstjórin í Klaks-
vík var í farnu viku í
Íslandi fyri at kanna,
hvussu Akranes
hevur fótað sær, eftir
undirsjóvartunnilin
varð gjørdur undir
Hvalfjørð
FAST SAMBAND
Eyðun Klakstein
Steinbjørn Jacobsen, borg-
arstjóri í Klaksvík, vitjaði í
farnu viku í Íslandi, har
ørindini vóru at kanna,
hvussu
Akranes
hevur
staðið seg, síðani fast sam-
band kom um Hvalfjørð, og
teinurin til Reykjavíkar
minkaði munandi.
– Umstøðurnar hjá okk-
um og teimum á Akranesi
eru sera líkar. Har búgva á
leið tað saman av fólki sum
í Klaksvík, tey dúva á
fiskivinnu, tey hava sjúkra-
hús og gera nógv við ítrótt-
in. Tí er tað áhugavert at
vita, hvussu tey hava fyri-
reikað seg til fasta sam-
bandið, og hvussu tað
hevur gingist hesi trý árini,
sigur Steinbjørn Jacobsen.
Borgarstjórin í Klaksvík
heldur seg hava fingið nógv
burtur úr ferðini, og hann
hevur gott mót til undir-
sjóvartunnilin um Lor-víks-
fjørð, sum væntandi kemur
um fá ár.
– Eg fekk nógv burtur úr,
sum vit kunnu brúka í
okkara fyrireikingararbeiði
til undirsjóvartunnilin. Á
Akranesi høvdu teir ein
arbeiðsbólk, sum tvey ár
áðrenn undirsjóvartunnilin
kom, fóru í holt við eitt
miðvíst arbeiði í býnum,
sigur Steinbjørn Jacobsen.
Seta arbeiðsbólk
Í Klaksvík ætla tey at gera á
líknandi hátt við arbeiðs-
bólki og breiðum samstarvi
í býnum.
– Vit hava havt hetta
málið til viðgerðar í meiri-
lutan, og vit eru samd um,
at tað ræður um at fáa eitt
so gott og breitt samstarv
sum tilber. Vit ætla at fara
meira miðvíst til verka í
næstum, so Klaksvík kann
verða væl fyrireikað til
fasta
sambandið,
sigur
hann.
Á Akranesi lata tey væl
at, nú trý ár eru síðani fasta
sambandið kom um Hval-
fjørð, og tað nú bert eru trý
korter at koyra til høvðs-
staðin, har eini tveir trið-
ingar av fólkinum býr.
– Fólk støðan betur á
Akranesi, nú fasta sam-
bandið er komið, tað er sera
nógv ferðsla um Hvalfjørð,
og ferðslan bara veksur.
Íslendska stjórnin hevur
seinastu árini lagt lands-
stovnar út um landið, og tað
hevur Akranesi eisini fing-
ið ágóðan av, síðani fasta
sambandið
kom,
sigur
Steinbjørn Jacobsen.
Ferðin til Ísland kom í
lag, tá borgarstjórin á Akra-
nesi, Gísli Gíslason, vitjaði
í Klaksvík í fjør. Gísli var
formaður í arbeiðsbólkin-
um, sum fyrireikaði Akra-
nes til fasta sambandi, og
hann var vertur fyri vitjan-
ini hjá Steibjørn á Akra-
nesi.
Umframt borgarstjóran
vóru eisini tveir embætis-
menn
hjá
Klaksvíkar
kommunu við á ferðini í
Íslandi, har teir eisini vitj-
aðu í Kópavogi og á Akur-
eyri.
Í Íslandi at kunna seg um undirsjóvartunnil
Starvssetanir innan fólkaskúlaøkið
Emmy Joensen
Hans Jørgensen
Símun Simonsen
Finn J. Thomsen
Jógvan Martin Mørk
Johannes Eli Iversen
Arnfinnur Bjarkhamar
Símun av Skarði
Tøkk
Eg vil við hesum hjartaliga takka øllum
tykkum, ið gleddu meg á 90 ára føðingardegi
mínum, sum varð hildin tann 15. juni í
Bygdarhúsinum í Kollafirði.
Tøkk fyri gávur, heilsanir, telegramm, brøv
og uppringingar. Mest gleddi meg tó at
síggja andlit tykkara.
Ein serstøk tøkk til kokkar og øll tykkum,
sum vóru við til at hjálpa og gera dagin so
hugnaligan.
Kærastu heilsanir
Ebbedinna
– Eg fekk nógv burtur úr vitjanini á Akranesi, sum vit kunnu
brúka í okkara fyrireikingararbeiði til undirsjóvartunnilin,
sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sum hitti
borgarstjóran á Akranesi, Gísla Gíslason
Óli Breckman:
Virðisbrævamarknaður er eingin treyt
Fólkaflokkurin er
fleksibul og vil ikki
lata eina orðing í
samgonguskjalinum
leggja fót fyri einum
fríari vinnulívi, sigur
Óli Breckman, for-
maður í tingbólki
Fólkafloksins. Tí fer
flokkurin ikki at seta
seg ímóti, um Fram-
taksgrunnurin fer
undir at privatisera
Fiskavirking, áðrenn
ein virðisbræva-
marknaður er settur á
stovn.
EINSKILJING
Rúnar Reistrup
Óli Breckman, formaður í
tingbólki
Fólkafloksins,
sigur Fólkaflokkin vera til
reiðar at lata Framtaks-
grunnin fara undir at ein-
skilja Føroya Fiskavirking
uttan mun til, um ein
virðisbrævamarknaður
frammanundan er settur á
stovn ella ikki.
Útvarp Føroya endurgav
mánadagin
formanninin
fyri nevndina í Framtaks-
grunninum, Niels Winther
Poulsen, fyri at siga, at
Framtaksgrunnurin
ikki
kundi binda seg til at bíða
eftir einum virðisbræva-
marknað,
áðrenn
farið
verður undir at einskilja
Fiskavirking.
- Fólkaflokkurin vil hava
ein
virðisbrævamarknað
settan á stovn skjótast gjør-
ligt, og nú Framtaksgrunn-
urin er farin undir fyrireik-
ingar at einskilja Fiskavirk-
ing, eiga vit at kýta okkum
at fáa virðisbrævamarknað-
in kláran longu í heyst.
Men ber tað ikki til at fáa
virðisbrævamarknaðin
á
stovn so skjótt, verður tað
ikki Fólkaflokkurin, sum
fer at steðga Framtaks-
grunninum í at fremja eina
privatisering, sigur Óli
Breckman.
Samgonguskjalið
kann dagførast
Í samgonguskjalinum hava
samgonguflokkarnir fest á
blað eina avtalu um, at »tá
virðisbrævamarknaður er
settur á stovn, verður farið
undir varliga og gjøgnum-
skygda
einskiljing
av
vinnuligu fyritøkum lands-
ins«.
Men hesa avtalu sær Óli
Breckman ikki sum nakran
endaligan sannleika.
- Avtalurnar í einum sam-
gonguskjali mugu kunna
dagførast, um so er, at for-
treytirnar
fyri
avtaluni
broytast. Vit kunnu nú eina-
ferð ikki stýra Framtaks-
grunninum, og um Fram-
taksgrunnurin fer undir at
einskilja Fiskavirking, áðr-
enn vit hava fingið ein
virðisbrævamarknað
á
stovn, so eru umstøðurnar
broyttar, og tá eigur man at
vera fleksibul, heldur Óli
Breckman.
Leggur ikki í Tórbjørn
Tórbjørn Jacobsen sigur í
grein aðrastaðni í blaðnum
í dag, at hann ikki kann
góðtaka, at ein einskiljing
av
Fiskavriking
verður
framd uttan ein virðis-
brævamarknað, men hetta
tekur Óli Breckman sær
ikki av.
- Eg leggi ikki í hvat Tór-
bjørn Jacobsen hevur at
siga. Tórbjørn Jacobsen
hevur sjálvur biðið um ikki
at vera partur av samgong-
uni longur, og Tjóðveldis-
flokkurin hevur meldað út,
at tað, sum Tórbjørn sigur,
ikki hevur nakað við flokk-
in at gera, sigur Óli Breck-
man.
Óli Breckman heldur ikki, at
orðingarnar í samgongu-
skjalinum eiga at vera so
bindandi, at tær avmarka
frælsi hjá vinnulívinum.
C
M
Y
K
3
2