Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juli 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 139 - 24. juli 2002 Nr. 139 - 24. juli 2002 5 Formaðurin í Tjóð- veldisflokkinum sigur, at hansara flokkur altíð heldur politiskar avtalur, og soleiðis er eisini við nýggju samgonguni POLITIKKUR Eyðun Klakstein – Tjóðveldisflokkurin held- ur altíð politiskar avtalur, og allir tinglimir floksins standa sjálvsagt aftanfyri samgonguavtaluna, sum er grundarlagið undir at skipa landsstýrið. Tað er høvuðsboðskap- urinum í svarinum, sum Tjóðveldisflokkurin mána- dagin sendi Fólkaflokkin- um, sum vildi hava størsta samgonguflokkin at vátta stuðulin til samgonguna í kjalarvørrinum frá skriv- ingini hjá Tórbirni Jacob- sen. Høgni Hoydal hevur skrivað brævið vegna Tjóð- veldisflokkin, og hann sig- ur, at hansara flokkur leggur dent á, at landsstýrið í verki fremur tær politisku semjur, sum eru niðurfeldar í samgonguskjalinum. – Tjóðveldisflokkurin heldur seg til og tekur ábyrgd av øllum málum, sum hava beinleiðis við politiskar avtalur og við politiska ella løgfrøðisliga embætisførslu at gera. Tjóðveldisflokkurin viðger ikki mál, sum verða reist í øðrum høpi, ið persónar sjálvir ábyrgdast fyri. Við hesum endurtekur formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum enn einaferð boðskapin um, at Tjóð- veldisflokkurin framvegis stuðlar samgonguni, men at flokkurin ikki vil viðgera skrivingina hjá Tórbirni Jacobsen. Breckmann misnøgdur Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, hevur ikki hug at gera viðmerkingar til svarið frá Tjóðveldisflokkinum, fyrr enn Fólkaflokkurin hevur viðgjørt viðgjørt svari á fundi, sum í fyrsta lagi kann verða hildin í dag. Men løgmaður sigur seg tulka svarið frá Høgna Hoydal soleiðis, at Tjóð- veldisflokkurin framvegis stuðlar samgonguni. Formaðurin í tingbólkin- um hjá Fólkaflokkinum er alt annað enn fegin um svarið frá Tjóðveldisflokk- inum. Við Útvarpið segði Óli Breckmann mánakvøldið, at tað er harmiligt, at Tjóðveldisflokkurin ikki loysir trupulleikan, at teir hava ein beitingarhund í flokkinum, sum teir ikki kennast við, men sum teir kortini lata dálka ikki bert Anfinn Kallsberg, men eisini løgmansembætið. Óli Breckmann segði eisini, at í løtuni kann løg- maður ikki rokna við Tór- birni Jacobsen sum 17. tingmanni hjá Fólkaflokk- inum, og tí eru tað bert 16 tingmenn aftan fyri sam- gonguna júst nú. Virðingin er burtur Løgmaður og Jørgen Niclasen eiga at reinsa seg, fyri at fólk kunnu fáa virðing fyri teimum aftur, heldur Lisbeth L. Petersen, for- kvinna í Sam- bandsflokkinum POLITIKKUR Eyðun Klakstein – Tað er tyngjandi fyri landsstýrið, at álvar- samar skuldsetingar hanga í luftini uttan at verða vístar aftur. Løgmaður og Jørgen Niclasen eiga at reinsa seg, tí í løtuni stendur øll virðingin fyri em- bætinum upp á spæl. Tað sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna í landsins størsta flokki, Sambandsflokkinum. – Eg havi ilt við at skilja, hvat tað er, sum gongur fyri seg í sam- gonguni í løtuni, men tað er púra vist, at tað sær ikki gott út úteftir, sigur hon. – Teir ákærdu áttu at reinsa seg, tí so var tann trupulleikin burt- ur. Tað er stór ábygrd at røkja ein lands- stýrissess, og tað eiga fólkafloksmenninir eisini at hugsa um. Reinsa luftina Sambandsflokkurin hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at reisa misálit ímóti løgmanni ella Jørgeni Niclasen, men Lisbeth L. Peter- sen heldur, at tað kann koma ein stemningur fyri einum misáliti, sum støðan er í løtuni. – Fólkið og landið hava betur uppiborið enn hetta. Tað besta hevði verið, um lands- stýrið fór fram, men ætla teir at halda fram við samgonguni, so eiga teir fyrst at reinsa luftina, heldur for- kvinnan í Sambands- flokkinum. Tjóðveldisflokkurin stuðlar samgonguni – Tað er sera álvar- samt, at samgongan nú velur at ignorera álvarsomu skuldset- ingarnar móti løg- manni, sigur Jóannes Eidesgaard. Javnaðar- flokkurin ætlar at viðgera málið á ólavsøku POLITIKKUR Eyðun Klakstein Formaðurin í Javnaðar- flokkinum heldur, at gongdin í málinum um skrivingina hjá Tórbirni Jacobsen er so óheppin, sum hon kundi verða. – Tað eru bara tvær loysnir á trupulleikanum, og tað er, at Anfinn Kalls- berg reinsar seg, ella at Tórbjørn Jacobsen leggur prógv á borðið. Tá ein slík- ur ivi er reistur móti løg- mansembætinum, kann hann ikki sleppa at hanga í leysum lofti, sigur Jóannes Eidesgaard. – Men tað, sum hendir nú, er, at Fólkaflokkurin vil einki gera við málið, og Tjóðveldisflokkurin letur sum um einki er hent. Hetta byrjaði sum eitt samgongu- mál, men nú er tað eitt mál fyri alla tjóðina, og tí fer Javnaðarflokkurin at við- gera málið, tá vit hittast aftur á ólavsøku. Allir spurningar skulu viðgerast í Javnaðarflokk- inum, eisini eitt møguligt misálit. Snýr seg um maktina – Eg kann bara koma til ta niðurstøðu, at fyri Fólka- flokkin og Tjóðveldis- flokkin hevur tað størri týdning at halda fast um maktina enn at fara reiði- liga fram, heldur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at tað hevði ikki borið til í nøkrum øðrum framkomnum landi, at ríkisleiðarin var skuld- settur á hendan hátt, og at ivin síðani slapp at hanga í leysum lofti. – Eg vil ikki taka partí fyri nøkrum í hesum máli, men her er ein ivi sáddur, og tað skapar ein álvar- saman trupulleika. Hetta er eisini ein spurningur um okkara umdømi í sum tjóð, og tað má kennast óhuga- ligt hjá fólki at skulu halda tjóðarhátíðina við hesi støðu, sigur Jóannes Eides- gaard. Ivin um løgmann má burtur Høgni Hoydal sigur, at Tjóðveldisflokkurin stuðlar samgonguni, men flokkurin vil einki siga um skrivingina hjá Tórbirni Jacobsen, soleiðis sum Fólkaflokkurin annars kravdi – Eg kann bara koma til ta niðurstøðu, at fyri Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin hevur tað størri týdning at halda fast um maktina enn at fara reiðiliga fram, heldur Jóannes Eidesgaard Føroya Fiskavirking verður í heyst lýst til sølu, og ætlanin er at selja meirilutan – og helst alt. Selt verður til hægstbjóðandi, og hetta nýtist ikki at vera føroyskir keyp- arar. Alt Fiskavirking, sum tað er, verður selt undir einum FISKAVIRKING Heri á Rógvi Nógv rok hevur verið sein- astu tíðina um privatiser- ingar av ognunum hjá land- inum – ella rættari sagt hjá Framtaksgrunninum. Nú er tað komið so langt ávegis, at nevndin í Framtaks- grunninum hevur avgjørt at fara undir at selja Føroya Fiskavirking, ið grunnurin eigur alt, sum tað er. Framtaksgrunnur Føroya setti í 1997 60 mió. kr. í Føroya Fiskavirking, sum tá var illa rakt av kreppu- árunum. Men síðani er vent í holuni, og Føroya Fiska- virking hevur seinastu 4 árini havt góðar 56 milli- ónir í yvirskoti. 2001 gav Framtaksgrunni Føroya seks milliónir í vinnings- býti, soleiðis at íløgan hjá grunninum stendur seg rættiliga væl. Vert er eisini at nevna, at góðu fiska- prísirnir hava havt við sær, at samlaða sølan hjá Fiska- virking er voksin við góð- um 120 mió. frá 1999 til 2001. Í tráð við politiska viljan og ætlaninar við Framtaks- grunninum, so verður Før- oya Fiskavirking nú lýst at vera til sølu. Næstu mán- aðirnar verður farið undir at fyrireika søluna av Fiska- virking. Fyrireikingar um- fata fyri tað nógva at gera sokallað sølutilfar, har ein prísur, t.e. ein prísur, sum er nøgtandi fyri Framtaks- grunnin, eisini skal ásetast. Fær Framtaksgrunnurin ikki henda prís, so verður Føroya Fiskavirking heilt einfalt ikki selt. Í einum Formaðurin fyri Framtaks- grunn Føroya, Niels Winth- er Poulsen, sigur, at tá teir nú hava fingið eina klára útmelding frá Landsstýrin- um, at teir eru farnir undir at fyrireika eina sølu av Fiskavirking. Føroya Fiskavirking skal seljast sum ein eind. Fram- taksgrunnurin sigur í tíð- indaskrivi, at grunnurin teir næstu 2-3 mánaðirnar fer at gera neyðugu fyrireiking- arnar til søluna. Niels W. Poulsen metir, at Framtaksgrunnurin kann fáa meira fyri Fiskavirking við at selja tað vanligt ístaðinfyri á einum virðis- brævamarknaði, men tað er væl møguligt at selja Fiska- virking á einum tílíkum marknaði, staðfestir hann. — Tað er ikki vist, at Fiskavirking verður selt eftir trimum mánaðum. Vit vilja sjálvandi selja, um tað er eitt nóg høgt boð. Er tað eitt ófrávíkiligt politiskt krav, at Fiskavirking skal seljast á einum virðis- brævamarknað, so er hetta nýtt fyri nevndina í Fram- taksgrunninum, sigur Niels W. Poulsen. Ásettur verður ein minstiprísur, og miðað verður ímóti at selja í minsta lagið meirilutan av partapeninginunm, men Niels W. Poulsen dylir ikki fyri, at teir fegnir vilja selja alt. Er boðið nóg størst, so kann Føroya Fiskavirking væl fara á útlendskar hend- ur. — Um vit ikki selja til hægstbjóðandi, so koma vit í endurgjaldsskyldu til grunnin. Vit skulu selja til hægstbjóðandi. Vit royna at boða frá í so góðari tíð sum gjørligt, at Fiskavirking er til sølu, soleiðis at møgu- ligir føroyskir keyparar kunnu fyrireika seg, sigur Niels W. Poulsen, sum leggur dent á, at tað er ein politiskur spurningur, um tað bara skulu vera føroysk virki og føroyingar, ið kunnu bjóða uppá Fiska- virking. Niels W. Poulsen sigur seg ikki duga at siga, hvør minstiprísurin verður, tí har skulu nógvar útrokningar gerast. — Tað skal vera púra alment, hvørjar treytirnar eru, so øll hava ein møgu- liga at keypa, sigur Niels W. Poulsen. — Tað tykist at vera politiskur vilji aftanfyri, at Fiskavirking verður selt í einum. Tað er kortini vit, ið taka tað avgerðina, og Landsstýrið hevur sagt, at tað leggur ikki uppí. Leiðslan í Fiskavirking er eisini samd við hesari av- gerðini, og tað væl eisini tað besta fyri Fiskavirking, at tað verður einskilt, sigur Niels W. Poulsen. Aftur í grunnin Niels W. Poulsen væntar, at tað væl møguligt verður talan um eitt samtak av keyparum, sum fer at keypa Føroya Fiskavirking. Fram- taksgrunnurin tekur tó ikki hædd fyri, um keypararnir eru fleiri í bólki ella bara ein. Hyggja vit leysliga eftir Føroya Fiskavirking, so er tað eyðsæð, at tað skulu nakað nógvar milliónir á borðið fyri at keypa tað heilt. Talan er um eina yvirskotsforrætning, sum hevur havt stórt yvirskot seinastu árini. Eginpeningurin er 103 mió. Skuldin í alt er 119 mió (1. januar 2002) og ognirnar í alt hava eitt virðið áljóðandi 223 mió (1. januar 2002). Ognirnar hjá Føroya Fiskavirking fevna um tey seks virkini, ið Fiskavirking sjálvt rekur: á Toftum, Runavík, Vest- manna, Miðvág, Tórshavn og á Tvøroyri. Eisini eigur Føroya Fiskavirking eitt virki í Vági, ið er langtíðar leiga. Samanlagt eru 603 ársverk í Føroya Fiska- virking. Upprunaliga vóru 19 virki í Fiskavirking eftir saneringina í kreppuárun- um. Peningurin av einari møguligari sølu av Fiska- virking fer aftur í Fram- taksgrunnin, sum – verður hann ikki avtikin – skal nýta peningi til at gera nýggjar íløgur í føroyskt vinnulív. Framtaksgrunn- urin skyldar landskassanum 93 mió. kr. Kann selja Ivi er eisini reistur um, hvørt formaðurin fyri Framtaksgrunnin hevur neyðugu fortreytirnar til at standa fyri einari sølu av Fiskavirking, tí hann í sínum starvi sum advokatur kann umboða møguligar keyparar. — Tað er sjálvsagt, at skal formaðurin í Fram- taksgrunnurin umboða grunnin í einskiljingum av ognunum hjá sær, so kann hann ikki umboða keypar- an, sigur Niels W. Poulsen. — Er tað nakað generelt misálit á formannin í Fram- taksgrunninum, so eigur tað ikki at steðga, at ein- skiljingin fer fram, sigur Niels W. Poulsen, sum vísir á, at formaðurin kann vera skiftur út, men hetta eigur ikki at ávirka prosessina. Fiskavirking seljast undir einum Tjóðveldisflokkurin setir tað sum eina treyt, at samgongu- skjalið verður fylgt, og at bíða verður eftir einum virðisbræva- marknaði, áðrenn farið verður undir at einskilja Føroya Fiskavirking. — Ger Bjarni Djurholm ikki, sum tað stendur í samgonguskjalinum, so hevur hann eitt stórt problem, sigur Tórbjørn Jacobsen EINSKILJING Heri á Rógvi "Tá ið virðisbrævamarkn- aður er settur á stovn, verð- ur farið undir varliga og gjøgnumskygda einskiljing av vinnuligu fyritøkunum hjá landinum" Hetta stendur greitt at lesa í samgonguskjalinum, ið Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokk- urin og Sjálvstýrisflokkurin skrivaðu undir fyri fáun mánaðum síðani. Orðingarnar í samgongu- skjalinum ætlar Tjóðveldis- flokkurin eisini at fylgja. — Tað stendur heilt greitt í samgonguskjalinum, at virðisbrævamarknaðurin skal setast á stovn, áðrenn farið verður undir at ein- skilja almennar fyritøkur. Vit halda allar avtalur, og ger Bjarni Djurholm ikki, sum tað stendur í sam- gonguskjalinum, so hevur hann eitt stórt problem, sigur Tórbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóð- veldisflokkin. Eisini Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldis- flokkin, sigur í lesarabrævi í gjár, at einskiljingar kunnu bíða eftir virðis- brævamarknaði. Tórbjrøn Jacobsen ger púra greitt, at Virðisbræva- marknaðurin er treyt fyri Tjóðveldisflokkin tekur undir við ætlanini at pri- vatisera Føroya Fiskavirk- ing. Meldingarnar higartil hava ljóðað, at tekniski parturin til VMF (Virðis- brævamarknaða Føroya) skuldi vera klárur í ár, men óvist var, nær virksemið kundi fara ígongd, ikki minst tí eingi virðisbrøv eru at handla við. Samdur Tórbjørn Jacobsen er kortini ikki ósamdur við tí sjónarmiðið, at Føroya Fiskavirking eigur at verða einskilt. — Eg eri samdur í tí, at primer-vinnan eigur at verða einskilt, tí landið eigur einki at hava við hetta at gera, og politiskt er tað stórt sæð komið upp á pláss, sigur Tórbjørn Jacob- sen. Hann heldur tó, at vit hava í so lætt við at gloyma, hvussu nógv stríð er lagt í Fiskavirking. — Vit mugu minnast til, at tað var tann føroyski skattgjaldarin, sum noydd- ist at gjalda fyri hetta. Hetta málið er ikki akut, og vit kunnu sagtans bíða, sigur Tórbjørn Jacobsen. Viðvíkjandi tí spurning- inum, hvørt útlendingar skulu kunna keypa, sigur Tórbjørn Jacobsen, at var alt púra frælst við handlum um landamørk, so var eingin trupulleiki. — Vit síggja í dag, at øll verja sítt: amerikanarar, ES og íslendarar royna allir at verja sítt. Vit kunnu ikki keypa eitt virki yviri í Ís- landi, men teir kunnu keypa Fiskavirking. Vit vera noydd at fylgja við øðrum. Tað hevði eisini verið ein syrgilig søga, um Fiska- virking fór av føroyskum hondum orsakað av einum eitt sindur hægri boðið, sigur Tórbjørn Jacobsen. Tórbjørn Jacobsen: Virðisbrævamarknaðurin er ein treyt Tórbjørn Jacobsen ger greitt, at Tjóðveldisflokkurin setir sum krav, at Føroya Fiskavirking skal seljast á einum virðisbrævamarknaði — Tað er ikki vist, at Fiskavirking verður selt eftir trimum mánaðum. Vit vilja sjálvandi selja, um tað er eitt nóg høgt boð. Er tað eitt ófrávíkiligt politiskt krav, at Fiskavirking skal seljast á einum virðisbrævamarknað, so er hetta nýtt fyri nevndina í Framtaksgrunninum, sigur Niels W. Poulsen C M Y K 5 4