mikudagur 24. juli 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 139 - 24. juli 2002
Nr. 139 - 24. juli 2002
7
Elsa Patursson í
Kirkjubø hevur í
fleiri ár veitt fólki
eina hjálpandi hond,
tá tað snýr seg um
føroyska tjóðar-
búnan. Hon hevur
eisini fylgt gongdini
og øllum teim
broytingum, sum fara
fram gjøgnum árini.
Sosialurin hevur hitt
Elsu til eitt prát um
tey føroysku klæðini
TJÓÐARBÚNIN
Ragnhild Ellingsgaard
Kaffi stendur á borðinum,
og í kurvini liggja heitir
bollar. Elsa fer eftir einum
gomlum vesti, sum ver-
mamma hennara í síni tíð
broderaði
til
Jóannes
Bónda. Vesturin er úr
tunnum, silkilíknandi tilfari
og hevur ein ljósabláan lit.
Vendir tú honum á ranguna,
sært tú, at liturin hevur
verið myrkari enn nú. Men
vesturin er eini 70 ára
gamal, og sum við øllum
øðrum, so setir tíðarinnar
tonn eisini sítt merki á før-
oyska tjóðbúnan.
Og tað er júst hetta
tíðarinnar merki, ið vit fara
at tosa um í hugnaligu stov-
uni hjá Elsu Patursson. Elsa
hevur í fleiri ár seymað,
bundið, broderað og tøvt
føroysk klæð fyri fólk.
Hetta veri seg troyggjur,
buksir, vestar ella kot.
Í byrjanini var hetta bert
til heimabrúk, men sum
árini liðu, so spreiddi
slaturin seg eisini. Og í dag
eru tey mong í tali, sum
heita á Elsu, tá tey hava
brúk fyri eini hjálpandi
hond.
- Men hetta er bert eitt
ítriv. Eg vil ikki hava ov
nógv at gera, tí so er tað kki
stuttligt meir, leggur hon
dent á.
Litirnir eru broyttir
Elsa hevur fingist við tann
føroyska tjóðbúnan í so
nógv ár, at hon eisini hevur
bitið merki í allar tær broyt-
ingarnar, ið hendar eru
seinastu árini.
Hon minnist aftur á ta
tíðina, tá hon enn búði
heima hjá mammu síni. Tá
var ikki vanligt, at tær ungu
genturnar áttu hvør sín
búna. Hetta er nú broytt.
- Í dag eigur nærum hvør
unglingi sín egna búna. Tað
er avgjørt nakað, ið vit eiga
at fegnast um, heldur Elsa.
Hon greiðir víðari frá, at
ein orsøk til hetta sjálvandi
eru tær góðu tíðirnar, sum
eru í dag. Men Elsa hevur
eisini ein varhuga av, at tey
føroysku klæðini eru vorð-
in eitt slag av mótafyri-
brigdi. Í øllum førum mill-
um tey ungu fólkini.
- Hetta sæst eisini aftur á
litunum, sum tey ungu velja
í dag, greiðir hon frá.
Fyrr vóru nærum allir
búnarnir hildnir í reyðum
og svørum litum. Einkju-
menn lótu seg í ein svartan
vest, meðan einkir høvdu
ein bláan lit í búnanum.
Í dag sært tú ungdómar
bæði í reyðum, bláum,
grønum og svørtum. Onkur
er enntá so djarvur at fáa
sær ein lilla lit, meðan
onkur annar hevur blandað
sær ljósareytt í búnan.
- Í dag leggja fólk minni
í, hvat litirnir veruliga
merkja. Tað munnu vera
tær fægstu genturnar, sum
vita, at ein bláur búni fyrr
varð mettur at vera ein
einkjubúni, greiðir Elsa frá.
Hon minnist aftur á ein
gamlan mammubeiggja hjá
henni, sum sigldi úti. Tá
hann var heima, lat hann
seg altíð í føroysk klæði, og
so gekk hann og spákaði
eftir gøtunum í vakra bún-
anum. Sum vanligt var, so
hevði hann ein reyðan vest
undir
troyggjuni.
Tað
høvdu teir flestu mennirnir
tá.
Men krígsárini komu, og
úti á sjónum sá mammu-
beiggin, hvørjar ræðuligar
fylgir, eitt kríggj kundi
hava. Eftir kríggið lat hann
seg ongantíð aftur í tann
reyða vestin. Ístaðin lat
hann sær seyma ein svartan
vest, og hesin vestur gjørd-
ist hansara minnisvarði yvir
teir ræðuleikar, hann upp-
livdi á sjónum.
- Hetta var púra vanligt
tá. Ein svartur vestur
ímyndaði sorg, eins væl og
ein bláur búni gjørdi tað
sama, greiðir Elsa frá.
Ongar reglar
Men í veruleikanum finn-
ast ongar reglar fyri, hvussu
ein rættur tjóðarbúni sær út.
Heldur eru tað vanar og
siðir, sum hava fylgt gjøg-
num árini, og í dag er nær-
um alt loyvt.
- Tað er sjálvandi keði-
ligt, at vit ikki halda fast
við teir gomlu siðirnir. Men
vit mugu minnast til, at tað
er ungdómurin, sum í fram-
tíðini skal bera búnan. Tí
mugu tey eisini sjálvi
sleppa at ráða fyri, hvussu
teirra búni skal síggja út,
heldur Elsa.
Hon leggur tó afturat, at
einaferð bað ein genta hana
um at binda sær eina lilla-
littaða troyggju til eitt lilla-
littað skjúrt.
- Men har segði eg nei. Í
míni verð hóskar lilla seg
ikki til ein tjóðarbúna, so
troyggjuna mátti gentan fáa
onkran annan at binda sær,
flennir Elsa
Prátið dettur so spakuliga
eisini inn á áhugan hjá
mannfólki fyri føroyskum
klæðum. Teir eru fleiri í
tali, sum hava staðið inni á
stovugólvinum hjá Elsu, tá
nýggj klæði skulu fáast til
vega. Og teir flestu hava
eisini eina meining um,
hvussu tingini skulu gerast.
- Ja, teir fylgja við. Vit
práta um litir, mynstur og
eisini um mallirnar. Tað er
stak hugaligt at merkja, at
teir eisini hava áhuga fyri
hesum, flennir Elsa.
Onkuntíð verður nógv
prátað um, hvat mynstur
skal prýða troyggjuna. Í
flestum førum verður okk-
urt tikið úr føroysku bindi-
bókini, men tað kemur meir
enn so fyri, at fólk tekna sítt
egna mynstur. Ikki bara til
troyggjuna, men eisini til
vestin.
Onkur
familja
hevur
eisini okkurt mynstur, sum
er gingið í arv gjøgnum
fleiri ættarlið.
Elsa fer eftir einum vesti,
sum ein ungur maður í
Kirkjubø skal hava. Vest-
urin er reyður, og kanturin
er broderaður við einum
eyðkendum sterkum gulum
liti.
- Hesin guli liturin er
rættiliga eyðkendur fyri
vestar úr Kirkjubø, greiðir
Elsa frá. Hon leggur vestin
undir liðini á tí gamla
vestinum
hjá
Jóannes
Bónda. Gamli vesturin
hevur eisini ein gulan kant,
sum tó ikki so sterkur á liti
longur. Tíðarinnar tonn
hevur enn einaferð sett sítt
merkið.
Tíðin hevur eisini gingið
hesa lítlu løtuna, vit hava
sitið í stovuni hjá Elsu.
Arbeiðsdagurin bíðar uttan
fyri, og vit takka fyri okk-
um. Vit hava prátað um før-
oyska tjóðarbúnan gjøg-
num tíðirnar, og sum Elsa
sigur:
- Ein veistla gerst altíð
stuttligari, um øll eru í
føroyskum klæðum. Tjóð-
arbúnin setur avgjørt ein
festligan dám á um hvørvið
rundan um okkum.
Føroyski tjóðarbúnin:
Búnin er tann sami,
men litirnir eru broyttir
Elsa Patursson í Kirkjubø við nøkrum av teim vestunum, sum hon hevur tilevnað. Á borðinum liggur eisini gamli vesturin hjá
Jóannes Bónda, sála
Mynd: Jens Kristjan Vang
Verjir móti tí
mest ótrúliga
Verjir móti tí
mest ótrúliga
Hoyvíkshólmur. © Ingi Joensen
C
M
Y
K
7
6