mikudagur 24. juli 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 139 - 24. juli 2002
Nr. 139 - 24. juli 2002
9
- Men eg haldi, tað
merkist, at póllend-
ingarnir sigla undir
aðrari skipan enn vit
- og tjena minni. Eg
havi skilt, at teir
mynstra eftir einum
sáttmála, sum gevur
teimum fasta løn fyri
tíðina, teir eru um-
borð. Men bróta teir
vakt, fáa teir eyka fyri
tað, sigur ungi fiski-
maðurin, Rói Absa-
lonsen av Viðareiði,
sum siglir við
Sjúrðarbergi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Síðsta
leygardag
kom
frystitrolarin, Sjúrðarberg
hjá JFK Troli, aftur av
svalbardsleiðini.
Í fyrru helvt av túrinum
fiskaðu teir undir pólskum
flaggi og av pólskari kvotu.
Veiðan
undir
pólskum
flaggi var 185 tons, og sløk
300 tons vórðu síðan fiskað
undir føroyskum flaggi. Nú
teir komu heimaftur, høvdu
teir 370 tons av avhøvd-
aðum og frystum toski.
Mett verður, at hesin
túrurin gevur ein mann-
ingarpart
uppá
umleið
100.000 krónur, um sølan
av fiskinum, sum verður
lagdur upp í Klaksvík,
gongur sum væntað.
Rói Absalonsen av Við-
areiði taldist millum teir
yngru menninar á hesum
túrinum.
Hann er 18 ára gamalur
og hevur verið við Sjúrðar-
bergi, síðan hann varð lið-
ugur við reyðfiskaroyndina
á Klaksvíkar Sjómans-
skúla til jólar ár 2000.
Meðan Sjúrðarberg fisk-
aði av pólskari kvotu hend-
an túrin, vóru tveir póllend-
ingar umborð, formellur
skipari og maskinmeistari.
Men túrin frammanundan,
tá ið trolarin burtur av
fiskaði av pólskari kvotu og
fekk 490 tons í hálvan
triðja mánaða, vóru 8 pól-
lendingar við.
Spurdur, hvussu flagg-
skiftið gekk fyri seg hendan
túrin, sigur Rói, at teir vóru
inni í Tromsø í Noregi og
avgreiddu hesi viðurskifti.
- Meðan vit fiskaðu av
pólskari kvotu, kallaðist
skipið Patricia 10, men so
skjótt vit aftur vóru undir
føroyskum flaggi, var navn-
ið aftur Sjúrðarberg, sigur
hann.
Stak fittir menn
Sosialurin
spurdi
Róa,
hvussu tað er at fáa fleiri
fremmandar menn umborð,
sum eru av einum heilt
øðrum nationaliteti enn
føroyingar.
- Eg haldi, at tað riggar
fínt, og póllendingarnir
fella væl til umborð. Av átta
monnum á næstsíðsta
túri, sum vóru millum 28
og stívliga 60 ár, dugdu
bara einir tveir, skipari og
maskinmeistarin,
væl
enskt. Hinir tosaðu okkurt
bronglað mál, og tá ið tú so
sjálvur ikki er ov stinnur í
enskum, ber ikki so væl til
at samskifta um leyst og
fast, sigur ungi fiski-
maðurin.
Rói himprast ikki við at
siga, at póllendingarnir eru
av fittastu monnum.
- Sum eg havi skilt, hava
fleiri av monnunum verið
við størri skipum enn
Sjúrðabergi og eru tí
kanska meira royndir á eini
verksmiðju enn á dekkinum
ella við kryvjipavnin. Her
eru teir ikki so kønir, men
teir eru næmir og læra
skjótt.
Hann sigur, at á túrinum
undan hesum, vóru einir
tveir póllendingar, sum
dugdu hampiliga væl at
bøta. Teir vóru á hvør síni
vakt, so tað riggaði bara
væl.
Spurdur, um nakrir av
teimum 8 kendust, áðrenn
teir komu umborð á Sjúrð-
arberg, sigur Rói seg halda,
at onkrir høvdu verið sam-
an áður, men sum heild
kendust teir ikki.
Fáa fasta løn
Sum skilst, sigla póllend-
ingarnir ikki undir somu
skipan sum føroysku fiski-
menninir, ið sigla undir
føroyskum treytum.
- Eg haldi, tað merkist, at
póllendingarnir tjena minni
enn vit. Eg havi skilt, at teir
mynstra eftir einum sátt-
mála, sum gevur teimum
fasta løn fyri tíðina, teir eru
umborð. Men bróta teir
vakt, fáa teir eyka fyri tað.
Rói heldur, at fasta hýran
hjá póllendingunum ein
slíkan túr liggur um einar
13.000 krónur um mán-
aðin.
- Jú, tað merkist eitt
sindur viðhvørt, at teir sigla
undir øðrum treytum enn
vit. Teir eru ikki altíð líka
ágrýtnir og hava ikki altíð
sama áhuga, sum vit, at fáa
mest møguligt í lastina.
Ungi fiskimaðurin heldur
tó einki løgið vera í hesum,
tí sigldu føroyingar undir
somu treytum sum pól-
lendingarnir, hevði hugurin
neyvan heldur altíð verið so
góður, sum hann er.
- Tað merkir jú nakað fyri
okkum, sum sigla fyri
manningarpart, at fiskurin
verður væl hagreiddur og at
mest møguligt kemur í
lastina, vísir Rói á.
Um hendan túrin annars,
sigur Rói, at meginparturin
av fiskinum fór í 20 kg.
blokkar - bert tann størsti
fiskurin fór í 40 kg. blokk-
ar.
- Hetta er tó ikki tí, at
fiskurin var so smáur, men
tað er bara tann heilt stóri
toskurin, sum fer í 40 kg.
blokkar.
Hevur roynt eitt
sindur av hvørjum
Hóast Rói bert er 18 ára
gamalur, og hóast hann
hevur gingið eitt hálvt ár á
sjómansskúla, hevur hann
kortini roynt eitt sindur av
hvørjum á sjónum.
Póllendingarnir eru góðir
at arbeiða saman við
Rói Absalonsen umborð á Sjúrðarbergi, sum kom aftur av túri síðsta leygardag. - Gongst sum ætlað, gevur hesin túrurin helst einar 100.000 krónur, sigur hann.
Mynd: Rúna Sivertsen
Góður
túrur hjá
Sjúrðar-
bergi
Eftir at hava verið
burtur í smáar
tveir mánaðir,
kom Sjúrðarberg
aftur leygardagin
við nærum fullari
last
FISKISKAPUR
Rúna Sivertsen
Seinnapartin leygar-
dagin kom Sjúrðarberg
aftur av fiskiskapi við
Svalbard, við 470 tons-
um av avhøvdaðum og
frystum toski.
Sosialurin hevur tos-
að við Hanus Hansen
hjá JFK Trol.
Hanus sigur, at hetta
var ein góður túrur hjá
Sjúrðarbergi. Teir fóru
avstað tann 28. mai og
vóru aftur á Klaksvík
leygardagin. Umframt
at hava fiskað av
pólskari kvotu, hevur
Sjúrðarberg
henda
túrin lænt føroyska
kvotu frá Sundabergi.
Lastin verður løgd
upp í Klaksvík hjá
Northern Fish Cold
Storage.
Spurdur, nær Sjúrð-
arberg fer avstað aftur
og hvaðar, sigur Han-
us:
- Vit hava onkrar
ætlanir, men tær ikki
eru nóg ítøkiligar til, at
eg kann siga nakað í
løtuni. Sjúrðarberg fer
í hvussu er ikki avstað
aftur
fyrrenn
eftir
ólavsøku.
Eftir hvat Sosialurin
skilir, skal Sjúrðarberg
á beding til vanligar
umvælingar,
áðrenn
hann fer avstað aftur.
18 mans vóru við
Sjúrðarbergi hendan
túrin. Óli Sørensen av
Viðareiði, Óli hjá Ole-
vinus var skipari. Óli
fer ikki við næsta túr;
tá fer beiggi hansara,
Eyðstein at føra skipi.
Síðani
Sjúrðarberg
kom, hava brøðurnir
skiftst um at ført
trolaran.
Hann var ikki meira enn
14 ára gamal, tá ið pápin,
Sjúrður, tók hann við sær
umborð á Christian í Grót-
inum. Seinni var hann eis-
ini í starvsvenjing umborð
á sama skipi.
Í fjør summar, meðan
hann var heima í summarfrí
av Sjúrðarbergi, loysti Rói
av umborð á Christiani í
Grótinum, og áðrenn hann
fór á sjómansskúla, var
hann eisini umborð á
garnaskipinum, Ågot.
Men Rói hevur ikki bara
fiskað; hann hevur eisini
verið umborð á einum
enskum seglbáti einar 10
dagar. Hetta var um jóan-
søkutíð síðsta ár.
- Klaksvíkar Sjómans-
skúli ringdi til mín, tí olju-
felagið, BP, hevði bjóðað
teimum at senda ein ungan
mann við einum seglbáti -
og eg var júst liðugur á
skúlanum til jólar árið fyri.
Eg tók av, og tað angri eg
ikki.
Rói sigur, at seglbáturin
var einar 20 metrar langur.
18 fólk vóru umborð, bæði
ungir menn og ungar
kvinnur.
- Vit fóru úr Skotlandi,
sigldu upp til Føroyar,
niður til Hetlands og aftur
til Skotlands. Eg var einsa-
mallur føroyingur umborð,
hinir vóru skotar og onkur
onglendingur. Hetta var ein
frálíkur og serstakliga læru-
ríkur túrur, sum eg ongan-
tíð fari at angra. Vit gingu
vakt, stýrdu og heysaðu
segl - alt í felagsskapi við
hini, sum við vóru. Her
lærdi tú at arbeiða í felags-
skapi við onnur, tí í flestu
førum vóru vit fleiri um
hvørja uppgávu.
Blíð og vinarlig
Rói sigur, at kemur onkrum
ungdómi eitt slíkt tilboð at
standa í boði, eigur við-
komandi ikki at ivast, men
taka av.
- Fólkini, sum við vóru,
vóru øll so serstakliga blíð
og vinarlig. Fyri meg var
hetta eitt upplivilsi fyri
lívið, sigur Rói Absalon-
sen.
Ungi fiskimaðurin heldur
nú summarfrí; hann fer ikki
við aftur Sjúrðarbergi kom-
andi túr, sum verður frí-
túrur hjá honum.
Jóannes Olsen (tv.) og Rói Abrahamsen (th.) eru báðir 18 ára gamlir og skipsfelagar umborð á Sjúrðarbergi. Í miðjuni síggja vit
Regin Høgnesen, sum er maskinstjóri
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
9
8