mikudagur 24. juli 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 139 - 24. juli 2002
Nr. 139 - 24. juli 2002
11
Samgongan heldur fram, staðfesti Anfinn Kalsberg,
løgmaður, mánakvøldið, eftir at Tjóðveldisflokkurin
hevði svarað, at hann tekur undir við samgongu-
grundarlagnum. Men Tjóðveldisflokkurin snúði sær
undan spurninginum, um flokkurin tekur undir við
skrivingini hjá Torbirni Jacobsen, løgtingsmanni,
ella ikki.
Sum væntað varð, og sum Høgni Hoydal, floks-
formaður, hevur sagt, so tekur flokkurin undir við
prinsipiellu støðuni hjá Eytsuroyartingmanninum.
Afturímóti tekur flokkurin ikki undir við orða-
lagnum og skuldsetingunum hjá Torbirni Jacobsen
ímóti Anfinni Kalsberg og Jørgeni Niclasen.
Hetta merkir í fyrstu atløgu, at samgongan heldur
fram. Hon hevur neyvan funnið rætta áralagið aftur,
men hon damlar framvið landið eina tíð afturat.
Viðvíkjandi málinum hjá Anfinni Kalsberg um
flytingarnar millum bátar og virkið í Norðdepli, og
nær hann hevði lagt málið fyri Fútan, so er tað enn
ósvarað.
Løgmaður valdi ta løttu loysnina, og skuldsetti
Útvarpið fyri at hava endurgivið hann skeivt. Hann
sigur seg ikki hava sagt við útvarpsmannin Helga
Jacobsen, at hann hevði lagt málið fyri Fútan,
áðrenn tað var fyrnað.
Helgi Jacobsen sigur við Sjónvarpið, at hann hevur
endurgivið løgmann rætt. Tað merkir, at pástandur
sendur ímóti pástandi. Uttan at vit skulu døma, so er
ikki hugsandi, at ein royndur og seriøsur tíðinda-
maður fer at endurgeva løgmann í einum so eymum
máli uttan at hann er fullvísur í, at hann endurgevur
rætt.
Líkamikið hvør sannleikin er og ikki, so slepst ikki
undan at staðfesta, at trúvirðið hjá løgmanni hevur
fingið eitt skot fyri bógvin.
Men tá alt hetta er sagt, so skal leggjast afturat, at
hetta málið er frá áttatiárunum, og at tað er løgið, at
Torbjørn Jacobsen tekur tað fram ein mánað, eftir at
samgongan millum Tjóðveldis- og Fókaflokkin er
endurskipað. Hví tók hann ikki henda spurningin og
málið hjá Jørgeni Niclasen upp, tá samráðingarnar
vóru fyri.
Eykasetningurin hjá Torbirni Jacobsen elvdi til eina
politiska kreppu, men tað skal ofta til fyri at reinsa
luftina, sum danir siga. Í tí prinsipiella málinum un
Fiskavirking og eina møguliga einskiljing, fær
Torbjørn Jacobsen fulla undirtøku. Tað ikki henda,
at henda vælrikna vinnufyritøkan verður syndrað í
fleiri ósamvirkandi eindir.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Samgongan damlar
víðari
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507 tel. 333843
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Bert eitt íkast til tosið um ølsølurnar kring landið
Martin Kúrberg
Tað verður altíð spurt um
argument, tá tosað verður
um at steingja hesi. Ongan-
tíð eitt argument hví tey
skulu vera. Er einasta or-
søkin meiri søla og vinn-
ingur, so eiga hesi at
steingja í morgin. Tann
menniskjaligi prísurin er alt
ov
høgur
og
kunnu
bryggjaríini ikki klára seg
við tað, sum verður selt
gjøgnum einkarsøluna og
tey støð, ið hava skeinki-
loyvi, so lat fara.
Sagt verður, at tað eru
tey, sum eru veik, sum geva
eina skeiva mynd av tí
heila.
Til tað er at siga, at hevur
man ikki tíð at bíða til
einkarsøluna, so hevur man
ein stóran trupulleika. Hesi
sokallaðu veiku eru borg-
arar í hesum landi og havi
eg aldri møtt einum, ið
hevur jublað yvir at vera
bundin av rúsdrekka.
Eg burdi vitað, eg var ein
av teimum, so lat vera við
at seta nøvn sum veik,
alkoholikarar ella tílík á
hesi menniskju fyri at káva
út yvir tykkara beinharða
sølupolitikk,
ið
hevur
eittans mál: fleiri pengar í
kassan.
Læntar fjaðrar
Sofus Olsen
Í Sosialinum 18. í farna
mánað varð endurgivin
samrøða við Sofus Poulsen
úr Aberdeen. Maðurin var í
Føroyum í sambandi við, at
hann fór at leggja frá sær
sum umboðsmaður, heili
sjey ár eftir pensiónsaldur-
in.
Yvirskriftin til greinina
er: SOFUS POULSEN,
UMBOÐSMAÐUR, SIT-
IÐ ALT HEIMASTÝRIÐ.
Her eru nøkur brot úr
greinini. I. Miðvikudagin
var móttøka í Tinganesi fyri
Sofus Poulsen, umboðs-
manni í Aberdeen seinastu
54 árini. II. Føroyska býar-
myndin í Aberdeen, Sofus
Poulsen, fer 1. juli úr starv-
inum, hann dúgliga hevur
røkt seinastu 54 árini, sum
føroyskur umboðsmaður.
III. 28. juni 1948 var dagur,
tá hann gjørdist Føroyskur
umboðsmaður í Aberdeen.
Hesi trý brotini saman við
yvirskriftini eru heldur enn
ikki ósmæðin, tey eru rong
tala & eisini eru tey illoyal
móti
umboðsmanninum
Odmar Skarðhamar, sum í
1948 setti S.P. í starv sum
hjálparmaður á skrivstov-
uni í skotska býnum.
Greinin er prýdd við
myndum. Á tí einu eru
hjúnini úr Aberdeen saman
við fýra statistum, fýra nú-
livandi løgmonnum. Hin
fimti hevur helst hildið, at
tíðin kundi nýtast til eitt-
hvørt meira positivt enn at
upptraðka sum pyntidukka
úti í Tinganesi.
Mær er sagt, at umboðs-
stovan varð sett á stovn tíð-
liga undir seinna heimsbar-
daga til hjálpar hjá før-
oyskum sjómonnum, sum
førdu ísfisk til Bretlands,
serliga til Aberdeen. Fyrst-
ur at manna skrivstovuna
mundi vera Lias Johansen í
Rættará. Sambært grein í
Sosialinum 1978 loysti Od-
mark Skarðhamar hann av í
1945 & sat hann sum um-
boðsmaður Føroya til í
1978, tá hann fór frá vegna
aldur. Hann fylti sjeyti.
Sum ein lítillátin heiðurs-
maður fór hann stillisliga
úr starvinum, uttan løg-
mansparadur & annað fjant
og fjas.
Tað er reingjan av sann-
leikanum, tá Sofus Poulsen
í oman fyri nevndu grein
sigur seg hava verið um-
boðsmann í 54 ár, tí til
1978 æt hesin Odmar
Skarðhamar. Hann hevði
ein hjálparmann.
Loksins kann nevnast, at
tá ein føroysk nevnd, sum
eg var limur av, seinna part
í sekstiárunum hevði fundir
við bretsku trolaraeigarar-
nar í London, var umboðs-
maðurin úr Aberdeen, sum
skuldi vera okkum til
hjálpar, Odmar Skarðham-
ar.
Magnus Brahé
Jørgensen
magnusj@post.olivant.fo
Tað tykist hugstoytt, nú
frættist í kvøld í Útvarpin-
um, at Niels Winther Poul-
sen, formaður Framtaks-
grunnsins, sigur frá, at
Fiskavirking verður selt,
sum tað er til hægstbjóð-
andi, eisini til útlendingar.
Lat søguna læra okkum
eitt sindur. Hvussu hevur
støðan búskaparliga ikki
verið í Suðuramerika og í
Afrikansku hjálondunum í
øldir? Nei, eg spyrji bara!
Útpínd av útlendskum
vinnulívi hava hesi lond
verið. Har allur profittur
fór og framvegis fer í
lummarnar á útlendskum
imperialistum, og fólkið í
hesum londum fær ikki
nakran ágóða av øllum
teimum virðum, ið tey
skapa og stríðast fyri,
hvønn ein dag, júst at
tryggja sær og sínum livilig
kor í tí dagliga.
So lat okkum avmarka
hesa privatisering av Fiska-
virking til eina sølu innan-
lendis og ikki bjóða út-
lendskum kapitali møgu-
leikan. Lat fólkið í hesum
landi eiga vinnutólini. Gev
ikki útlendingum enn eina-
ferð møguleikan at eiga og
ráða yvir okkum, sum teim-
um lystir.
Ella skulu vit enn eina-
ferð selja okkum sum træl-
ir, har summi okkara mill-
um eisini fáa ein bita av
kakuni?
Er búskaparlig imperialisma nýggja leiðin?
Málið var at beina
fyri einum av teimum
ovastu leiðarunum í
Hamas, men álopið
kostaði ellivu øðrum
lívið. Teirra millum
vóru fleiri børn.
Hamas hevur svorið,
at álopið verður
hevnt
MIðEYSTUR
Árni Joensen
Gjáranáttina
sendi
eitt
ísraelskt F16-flogfar eina
rakett eftir einum íbúðar-
húsi í Gaza býi. Málið hjá
ísraelsmonum var at beina
fyri
Hamas-leiðaranum
Salah Shehada, sum hevur
skipað fyri fleiri atsóknum
at ísraelskum málum, teirra
millum fleiri sjálvmorðsat-
sóknum.
Hamas-leiðarin
hevur
leingi staðið ovast á ísrael-
ska listanum við nøvnum á
palestinskum
yvirgangs-
monnum.
Talsmenn hjá sjúkrahúsi-
num søgdu nakað eftir
álopið, at kona Hamas-leið-
aran og ein dóttur teirra
vóru millum tey deyðu, og
at sjey onnur børn høvdu
latið lív í álopinum. Umleið
150 fólk vóru særd, men
hildið varð, at fleiri lógu
undir tí sundursoraða íbúð-
arhúsinum, sum var í seks
hæddum.
ST fordømdi álopið
ST-aðalskrivarin Kofi Ann-
an fordømdi alt fyri eitt
álopið.
– Ísrael hevur skyldu til
at gera alt fyri at forða fyri,
at ósek lata lív. Í hesum
førinum veik landið frá sín-
ari skyldu við at leypa á
eini íbúðarhús við einari
rakett, segði Fred Eckhard,
sum er talsmaður hjá ST-
aðalskrivaranum.
Hann legði afturat, at ST
vil hava Ísrael at gevast við
atsóknum sum hesari og at
halda altjóða fólkarættin.
Men ein talsmaður hjá
ísraelska uttanríkisráðnum
vísti atfinningunum hjá
Kofi Annan aftur. Gideon
Meir segði, at atsóknin var
sjálvverja.
Hann
legði
afturat, at ísraelsk børn
hava eisini latið lív í pale-
stinskum atsóknum.
Ísraelski forsætisráðharr-
in, Ariel Sharon, rósti her-
leiðsluni fyri eina væl út-
inta atsókn.
Samráðingarleiðarin hjá
palestinsku myndugleik-
unum, Saeb Erekat, segði
við BBC, at ísraelska
rakettálopið var eitt skam-
miligt krígsbrotsverk og
eitt álvarssamt álop á frið-
artilgongdina.
Verður hevnt
Fleiri hundrað Hamas-við-
haldsmenn skipaðu fyri
mótmælum í Gaza, tá tíð-
indini um álopið bórust, og
ísraelskir hermenn noydd-
ust at senda stríðsvognar at
steðga mótmælunum.
Talsmaðurin hjá Hamas,
Abdel
Aziz
Ramteesi,
segði, at Ísrael fer skjótt at
kenna sviðan av hevndarat-
sóknum aftur fyri álopið.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Ísrael hevur beint fyri
víðgongdum palestinskum
leiðarum við beinleiðis
álopi, og higartil hava tílík
álop altíð elvt til fleiri
palestinskar
hevndarat-
sóknir.
UTTAN ÚR HEIMI
12 doyðu í ísraelskum rakettálopi
Hóast amerikanarar
hava bumbað venj-
ingarlegurnar hjá al-
Qaeda í sor, er felags-
skapurin framvegis
líka virkin
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Tað er niðurstøðan hjá
amerikanska blaðnum USA
Today.
– Felagsskapurin fær
framvegis nýggjar limir, og
vit vita, at tað finnast limir
og viðhaldsfólk hjá al-
Qaeda í næstan øllum
heimsins londum. Vit vita,
at hetta er eisini galdandi
fyri alt Evropa, og at bólk-
arnir javnan samskifta,
skrivar USA Today og sigur
seg hava tíðindini frá Peter
Gridling, sum stendur á
odda fyri antiyvirgangs-
deildini hjá evropeiska løg-
reglusamstarvinum Euro-
pol.
Sambært Peter Gridling
ganga fleiri hundrað yvir-
gangsmenn leysir, og felags-
skapurin hevur eftir sera
stuttari tíð megnað at laga
seg til tær broyttu umstøð-
urnar. Umfatandi fregnar-
tænastuarbeiði og eftirlit
hevur ikki darvað al-Qaeda
stórvegis, og tí er langt eftir
á mál, sigur Gridling sam-
bært USA Today.
Leiðarin á altjóða yvir-
gangsstovninum í París,
Roland Jaquard, sigur við
blaðið, at í dag má tað hald-
ast at vera líka sannlíkt, at
yvirgangsmenn
fara
at
søkja at málum í Evropa
sum í USA, sum Evropa er
sera virkið í Afghanistan.
– Eg stúri fyri, at vit fara
eisini at síggja umfatandi
álop í Evropa, sigur Roland
Jaquard við USA Today.
Evropa er nú mál fyri yvirgangi eins og USA
Palestinar við líkinum av
einari kvinnu, sum doyði í
ísraelskum álopi í Gaza
C
M
Y
K
11
10