Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juli 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 24. juli 2002 13 Undan Europa Cup dystinum hjá B36 móti Torpedo Kutaisi í kvøld, vísa hagtølini, at B36 hevur staðið seg væl á heimavølli í europeiskum høpi EUROPA CUP HAGTØL Heini í Skorini B36 hevur klárað seg væl á heimavølli í europeiskum høpi seinastu árini, og skulu vit fylgja hagtølu- num, eru útlitini fyri einum heiðurligum úrsliti á Tórs- vølli í kvøld til staðar. Hó- ast úrslitini á útivølli í Europa Cup ikki altíð hava verið eins góð, hevur B36 bert einaferð tapt sannfør- andi í Føroyum. 0-1 oftast komið fyri Tað hevur bert einaferð fyrr eydnast B36 at fáa stig á heimavølli í Europa Cup, og var tað í 1-1 javnleiki- num í 1992, tá Avenir Beggen úr Luxemburg var á vitjan. Málskjúttin tá var gamla landsliðshetjan Kári Reynheim. B36 hevur seinastu fýra heimadystirnar í Europa Cup tapt við bert einum máli móti ongum, og skulu vit aftur í 1997 fyri at finna seinasta stórtapi á heima- vølli, tá belgiska Racing Genk vann 5-0 á Svanga- skarði. Í 2000 var danska AB úr Gladsaxe á vitjan, og tá endaði dysturin 1-0 til AB, men hetta úrslitið var uttan iva eisini merkt av 0-8 av- smurninginum í Gladsaxe vikuna undan. Í 99 var úr- slitið somuleiðis eitt 0-1 tap, tá Ankaragucu úr Turkalandi var á Tórsvølli, og sama úrslitið var gald- andi í 98 og 97, tá so sterk lið sum Beitar Jerusalem úr Ísrael og Dinamo Moskva úr Russlandi vóru í Føroy- um. Sostatt hevur B36 víst góðar taktir á heimavølli í Europa Cup, og hóast einki stig er fingið til høldar síð- ani 1992, hevur B36 heili fýra ferðir verið bert eitt mál ov stuttir til ein javn- leik. Í kvøld er so møgu- leikin til staðar, tá mót- støðuliði er Torpedo Kuta- isi úr Georgia. Í kvøld tekur B36 móti georgisku meist- arunum Torpedo Kutaisi í returdysti- num í europeisku kappingini fyri meist- arar, Champions League. Fyrri dystur- in fyri viku síðani endaði 5-2 til Tor- pedo Kutaisi, og hóast møguleikin fyri víðari luttøku ikki er góður, eru vónirnar góðar fyri heiðurligum úr- sliti á Tórsvølli í kvøld CHAMPIONS LEAGUE Heini í Skorini Hóast georgisku meistarar- nir Torpedo Kutaisi fyri viku síðani fingu fimm mál móti B36 í eystureurope- iska hitanum, varð endaliga úrslitið 5-2 roknað sum eitt heiðurligt úrslit fyri føroy- sku meistararnar B36. Við málum frá Magna á Lakju- ni og Bárði Mortanssyni, umframt tríggjar aðrar gylt- ar málmøguleikar, framdi B36 eitt gott avrik, og tískil ræður um at halda støðið, tá liðini bresta saman á Tórs- vølli í kvøld kl. 19. B36 hevur sostatt nakað at liva upp til, og hóast møguleik- in fyri víðari luttøku ikki er góður, hevur B36 vónir um eitt heiðurligt úrslit. Formaðurin góðar vónir Kristian á Neystabø, for- maður í B36, sigur, at hann er bjartskygdur undan dysti- num í kvøld, men at tað sjálvsagt verður ein torfør uppgáva. – Eg vóni, at vit megna at fáa eitt gott úrslit, sum t.d. ein javnleik. Men tað krev- ur, at vit fáa úrtøku burtur- úr teimum møguleikum, vit fáa, samstundis sum eitt sindur av hepni eisini skal til. Kristian á Neystabø leggur afturat, at tað ikki er serliga sannlíkt at koma víðari. At røkka hesum er kravið í minsta lagi ein 3-0 sigur, og tað viðgongur for- maðurin er nakað optimist- iskt at fara eftir. Um dystin væntar Kristian á Neysta- bø, at mótstøðuliði ikki fer at leypa á, men heldur at verja ta 5-2 leiðslu, teir hava. Sama B36 lið B36 liðið fer á vøllin við nøkunlunda sama liðið sum í Georgia. Einasta ivamál frá tí dystinum er annar mál- skjúttin, Magni á Lakjuni, sum fekk ein snudd undir venjing leygardagin, men væntandi verður hann kort- ini tøkur fra byrjan í kvøld. Annars er landsliðsleikarin Jens Kristian Hansen fram- vegis skaddur saman við ungu leikarunum Niels Joensen og Áka Mørk. Mótstøðuliðið Torpedo Kutaisi kom til landið týs- dagin, og vandu teir á Tórs- vølli týskvøldið. Returdyst- urin í Europa Cup kapping- ini fyri meistaralið millum B36 og Torpedo Kutaisi verður sum áður nevnt spældur á Tórsvølli, og byrjar dysturin kl. 19. Formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, hevur góðar vónir undan dystinum móti georgisku meistarunum í kvøld. – Um neyðuga hepni er við okkum, skuldi ein javnleikur ikki verið ómøguligur, sigur Kristian á Neystabø Nr. 139 • mikudagur • 24. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Champions League: B36 skal halda støðið Hagtølini tala fyri B36 Ein av týdningar- miklu leikarunum hjá B36 seinastu tvey árini, Egil Zacharias- sen, sigur, at ein javn- leikur ella ein sigur er málið CHAMPIONS LEAGUE Heini í Skorini B36 verjuleikarin Egil Zachariassen skal saman við liðfeløgum sínum úr B36 spæla returdyst móti Torpedo Kutaisi í kvøld, og Egil er bjartskygdur undan dystinum móti georgisku meistarunum. – Eg gerist skuffaður, um vit tapa dystin, og eg haldi, at vit eiga at fara eftir ein- um javnleiki ella einum uppaftur betri úrsliti, sigur Egil Zachariassen, sum bæði í ár og í fjør hevur spælt mestsum allar dystir- nar á aftasta plássi í B36 miðverjuni. Kravið at koma víðari er einki minni enn ein sigur við minst trimum málum, men hóast góðu vónirnar heldur Egil, at tað verður ov nógv at miðja eftir. Egil Zachariassen var aftasti maður í B36 verjuni allan dystin í Georgia, og fær hann uttan iva nógv at síggja til aftur í kvøld. – Fyrri hálvleikur var sera strævin at spæla niðri í Kutaisi, og vit vóru sera trýstir í verjuni. Men í seinna hálvleiki gekk nógv betri, og tað var ikki stórt øðrvísi enn at spæla í heim- ligu kappingini. Tískil trúg- vi eg uppá stig í kvøld, end- ar B36 sweeparin Egil Zachariassen. – Skuffaður um vit tapa B36 á heimavølli í evropeiskum høpi 1992 Evropa Cup fyri steypavinnarar Avenir Beggen(Lux) 1-1 – Kári Reynheim 1997 Inter Toto Cup Kappingin Racing Genk(Bel) 0-5 1997 Inter Toto Cup Kappingin Dinamo Moskva (Rus) 0-1 1998 Evropa Cup fyri meistaralið Beitar Jerusalem (Ísr) 0-1 1999 UEFA Cup kappingin Ankaragucu (Tur) 0-1 2000 UEFA Cup kappingin AB (Dan) 0-1 B36 verjuleikarin Egil Zachariassen sigur, at málið er ikki at tapa dystin Føroyska Minn meg á bókin er komin til komandi skúlaár MINN MEG Á Heri á Rógvi Hóast summar er, og flest øll skúlabørn hugsa um alt annað enn skúla, so er ein lítil áminning komið út, sum minnir tey á, at eitt nýtt skúlaár bíðar eftir teimum um ikki so langa tíð. Føroyska íkastið til tær mongu lektiubøkurnar er komið útaftur. Minn meg á bókin er vorðin fastur táttur á hvørjum ári, og hetta árið verður heldur einki undantak. Bókin inniheldur ym- iskt, sum hjálpir skúla- ungdómi at halda skil á sær sjálvum og skúla- tinginum. Álmunakki, tímatalvur, telefontalvur og annað eru at finna í nýggju Minn meg á bók- ini. Gamli revurin í Minn meg á sambandi, Ann- finnur Zachariassen, hevur latið Bókadeild Føroya Lærarafelags ført arvin víðari, nú hann ikki gevur bókina út longur. Minn meg á fæst í sølubúðunum fyri 55 kr. Minn meg á Minn meg á 2002-2003 FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Rættiliga nógv fiskaarbeiði hevur verið á virkinum hjá Fiskavirking í Saltangará í seinastuni. Bæði hesa viku- na og í síðstu viku eru tey farin til arbeiðis fyrr enn vanligt, og tá ið neyðugt er, verður arbeitt nakað longri enn vanligt. Hósdagin í síðstu viku vóru partrolararnir, Jaspis og Ametyst, inni við 140.000 pundum av upsa; teir høvdu stuttan túr. Fríggjadagin vóru Safir og Smarad í Saltangará. Skipini vóru full, 260.000 pund tilsamans. Nú mánadagin var lemma- trolarin, Vesturvarði inni. Teir høvdu eisini nógvan fisk, eini 200.000 pund, harav sløk 190.000 pund var upsi. Jason Johannesen, virkis- leiðari, sigur, at upsin hjá Vesturvarða var hampiliga góður. – Hetta var ikki stórur fiskur, men frægari slag, enn tað hevur verið, sigur hann. Í summarfrí Á Fiskavirking í Saltangará fara tey í summarfrí, tá ið hendan vikan er liðug. Á Føroya Fiskavirking hava tey lagt tað soleiðis til rættis, at øll virkini hjá felagnum fara ikki í summarfrí í senn. Nú farið verður í summarfrí í Saltangará, byrja tey aftur tíðliga í august í ávikavist Havn, Vestmanna og í Miðvági. Á Fiskaviking á Tvøroyri verður eingin steðgur í summar. Uppundir hendur uppundir endan Jason Johannesen og hansara fólk hava nógv at takast við, aðrenn tey sleppa í summarfrí, tá ið vikan er úti Nógvur fiskur er inni á gólvinum, og í gjár vitjaðu týskir fiskakeyparar Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 13 12 Umsóknir kunnu sendast inn alt árið, og verða upptøkuroyndir eftir tørvi. Fýra politistar skulu setast í 2003. Umsóknarfreistin til hesa upptøkuroyndina er 1/9-2002 Tlf. 35 14 48 Fax 35 14 49 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o úr bara 750,- Mini Cruise Mini Cruise SMYRIL LINE Tel 34 59 00 til Bergens 750,- e-mail: booking@smyril-line.fo Á ferðini verður skipað fyri bingo! Í sølubúðunum umborð eru ! nógv góð tilboð team85 Fráferð av Havnini mánamorgun kl. 8.30 við komu á Havnina mikudag kl. 15.00