Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juli 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 24. juli 2002 15 Bergur P. Dam næstformaður í Javnaðarflokkinum Fólkaflokkurin krevur svar uppá ikki-spurningar og fær ikki-svar frá Tjóðveldis- flokkinum. Men støðan er framvegis at løgmaður ann- aðhvørt beinan vegin má reinsa seg, ella leggja frá sær. Makabra søgan um skuld- setingarnar frá Tórbirni Ja- cobsen ímóti løgmanni og fiskimálaráðharranum heldur fram. Í felag royna Fólka- flokkurin og Tjóðveldisflokk- urin at grugga málið so nógv, at tað kann fjara burtur. Brævlótir Fólkaflokkurin hevur sent Tjóðveldisflokkinum eitt onkisigandi ultimatum, har tey krevja svar uppá spurningar, sum ikki viðkoma kjarnini í spurninginum. Tí veruliga málið snýr seg um, at løgtings, fólkatings- og samgongu- limurin Tórbjørn Jacobsen, skuldsetur løgmann at vera so kriminellan, at hann ikki kundi sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi. Og fyri tann spurningin er tað fullkomuliga líka mikið, um onnur í Tjóðveldisflokk- inum eru samd ella ikki og tað hevur enn minni týdning at vita, hvørt Tjóðveldisflokk- urin stendur við samgongu- skjalið ella ikki. Tað er eitt heilt annað mál, sum kann viðgerast fyri seg. Hvat Tjóðveldisflokkurin so svarar uppá teir ikki-spurn- ingar, sum Fólkaflokkurin set- ur, so standa skuldestingarnar hjá Tórbirni framvegis við. Og løgmaður hevur onki gjørt fyri at reinsa seg. Tí tað er bara ein máti, løg- maður kann reinsa seg: Skuld- setingar mugu verða gjørdar til onkis, annahvørt soleiðis at Tórbjørn Jacobsen - sjálv- boðin ella noyddur av sínum partamonnum - alment kunn- gerð at hansara skuldsetingar eru rangar, ella at dómsvaldið staðfestir, at skuldsetingarnar eru órættar og dømir tær deyðar at verða. Megnar løgmaður ikki at reinsa seg á henda hátt, so má hann leggja frá sær. Omandottið trúvirði Dag undan degi minkar tign løgmansembætisins, sleppa hesar skuldsetingar at standa við. Tað snýr seg jú ikki bert um løgmann sum persón, men fyrst og fremst um alla polit- isku skipanina í Føroyum. Ongin kann hava álit á eini skipan, har ovasti leiðarin av útinnandi valdinum av sínum egnu er skýrdur at vera so kriminellur, at hann ikki kundi sitið í nakrari aðrari stjórn í heiminum. Einhvør, sum hereftir skal samskifta við løgmann, fer at gera tað við vitanini um, at hesin ikki afturvísti grovastu skuldsetingum. Tá landsstýrið skal samráðast við onnur lond, veit mótparturin, at samráð- ingarleiðarin ikki megnaði at vísa aftur skuldsetingum frá sínum egnu. Í løtuni er støðan hon, at Føroyar hava eitt kriminali- serað løgmansembæti, og verður embæti ikki reinsað nú, verður tað ein myrkur skuggi yvir øllum komandi løgmonn- um. Atgerðarloysi løgmans Vanliga atgerðarloysi, sum hevur eyðkent løgmann í hvørjari kreppustøðu, hevur aftur lagt hann lamnan polit- iskt. Dagarnir ganga og løg- maður tosar um alt annað. Men onki hjálpir. Skuldset- ingarnar hvørva ikki - tvørturí- móti vaksa tær fyri hvønn tíma. Okkara natúrliga krav er tískil at løgmaður annahvørt reinsar seg ella leggur frá sær. Og hann má gera tað nú! Uttanumtos samgongunnar: Kriminaliserað løgmansembæti 15 14 Nr. 139 - 24. juli 2002 AB skipar fyri summarkapping í ungdómsfótbólti á vøllinum á Argjum í døgunum 9.-11. aug. Seinasta freist at melda lið til kapp- ingina er 25. juli 2002 TÍÐINDASKRIV Argja Bóltfelag Argja Bóltfelag fer aftur í ár at skipa fyri fótbólts- kapping á vøllinum á Argjum. Kappingin AB- CUP 2002, byrjar fríggja- dagin 9.august, og heldur fram til sunnudagin 11. august. Aldursbólkarnir verða hesir, pinkur, gent- ur 10-12 ár, smágentur, gentur 14-17, pinkuling- ar, smápiltar, piltar, smá- dreingir og dreingir Leikt verður á hálvum vølli, tó leika pinkur og pinkulingar á kvartum vølli. Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðurs- merkir til ognar, og vinn- andi liðið í hvørjari deild vinnur steyp til ognar Leiktíðin verður 2 x 7 minuttir. Luttøkugjaldið er 300 kr. Fyri hvørt lið- ið. Tað er bert loyvt at hava 10 leikarar á hvørj- um liði, og sjey av teim- um hava loyvið at verða á vøllinum í senn. Tilmelding til kapping- ina skal verða AB í hendi í seinasta lagi 25.juli 2002, saman við kvittan um at luttøkugjaldið er goldið. Tilmeldingin kann eisini sendast við t- posti til ab@ab.fo ella at ringja til Jóhann M. Sten- berg tlf. 284142. Luttøk- an er avmarkað Fleiri upplýsingar um kappingina kunnu lesast á heimasíðuni hjá felag- num: www.ab.fo AB-Cup 2002 Nógvu skaðarnir er høvuðsorsøkin til, at rumenski spælarin ikki kemur aftur til Føroya FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Rumenski miðvallarin hjá B36, Din Sandu, verður ikki at síggja á B36-liðnum í seinnu hálvu. Hann er far- in heimaftur til Rumenia, og kemur ikki til Føroya aftur. Din Sandu hevur verið hart raktur av skaðum, og er hetta høvuðsorsøkin, at samstarvið millum hann og B36 er dottið niðurfyri. Úr B36 siga tey, at Din Sandu er ein rættiliga góð- ur leikari, men at teir mongu skaðarnir høvdu við sær, at lítið røktist fyri, at hann gjørdist serliga støð- ugur á besta liðnum hjá felagnum. Serliga hevur tað verið harða graslíkisundirlagið, ið hevur verið atvoldin til skaðarnar, og tá rumenski spælarin var komin nakað til árs, var lítið sannlíkt, at hann rættiliga kom at venja seg við undirlagið. Finalurnar í kapp- ingini um Løgmans- steypið og í Steypa- kappingini hjá Kvinnum TÍÐINDASKRIV Fótbóltssamband Føroya Finalan í Steypakapping- ini hja Kvinnum millum HB og KÍ verður leikt á Ovaravølli í Gundadali, Ólavsøkudag. kl. 13.30 Dómari verður Jens Petur Brattalíð Hjálpardómarar verða Eyðun Kjærbo og Poul Erik Jacobsen 4. dómari verður Jóhan Krogh Finalan í kappingini um Løgmanssteypið mill- um HB og NSÍ verður leikt á Tórsvølli, Ólav- søkudag kl. 16.30 Dómari verður Birgir Sondum Hjálpardómarar verða Regin Egholm og Georg N. Rasmussen 4. dómari verður Jóg- van Næs. Fyrrverandi Manchester United spælarin, Jaap Stam, er nevndur sum møguligur avloysari í Leeds-verjuni. ENSKUR FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Seinnapartin mánadagin gjørdist so endaliga greitt, at enski landsliðsleikarin, Rio Ferdinand, skiftir til Manchester United fyri 29,3 mio. pund. Rion Ferd- inand verður sostatt dýrast verjuspælari í heiminum Fimm ára sáttmála Verjuleikarin og Manchest- er United er komin ásamt um ein fimm ára sáttmála, og Rio Ferdinand fær 70.000 pund um vikuna tey næstu fimm árini. Rio Ferdinand var fegin um skiftið, – Sjálvsagt eri eg fegin, tí eg skal spæla fyri ein av størstu feløg- unum í heiminum, og eg iv- ist ikki í, at vit fara vinna nógvar titlar næstu árini, segði enski verjuleikarin á tíðindafundinum mánadag- in. Fyri sløkum hálvum øðr- um ári síðan, skifti Rio Ferdinand frá West Ham til Leeds fyri 18 mio. pund, so ikki kann annað sigast, at nýggju Manchester United spælarin er ein umbiðin harri. Stam skal avloysa Stendur tað til nýggja Leeds-venjaran, Terry Ven- ables, so skal hollendski landsliðspælarin, Jaap Stam, avloysa Rio Ferdi- nand í Leeds-verjuni. Jaap Stam hevur spælt í Lazio seinasta árið, og keldur vilja verða við, at hann ikki trívist so væl í Italia, og vil til Onglands aftur, og nú hevur so Leeds boða frá, at felagið er áhug- að í sterka verjuleikarnum. Finalurnar í steypakappingunum Din Sandu er farin av landinum Din Sandu er longu farin av landinum aftur Mynd: Savnsmynd Rio Ferdinand dýrasti verjuspælari nakrantíð Nýggji Manchester United- spælarin, Rio Ferdinand, er dýrasti verjuspælari í heiminum Neistin hevur við spælarum sum Jórun Ludvig, Maritu Hermansen, Christ- inu Holm og nú Si- monu Dziugyte, rættiliga brynja seg út til komandi kapping- arár HONDBÓLTUR Páll Holm Johannesen Sterki litavski bakspælarin, Simona Dziugyte, og Neistin eru komin ásamd um sáttmála fyri komandi kappingarár. Simona hevur verið í Føroyum tvey tey seinastu árini, har hon hevur spælt fyri bæði Sóljuna og Stjørnuna. Fyrsta árið gjørdist hon besti mál- skjútti í kvinnudeildini, meðan skaðar í fjør høvdu við sær, at Simona ikki gjørdist so drúgvur mál- skjútti á liðnum hjá Stjørn- uni. Simona Dziugyte er helst ætlað at avloysa Katrina á Neystabø á vinstra bakki, sum seinni í summar skal til Danmarkar í lestrar- ørindum. Spælarin frá Litavia er ein av fleiri nýggjum spæl- arum, ið skulu tørna út fyri 1. kvinnulið hjá Neistanum komandi kappingarár. Um- framt Simonu, verða Jórun Ludvig, Marita Hermansen og Christina Holm eisini at síggja á Neistaliðnum í vet- ur. Úr Neistanum verður sagt, at tá liðið missir so týðandi spælarar sum, Gunnleyg Berg, Biritu Wardum, Katrina á Neysta- bø og Anniku Thomsen, so er felagið noytt til at leita sær styrk, um liðið skal gera seg galdandi komandi kappingarár. At Neistin hevur styrkt um liðið, er eitt gott tekin um, at tey í Neistanum ætla nakað á kvinnusíðuni í ár, og liðið má vera eitt tað besta boðið uppá at taka kappingina upp við VÍF- kvinnurnar, ið hava verið einaráðandi tvey tey síðstu árini. Simona Dziugyte til Neistan Simona Dziugyte skal komandi kappingarár spæla fyri Neistan Savnsmynd C M Y K 14