mikudagur 18. juli 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin Nr. 55 — 18. juli 1979
Fyrru semifinalurnar um Ísafjarðarsúluna vórðu leiktar seinasta sunnudag, og end-
aðu báðir dystirnir vid javnleiki. SI, sum vanliga spælir í 2. deild. er enn við í kapp-
ingini um Isafjardarsuluna, sum einasta lið úr 2. deild. Teir hava enn ongan dyst tapt
móti 1. deildarliðunum í hesi kappingini. SI hevur vunnið á B36 og VB. og seinasta
sunnudag kláraðu teir javnleik 0
ITROTTARBRØV
0 á heimavelli moti Kl
Hin semifinalan varð leikt á Tvøroyri, og var hon millum 1. deildarliðini hjá TB og
HB. Eisini hesin dysturin endaði við javnleiki 1—1.
5. august verða 2
TB—HB 1—1
p 3
sum eisini var hálvleiksstoðan
semifinalurnar, meðan sjálv finalan verður 26
august.
Órættvíst
úrslit á
Tvøroyri
Sunnudagin, tá 1. deildarliðini hjá TB og HB
hittust til fyrru semifinaluna um Ísafjarðarsúl-
una á Tvøroyri, var veðrið tað besta at spæla
fótbólt í
Bæði liðini byrjaðu væl,
og gekk spælið javnt teir
fyrstu minuttirnar við
skjótum álopum. Seinast,
liðini hittust á Sevmýru,
fekk TB eina ógvuliga
góða byrjan, og avgjørdi
byrjanin meguliga dystin,
men so varð ikki hesa ferð.
Suni skorar
Hesa ferð var tað HB,
sum fekk fyrsta málið, og
var hetta í 6. min.
Suni Jacobsen hjá HB
verður spældur í
síðu. Hann
høgru
trekkir inn
FÅ
móti midjuni á brotsteig-
inum, fer einsamallur og
skjýtur bóltin í netið við
síðuna av målverjanum
hjá TB, Per Strøm.
Avgerðin
Ein spurdi seg, um hetta
var avgerðin, ið fall, ti nú
var tað sum HB fekk yvir-
takið eina letu, og brendu
teir eisini tveir upplagdar
møguleikar.
Mentu seg
Tverámenn mentu seg tó
aftur, men mál fingu teir
ikki, hóast stórar megu-
leikar.
Petur reduserar
I 30. min fekk Petur
Hammer hjá TB bóltin í
høgru síðu, heilt úti við
síðulinjuna, einar 20
metrar frá hornaflaggi-
num. Hann gav sær góðar
stundir, lyfti bóltin hogt
inn móti málinum, og
dalaði hesin niður aftan
fyri Høgna Mikkelsen i
HB-målinum. Eitt vakurt
mål. Nu var stødan 1—1,
KONDI
Feroysk ítróttarklæðir
P/FSJÓKLÆDNAVIRKIÐ
TELEFON 5 50 40
sum eisini gjerdist hálv-
leiksstødan.
Seinni hålvleikur
I seinna hålvleiki var TB
við yvirlutan, og lå bólt-
urin fyri tað mesta inni í
brotsteiginum hjá HB.
HB-ararnir høvdu okkurt
skjótt álop, men vóru hesi
púra óvandamikil.
TB trýst
Tað er heilt ófatuligt, at
dysturin endaði við javn-
leiki, tí tað er langt síðan,
at eitt lið hevur verið so
hart kroyst á vellinum á
Sevmýru, sum 1. deildar-
lið hjá HB var seinasta
sunnudag. Tverámenn
vóru sera óhepnir, teir
fingu ikki bóltin í netið.
Eg havi ikki tal á t.d.
hvussu nógv hornasperk
TB hevði í seinna hálv-
leiki, men tori eg at skjóta
uppá eini 15.
Sum heild kann sigast
um dystin, at hann var
undirhaldandi og spenn-
andi, men úrslitið var ikki
rættvist.
J.D.
Kappróðurin
á Vestanstevnu
Vágs Kappróðrarfelag
mótmælir harðliga
róðrinum á Vestan-
stevnu 1979 sum heild.
Í reglugerðini fyri
kappróður, grein 12,
stendur, at róðrarekið
skal vera avmerkt 4
tímar áðrenn róðurin
byrjar. — Á Vestan-
stevnu var hetta ikki
gjørt liðugt fyrrenn ein
tíma eftir at róðurin
skuldi byrja.
Í somu grein stend-
ur, at róðrarekið til
hvenn bátin skal vera
10—12 metrar. Á Vest-
anstevnu vóru 2—4
metrar millum boyur-
nar inni á málinum.
Klokkan 14.45 fór
gentumanningin á
Royndini Fríðu í bátin
(róðurin skuldi jú byrja
klokkan 15.00). Klokk-
an 16.05 fóru gentur-
nar aftur til lands sjó-
drignar uttan at vera
startaðar. Hetta skila-
loysið mótmæla vit
harðliga, tá hugsa
verður um, at Royndin
Fríða áðrenn Vestan-
stevnu lá nr. 3 í FM-
kappingini. At gentur-
nar rýmdu til lands,
kunnu tær ikki sigast
ringar fyri, tí í slíkum
veðri var tað vanda-
mikið at verða liggj-
andi á firðinum.
Í dreingjar6drinum
vóru bátarnir lagdir so-
leiðis úti á startmáli-
num, at fleiri báts-
longdir vóru á muni tá
skotið varð. Falkur úr
Vági, sum vann róð
urin á jóanseku, var 4
bátslongdir frá start-
linjuni (altso aftanfyri)
tá dómarin skjeyt. Úr-
slitið var hareftir,
Falkur gjørdist nr. 14.
I FM-kappingini lå
Falkur nr. 2—3 saman
við Havfrúnni, áðrenn
Vestanstevnuróðurin.
Í 10-mannafarsróðr-
inum kom erskapurin í
hæddina.
Svart var í mjørka,
so startdómarin sá
meguliga 3—4 av bát-
unum, hvussu hann
legði teir, tað má Vár-
harra vita. Aðrenn
startin boðaði start-
dómarin frá, at um
onki skot hoyrdist, so
skuldi hann koyra eitt
flagg niður, sum tekin
um at nú skuldi rógv-
ast. Manningarnar á
Vágbingi, Nóisoyingi
og Suðringi hoyrdu
onki skot og sóu enn
minni nakað flagg.
Fyrst tå hevuðsdóm-
arin rópti á hesar bát-
arnar at hinir vóru
startaðir, tá fóru hesir
3 bátarnir at rógva.
Hvat startdómarin
hevði at meta seg eftir,
hevði eisini verið for-
vitnisligt at fingið at
vita, ti land sást onki.
Í grein 12 stendur, at á
startmálinum skulu
tvær vælsiggjandi
stengur standa å landi.
Boyurnar, sum styr-
ast skuldi eftir inni å
dómaramálinum, lógu
sum áður nevnt so tætt
saman, at umleið 100
metrar frá málinum,
róðu Vágbingur, Nóls-
oyingar og Suðringur
saman og máttu so-
statt leggja inn. Hev-
uðsdómarin góðtekur
róðurin við teirri
grundgeving, at funnið
var fram til nr. 1, 2 og
3. Hetta má harðliga
átalast, ti Vågbingur lá
áðrenn Vestanstevnu á
odda í FM-kappingini
við 19 stigum, meðan
hann eftir samanstoyt-
in á Vestanstevnu onki
stig fær, tí hann kom
ikki á mál. Hevði hann
komið á mál sum nr. 4,
so hevði hann framveg-
is møguleika at gerast
Feroyameistari.
Sostatt hevur sam-
anstoyturin fert við
sær, at Vágbingur er
úti av spælinum í FM-
kappingini.
Grein 17 í kapping-
arreglunum sigur, at
um samanstoytur á-
virkar úrslitið av róðr-
inum, so skal umróður
krevjast. Um hending-
in á Vestanstevnu ikki
ávirkar steðuna hjá
Vágbingi í FM-kapp-
ingini, so hevði verið
áhugavert at fingið at
vita hvussu grein 17 í
kappingarreglunum
skal tulkast.
Í samreðu við start-
dómaran upplýsir
hann, at startað varð
eftir tveimum boyum.
Grein 12 í kappingar-
reglunum sigur, at á
landi skulu tvær væl-
síggjandi stengur
standa.
Sostatt eru allir
róðrarnir á Vestan-
stevnu 1979 ógyldigir,
tí róðurin er farin fram
undir følskum forút-
setningum.
Vágs Kappróðrarfeiag