Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 56 — 21. juli 1979 bretska parlamentinum. Teir kunnu brúka hópin av tið um smálutir, meðan tey umráðandi tingini verða samtykt næstan áðrenn nakar hevur fingið orðið fyri seg.« Men teir bygdarmenninir, sum uppi í hesum fundum vóru, hevdu verið teir seinastu at hildið, at hetta »ting« teirra var nakað forum fyri mjerkakend- um, filosofiskum hugleið- ingum. Ongin var telefon- in og ongi blødini, ti var neyðugt at hava hesar morgunfundir, har menn segdu sína hugsan um, hvat best var at gera og hvussu farast skuldi fram. Vit tosa í dag so nógv um demokrati — fólka- ræði ella fólkastýri — men á hesum fundunum hjá St. Kilda-búgvum valdaði veruligt demokrati. Har var ongin oddamaður — eingin formaður, sum stil- aði fyri. Hver maður í bygdini hevði rætt til at biðja um orðið og hver maður átti sína atkveðu. Hetta var eitt ting við ongari yvirstjórn ella for- mannsskapi, tí á St. Kilda vóru allir menn javnir, har skuldi ongin vera, sum bar høvdid hægri enn hin- ir. Og menninir komu til fundar, tá tað hóvaði teimum, og hevði onkur okkurt at bera fram, so varð tað sagt beinanveg- in. Vóru tað umráðandi ar- beiði, sum farast skuldi undir henda ávísa dagin, plagdu menn at gera skjótt av á hesum morg- unfundum. T.d. tá farast skuldi út í aðra oyggj at hyggja eftir seyði. Tá varð ongantið sitið leingi. Ella eisini tá farast skuldi í bjørgini eftir fugli, tá varð altíð gjørt skjótt av. Men var hetta, teir tingaðust um, nakað sum kundi biða ella kanska minni umráðandi, kundu hesir fundir gerast drúgv- ari. Tá kundu menn fara til hús uppímillum at fáa sær ein bita og so koma aftur. Á tilikum fundum, tá menn høvdu góða tid, vórðu mangan teir trá- spurdir, sum verið høvdu inni á skotska meginland- inum, og teir, sum verið høvdu, søgdu so frá, út í æsir, t.d. hvussu nógv spannirnar og spakarnir kostaðu í hesum ótrúliga stóra býnum, sum kallað- ist Glasgow. Og so vóru har eisini handlar við øll- um handa slagi. Men tann stersti týdningurin, hesir fundirnir høvdu, var at tær ymisku metingarnar hjá monnum komu fram, soleiðis sum hver einstak- ur kendi tær av egnum livsroyndum. Hetta at kenna seg sum einstakling burturav ella at halda, at »sektin liggur å, hvat annar fær, eg skal nøra at mær«, búði ikki i huganum å teimum, sum baldust uti å St. Kilda. Hvørt menniskja, sum har búði, hevði sama rættin og var eins týðandi táttur í hesum bygdarsamfelag. Og hesir morgun- ella bygdarfundir vóru tað, sum bant fólkið saman. Og hendi tað seg, at menn vóru Ojavnir á máli, vóru tilikar ósemjur ongantið verri enn so, at menn tos- aðu seg til rættis. Lógirnar gjørdu teir sjálvir Tær lógir, sum valdaðu á oyggjunum, hevði fólkið sjálvt gjørt. Hóast oyggj- arnar ríkisrættarliga skuldu eitast at standa undir Skotlandi, var kort- ini ongantíð neyðugt at kroysta tær lógir, sum har vóru í gildi inn á fólkið, sum úti á St. Kilda búði. »Manndråp hevur ongan- tíð verið á hesum oyggj- um, alt tað ið nakar veit frá at siga, men sjálvandi hevði heldur ikki borið til hjá nøkrum manndråpara at stungid seg burtur å hesum oyggjum«, skriv- aði George Atkinson, >og at fólk eru óreiðulig er líka so Okent.« >Hor kemur ikki fyri og lítið verður gjørt av ti váta slagnum. Tann dropin, teir fáa, er tað, sum teir fáa frá fakt- orinum, tá hann eina ferð um árið kemur út í oyggj- arnar.« Men biblina hildu St. Kilda-bugvar nogv um. Har hildu tey seg finna allar tær lógir, tey høvdu fyri neyðini. Men í flestum forum hildu tey seg til tær strangastu lógirnar í Halgubók — tær hjá Mós- esi í Gamla Testamenti. Ilt er i dag at greiða frå upprunanum til hetta, men tað er meguligt, at Macaulay hevur rætt, tá hann í 1758 skrivar, at líkt er helst til, at trúboðarar fyri hesi nýggju trúnni um hvíta Krist tíðliga í tíðini komu út á St. Kilda. Teir, sum komnir vóru nakað upp í árini, tóku avgerðirnar Sum áður nevnt var kirkj- an miðdepilin í bygdar- lívinum, og teir eldru menninir hevdu eitt orð at sosialurin Í so lítlum samfelag var um- ráðandi, at allar týðandi av- gerðir vórðu tiknar í felag. Bygdarmenninir hittust van- liga hvenn morgun til at taka avgerð um, hvat skuldi gerast tann dagin. Henda myndin er Hesar báðar St. Kilda-konur- nar eru í altarsklæðum. Myndin er frá 1890 og tær eru avtiknar, tá tær koma úr kirkju siga yvir hinum bygdar- fólkinum. T.d. vóru tað teir, sum stóðu fyri být- inum av øllum fongi. Men skuldi okkuri ivamálið stungið seg upp varð lutur kastaður. Og býtið var al- tíð rættvist, hver fekk altíð tað, hann átti. Tá stórfuglurin kom heim í bygdina, varð alt lagt í frá 1927. rúgvu og so varð býtt eftir húsunum í bygdini. >Tá dagsfongurin var komin til bíggjar<, skrivaði Christina MacQueen, „fóru teir undir at býta. Rundan um rúgvuna av havhesti stóðu teir allir — ein úr hverjum húsi. Aft- anfyri og eitt sindur aftur- undir stóðu konur og bern Síða 9 og bíðaðu eftir tí parti, sum tey fóru at fáa, og tess størri húskið var, tess stærri luturin. Farið varð undir roytingina beinan- vegin, sum fuglurin var komin til heldar. Her vóru allir javnir og einki varð skeitt eftir, hvat hver ein- stakur hevði veitt. Slíkt er einans neyðugt, har hitt mangan misbrúkta orðið »sivilisasjon« verður nytt — hetta orðið, sum hevur spilt sonnu náttúruna í fólki, hevur gjert tey sjålvsøkin og kensluleys og gjert, at tey leggja sektin á, hvat granni teirra fær.« Framhald