Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin St Kilda: Ein avbyrgdur heimur eftir Hans Thomsen Bíblina hildu St. Kilda-búgvar nógv um, tí har hildu tey seg finna allar tær lógirnar, tey hevdu fyri neyðini. Men í flestu ferum hildu tey seg til tær strangastu lógirnar í Halgubók — tær hjá Mósesi í Gamla Testa- menti. Nr. 56 — 21. juli 1979 St. Kilda-búgvar høvdu eisini sitt »undirhus« ella ting Eins og sagt varð í sein- asta parti, var John Mac- kenzie seinasti umsjónar- maðurin (ella vit kunnu eisini nevna hann faktor) á St. Kilda. Tá hann kom út í oyggjarnar við slupp síni „Robert Hadden<, varð farið undir at skipa upp verurnar, hann hevði út við sær. Hann plagdi altíð at hava eina tunnu av stearini við sær at gera kertiljós burturúr. Fyri hetta varð einki gjald lat- ið, hetta var ein gáva, hann læt teimum á St. Kilda á hverjum ári. Tá leigan skuldi latast, varð altíð farið fram á sama hátt. Niðri í fjøruni stóð eitt gamalt pakkhús, og hagar komu so allir teir á St. Kilda, sum stóðu fyri húsarhaldi. Tá teir so høvdu lagt fram tað, teir høvdu at lata, tók bytis- handilin við. Roynt varð frá báðum pertum at koma á samt um tann skilabesta prísin. Tey seinastu árini var heima- spunnið og -vovið tweed- klæði ein av teimum mest týðandi verunum, tey á St. Kilda hevdu at lata, men so kundi tað eisini vera turr longa og nekur lomb. Tá leigan var latin, bjóðaði so faktorin ellum á St. Kilda bomm. Hetta var ein nýggjur siður, John Mackenzie hevði tikið sær fyri, í staðin fyri sim áður, at skeinkja teir fullar. Tey á St. Kilda skrivaðu cngantíð tað upp, sum latið varð fakt- orinum. So mikið var á- litið hjá báðum pertum. Men so kom pengaspillan Men so komu pengarnir og í kjalarverri teirra størri spilla enn nakrantið hevði staðist av teim til- tøkum, sett vórðu í verk aftan á ta miseydnaðu uppreistrarroyndina, sum endaði í ti syrgiliga bar- daganum (og fyri skotar tapinum) við Culloden í 1745. Tá hesir pappirslep- ar komu í seguna, vísti tað seg bråddliga, at bóndaskapur — sum borið hevði fólkið í skotsku há- lendunum uppi í eldir — ikki bar seg. Idnadarkoll- veltingin, sum fór um lond sum ein hvirluvindur og pengaskipanin, drógu fólk av bygdunum og inn til stórbýirnar. Nú var ikki hugsingur um longur at gjalda við ti, sum landið gav av sær, og at skifta um ella gera gerðabýti loysti seg ikki longur. Nú vórðu pengar kravdir aft- urfyri, skuldi tú hava matveru ella annað, sum teimum á hesum útoyggj- um tørvadi, og so kom flutningurin aftrat — fraktin skuldi nú eisini latast í pengum. Skilligt er, at hesari nýggju skip- an — sum kortini ikki var annað enn ein pappirs- skipan — kundi hetta aldargamla bygdarsam- felagið ikki standa ímóti St. Kilda-búgvar — eins og aðrir av keltiskum upp- runa — noydd':st at góð- taka hetta nit nans sam- felagið og te; virði, tað hevði at bjóði ella eisini at verða tikið av fótum. »Undirhåusid« ella tingið Frá fyrndarti3 hevdu tey úti á St. Kilda stjórnað hesum lítla bygdarsam- felag eftir teimum fyri- treytum, tey hevdu fingið frá náttúruni. »Teirra samfelag er at meta javnt við eitt tjóðveldi,< skriv- aði segumaðurin George Atkinson í 1831, >og hó- ast tey skulu eitast at standa undir Bretlandi, er kortini eingin einstakur persónur, sum ræður yvir teimum. < Á hesum bygdarsamfel- agi lógu tvinnar altumráð- andi skyldur: at øll, sum búðu í bygdini, fingu fød- ina, klæði upp á kroppin og hús at búgva i. Og so at bera so í bandi, at bygdin átti fyri leiguna, tå faktorin kom. Ti var um- ráðandi, at lutir, sum væl- ferðin hjá oyggjunum hekk í t.d. bátar og bjargalínur, vórðu havd í felag. Og til at taka av- gerðir fyri alla bygdina fingu teir so hetta, sum fremmandamenn seinni fóru at rópa »undirhusid« ella tingið. »Undirhusid« ella tingið Hvenn einasta morgun, tá morgunben var lisin og morgunmaturin niðurum- farin, hittust allir vaksnir menn á oynni til at tosa 4. partur um, hvat gerast skuldi henda ávísa dagin. Hesir fundir vórðu hildnir hvenn dag í viku uttan sunnu- dag. Í einum so lítlum samfelag, har arbeiðið hjá ti einstaka kundi vera so vandamikið, var umráð- andi, at øll vistu, hvat ætlanin var at fara undir. Ti vórðu hesir fundir havdir, so øll i bygdini skuldu vita, hvar tann ella tann maðurin var farin tann dagin. »Har bar ikki til at sita i sjålvdråtti«, skrivar presturin Lachlan Macdonald i endurminn- ingum sínum, >ti vóru hesir fundirnir umráðandi, so at øll vistu, hvar hver maður var staddur hvenn dag.« Men, sum ikki einaferð, komu fremmandafólk — turistar — fólk, sum púrt einki hevdu við bygdina ella oyggjarnar at gera — við atfinningum móti hes- um tingi hjá St. Kilda- búgvum. T.d. skrivaði John Ross, skúlalærarin við sínum hálvvánaliga skúlalæraraprógvi: „Hetta tingið hjá teimum á St. Kilda líkist ógvuliga nógv tí heiðurkrýnda