leygardagur 21. juli 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 56 — 21. juli 1979
sosialurin
Síða 7
HVØRJAR LOYSNIR?
Í viðmerkingini um trol-
araflotan og kreppuna
vistu vit å, at skal råvøra
tryggjast føroyskum
flakavirkjum, mugu vit
hava ein rættiliga stóran
trolaraflota afturat hinum
veiðuhættunum.
Vit vístu eisini á, at
nógvir meðalstórir trolar-
ar eru komnir í henda
bólk, tí menn noyddust at
leggja um. Tað gevur til-
lagaðar tekniskar loysnir,
sum ofta eru ov lítið
veiðueffektivar í mun til
kostnaðin.
Nekur skip blivu bein-
leiðis útvegað til trol-
rakstur á Føroyaøkinum,
og tey klára seg stórt sæð
frægast.
Sterri trolarar, bygdir
til veiðu á mið- og fjar-
leiðum — í hevuðsheitum
aftaná skilagóða planlegg-
ing — tykjast eisini her
hjá okkum at hava góðar
veiðueginleikar, og veiða
teir í høvudsheitum onnur
fiskasløg enn tosk og
hýsu, skuldu teir muna
væl í troytingini av okk-
ara eki.
9 línubátar fingu vit úr
Pólandi. Skuldu eitast at
vera bíligir, men blivu so
dýrir og svaraðu so illa til
spesifikatiónirnar, at teim
beyðst ikki betur sum
línubátar.
Syndarin her var hitt
nærum tóma felagið
Marknaðarrekt (ábyrgist
við 100.000 kr. í parta-
peningi).
Felagið sendir nú ein
stóran part av rokningini
fyri tervandi dugnaskap
til landskassan og eigar-
arnar.
Menninir aftanfyri
skipaðu tað so vísiliga, at
teimum kostaði feildispo-
sitiónin einki.
Eru vit tá ikki úti í eini
avskeplan av tí prisada li-
berala systeminum?
Einasti tjansur eigar-
anna var at leggja um,
men henda dupultbygging
ger teir so dýrar í mun til
veiðuorkuna, at teir, nú
oljan dýrkar, valla greiða
skyldur sínar.
Teirra og landskassans
verður nú pinan. Men
veiða mugu teir, skal ar-
beiðsloysi fyribyrgjast.
Ídnaðarskipini løgdu
um, ti idnaðarveiðan ikki
bleiv lønandi. Eisini tey,
sum fyri stóran part vóru
avskrivingarskip, har eig-
ararnir ikki sigla við sjálv-
ir. Tey mugu hava stuðul,
og skal slíkur eisini veit-
ast, men spardi skatturin
eigur fyrst at fara til
raksturin og síðan nyiløg-
ur, áðrenn tað almenna á-
tekur sær restina. Hetta
er bert rimiligt, skulu
menn vera umsitarar av
framleiðsluamboði, tað er
jú hitt stersta lánið og hin
stersta samfelagsábyrgd-
in, samfelagið gevur borg-
ara.
Cuba bátarnir sum
feskfiskatrolarar eru ikki
úrslit av eini skilagóðari
planlegging, men eitt
bjargingartiltak fyri at
beta uppá jánkasligu
leiðsluna av einum farma-
skipafelag. Teir komu til
Feroya sum ogn hjá hes-
um farmaskipafelag, sum
hevði avskrivað seg so
langt fram um veruligar
avdráttir, at skuldi felagið
rinda ein vaksandi skatt
árini framyvir, so átti tað
litlan likviditet.
Úrslitið gjørdist, at tå
felagi3 skuldi utbyggja
sitt upprunaøki, farma-
skipaflotan, tyngdu
Cubabåtarnir so i rokn-
skapinum, at annað felag
mátti skipast, sum tók
sær av umbygging og
rakstri teirra. Soleiðis
blivu teir Beta-bátar.
Peningastovnar í Fer-
oyum og myndugleikarnir
høvdu litlan áhuga fyri at
luttaka í figgingini, og
blivu teir ti figgjadir utt-
anlands uttan fyri vanligu
skipanina.
Orsøkin til, at projektið
kundi figgjast var, at
umbyggingin og møgu-
leikin hjå eini kreppurakt-
ari motorverksmidju at
lata eitt so stort tal av
motorum, vóru knytt
saman.
Tá bátarnir vóru her,
máttu føroysku myndug-
leikar taka hetta til eftir-
tektar og stuðla teir sum
aðrar.
Formaðurin í felagnum
trolskip hevur misfatað
Sosialin, um hann heldur,
at blaðið ikki gongur inn
fyri stuðli til hesar bátar
eisini; vit hava bert vist á,
at munur er á, tá talan er
um spekulatiónsprojekt
og vanliga útbygging av
flotanum; í ti fyrra føri-
num má ein krevja meir av
teimum, sum settu í-
gongd.
Vit hava sterstu virðing
fyri formanninum, sum
kom so seint inn í Cuba-
trolaramyndina, at hann
so dugnaliga fyriskipaði
bjargingartiltakinum og
serliga fyri, at bátarnir
eftir hansara ávísing hava
brotið slóð fyri upsa- og
kongafiskaveiðu — og
víst á meguleikan fyri
blálongu- og gulllaksa-
veiðu.
Hetta hevur blaðið sum
kunnugt skrivað nógv um
eins og um royndirnar av
sama slag hjá Suðringi,
langfaratrolarunum og
eðrum.
Tað er nú ein veruleiki,
og verður ikki ødrvisi, at
við ti týdningi, hesir bátar
hava sum arbeiðsskapandi
ráveruleveranderar —
onkur teirra veiddi í fjør
1400 tons — og ti teir eru
so nógvir í tali, og tí reið-
arin náttúrliga er formað-
ur í felagnum Trolskip,
hava teir meguleika at
gerast ein pressiónsbólkur
innan flotan av meðalstór-
um trolarum.
Aðrir kunnu so siga, at
teir kunnu veiða hesi
fiskaslog, teir hava væl
planløgd skip til hesa
veiðu, ella teir hava eisini
verið noyddir út í hana.
Men tað broytir ikki tann
veruleika, at Beta-bátar-
nir hava vunnið sær til-
verurætt og stuðulsrætt,
tí teir, hóast motorarnir
brenna alt ov nógv, og hó-
ast ikki so væl fæst av-
rikað rationelt netaarbeiði
umborð, hava veitt so-
mikið nógv, at fuglfirðing-
um, oyndfirðingum og
hellumonnum eru — sum
formaðurin vísir á —
tryggjað góð og trygg ar-
beiðspláss og manningu-
num góða úrteku.
Onnur skip og skipaslog
eru ivaleyst komin eins
tilvildarliga inn í trolara-
flotan ella eru noydd av
umsteðum, eingin her á
landi var harri yvir, til at
leggja um.
Vit eiga at hava hetta í
huga, tá reseptin skal
skrivast.
Hon verður í tveimum,
ein til hin stuttfreistaða
kurin, sum studningskur-
urin helst skal vera og ein
til langtíðarviðgerðina.
Men ímeðan bidad verð-
ur eftir, at samfelagið
summar seg uppá sín part
av teirri endaligu rokn-
ingini, sum vegna olju-
príshækkingina fyri meg-
inpartin er skrivað uttan
fyri Føroyar, so kunnu
nekur ráð verða givin teim
vinnuligu gandakallum,
vit eiga so nógvar av,
bæði fyritekustjórum og
politikarum, so hesir
sjálvir royna at beta uppá
steðuna hjá teim meðal-
stóru trolarunum.
Her eru nekur:
Roynið at medvirka til,
at fleiri mans verða um-
borð, so ikki alt netaar-
beiðið skal gerast í landi.
Latið okkum fáa net so
ódýr sum gjerligt (lands-
andeilsinnflytan).
Latið okkum seta um-
sitingarlenina til eitt
minimum.
Latið okkum fáa trygg-
ingargjøldini so lág sum
gjørligt, m.a. vid hækkan
av sjålvsåbyrgd, tå ein
ferð eftir ferð liggur á
landi.
Fyrisláið dómadagspro-
fet kollegunum innan olju-
felogini at lata vera við at
lata vinningin á olju
hækka, hóast framleiðarin
hækkar prísin. Minnið teir
á, at Dimma, vikuna eftir
at miðvikan hevði manað
kreppuna enn longur
fram, kunngjørdi, at olju-
feløgini fyrra hålvår 1979
høvdu ein vinning uppå
56%. Kanska teir hjålpt-
ust vid 7—10%.
Vendið tykkum til
bankarnar, og biðið um,
at driftslánini verða kon
verterað til lagalig rentu-
lág 3—5 ára lán. Setir
onkur knyklar í brýr, so
minnið hann á, at brutto-
avansin hjá bankunum og
sparikassunum í fjør var
70--80 mill. kr.
Hetta var nakað av tí,
sum fyribils kann gerast.
Uppá longri sikt verða
fleiri av hesum skipum
uppá lagaligasta máta at
umbýta við effektivari
trolarar — kanska til
steddar sum Íslandsis-
fiskatrolararnir, men við
størri spælorku til veiðu á
stórum dýpi.
Uppá longri sikt verða
teir mest oljunýtandi mo-
torarnir at útskifta og
helst við slíkar sum
brenna tunga olju (sum is-
lendingar hava gjørt i trý
ár).
Uppá longri sikt verða
veiðumenn — sum í let-
uni, hóast kreppu, vinna
væl — og reiðarar at plan-
leggja betri í felag, hvussu
báðir partar fáa mest
burturúr.
Og uppá longri sikt
verða vit at viðgera veru
okkara meira, so fiski-
menn og reiðarar fáa
meira fyri ráfiskin. Kann
monopolfyritøkan Fiska-
selan ikki virka nóg skjótt
her, má lóggáva fremjast
sum tryggjar hetta.
Javnaðarflokkurin hev-
ur altid gingið inn fyri at
styðja skip og virkir —
ikki ti at hann altíð hevur
havt so nógv til yvirs fyri
teirra eigarum, men tí
man ikki kann kasta fiski
menn og arbeiðsfólk út
aftur í tað arbeiðsloysi,
sum borgarligu flokkarnir
vístu teim til í fimtiåru-
num.
Vit fara eisini at styðja
teir meðalstóru trolarar-
nar hesaferð, men tað
verður treytað av, at
driftirnar verða eftirhugd-
ar í seymunum, og einki er
tað givið, at úrslitið verð-
ur til mesta fyrimuns fyri
tær skeivu og spekulati-
ónskendu ílegurnar.
Tað verður eitt krav, at
um milliónir skulu flytast
frá skattaborgarunum til
henda bólkin, verða
spekulantarnir ikki at
standa fremst í raðnum.
LUXUSSKIP
Bæði undir viðgerini á
tingi og eisini millum
manna og í lesarabrevum,
hevur ferðamannaskipið
Lasse II fingið heitið lux-
usskip, og verður hetta
heiti nýtt, fyri at fáa fólk
at taka steðu ímóti keyp-
inum av Lassa II.
Sjálvandi kunnu vit
siga, at tað í ein vissan
mun er luxus at ferðast,
annaðhvert tað so erð
flogfari hjá einum donsk-
um felag, við donskum
ferðamannaskipi ella við
einum føroyskum skipi.
Men vit kunnu kortini
sláa fast, at fólk ferðast,
bæði føroyingar og út-
lendingar, og verða tey
ikki flutt við einum fer-
oyskum skipi, so verða
tey flutt við einum út-
lendskum skipi ella við
flogfari.
Men aftur til spurningin
um luxus. Í stórum parti
av heiminum er fiskur ein
luxusvera burtur av. Tað
er nógv sterri luxus at eta
fisk eina ferð um vikuna
enn at ferðast eina ferð um
árið. Men vit feroyingar
liva jú av at fiska og út-
flyta eina luxusveru. Hev-
ur nakar havt á munni at
vit skulu halda uppat at
fiska og selja fisk tí at
talan er um eina luxus-
veru?
Nei, vit konstantera, at
tað er natúrligt hjá okkum
at veiða og útflyta fisk og
fiskaverur, og at fólk
keypa og eta hesa luxus-
veru. Og somuleiðis
kunnu vit konsatera, at
fólk, bæði føroyingar og
útlendingar, loyva sær tað
luxus, sum eitur at ferð-
ast. Verða tey ikki flutt
við einum feroyskum
skipi, so verða tey flutt
við eðrum skipum ella við
flogfari.
Er tað so ikki líka
náttúrligt sum tað, at vit
fiska, at vit eisini rekja
ferðafólkaflutning millum
Noreg, Feroyar, Ísland.
Skotland og Danmark?
Hetta er ein vinna eins
væl og fiskurin!
Fiskimaður á bygd
TLKKLtLt|{|{t|—A—AKt——Æ——————MMMM—
SJÁLVANDI
SVÍKJA TEIR IKKI
Fólkaflokkurin, sam-
bandsflokkurin og tann
fyrrverandi javnaðarmað-
ur Øregaard vóna, at á-
vísir tingmenn úr javnað-
arflokkinum fara at hálsa
um, tá og um tað kemur
til atkveðu í tinginum um
nýval.
Hesir kenna ikki ting-
menn javnaðarfloksins.
Víst er ikki semja um alt
innanhýsis í javnaðar-
flokkinum, men harfrá og
so til at ganga ímóti sam-
tyktum, sum teir sjálvir
hava verið við til at sam-
tykkja og formulera, er
heilt óhugsandi. Slíkt
finst bert í ynskidreymum
teirra, sum ynskja javn
aðarflokkinum ilt.
Teir fara ti hesaferð at
gerast vónsviknir — teir
sum hava vónað at kunna
brúka politisku kreppuna
til at spreingja javnaðar-
flokkin við.
Tingmannavinur
Viðmerking tygara til
oddagrein okkara er ó-
neyðuga polemisk, tí hon
rør uppundir, at vit ikki
vilja varðveita arbeiðs-
pláss í Fuglafirði. Tað vita
tygum væl, at vit vilja
virka sterkt fyri. Vit visa
bert á, at tað gerst ikki við
studningi yvir ein kamb,
annað má til eisini.
Orð okkara um flekt
ognarviðurskifti hava sín
rætt, tá ein hugsar um,
OLAF OLSEN
hvussu figgingin av teim-
um báðum feløgunum
Skipafelagnum og Beta nú
er.
Kanska skuldu vit held-
ur kallað hetta serlig ella
óvanlig figgjarvidurskifti.
Ti at bátarnir eru liður í
eini størri norsk-føroysk-
ari finanstransaktion er
væl greitt.
Hetta er legalt og helst
skilagott, sum steðan var.
men upprunin var ein
skeiv figgjarlig transakti-
On.
Hvønn positivan ella
negativan tydning frysti-
skipafelagið Copenhagen
Reefers hevur havt fyri
Skála Skipasmidju ella
kemur at hava fyri megu-
leikarnar fyri menning av
foroyskari sigling
frystifrakt. sum hetta fel-
ag helst sær bakið á, vilja
vit venda aftur til
við
Blstj.