Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 56 — 21. juli 1979 HAVA TEIR LIBERALU FLOKKARNIR EINKI ALIT A LIBERALISMUNI Tað er eitt, sum eg leingi havi undrast yvir, og tað er, at hverja ferð vinnuliv- ið hevur problemir, eru teir sokallaðu liberalu pol- itikararnir altíð teir fyrstu til at krevja, at legtingið og landsstýrið skulu taka um endan. Eg havi skilt liberalan politikk soleiðis, at politikkararnir skulu halda fingrarnar frá vinnulivinum og at vinnu- lívið skal klára seg sjálvt. tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. ferðina í Frí kapping skal gera tað, at tað vera tær sunnu fyritøkurnar, sum klára seg, meðan hinar skulu burtur. Eisini havi eg skilt tað so, at liberalistarnir meina at tann fría kapp- ingin skal gera tað at teir røttu menninir koma framat. Hvussu kann tad so bera til, at hesir liber- alu politikararnir altid eru so kvikir at krevja at vinnulívið fær hjálp frá tí almenna? Eg kann ikki fáa annað burtur úr hesum, enn tað, at hesir politikarar um- boða ein politikk, sum teir ikki trúgva uppá, tá á stendur. Politikkin hjá javnaðar- flokkinum havi eg skilt soleiðis, at tað almenna kann stuðla vinnulívinum, tá tað er neyðugt fyri væl- samfelagnum, men at tað almenna so eisini skal hava ávirkan á og í ein vissan mun eisini rætt til at stýra vinnuliv- inum soleiðis, at tað virk- ar til gagns fyri alt sam- felagið. Tað er eisini nakað ann- að, sum eg ikki skilji, og tað er, hví vilja teir liber- alu politikararnir at tað , almenna setir pengar i fiskiskip, men ikki í ferða- mannaskip? Og aftur eitt annað, hví siga teir liber- alu politikararnir, at fyri- tekur, sum tað almenna er uppii, mugu ikki konkur- era við privatar fyritøkur, tá teir einki hava ímóti at landskassin veitir lán við nógv minni rentu enn bankarnir. Er tað ikki at reka bankavirki og kon- kurera við teir privatu bankarnar? D. HÁKUN TYKKIN Tað er ikki eiti á sum Hákun er vorðin tykkin. Hann tosar um grov álop og lygnir. Lygnir hava ongar verið, men tíverri komu vit at geva honum tann heiður at gera hann til nevndarlim í Skipafel- agnum — vit vistu ikki, at hann var farin úr nevndini. Men grovur hevur Sosi- alurin ikki verið, í hvussu so er ikki um mált verður við fólkaflokksalin. Hevur Hákun gloymt hvussu malgagn fólkafloksins, Dagblaðið, hóreiggjaði sær í vetur og í fjør vetur? Hevur Hákun gloymt hvussu hansara nýggi harri, Óli Breckmann, umtalaði javnaðarmenn — ella javningin, sum hann eyknevndi okkum. Hevur Håkun gloymt brigsli um javningin og teir almennu kassarnar? Hevur Håkun gloymt brigsli um javningin og tey almennu stervini. Hevur hann gloymt skriv- ingina um >ministarin fyri neyð og elendigheit<? Hevur hann gloymt, at Snopprikkur hansara skuldsetti javnaðarflokkin fyri at ynskja so nógvar invalidar sum gjerligt, tí so fingu vit fleiri atkveð- ur? Hevur Hákun gloymt mannajagstranina, hetz- ina móti invalidum, pen- sionistum, sosialráðgev- arum og lærarum ella uppá tað síðsta móti suðr- ingum? Hevur Hákun gloymt, at í jagstranini av lærara blivu nýtt falsaði doku- ment. Ja, kanska er minnið ikki tað, tað hevur verið hjá fólkafloksformanni- num, men vit hava einki gloymt og fara heldur ikki at gloyma soleiðis uttan víðari. Tað má Håkun finna seg í og fara vit at halda fram, so leingi tað parrar okkum. Men vit fara ongantið at sláa Olasa rekord í grovheitum og hava heldur einki ynski um hetta. A. Joensen I øll tey år, Øregaard aktivt tok lut i føroyskum n ØREGAARD VÍSIR SITT SANNA ANDLIT Men nú, id Øregaard ikki longur hevur bruk uppå seg, id Øregaard ikki tordi. Hetta starv hevur IKKI BERT EITT SKIP Fólkafloksmenn og sam- bandsmenn royna at snara øllum tjakinum um samgonguslitið inn á Lassakeypið. Sjálvandi var hetta keyp av størsta týdningi fyri javnaðarflokkin, tí hetta hevði merkt, at vit komu uppí eina sigling, sum í letuni er á útlendskum hondum, samstundis sum vit hevdu kunnað loyst Suðuroyarsigling- ina og hennara trupul- leikar langt fram í tíðina. Sum ellum kunnugt eydnaðist keypið ikki, tí fólkaflokkurin ynskti ikki at fornerma teir heimligu og útlendsku spekulantar, sum nú sita á flutninginum millum Feroyar og útheimin og í Norðsjónum annars. Men her var í millum flokkarnar eisini talan um onnur viðurskifti — onnur trætumál, sum javnaðarflokkurin eftir samgongusáttmálanum vildi hava fólkaflokkin at geva lyfti um, at hann vildi halda. Hesi lyfti var tað, javnadarflokk- urin við sínari lands- fundasamtykt minti fólkaflokkin á og svarið frá fólkaflokkinum kenna øll. Óli Breck- mann, sum longu tá var so sterkur, at hann kundi tala fyri allan fólkaflokkin kunngjørdi í Dagblaðnum, at man ikki hirdi at svara upp á javnaðarfloksins fyri- spurning. Vit fara her at taka 3 av teimum málum fram, sum javnaðarflokkurin tók burtur úr samgongu- skjalinum og sum fólka- flokkurin ikki hirdi at svara uppá. Tað fyrsta vit fara at taka fram her snúði seg um at landið, tað al- menna, skal kunna gera innkeyp av sterri veru- negdum. Tað er klárt, at í krepputíðum kann tað vera ein trygd fyri borg- ararnar, at hitt almenna ger veruinnkeyp. Hetta er gamalt í Feroyum, men hetta hóvar sjálv- sagt ikki heilsølumonn- unum, sum eru grund- stuðlar undir fólkaflokk- keddur um, at javnaðar- flokkurin ikki longur held- inum. Ti varð hetta av- víst. Um hitt almenna fór undir landshandil, fingu forbrúkararnir skjótt eyguni upp fyri, hvat verurnar, sum vit dagliga keypa gjøgnum fleiri dýrkandi millum- lið, veruliga kundu fing- ist fyri. Hetta er gott dømi um,hvussu fólka-, flokkurin letur privatar vinnulivsinteressur ganga um fólksins å- hugamál. Eitt annað punkt var, at farast skuldi undir samskipan av keypi til almenna nýtslu. Sum nú er keypir hver stovnur inn, har tað passar stjór- anum best. Hetta heldur sjálvandi lív í einum heri ella fyri at nýta eitt breckmannsorð eini torvu av heilsølumonn- um, sum at kalla liva av at selja amboð, vegaút- gerð, innbúgv, reserva- lutir, máling, skriv- stovuútgerð o.m.a. til teir almennu stovnarnar. Í Danmark hava teir spart milliardir við at samskipa alt alment inn- keyp. Hetta skuldi verið rímuligt at fingið í lag her hjá okkum við, og fólkaflokkurin, sum altíð tosar um at spara, skuldi verið fyrstur til at verið við til at sett eina slíka skipan í verk. Men teir avvistu hetta sum onnur punkt. Samhugurin við teimum privatu innflyt- arunum og eðrum, sum liva feitt av at selja til tað almenna, var sterri enn samhugin við tí før- oyska landskassanum, sum kundi spart millión- ir við eini samskipan av keypi til hitt almenna. Hetta var aftur eitt dømi um, hvussu fólka- flokkurin setir privat á- hugamál fram um al- menn áhugamál og har- næst eitt prógv um, at oll hansara tala um spar- ing hjá tí almenna er einki uttan hyklari. Eitt triðja og sein- asta punktið við skulu nevna í hesum viðfangi snýr seg um príseftirlit. Javnaðarflokkurin skeyt upp í brævi sínum til fólkaflokkin, at hesin hansara politisku skuldi vátta, at hann vildi fylgja samgongu- skjalinum og tí hari stendur um priseftirlit. Har verður sagt, at pris- eftirlitið verður effektivi- serað og þrísansarar verða settir í hverjari sýslu. Hetta er eitt upplagt forbrúkaramál, sum miðar ímóti at verja for- brúkaran móti tilvildar- ligum príshækkingum. Men hetta sum øll hini punktini vórðu sópað av borðinum av Óla Breck- mann longu áðrenn fólkaflokkurin hevði havt fund um skriv javnaðarfloksins. Grundin er upplegd: sama trongskygda verja av reint privatum á- hugamálum mótvegis tí breiða almenninginum — forbrúkarunum. Tað at fólkaflokkurin sópaði hesi og fleiri onn- ur punkt av borðinum, sum standa í samgongu- skjalinum prógvar, at hann ongantíð hevur ætlað at halda onnur punkt í hesum sáttmála, enn tey, ið eru í tráð við hansara egnu skrá. Hesin atburður prógv- ar eisini, at fólkaflokkur- in sum samgongufelagi er nógv broyttur frá seinasta valskeiði. Frá at vera ein flokkur, hvers orð og undirskrivt tú so toluliga kundi líta á, er hann vorðin til ein flokk, ið tykist at halda sínar avtalur tá tað passar honum og bróta tær, tá tað passar hon- um. Henda broytingin er komin í og við, at tann ultrakonservativi Óli Breckmann hevur fingið alt ræði í flokkinum, og tað má soleingi hesin einsamallur ræður har, verða eitt stórt ivamál fyri javnaðarflokkin, um hann kann forsvara eitt framhaldandi samar- beiði. Eitt samarbeiði krev- ur eitt minstamark av áliti til samgongupartar- an. Hetta minstamark hava vit ikki so leingi Óli einsamallur ræður. fram og siga, at ein slíkan »brøgd« fóru at hverva í gloymskunar hav, men nú svíkjara er tað nógv fyri politikki, vóru vit fleiri nakrantid at hava hýst í ur seg kunna samstarva fyri javnadarflokkinum, Atlilíka til henda dag røkt javnaðarfólk, ið meira enn kann hann ikki bara sær á ein slíkan hátt, at all vid fólkaflokkin, ið man hevur hann sjálvur lagt javnaðarflokkinum. eina og tvær ferðir hildu fyri at vísa, hver hann er rætthugsandi javnaðar- vera tann flokkur, hvar upp til, at eg — og eg okkum hava góðar grund- og altíð hevur verið — ein fólk hava djúpastu virðing Øregaard av réttum rokni við fleiri við mær — p.t. Porkeri ir til at ivast um hansara skadagripur. Hann fer í fyri honum, hvat so enn skuldi hoyrt heima. noyðast at stíga alment Dagfinnur Danbjørg virði sum javnaðarmaður, vit hildu mangan, at hann gjørdi flokkinum størri skada enn gagn, men so væl dugdi hesin madur at bera kápuna á báðum herðum, at eysturoyingar ferð eftir ferð valdu hann inn á ting. part við okkara mótsteðu- monnum og smæðist ikki fyri at kalla sínar egnu partamenn fyri kverulant- ar og fidusmakarar. Atla Dam roynir Øregaard at gera til eitt null, hóast Atli, tann tíð tað var, megnaði at taka tað starv Tað undirgravingar- virksemi, ið Øregaard á gamalsaldrinum er farin í holt við, tænir honum til litlan heiður. Hevdi hann í minsta lagi hildið seg passivan, so kundu vit sýnt honum tær semdir, at vit tagdu í vónini um, allir Øregaard'ar siga ella skriva. Øregaard tosar eisini móti betri vitandi, tá hann roynir at bagatellisera or- søkina til samgonguslitið eins og teir borgarligu flokkarnir, og kemur hetta einahelst av, at hann er so Luttakið í almenna tjakinum Sendið lesarabrøv til Sosialin!