Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 1979síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Børnini á odda við reyðum SU-merkjum føroyingar luttikið á sosialistiskari summarlegu í Svøriki Bernini, Heðin, Eilen, Tórheðin, Erla og Eyðun, gingu á odda við hvort sín- um reyðum SU- merki, tá føroying- arnir komu til set- anina av sosialist- isku summarleguni í Ransáter í Vørm- landi í Svøriki Yvir 3000 fólk luttóku á summarleguni í Ransáter, sum var í síðstu viku. Meginparturin vóru sviar og umframt teir vóru 180 danir, 16 íslendingar, 2 norðmenn, 15 finnar og 20 feroyingar, 15 vaksin, sum øll eru limir í SU — Sostelistiskum ung- mannafelag — og 5 børn. Á summarleguni hava eis- ini verið fólk úr londum sum Argentina, Chile og Ísrael. Mánadagin var fótbóltsdystur millum norðurlendingar og suður- amerikanarar. Saman- setta liðið úr Norðurlond- um vann dystin 6—3 og luturin hjá feroyingum lá ikki eftir í hesum norður- lendska samarbeiðinum — Johnard Vestergaard úr Sumba gjørdi 3 av mål- unum hjá norðurlending- unum! Kravgongur og skeið Summarlegan varð sett Te Tad praktiska arbeidid skuldi eisini gerast. Her vaska tey upp leygardagin 7. juli av for- manninum i' SSU, Jan Nygren. SSU er ung- mannadeildin hjå svenska javnadarflokkinum og tad er hon, sum skipar fyri leguni. Tå legan bleiv komu luttakararnir hverjum landi sett, úr gangandi inn á ekið við floggum sínum. Tað fall í lutin hjá SU-arunum at koma nær- um seinast og logvabrest- irnir vóru nógvir, tá tey fimm børnini, Heðin, Ei- len, Tórheðin, Erla og Eyðun komu á odda í fer- oyska hópinum, hver við sínum reyða SU-merki. A summarleguni vóru politisk skeið um mong ymisk mål, so sum fak- felagsspurningar, skúla- skap, norðurlendskt sam- arbeiði, turismu og Suð- ur-A meriku. Sunnudagin — Várm- landsdagen — var ein kravgonga og tá legan endaði, varð farið í krav- gongu inn í Ådalen, har arbeidarauppreisturin var fyrst i 30-årunum. Tað var kortini ikki bara politikkur, tey 3350 ungmennini tókust við. Tey fóru eisini útferðir, spældu flogbólt og fót- bólt, svumu, sóu sjónleik og film og dansaðu. Troyggjur úr Gøtu kosta yvir 300 kr. Sosialurin hevur fingið bræv frá føroyingunum i Ransáter. Tey siga, at legan var býtt í 20 partar SU-ararnir koma til setanina. Fremst bernini og aftan- fyri tey síggjast Eyðbjerg Dalsgaard og Tórfinn Smith og búðu feroyingarnir saman við luttakarunum úr Bohuslán og Jámtland. Veðrið var nakað ó- stoðugt, siga tey, men tey hava kortini gjert nakrar útferðir. Mánadag- in vóru tey ein stuttan túr í Munkfoss, einum lítlum býi norðanfyri Ransáter. Her sóu tey troyggjur frá Tetingarvirkinum í Getu. — Selumaðurin greiddi okkum frá, at tá sviar skuldu hava kvalitet, keyptu teir feroyskar troyggjur. Ein barna- troyggja kostaði stívliga 300 kr. (føroyskar). SU-ararnir eru nú i A- landi, har tey vitja javn- aðarungdóm. Haðani fara tey til Noregs og tey koma heim aftur við Smyrli tann 27. juli. SU-ararnir senda heilsu heim til familju og floks- felagar annars. … men tå ið teir komu í sambandsiduna … Dusa tær har! hornið DEM? Á Á Í 4 Í Í Í 4 Fyri at spara pening skattaborgaranna í Tórshavn, hava teir, sum lappa holini í get- unum, fingið boð um bert at lappa annað- hvert hol. Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt: Tað hava ikki verið so nógvar lýsingar í út- varpinum í ár við á- heitan á fólk, um at spara uppá vatnið, sum undanfarin ár. Ætlanin er at lata bussleiðina koyra long- ur út á nátt á Olavsøku. Skotið er upp, at sein- asta rutan skal fara úr miðbýnum kl. 26.14. Klagur um kappróð- urin á Olavsøku 1979 skulu sendast til dóms- nevnd ISF's í seinasta lagi 24 tímar áðrenn kappróðurin byrjar. * Tað er nú legið, at as- faltið slítist eins nógv á vinstru síðu av veg- num sum á hegru síðu, hóast vit skulu eitast at hava høgrakoyring i Føroyum. * Heimsraet Klaksvíkingar hava sett nýtt heimsmet. Hetta hendi herfyri, tá Klaksvíkar Klubbi valdi longstu nevnd í heiminum. Eingin av nevndarlimunum er undir 1,9 m. Óli í Áarstovu Eitt av endamálunum hjá Heilsufroðisligu starvsstovuni er at kanna um hitin í frysti- og kølidiskum er nóg hagur. Annað er at kanna kuldin í knettagrytum er um nog