Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 57. — 25. juli 1979 telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Høgni Djurhuus Johann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Utgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Trupulleikarnir TAÐ SKERST ikki burtur, at føroyska samfelagið í løtuni hevur ávísar trupulleikar, men talan er kortini ikki um kreppu av tí slagnum, sum mong onnur lond hava at dragast við. ÁVÍS BLØD og ávísir persónar royna at billa fólki inn, at talan er um hervuliga kreppu, og eftir at javnað- arflokkurin hevur sagt samarbeiðið upp við fólkaflokkin, royna hesir somu at billa fólki inn, at javnaðar- flokkinum, nú illa stendur til, vil stinga halan millum beinini og renna undan åbyrgdini. MEN HETTA er møsn. Osonn og vill- leiðandi tala. Javnaðarflokkurin hevur sitid við — og eisini tikið við ábyrgdini undir nógv hættisligari viðurskiftum enn teimum núverandi. Flokkurin hevur altíð sýnt vilja og handalag til at vinna á trupulleikun- um og tað vil hann eisini gera á hesum sinni. TÁ FLOKKURIN í 1959 tók við polit- isku leiðsluni á tingi og í landsstýri var stødan hættislig. Vit høvdu tå herviligasta vinnuloysi, føroyska samfelagið nakrantíð hevur upplivað. Men tað eydnaðist at vinna á hesum trupulleikum. Seinast í sekstiárunum høvdu vit eisini trupulleikar, sum vit vunnu á, og tað sama var eisini í 1975. Í DAG ER stødan tann, at skipaflott- in, orsakað av teimum nógv hækkaðu oljuprísunum, hevur ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Vit mega vinna á hesum trupulleikum, men spurningurin er, á hvgnn hátt hetta letur seg gera. Javnaðarflokkurin vil eisini á hesum sinni vísa á skilagóðar loysnir. Flokkurin fer heldur ikki at ganga vid til, at hesar loysnir skulu skerja al- menna virksemið og tær almennu tænasturnar. Í MONG ÁR hava vit havt arbeiði til allar hendur bæði á sjógv og landi. Flokkurin vil eisini leggja alla orku í at tryggja arbeiði til allar hendur í fram- tíðini. Hetta vil javnaðarflokkurin hava fremst í huganum tá trupulleik- arnir skulu loysast. Saboterað innlit í fiskasølumål Í seinasta blaði greiddu vit frá, hvussu fólkaflokkurin kveistraði trý samgongu- mál, sum javnaðarflokkurin minnti hann á, til viks. Hesi málini snúðu seg um samskipað innkeyp til hitt almenna, almennt innkeyp av neyðsynjarverum t.d. olju og príseftirlit. Hesi mál hevði fólkaflokkurin sambært samgonguskjalinum bundið seg til at loysa, men aftan á lassaatkveð- una kendu teir seg so sterkar, at sáttmálbrotini opinbart skuldu halda fram. Vit vistu eisini á, hví fólkaflokkurin ikki vildi standa við síni lyfti, nevniliga ti, at samskipað innkeyp til hitt almenna fór at merkja eina milli- ónsparing fyri hitt almenna. Men samstundis fóru tær torvur av folkafloksheilsølumonn- um, sum nå liva feitt av at selja til hitt almenna sum leygardags- t.d. Breckmannfamiljan, at verda vid svidid sod. Hetta progvadi, at fólkaflokkurin heldur vil livga hesum selumonnum enn spara landskassan fyri milliónir. Somuleiðis havnaðu teir nú samgonguskjalsins lyfti um almenn innkeyp av neyðsynjarverum sum t.d. olju. Hetta sjálvandi fyri at livga oljumonopol- unum í Feroyum. Vit eiga bert at minnast, at koma vit í trongsteðu við olju til heystar, er tað fólkaflokkurin eina sum hevur ábyrgdina av, at vit onga landsoljugoymslu hava at taka til. Harnæst vistu vit á, at fólkaflokkurin ikki vildi hava eitt effektivt priseftirlit, ti hetta sjálvsagt ikki passar øllum fólkafloksins for- rætningsmonnum. Fiskasølumål Vit fara i hesari viðmerking at visa á eitt mál afturat úr samgongu- sáttmálanum, sum fólka- flokkurin eisini kveistraði til viks aftaná lassa- atkveðuna. Hetta punktið snúði seg um fiskasølumål. Tað gekk út uppá, at fiskimenn og hitt almenna skuldu fáa innlit í fiskasølumål; samt at fáast skuldi greiða á hvussu hetta innlit skuldi skipast. Hvat er meira náttúrligt enn hetta? Hver hevur skapt tey virðini, sum fiskaselan umsitur? Fiskimenn, sum við sínum hondum veiða fiskin og taka hann til heldar umborð ofta undir ótespiligum viðurskiftum. Harnæst fjøldin av arbeiðsfólki uppi á landi, sum viðger fiskin og úr honum skapar eina dygdarveru, sum eingin kann kappast við. Hvat er meira rimuligt enn at hesi, sum skapa virðini við sinum hondum fáa rætt til at siggja, hvussu hesi virði verða umsitin av Fiskaseluni? Hetta skuldi verið so upplagt, og als eingin træta átti at verið um tað. Harnæst skuldi einki verið at dult, so hvat skuldi verið til hindurs fyri, at almenningurin fekk innlit í fiskaselumál? Men hetta ynskti fólkaflokkurin ikki! Hann veit, sum er at eitt tilikt innlit ikki hóvar teimum hegu harrunum í fiskaseluni. Hann aktar harraboðini frá vinnulivstoppunum, sum hann er vanur. Ti varð hetta samgongupunktið eins og tey frammanundannevndu sópað av bordinum. Alvaratos, hvussu kann ein hava ålit å flokkinum, sum ikki virdir sina egnu undirskrift meira enn tað pappír, hon er skrivað á, og sum at kalla altið setir áhugamálini hjá nekrum fáum privatum fram um áhugamálini hjá ti breiða almenninginum? J — Tøkk til tann, sum i seinasta Sosiali skrivadi so vakurt um tingmennin- ar. Hetta var uppá tíðina, tí tingmenn tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Meira enn lágkomiskt er at síggja sjálvan heims- meistaran í slatri, sleyi og illavorðnum per- sónligum briksli, Dimmalættingarblaðstjór an, G.L. Samuelsen á grátuligan hátt gremja seg um sleyg í Sosialinum. Í stívliga fimm ár hevur hesin maður ikki gjørt annað enn skiftivís pro- ducerað sonevnd <lesara- Javnaðarfloksins hava ofta staðið í skugganum av landsstýrismonnunum. Tað er eingin ivi um, at tingmenn okkara fara at standa sum menn og ikki lata seg tela av lokkutón- unum frá Hákuni, Óla og Øregaard. Tingmenn hava allir sum ein luttikid i teimum innanflokssam- ráðingum, ið verið hava og teir hava tikið undir við øllum samtyktum. Hesum fara teir ikki at vikja frå, ti tað er meira veiggj i teimum enn so. Vit minnast, hvussu ein av tingmonnum javnaðar- floksins, Haldor Hansen, sum tann fyrsti setti fólkaflokkin uppá pláss, ja, gav honum nevan fyri nasarnar, sum Haldur sjálvur tók til. Tað fer Haldor sjálvandi eisini at gera hesa ferð og tað gleða vit okkum til at uppliva. BLAÐSTJÓRIN Á »SKYMINGINI« Tingmenn javnaðarflok- sins, ell eygu hvíla nú á tykkum — javnaðarfloksins fíggind- ar vóna, at tit fara at svíkja, og vit, sum hava valt tykkum, vita, at tað fara tit ongantíð at gera. Standið nú sum menn og gerið sum Haldor, seinast fólkaflokkurin = var á rokinum. javnaðarveljari í Vágum GAV FÓLKAFLOKKINUM NEVAN FYRI NASARNAR brøv», túnatos, <hósdags- mesn>, «tysdagsslutur», ja, sjálvt oddagreinar, sum úr enda í annan hava verið slatur og níðinga- kend, persónlig niðurvurd- ering av politiskum mót- stødumonnum. Nu, id broddurin so smátt fer at venda móti honum sjálvum (og vit skulu vissa hann um, at tað verður nógv, sum her- Luttakið í almenna tjakinum Sendið lesarabrøv til Sosialin' eftir skal fram í ljósið) roynir neyðars blaðsjórin at citera Janus Djurhuus (Janus hevði vamlast) og sleiskar á sín kvalmandi hátt fyri Hákuni D., tí nú í letuni er hann rætti maðurin at plia fyri. Var tað nakar, sum tosaði um skomm? — Nei, heldur tú ikki vælsignað, skomm hevur aldri verið skapt í Dimma- lættingarmonnum. G.L. Samuelsen beit longu hevdið av allari skomm, tá ið hann fyrstu ferð vágaði sær útí journalistikk. Eldri veljari