mikudagur 25. juli 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 57. — 25. juli 1979
Dario Fo
aftur í kveld
Í kveld, hóskveldið og
fríggjakveldið fer
Gríma aftur á pallin í
Sjónleikarhúsinum við
Dario Fo leikinum Vit
eiga ikki eitt oyra —
vit lata ikki eitt oyra.
Stolið úr bili
Mánadagin varð eitt
innbrot í ein bil
meldað til politiið á
Tveroyri. Radiotól og
bandavspælari eru
stolin úr bilinum, sum
stóð uttanfyri ein bil-
verkstað í Froðba. Bil-
urin var læstur, men
tað hevur á onkran
hátt eydnast at lirkað
hurðina upp. Tað kann
hugsast, at stuldurin
longu er framdur i mai
mánað. Bilurin hevur
nevniliga verið á verk-
staðnum síðani tå,
men tá eigarin kom
eftir honum
mánadagin varnaðist
hann, at innbrot hevði
verið. Radiotólið og
bandavspælarin eru
mett til 700 kr.
Í mai varð meldaður
stuldur = úr einum
eðrum bili, sum stóð
uttanfyri sama verk-
stað í Froðba. Hesin
bilurin var ólæstur og
úr honum varð tikin
útgerð fyri 4.000 kr.
Politiið heldur, at
stuldurin, sum varð
meldaður mánadagin,
eisini er framdur tá.
Asfaltera í Svínoy
Vegurin millum Svin-
oyarbygd og Eiði verð-
ur umvældur í hesum
døgum. Grus er lagt á
meginpartin av strekk-
inum, sum er einar 16
— 1800 metrar til-
samans, og tå tad er
liðugt, skal asfalt
leggjast á.
Bygdaráðsformaður-
in. Ole Hans Pauli
Hansen, greiðir frá, at
vegurin var í so ringum
standi. at kommunan
så seg ikki føra fyri at
hann
meli. Landsverkfrød-
ingurin hevur tí átikið
sær arbeiðið. og hevur
1 i ve
umvæia einsa-
kommunan fingið
studningsjáttan til ar-
eiðið tey seinastu ár
soleiðis at einar
Vegur til Eiðið varð
upprunaliga gjerdur í
1926 og hevur ongantið
fingið nakrar munandi
ábetur.
Hann verður dagliga
bruktur, ti postbåturin
leggur dagliga at å
Eidinum.
Eingin bilur er i
bygdini, so vanliga
verður traktorur
brúktur at flyta farm
og viðferi heim í bygd-
ina, men Ole Hans
Pauli Hansen heldur,
at Strandferðslan sam-
an við kommununi átti
at útvega sær ein bil til
postflutningin. Hetta
sigur
er vnskiligt.
hann
um upplýst. at útróður
7 -
olsoyingar fin
GR
nýtt flakavirki
og
1
Hósdagin í farnu viku varð nýggja flakavirkið í Nólsoy tikið í nýtslu. Nakrir opnir
bátar úr bygdini avreiddu tann fyrsta fiskin til «Klivar», sum er navnið á flakavirk-
inum.
Tað má sigast at vera
stórhending í segu nóls-
oyinga, at teir nú hava
fingið sítt egna arbeiðs-
pláss í heimbygdini — og
ikki noyðast til Havnar
til arbeiðis.
Nýggja flakavirkið í
Nólsoy telist millum tey
smærru virkini í landin-
um. Tað skal taka ímóti
umleið 2000 tonsum av
fiski árliga, um alt
gongur sum ætlað. Tað er
bert ein flakalinja á
virkinum, so tað verður
neyvan meguligt at
arbeiða meira fisk enn tey
2000 tonsini í fyrstu at-
legu.
Upprunaliga
útróðrarmiðsteð
Tað er nakað síðani, at
nólsoyingar fóru undir
fyrireikingar at byggja
eitt flakavirki í bygdini.
Frammanundan varð
bygd ein útróðrarmiðsteð
í Nólsoy. Tað er hesin
bygningurin, sum í dag
húsar flakavirkinum.
Ymiskar broytingar eru
gjørdar, soleidis, at
bygningurin i dag bert
verður nýttur til
flakavirki.
Virkið hevur keypt
nýggjar maskinur m.a.
flakalinju og
plátufrystarar. | Ætlanin
var at fara undir fram-
leiðsluna fyrr í ár, men
hetta varð av ongum, ti
plátufrystararnir vórðu so
nógv seinkaðir frá verk-
smiðjuni. Nú eru teir so
komnir og farið er undir
at nýta teir saman við
hinari útgerðini á
virkinum.
Nú virkið er tikið í
nýtslu, kostar tað einar
einar 4,5 milj. kr. Ætlanin
er at fleiri bátar skulu av-
reiða til virkið. Umframt
fleiri opnar bátar úr bygd-
ini, skulu eisini sterri
bátar sum Margretha,
Sævarenni og Perla
avreiða til Klivar. Óvist
er um Kapilsund skal
avreiða har eisini. Tað er
nevniliga ein ivaspurning-
ur, hvussu verður við
sterri skipum, ið skulu
avreiða í Nólsoy.
Keiplássið er í minna lagi
og landingarumsteðurnar
eru ikki av teimum bestu.
Eisini er tað ein spurning-
ur, hvussu nógv av fiski
virkið fær tikið ímóti frá
einum sterri báti.
Men í letuni verður so
arbeitt á virkinum, og
fyrr enn nólsoyingar hava
roynt nýggja virkið í eina
tíð, er ilt at meta um,
hvussu gongdin verður
framyvir. Sosialurin
ynskir nólsoyingum
tillukku við nýggja virk-
inum.
Múrurin fær åbøtur
Múrurin í Kirkjubø
fær åbøtur í hesum
døgum.
Inégvum stødum
er múrurin rættu-
liga illa farin. Nógu
klípi eru dottin úr,
soleiðis at stór op
eru at síggja í múri-
num. Sumstaðni
eru holini so stór, at
bert í eitt hol fóru
heilar fimm spannir
av mørtli, upplýsti
ein av múrarunum,
tá myndamaður
blaðsins var á stað-
num.