Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57. — 25. juli 1979 125 tons av fiski fóru til spillis: sosialurin — Betur hesin fiskur slapp at svimja — so aðrir fingu gagn av honum, sigur yvirvrakarin um tey 125 tonsini av råfiski, sum í fjør fóru til guano. 125 tons av ráfiski blivu í fjør kolldømd av vrakarunum. Hesin fiskur kundi ikki brúk- ast til annað enn at koyra í tangarnar hjá Havsbrún — hann fór til guano. — Tað var betur, hes- in fiskur slapp at svimja, so aðrir fingu gagn av honum, sigur Haldur Hansen yvir- vrakari í einari við- merking. Yvirlitið yvir ísfiskaland- ingar í Feroyum í 1978 vísir, at 124,8 tons av fiski fóru til guano. Hetta var fiskur, sum var so vánalig- ur, tá hann kom úr skipi- num, at vrakararnir koll- demdu hann. Vit hava spurt yvirvrak- aran, Haldur Hansen, hver orsekin er, at fiskur fer so illa umborð á fiski- skipunum. Vánalig hagreiðing Haldur Hansen sigur, at Til 1. juni í ár fóru 14,3 tons av ísfiski í tangarnar hjá Havsbrún. Hetta er minni enn somu tíð í fjør, men fiskiskapurin hevur eisini verið minni í år. tað serliga eru skipini, sum royna undir Islandi, sum hava vánaligan fisk uppií. Hetta kemst av, at túrarnir ofta eru ov langir. Tá ísfiskur blívur eldri enn 10 dagar, fer hann at missa góðskuna. Men tað er eisini skeiv hagreiðing umborð, sum er atvoldin til, at fiskurin fer fyri skjeyti. Ov nógvur fiskur og ov lítil ísur verður latin í kassarnar. Haldur Hansen sigur, at summastaðni uttanlands eru tær reglur galdandi, at um meira er i køssunum enn teir eru ætlaðir til, telja teir ikki við, tá skipið avreiðir. Ein nevnd arbeiðir Haldur Hansen upplýsir, at nevndin, sum arbeiðir við at gera eitt uppskot til reglur fyri tey skip, sum royna á miðleiðunum, nú er komin væl áleiðis. Upp- skotið verður væntandi liðugt í summar. Talan er um at gera reglur av sama slag, sum galda fyri trolbátarnar, sum royna á landleiðini. Hesar reglur siga, hvussu langir túrarnir mugu vera, hvussu skipini skulu vera innrættað og hvussu fiskurin skal hagreiðast umborð. Tað kann sjálvandi henda eitt óhapp, sum verður atvoldin til, at fiskur spillist. Men hetta er ikki orsøkin hverja ferð. Haldur Hansen sigur, at tað verður tó neyvan nakar bati, fyrrenn reglurnar eru gjerdar og komnar í gildi. Mistu 2500 laksar i Kaldbaksfirði — royndirnar við laksaaling vóru tó lidnar Teir umleið 2500 laksarnir hjá P/f Salmo, ið rekur royndaraling við laksi í Kald- baksfirði, eru allir horvnir. Hetta hendi í ódnarveðrinum og áarferinum í mai mánað. Laksurin var sloppin út gjøgnum eitt hol í nótini. Holið var komið í nótina orsakað av, at samanseymingin millum tann partin av nótini, sum er í sjónum og tann partin sum stendur upp úr sjónum, var skeivt gjerd. Royndirnar við laksaaling á Kaldbaksfirði vóru annars lidnar. Í roynarfrá- greiðingini verður m.a. sagt, at holið í nótini helst hevði verið funnið og bett, um fest manning hevði arbeitt við hyljarnar. Rektingin Tað ber illa til at reka aling í flótihyljum, sum ikki hava í minsta lagi ein mann sum burturav hevur til arbeiðis at rekta hylj- arnar. Røktingin hevur grundleggjandi týdning fyri úrslitið — og helst eigur brúkið beinanvegin at byggjast so stórt, at tveir mans hava rektina til arbeiðis, verður víðari i frágreiðingini til nevnd- ina í P/f Salmo. Tað var annars í 1977 at avgjert varð at fara undir royndir at ala laks í flóti- hyljum á Kaldbaksfirði. Menn fyri nýstovnaða partafelagið Salmo í Noregi og hugdu eftir ymsum slegum av fléti- hyljum og alisteðum. Úrslitið av hesum kann- ingum varð, at felagið gjørdi av at brúka eitt ávíst slag av hyljum, sum kundu klára seg í ringum veðri eisini. Nógv doyði Í juni 1978 fekk Salmo 4.200 smoltir av íslendskum stórlaksi frá Fiskaaling. Seinni fingu teir 3.200 afturat. Nakað væl av smoltinum doyði eftir at vera komið í sjógv. Orsøkin til hetta var m.a., at smolturin var stress- Framhald á síðu 11 Síða 5 kring oyggjarnar Rhombus siglir til vegurin er liðugur Mánadagin byrjaði Rhombus rutu- siglingina millum Kaldbak og Sund. Í fyrsta umfari skal hann sigla 4 túrar um dagin og sambandið verður, til vegagerðin millum Sund og Kald- baksbotn er liðug. Rhombus er av Skipasýninum góðkendur til at fera 12 ferðafólk yvirum Kaldbaksfjerð. Túrurin yvirum tekur bert 5 minuttir og ferðaseðilin kostar 5 kr. P/f Bil koyrir í samband við siglingina hjá Rhomb- us. Ferðaseðilin kostar her 6 kr., so tað kostar framvegis tað sama at ferðast millum Havnina og Kaldbak — 11 kr. Talan er nú um at fækka túrarnar hjá Pride inn á Kaldbaksfjerð, men enn er ongin avgerð tikin um hetta, verður upplýst á Strandferðsluni. Ein maður er við Rhombus. Tað er Eyðun Wang úr Kaldbak. 3 Fi TTT Li LS BonGR Ritgerdarkapping um heimsbardagarnar Tveir heimsbardagar hava verid. Hin fyrra merktu vit ikki so nógv til sum hin seinna, tå Feroyar vóru hersett- ar. Nú eru meira enn 60 ár liðin síðani fyrra heimsbardaga og brátt 35 ár síðani seinna. Bert eldri fólk minnast hin fyrra, og fólk, sum nú eru í bestu árum, vóru bern í bardaga- árunum 1939 — 45. Fróðskaparsetrið hevur tí gjørt av at lysa til ritgerdakapp- ingar um bådar heims- bardagarnar. Tad, sum rædur um at fåa fram, er, hvussu heimsbar- dagarnir merktu tað dagliga lívið í Feroy- um, í landinum sum heild, í bygdini, á sjó- num, í dagliga yrki úti og inni og annars í øll- um tåttum í lívinum hjá fólki okkara í bar- dagaárunum. Kappingin er lagað so, at luttakararnir kunnu velja at skriva um fyrra ella seinna heimsbardaga ella um báðar tveir, og hon hevur tí trý heiti: 1. Føroyar og fyrri heimsbardagi 2. Feroyar og seinni heimsbardagi. 3. Føroyar og báðir heimsbardagarnir Freistin at senda inn tilfar er sett til 1.11 1980. verdur se. rådnum til : Dómsnevnd iv seturs kanna alt tilfarið og byta út virð bestu úr- slitini. Setrið tekur sær islenir fyri rætt til at endurrita burtur úr ellum inn- komnum tilfari til varðveitslu í sevnum sinum.