mikudagur 25. juli 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 57. — 25. juli 1979
B36—K/3— I (0—0)
Í reyvina
g í málið
Tað var íkki í ti vanliga B36-veðrinum, at tey %
bæði 1. deildarliðini B36 og KÍ hittust til lands-
kappingardyst í Havn seinasta sunnudag. Fyri
einaferð skyld hevði B36 fingið sólina til at
skína á vøllin, og kanska var tað tí teir vunnu.
Tað var KI, sum gav
bóltin upp. Tað fyrsta
korterið av dystinum gekk
spælið javnt á, hóast KI
hevði eina litla yvirvág.
Líka við
Ikki fyrrenn í 21. min.
kom tað fyrsta álopið,
sum kundi givið eitt mál.
Hetta álop átti KI. Tað
var, tá ein Klari
staddur
var
miðskeiðis i
277 FK
brotsteiginum
einsamallur vid Bjarna å
Steig i B36-málinum.
Klarin skjýtur, men rakar
beint á Bjarna. Bólturin
stekkur út aftur til ein
annan Klara, sum eisini
skjýtur móti málinum,
men nú er ein Klari komin
til. Bólturin rakar hendan
og fer út til horna til KI.
Hesum kom einki burtur
úr. Bert óhepni, at KI ikki
fekk mál.
. og setir hann við høvdinum í opið mål
Yvirvág
Nú menti B36 seg, men
ikki fyrr enn í 27. min.
hevdu teir eitt vanda-
mikið álop. B36-leikari
skjýtur frá brotsspark-
blettinum hjá KI
beinleiðis móti málinum,
men málverjin hjá KI,
Jógvan Linklett bjargar.
Eisini eitt álop, sum átti
at givið mál.
á
Aftur álop
I 35. min. var B36 aftur í
álopi. Hesaferð var ein
B36ari komin inn á 4-
metur strikuna hjá KI
jagstraður av einum
Klara. B36arin skjýtur,
men Jógvan Linklett
sekkur niður á knøini og
bjargar.
I 42. min. er B36 aftur í
álopi. Bólturin verður
skotin frá miðjuni av KI -
helvtini, men Jógvan
Linklett fer aftur niður á
knøini og bjargar.
Tvey álop, sum í minsta
lagi skuldu givið B36 1,
kanska 2 mál.
Vóru hár teir skuldu
Men hvussu var og ikki,
so endaði fyrri hálvleikur
0-0.
Sum sagt hevði KI eina
litla yvirvág tað fyrsta
korterið, men eftir at teir
høvdu álopið hjá sær í 21.
min. kom B36 betur við,
og hevdu teir yvirvágina
restina av hesum
hálvleikinum. Teir
hevdu gott spæl og vóru
júst har, teir skuldu vera.
KI harafturat í móti
kiksaði nógv.
Horna
Longu í 5. min. av seinna
hálvleiki fekk KI
hornaspark. Bólturin fór
til ein Klara, sum stóð
beint við málstongina.
Hann fekk hevdið á bóltin,
men hesin fór við síðuna
av nm enn ein av teimum
mongu málmeguleikunum
í dystinum, sum fóru fyri
skeyti.
Upp um yvir-
liggjaran
I 15. min. hevði KI aftur
eitt álop. Bólturin varð
skotin frá síðuni til
vinstru fyri B36-málið.
Bólturin kom gott inn til
málið, og sá tað út til at
hann fór í málið beint
undir = yvirliggjaranum,
men Bjarni fekk lopið upp
og við hondini lyft bóltin
upp uin. Ein góð bjarging.
Stóð bert og hugdi
Í 16. min. kom B36 á odda
1-0
Leo Poulsen
Leo Poulsen hjá B36 var
staddur beint uttan fyri
16-meturin hjá KI. Hann
skjeyt, og dalaði bólturin
vakurt niður við trý-
kantinum á Kl-málinum.
Málverjin hjá KI, Jógvan
Linklett, væntaði helst, at
bólturin fór upp um málið,
og stóð bert og hugdi.
Men hvat so Jógvan
væntaði og ikki, so endaði
bólturin í netinum og
stødan gjerdist 1-0 til
B36.
Leo aftur
I 20. min. var Leo aftur
við. Hann var saman við
einum Klara komin inn í
brotsteigin. Jógvan
Linklett var farin út úr
málinum, og stóð hetta
sostatt opið. Og Leo ger
sjálvsagt tað, at hann
skjýtur bóltin í málið.
Stødan 2-0 til B36.
Brotsspark
I 40. min. fær KI
brotsspark.
Tad var, tå KI fekk
horna, og bólturin kom
dalandi niður við aðra
málstongina hjá B36. Ein
B36ari royndi tað hann
kundi fyri at fáa bóltin
burtur, men hetta fekk
hann bert gjørt við yvir-
arminum. Hetta fingu
Klarar sum sagt brots-
spark burtur úr. Mikkjal
Michelsen setti bóltin í
netið til 2-1.
Í reyvina og inn
I 45. min. av seinna hålv-
leiki (dómarin hevði lagt
nakað av tið afturat) kom
eitt heldur óvanligt mál.
Jógvan Linklett í KI-
málinum skuldi til at
sparka bóltin út, men
bólturin kom ikki langt.
Hann rakti ein B36ara,
sum rann beint framman
fyri, í reyvina. Bólturin
rullaði síðan fram við
Jógvani Linklett og inn í
málið. 3-1 til B36, sum
eisini gjerdist endaliga
stødan. «Helst fyrsta
målid, sum er gjørt vid
reyv«, var tað ein, ið segði.
KI yvirvåg
B36 hevdi sum sagt yvir-
vågina meginpartin av
fyrra hålvleiki, men KI
hevði hana í seinna. Alop-
ini frá teimum vóru mong,
men einki mál. B36 hevði
ein góðan dag, bæði við
leiki og úrslitinum, sum
teir eisini høvdu
uppiborið. Teir skuldu
kortini havt fingið nøkur
afturat, men 3-1 er eisini
ein sigur. KI skuldi eisini
havt fingið nekur mál
afturat.
rd.
KONDI
Føroysk
ítróttarklæðir
Pif SJOKLÆDNAVIRKID
Telefon 550 40