Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juli 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 præ telf. 14720 —11820 box 76, 3800 Tórshaun { - ; - Utgevari: p.f. sosialurin Tørfinn Smith Vilhelm Johannesen (åbyrgd) Fyritaksstjøri: Blaðstjóri: Bladmenn: Høgni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Muller Lysingar: Arne Thomsen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Orsøkin ØLL VITA at tað er komið til slit imill- um tveir av samgonguflokkunum, nevniliga javnaðarflokkin og fólka- flokkin, men fleiri eru tey, sum siga, at tey ikki rættuliga kenna veruligu orsøkina til slitið. Í SEINASTA valskeiði vórðu fleiri týðandi mál framd. Millum hesi var landsbankin og týðandi broytingar í lógini um húsalánsgrunnin, sum so við og við gera tað møguligt hjá grunninum at veita lán til sethúsa- bygging, ið svara til heili 90 pst. av virðinum. HESI BÆÐI málini — landsbankin og so lóggávan, sum ger tað møguligt hjá húsalánsgrunninum at víðka virk- semið so munandi — koma sjálvandi ikki væl við hjá teimum privatu bankunum. Skal húsalánsgrunnurin um nøkur ár veita lån til sethúsa- bygging, sum svara til heili 90 pst. av virðinum, so verða teir privatu bank- arnir avloystir sum lángevarar til set- húsabygging. AFTURFYRI hetta hava fólkafloks- politikarar fingið av at vita frá kapi- talistunum. Flokkurin hevur fingið at vita, at hann íkki í nóg stóran mun hevur tikið sær av åhugamålunum hjá teimum privatu bankunum, fiskasgluni og kapitalinum annars. Fólkaflokkurin hevur verið við til at fremja javnaðarpolitikk. Hann hevur verið við til at sleppa låntakarafjøld- ini undan útpíning bankaveldsins. EIN AVLEIÐING av hesum er, at ein av teimum fremstu í fólkaflokkinum er hóttur við at missa arbeiðið sum grannskoðari hjá einum av teimum privatu bankunum. Men yvir fyri bankunum, fiskasgluni og kapitalin- um annars, hevur leiðslan í fólka- flokkinum helst lovað bót og bata. Nú skal flokkurin taka annað skinn um bak. Nú skal hann í nógv størri mun enn í seinasta valskeiði taka sær av áhugamálunum hjá kapitalinum. TAÐ ER NÚ heilt týðuligt, at fólka- flokkurin hevur lagt politikkin nógv longur til høgru. Flokkurin skal nú fyrst av ollum taka sær av áhuga- málunum hjá privatu bankunum, fiskasøluni og kapitalinum annars. Men ein slíkan politikk vil javnaðar- flokkurin ikki vera við til at reka. Javnadarflokkurin ongantíð at ofra åhugamåli: ; fløldini til frama fyri áhugamálum: hjá kapitalinum. Hetta er sjálvandi orsøkin til slitið jer sosialurin Nr. 58 — 28. juli 1979 YA —T——WWA——— »POLITISK ABC. Satt at siga hevði eg ikki roknað við at fáa nakað svar uppá tað, sum eg skrivaði um, at tað var skeivt at tosa um stjórnar- tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. kreppu, og minst av ellum hevði eg roknað við at verða viðgjerdur á so fín- um stað, sum í einum leið- ara í Dimmalætting. Og so at verða nevndur »chef- ideolog« hjá javnaðar- flokkinum. Fyrst er at siga, at sjålvt um tað ikki skal vera nakað dulsmál, at eg eri limur í javnaðarflokk- inum, so var tað, sum eg skrivaði ikki ætlað sum luttøka í partapolitiska ordaskiftinum, um politisku støduna. Sidani er at siga, at eg veit ikki av, at eg havi nakra ser- liga uppgåvu sum ideolog- ur i javnadarflokkinum, heldur ikki veit eg um nakran annan, sum hevur eina tilika uppgåvu. Eg leggi ikki i at gera stórvegis burtur úr at svara blaðstjóranum á Dimmalætting aftur, men stutt konstatera, at eg havi fingið váttan fyri, at skrivanin um stjórnar- kreppu í Dimmalætting er grundað á ókunnleika til reglurnar, sum land okk- ara verður stýrt eftir. Tá blaðstjórin heldur, at regl- urnar viðvíkjandi skipan av landsstýri eru at finna í heimastýrislógini, so mis- tekur hann seg, og veit eftir ollum at døma ikki av at vit hava eina legtings- lóg um stýrisskipan Fer- oya í sermálum. Henda lóg hevur eisini einaferð verið kunngjørd í Dimmalætt- ing. . Henda oddagreinin er eitt dømi um hvussu lítið blaðstjórin á Dimmalætt- ing veit um tað, sum hann skrivar um. Kári D. Petersen VIÐMERKING TIL SAMRØDU, SOSIALURIN HEVDI VID NEVNDAR- LIM I »DISCOTEQUE CLUB« Sosialurin hevði næst seinasta leygardag, 14.07.- * 79, samreðu við nevndar- lim í Discoteque Club. Viðkomandi nevndar- limur setur fram ógvuliga grovar skuldsetingar móti okkum. vit vilja biðja les- aran hava hetta viðtal í huga, tá ið hann lesir hesa viðmerking. Tann framgangsháttur- in, ið Discoteque Club hev- ur nýtt, er fyri okkum ógvuliga ódámligur. Teir ynskja m.a., at bý- ráðið skal útvega teimum eitt eki at seta upp dansi- heli á. Hugskotið er gott nokk, men framgangs- hátturin teir nýta, har teir ynskja at verða tveittir út á getuna við at provokera Havnar Klubba, at skipa fyri mótmælisgongu á Vaglinum, har politistar og mótmælisfólk verða * skadd so, at tey verða flutt á sjúkrahús, er næst- an ókendur her heima hjá okkum. Hví skulu 4—5 mans øsa limir sínar upp? Hava hesir somu menn hugsað um avleiðingarnar av hes- um? Nei, tað sær ikki so- leiðis út. Ein kann nú hugsa sær, at Býráðið útvegar hesum felag eitt eki at seta upp dansiheli á. Men frá tí degi, Býráðið játtar ekið, til tann dag, nýggja helið er tekt, ganga nokk fleiri ár. Hvussu eru dansivið- urskiftini í hesum tíðar- bilinum. Discoteque Club fær ikki innivist frá Havn- ar Klubba og einki annað heli er tekt til tílíkt. Discoteque Club svíkir sínar limir í hesum tíðar- bilinum. Tað, ið tann nýggi diskotek-felagsskapurin í Havn vil virka fyri, er m.a. at beta um dansiviður- skiftini í Havnini, m.a. við at hava dans til kl. 02.00 leygarkveld á sumri og kl. 01.00 á vetri. Ætlanin er eisini sum eina roynd at skipa fyri dansi fyri limum eldri enn 20 ár. Verður undirtekan góð, fer hetta at verða áhaldandi. Vit hava als onki ímóti ungdómshúsi, men metan okkara er, at ein felags- skapur sum Discoteque Club, ið hevur nýtt slíkan framgangshått, neyvan fær lán frá nekrum pen- ingastovni, og víðari kann haldast, at ein slíkur felagsskapur neyvan fær sýnda nakra vælvild nakra staðni frá. Vid eðrum orðum, Discoteque Club er lopin fram av uttan at hugsa um avleiðingarnar í fram- tíðini. Vit ælta okkum ikki út í nakað blaðtjak við Disko- teque Club, sum bert krev- ur tíð og mátt. Ístaðin vilja vit nýta orku okkara at fáa hendan nýggja diskotek-felagsskap at virka so skjótt og so væl sum gjerligt, til gagns fyri limum okkara. Hevur Discoteque Club nakað, hann vil koma á tal við okkum um, veit hann hvar vit eru at hitta og hverjir vit eru. Nevndin fyri nýggja diskotekfelagið í Havn 1. juli hækkaði prístalið so mikið nógv, at ein prístalsviðbót verður latin lønunum afturat. Hetta er aðru ferð í ár, at prístalið hækkar. Fyrru ferð førdi hækkingin tvær pristalsvidbøtur við sær. Hesar hækkingarnar hava gjørt, at lønarut- reiðslurnar á Sosialinum eru øktar munandi. Har- afturat koma so allar aðrar príshækkingar. Síðan Sosialurin hækk- aði prísin á blaðnum fyri umleið tveimum árum síðani, eru allar útreiðsl- urnar øktar. Tað veri seg 3 prentingarkostnaður, til- far til seting, reprofoto- grafering, porto- og flutningsgjøld, húsaleiga, olja umframt lønirnar. Inntøkurnar eru aftur i måti ikki øktar i sama mun, hóast upplagið á blaðnum er vaksið rættu- liga nóg hesa tíðina — og sum vit skilja av lesarum og lýsarum okkara, er dygdin á blaðnum eisini betrað — men eisini hetta hevur kostað í øktari manning. Tann fíggjarligi spurn- ingurin er viðgjørdur av nevndini í p.f. SOSIAL- URIN, og er nevndin IO 0008 Prísurin hækkar komin til ta niðurstøðu, at skal blaðið klára at svara hvørjum sítt, mugu inntøkurnar økjast. Sjålv- ur raksturin kann neyvan rationaliserast meira enn gjørt er. Nevndin saman vid leidslu bladsins hevur ti avgjørt at hækka leysa- søluprisin i blaðnum við einari krónu frå 1. august 1979. Haldaragjaldið hækkar komandi fjórð- ingsár. Sosialurin fremur ikki fegin hesa hækkingina, men hon er tann einasta loysnin, skulu vit ikki skerja á annan hátt, t.d a siga fólki upp, sum aftur fær avleiðingar fyri dygdina. Vit vilja gera blaðið eins áhugavert og for- vitnisligt og áður og vóna framvegis at kunna betra um dygdina. Vit hava fyrr boðað frá, at vit leggja ikki blaðið stilt í summar, men koyra við minni stødd, meðan fritidin er fyri. Um miðjan august skuldi alt komið í rætt lag aftur. At enda takka vit les- arum, lýsarum og øðrum viðskiftafólkum fyri gott samstarv og ynskja gil um eina góða ólavsoku.