leygardagur 28. juli 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 58 — 28. juli 1979
Árni C. og Petur Olivur ME
sosialurin
Síða 3
standa ikki aftanfyri
— Hetta er okkara egna initiativ, sigur nevndarlimur
í Diskotekfelagnum í Havn
Tað eru ikki Árni C. Joensen og Petur Olivur í Hoyvík, sum standa aftanfyri nýstovn-
aða Diskotekfelagið í Havn.
— Hetta er okkara egna initiativ. Tað var eg sjálvur, sum kom við uppskotinum. Eg
nevndi tað við formannin í Havnar klubba og hann tók væl undir við tí.
Hetta sigur næstformaðurin í Diskotekfelagnum í Havn í samreðu við Sosialin.
Hann sigur, at Árni C. og Petur Olivur hava onki við stovnanina av felagnum at gera.
— Vit hava fingið vegleiðing frá teimum og teir hava givið okkum nakað av »know-
how«, tað er tað heila.
Árni C. Joensen og Petur
Olivur í Hoyvík hava
umsjón við dansinum hjá
Disktekfelagnum. Teir eru
eins og hitt starvsfólkið
hjá felagnum settir og
lentir av Havnar Klubba.
Tað eru dansiumsjónar-
menninir, sum hava alla
ábyrgd av helinum, tá
Diskotekfelagið hevur
dans. Hetta metir næst-
formaðurin í felagnum er
ein fyrimunur fyri tað.
— Eru tit negdir við
starvsfólkið, sum Havnar
klubbi hevur sett?
— Vit eru væl negdir.
Skuldi tað hent seg, at vit
blivu misnegdir = við
onkran, so ber altíð til at
gera Havnar klubba vart
við hetta og biðja hann
seta
staðin.
Kundu brúka
uppskotið, sum
hin vrakaði
Diskotekfelagið hevur
gjørt ein leigusáttmála við
Havnar klubba fyri nøkur
áramál, sum næstformað-
urin orðar tað. Felagið
góðtók sama uppskot til
leigusáttmála og -treytir,
sum Discoteque Club
vrakaði, tá samráðingar
um nýggjan sáttmála mill-
um hann og Klubban vóru
í vár. Hesar samráðingar
endaðu úrslitaleysar og
Discoteque Club fór úr
Dansihellini og hevur nú
onki høli.
onkran annan í
— Discoteque Club vildi
m.a. hava betri ventilatión
og sterri tryggleika móti
eldi.
Eru tit negdir við viður-
skiftini, sum tey eru?
— Vit hava prátað við
nevndina i Havnar klubba
um hetta og teir tóku væl
undir við tí. Teir lovaðu at
seta eina brandhurð upp
og hon kemur fyrsta
dagin, rokni eg við.
Annars hava vit ikki
enn sett ell okkara ynski
fram, men vit arbeiða
fram í móti at gera um-
steðurnar betri.
— Hvussu nógv lata tit
í leigu fyri dansihøllina?
— Tað er sami prosent-
satsur av atgongumerkj-
unum, sum hin klubbin
læt. I mun til hølid haldi
eg, hetta er ein rimulig
leiga.
Tad kostar 20 kr. um
ársfjórðingin at vera limur
í Diskotekfelagnum.
Næstformaðurin sigur, at
hetta er ásett eftir einum
rundskrivi frá fútanum,
sum sigur, at limagjald
ikki má vera so lágt, at tað
ongan týdning hevur.
Diskotekfelagið hevur
dans hóskveld og leygar-
kveld, atgongumerkið
kostar 10 kr.
Limatekningin byrjaði
fyri tveimum vikum síðani
og limatalið liggur nú um
500.
Altíð fúsir at práta
Í einari viðmerking til
samreðuna við ein av
nevndarlimunum í Disco-
teq Club í Sosialinum her-
fyri, sigur nevndin í
Diskotekfelagnum, at tað
kunnu ganga fleiri ár, til
Discoteque Club aftur
hevur eitt heli til dans.
„Hvussu eru dansi-
vidurskiftini í hesum
tíðarbilinum? Discoteque
Club svíkir sínar limir í
hesum tidarbilinum«,
verður m.a. sagt i við-
merkingini, sum er
prentað á síðu 2 í blaðnum
í dag.
— Vil tað siga, at tit
gevast, tá eitt nýtt heli, til
demis eitt ungdómshús, er
komið upp at standa?
— Eitt ungdómshús
verður fyri fólk upp til 18-
20 ár. Men onkur má taka
sær av teimum, sum eru
eldri og tað hava vit
hugsað okkum.
Næstformaðurin í
Diskotekfelagnum í Havn
sigur at enda, at teir altíð
eru til reiðar at samráðast
við Discoteque Club.
— Vit eru altíð fúsir at
práta við teir.
Tað tykist, sum tey nógvu
ferðsluóhappini á hornin-
um Niels Finsensgeta
Bekjarabrekka seinasta
vikuskiftið hava sett
hvekk í bilferararnar.
Frá tí Bøkjarabrekka
bleiv opnað fyri ferðslu
Ikki fleiri óhapp
fríggjakveldið til í mid-
degi mánadagin hendu 15
ferðsluóhapp í hesum
stað. 23 bilar fingu skaða.
Men nú er vent í holuni.
Vit hevdu samband við
politigarðin hóskveldið og
fingu tá upplýst, at ongi
óhapp vóru fráboðað síð-
ani mánamorgunin.
Politiið hevur eftir á
heitan frá Ráðnum fyri
ferðslutrygd hav fólk av
og á á tí vandamikla horn-
inum.
Myndin er tikin í deg-
urðatímanum mánadagin.
;,- Bacalao i
summarfri
Hetta er annað árið á rað,
at Bacalao má steingja í
summarfrítíðini. Tað er
ógjerligt at fáa annað fólk
at arbeiða fyri tey umleið
170 arbeiðsfólkini, sum
eru á virkinum í letuni.
Serliga torfert er at fáa
fólk, ið duga at stíla fyri,
at arbeiða á virkinum hes-
ar tríggjar vikurnar.
Meðan framleiðslan
liggur still er ætlanin at
gera ymsar umvælingar á
virkinum. Harumframt
skal ein nýggj skilji-
maskina setast upp og
vera klár at taka í nýtslu,
tá framleiðslan byrjar aft-
ur í august. Skiljimaskin-
an er keypt úr Íslandi fyri
nekrum mánaðum síðani,
men orsakað av verkfalli
er hon ikki komin til
Feroya fyrr enn nú
Til Noregs
Annars er ætlanin at fleiri
av bátunum, sum vanliga
avreiða til Bacalao, skulu
avreiða til onnur virki.
Nakrir skulu tó hava
ymsar umvælingar gjerd-
ar. Mýlingur og Hallar-
klettur fara til Noregs, har
maskinurnar skulu reins-
ast og aðrar umvælingar
gerast.
Higartil í ár hevur
Bacalao tikið ímóti 8.600
tonsum av fiski. Hetta eru
umleið 700 tons fleiri enn í
fjør. Lítið av fiski er á
goymslu í letuni. Í síðstu
viku vórðu umleið 700
tons avskipað. Hóast
Bacalao fer í summarfrí, er
ætlanin at taka ímóti
slógvi frá flakavirkjunum
í Vestmanna og Miðvági.
Átti býráðið at gjert
eitt upplýsingarar-
beiði í samband við,
at Bekjarabrekka
varð latin upp aftur?
Árni C. Joensen,
radiomekanikari:
— Ja, teir hava lítið
annað gjert enn at
stongja N. Finsens-
getu, so fólk, sum t.d.
koma heim úr feriu,
bara koyra, sum tey
hava koyrt áðrenn.
Jan Jacobsen, skúla-
næmingur:
— Byýráðið skuldi
komið við øllum
senn, tvs. gjert Niels
Finsensgetu til
gongugetu sam-
stundis við at teir
opnaðu Bekjara-
brekku og so greitt
fólki frá.
r
Hans Joensen, selu-
maður:
— Ja, avgjert. Eg
haldi eisini, at politiið
skuldi verið at sæð
meira teir fyrstu dag-
arnar á horninum
Bekjarabrekka/N
Finsensgeta