Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juli 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 kring oyggjarnar Gávumild við Kirkjuna Minningarhald var í Svínoy sunnudagin í samband við, at kirkj- an hevur 100 ár á baki. Við minningarguds- tænastuna gekk talvan til frama fyri kirkjuna og inn komu 8.876 kr. Nógv fólk var úti í Svínoynni sunnudagin og postbáturin mátti <era fleiri eyaktúrar. sosialurin Tarnaðu ferðsluni Týskveldið tók politiið fýra ungar mans, sum tarnaðu ferðsluni á Áarvegnum í Havn. Menninir høvdu kenningina og stóðu á vegnum og geylaðu. Teir blivu tiknir uppí salatfatið og koyrdir til hús. Ákæra verður ikki reist móti teimum, men teir fingu eina ávaring. Jyggjatíðindi út í august sum lokalblað fyri allar Feroyar Ætlanin er at gera blaðið »Oyggjatidindi« til lokalblað fyri allar Feroyar. Um miðjan august mánað kemur Oyggjatíðindi út aftur í nýggjum sniði og økt- um upplagi. Blaðið, sum nú í um- leið tvey ár, hevur verið blað eysturoy- inga, skal framvegis rekja tíðindaflutningin í Eysturoynni, men nú verður farið út um oyggjarmark og verður dentur lagdur á at hava tilfar úr ellum Feroy- um. Tað hevur verið gjørt eitt rættiliga stórt fyrireikingarar- beiði, nú áðrenn Oyggjatíðindi skal koma út aftur. Um- framt tí verandi redak- tiónina í Eysturoynni, hevur blaðið nú leigað og inrættað eini heli í Havn, sum skulu nýt- ast til tekniska fram- leiðslu av blaðnum og harumframt hýsa tveimum blaðmonnum og einum lýsingar- manni. Sjálv avgreiðsl- an skal liggja í Eystur- Tað koma at arbeiða tilsamans 7 fólk á blað- num. Ein umbrótari, ein setari, ein lýsingar- maður og tríggir blað- menn umframt blað- stjóran, Lassa Klein, sum eisini skal taka sær av blaðskrivingini. A einum tíðinda- fundi í hølunum í R.C. oo. Tíiggir av manningini á Blaðnum. Effersøesgøtu 7 i Havn i vik ni greiddi blad- stjørir Lasse Klein, frå ætilanii at gera Oyggjatíðin:.: til lokal- blað í ri allar Føroyar. Hann segði m.a., at eitt nytt partafe'-“ er stovnað, P/t uyggjatíð- indi. Ætlanin er at tekna umleið 150.000 kr. í partapeningi. Higartil eru 90.000 kr. teknadar og hvert partabræv ljóðar uppá 1000 kr. Upplýst varð annars, at tær samlaðu ílegurnar til maskinur og amboð eru uml. 150.000 kr. Blaðið skal koma út tvær ferðir um vikuna í ávikavist 16 og 20 síð- um. Ætlanin er at prenta blaðið á Dimma- lætting. Fyri at tað skal mæla runt fíggjar- liga, krevst eitt upplag uppá umleið 4500. Upplagið hjá Oyggjatíðindi, áðrenn blaðið fór í summarfrí, var annars 2300. Uppá fyrispurning hvussu hann metir meguleikarnar fyri at klára seg í kappingini við tey mongu bleðini, sigur blaðstjórin á Oyggjatíðindi, at teir eru góðir. Feroyingar dáma væl at lesa tey føroysku bleðini. Tað er eisini tervur á ein- um politiskt óheftum blaði, sum leggur stersta dentin á lokal- tilfarið úr bygd og bý, sigur Lasse Klein. Tað er alt ov trongt við br juna: Ísvirki byggjast á vestara mola! Ætlanin er at byggja eitt nýtt ísvirki í Havn. Tað er vorðið alt ov trongligt við vestaru bryggjuna, har bátar bæði skulu avreiða og taka ís. Fyri at bøta um hesi viðurskifti, ætlar Bacalao at byggja eitt nýtt ísvirki á molanum niðanfyri oljutangarnar. Bacalao sendi í síðstu viku býráðnum umsókn um at fáa loyvi at leggja ísvirkið á vestara molan. Endamálið við hesi ætlan er fyrst og fremst at økja um keiplássið hjá teimum mongu bátum, ið dagliga skulu avreiða til Bacalao. Ætlaða ísvirkið verður av sama slag sum tað í Servági og kemur at kosta knappar 3 milj. kr. »Grotbrotid« flytast nidan å Sund Gera tær fyrstu spreinging- arnar å Sundi i næstum Í næstum fer Tórshavnar kommuna undir at gera tær fyrstu spreingingarnar inn í fjallið vestan fyri Sund. Hetta verður gjort, tí kommununi tervar grót til tey mongu arbeiðini, sum eru í gongd. Í fyrstu atlegu er ætlanin at flyta grótið til Havnar, har tað verður koyrt í- gjøgnum knúsaran í grót- brotinum við Oyggjarveg- in. Tá nakað væl av gróti er sprongt inni á Sundi og greiða er fingin á, um plássið har kann nýtast til grótbrot hjá Tórshavnar kommunu í framtíðini, verður avgjørt, um øll grótbrotsútgerðin skal flytast niðan á Sund. Dálking Íbúgvar nærhendis grót- brotinum við Oyggjar- vegin hava annars ofta gjørt vart við ta nógvu dálkingina frá grótbrotin- um. Herfyri segði ein av íbúgvunum í samreðu við Sosialin, at roykurin frá verkinum dálkaði so illa, at tað var óhugsandi at lata vindeyguni upp. Tað var sum toka í túninum, sum maðurin tók til. Vit hava tí spurt ein av verkfreðingunum á tekn- isku deild Tórshavnar býráðs, Leiv Johannesen, um býráðið hevur svarað hesum klagum. Leivur Johannesen sigur í hesum sambandi, at býráðið í fjør setti seg í samband við Arbeiðseftirlitið og bað tað kanna grótbrotið. Hetta varð gjert og álegði Arbeiðseftirlitið = komm- ununi at gera ymsar ábet- ur og broytingar í grót- brotinum. Hetta er síðani gjørt og hevur tað bøtt um viðurskiftini og dálking ina frá sjálvum grótbrot- inum. Skulu flyta Annars samtykti býráðið fyri umleið 8 árum síðani at flyta grótbrotið. Í hesi samtykt varð einki við- merkt um, hvar grótbrotið skal flytast. Nú tykist so vend vera komin í við tað, at talan kann vera um at fara niðan á Sund. Kommunan hevur ann- ars fingið rættuliga nógv grót frá teimum tunnlum, sum eru gjerdir omanfyri grótbrotið. Síðani hetta spreingiarbeiðið byrjaði, hava teir fingið umleið 60.000 kubikmetrar av gróti, sum alt er farið til asfalt og skerv. Hetta var grót av fínasta slag. Uppá fyrispurningin, hvat kommunan nú ætlar at nýta tunnlarnar til, sigur Leivur Johannesen, at eingin avgerð er tikin hesum viðvíkjandi, men hann heldur sjálvur, at tunnlarnir eru væl egnaðir til or