leygardagur 28. juli 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 58 — 28. juli 1979
sosialurin
Síða 5
Syfilis! Fýra tilburðir funnir
rst í árinum
Smittan er steðgað
— Hesaferð kom hon úr Danmark. Ein onnur kynssjúka
er farin at berast úr Grønlandi. Arbeiðið í 1975 gav úrslit
Fýra tilburðir av syfilis
blivu funnir í Feroyum
fyrstu tríggjar
mánaðirnar í ár. Hetta eru
fleiri enn vanligt, men
landslæknin sigur, at
hann nú hevur fingið
tamarhald á smittuni.
— Hetta var eitt sindur
trupult í fyrstuni. Tað var
torfert at greiða smittu-
ringin, men tað eydnaðist.
Hetta kom alt bóltandi
tríggjar teir fyrstu mán-
aðirnar og eg blásti tað so
nógv upp millum hesi
fólkini, sum sjúkan var í-
millum, fyri at fáa tey
kannað.
Landslæknin sigur, at
hann hevur kannað nógv
fólk í hesum sambandin-
um. Onkur av teimum
fýra tilburðunum bleiv
funnin við hesar kanning-.
arnar. Smittan er hesaferð
upprunaliga komin úr
Danmark og síðani hevur
hon breitt seg her í Fer-
oyum.
— Teimum smitturing-
um, sum eg veit um, havi
eg tamarhald á. Men, man
kann ongantíð vita, um
ikki onnur ganga við
syfilis.
Onnur kynssjúka
ger vart við seg
Landslæknin upplýsir, at
tað sær út til, at syfilis nú
er í minking í Grenlandi.
Men ein onnur álvarslig
kynssjúka er farin at gera
vart við seg har. Tað er
tann sonevndi »bleyti
chankarin« ella »veneriska
sårid«, sum hon eisini
verður nevnd. Henda
sjúkan hevur verið nærum
ókend í Feroyum, men í ár
hava longu verið tríggir
tilburðir — komnir úr
Grenlandi.
Fyrsta tekin um hesa
sjúku er eisini eitt sár,
men hendan sjúkan er
pínufull. Syfilis hinvegin
hevur onga pínu við sær.
Í minking
Landslæknin upplýsir
annars, at kynssjúkur eru
í minking í Feroyum
síðani 1975. Tað árið vóru
27 tilburðir av syfilis
funnir og hetta førdi til, at
ein umfatandi kanning og
upplýsingarherferð bleiv
gjørd. Talið var longu ári
eftir komið niður í 6. Í 1977
vórðu 4 og í 1978 7 syfilis-
tilburðir skrásettir í Fer-
oyum.
Eisini gonorrétilburðir-
nir eru fækkaðir síðani
1975, tá teir vóru 81. Í
1976 vóru teir 62, 43 í
1977 og 53 í 1978.
Landslæknin sigur, at
fólk kortini framvegis
skulu vara seg fyri hesum
sjúkum. Við minsta ill-
gruna skulu tey fara til
lækna.
— Tað er so ómetaliga
lætt at lekja hesar sjúkur,
bara fólk vilja koma. Tær
kunnu, um fólk koma
beinanvegin, tey hava
fingið illgruna, lekjast við
tveimum innspræningum.
Sam tekur nú færri bilar:
Skipasýnið kravdi
nýggja avmerking
Tað verða nú fleiri,
sum koma at bíða
eftir flutningi um
Vestmannasund.
Sam,sum fyrr
vanliga tók 18 per-
sónbilar hvenn túr-
in, tekur nú bert 14-
15 bilar. Skipasýnið
hevur kravt eina
nýggja avmerking
á dekkinum.
Skiparin á Sam
er vónsvikin yvir ta
viðferð, myndug-
leikarnir hava
brúkt móti honum.
Skipasýnið hevur kravt,
at ein nýggj avmerking
skal gerast á dekkinum á
Sam. Avmerkingin —
hvítar strikur — bleiv
gjerd, meðan Sam var á
Skála Skipasmiðju fyrst í
vikuni. Sofus Sivertsen á
Skipasýninum sigur, at
tað altíð hevur verið ein
avmerking á dekkinum á
Sam, men hon hevur ikki
verið fylgd.
Sofus Sivertsen sigur,
at nýggja avmerkingin er
gjørd soleiðis, at ferða-
fólkið skal sleppa ótarnað
So ARE:
=
Ferðafólkið skal kunna sleppa ótarnað fram til lúkur-
nar, um tað gerst neyðugt at fara í bátarnar.
fram til portrini framman
og aftan, um tað gerst
neyðugt at rýma av skip-
inum, tí tað er ongin annar
vegur at sleppa í bátarnar.
Vónsviknir, men
ikki órímiligt
— Onkur hevur meldað
okkum til fútan. Vit vistu
av ongum fyrr enn Skipa-
sýnið kom umborð og viku
tosa við meg. Teir segdu,
at eg fylgdi ikki reglunum.
Vit høvdu frammanundan
onga átaiu fingið ella
hoyrt nakað sum helst frá
myndugleikunum. Tað er
ógvuliga skuffandi fyri ein
skipara at uppliva slíkt.
Nakað soleiðis segði
skiparin á Sam, Steinolvur
Andreasen, Vestmanna,
tá vit bóðu hann um eina
viðmerking til kravið frá
Skipasýninum. Hann
sigur, at eftir teimum
nýggju avmerkingunum
tekur Sam 3-4 bilar færri.
Steinolvur Andreasen
heldur ikki, kravid hjå
Skipasýninum er órími-
på
ligt, men tað hevur við
sær, at fleiri bilar koma at
bíða, serliga í sambandi
við flogruturnar.
— Hetta er keðiligt hjá
okkum, sum sigla við
Sam. Fólk blíva ill, tá tey
noyðast at bíða og tað
gongur útyvir okkum. Í
hvussu so er fyrstu tíðina,
til fólk hava vant seg við,
at vit taka færri bilar.
— Sofus Sivertsen sig-
ur, at tann gamla avmerk-
ingin ikki bleiv fylgd?
— Vit hava roynt at
havt bilarnar innanfyri
strikurnar, men tað er ikki
altíð so lætt. Tað hevur tó
ongantíð verið so, at ikki
kundi sleppast millum
bilarnar.
Svari ikki
Sosialurin hevur aðra-
staðni frá frætt, at tað er
sýsluskrivstovan í Vág-
um, sum hevur meldað
skiparan á Sam til fútan.
Vit ringdu til sýslu-
skrivstovuna fyri at fáa
hetta váttað ella av-
sannað, men ein kvinna,
sum tók telefonina, segði,
at sýslumaðurin var í
feriu.
Tá vit segdu, hverji
erindini vóru, segði hon
bert:
— Hatta svari eg ikki
uppá
kring oyggjarnar
ARE
Soleidis så út i Gamla realskúla aftaná 6lavsøku í
fjer.
Í ár skal ongin búgva her
Einans suðringar
fáa innivist
Fólkið, sum luttekur í
kappróðrinum í ólav-
seku, fær ikki, sum
árini frammanundan,
innivist í Gamla real-
skúlanum.
Nógv bleiv brotið í
húsunum í fjer, men
um tað einans vóru
róðrarfólk, sum vóru
atvoldin til hetta, er
óvist. Havnar Róðrar-
felag noyddist kortini
at gjalda ein part av
umvælingarkostnaðin-
um ella 10.000 kr.
Havnar Róðrarfelag
hevur ikki biðið um
Gamla realskúlan í ár,
men hevur fingið skúl-
arnar á Frúutreð at ráð-
a yvir m.a. til mann-
ingar at skifta í. Tað
verða kortini bert tær
manningarnar, sum
hava longstan veg,
nevniliga tær úr Suðri,
sum sleppa at gista
har. Og Havnar Róðrar-
felag hevur fingið skúl-
arnar við teirri treyt, at
tey gevast við at brúka
teir kl. 9 í kveld.
Skrubb
í afturgongd
Tað blivu einans frá-
boðaðir 28 tilburðir av
skrubbi í Feroyum í
fjør.
Talið av tilburðum
er minkað nógv síðani
1970, tá tað var óvan-
liga hegt. Tá blivu 471
tilburðir fráboðaðir.
Kava aftur
Limirnir í Feroya kav-
arafelag, sum hava
verið í verkfalli síðani
hálvan juni, fara nú
aftur at kava.
Semja er gjerd við
Feroya arbeiðsgevara-
felag um eina eykalen
uppá 420 kr. teir
dagar, kavað verður.
Kavararnir kravdu 450
kr., men hetta kom ikki
lgjøgnum
Taladi vegna nordurlond
Tad nordurlendska
samstarvid var hevuðs-
innihaldið í reðuni,
sum Tórfinn Smith
helt, tá sosialdemokrat-
iska ungdómslegan í
Vármlandi endaði í
síðstu viku.
Torfinn Smith, sum
helt reðu vegna norður-
londini, setti spurning
við núverandi sam-
starvið millum londini.
Hann mælti annars til
eitt sterri upplýsingar-
arbeiði landanna mill-
um. Eisini mælti Tór-
finn Smith til, at teir
norðurlendsku javnað-
arflokkarnir riku eitt
sterri sínámillum upp-
lýsingar- og annað ar-
beiði.
Legan, sum hevði
yvir 3000 luttakarar
endaði í síðstu viku.
Síðan hava teir 16
SU'arnir og tey fimm
bernini úr Feroyum
verið Álandi, har tey
vóru gestir hjá javnað-
arungdómi.
Av Álandi frættist,
at blíðskapurin hevur
verið óferur og áhugin
fyri Føroyum var óg vu-
liga stórur.
Tey álendsku bleðini
sýndu eisini feroying-
um áhuga og tann
politiska steðan í Fer-
oyum stóð ovast á
breddanum.
Úr Álandi helt fer-
oyski bólkurin yvir
Sveríki til Noregs, har
hann skuldi vitja
javnaðarungdóm í
Oslo. Feroyingarnir
skuldu koma aftur við
Smyrli í
gjár