Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juli 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Í dag verður so seinasti kappróðurin í ár, og við úrslitunum av hesum róðrunum fáa vit eisini feroyameistararnar 1979. Av teimum 55 bátun- um, sum upprunaliga hava meldað til róðrar- nar, hava bert teir 6 givið avboð. Teir eru Royndin Fríða og Hav- frúgvin, 5-mannafer við gentum, Falkur og Royndin Fríða, 5-manna- fer við dreingjum, Vág- bingur og Fuglfirðingur, 10-mannafer. 5-mannafer gentur 1. Silid Firvaldur 3. Fipan Fagra 4. Svanur 7 8 N . Ritan . Dúgvan 9. Tjaldrið 10. Hulda 11. Ørnin 12. Junkarin 13. Báran 6-mannafer: 1. Gongurólvur 2. Páll Fangi 3. Hvessingur 4. Norðistovudánjal 5. Hósvíkingur 6. Kollfirðingur 5-mannafer dreingir 1. Ritan 2. Hulda 4. Ørnin 6. Svanur 7. Broddur 8. Junkarin 9. Tjaldrið 10. Firvaldur 11. Fípan Fagra 12. Báran 13. Havfrúgvin 14. Sílið 15. Dúgvan 8-mannafer: 1. Ørvur 2. Havrenningur 3. Kvivikingur 4. Miðvingur 5. Leivikingur 6. Oyndri 7. Vikarbåturin 8. Husavikingur 9. Sandavågsbåturin 10-mannafør: 1. Vestmenningur 3 3. Havnarbåturin 5. Klaksvikingur 6. Suduroyingur 7. Skålabåturin sosialurin 8. Tvøråbåturin 9. Sunnbingur 10. Nordingur 11. Nélsoyingur 12. Eysturoyingur Stødan i FM-róðrinum Áðrenn vit fara til kapp- róðurin í ólavseku, skulu vit líka hyggja at steð- uni, sum sær soleiðis út: 5-mannafer við gentum: 1. Firvaldur 22 stig 2. Ritan 19 — 3. Royndin Fríða 11 — 4. Svanur 11 — 5. Sílið 9 — 6. Báran 8 — 7. Junkarin 6 — 8. Fípan Fagra 1 — 9. Ørnin 1 — Aftast liggja Dúgvan, Hulda og Tjaldrið við ongum stigi, meðan Havfrúgvin ikki hevur ella kemur at luttaka í nekrum róðri í ár. Her verður ein kapp- ing millum Firvald og Rituna. Um tað eftir hendan róðurin kemur at vera javnt millum báðar bátarnar í stigum, so verður tann, sum vinnur ólavsekuróðurin, feroya- meistari. Um Ritan vinn- ur, so skal Firvaldur verða nr. 2, um hann skal gerast Feroyameist- ari. Avgerðin fellur seinni í dag. 6-mannafer: 1. Hvessingur 24 stig 2. Kollfirðingur 23 — 3. Gongurólvur 16 — 4. Páll Fangi = 13 — 5. Norðisstovu- dánjal 28% Hósvíkingur = hevur ikki luttikið higartil í ár. Her verður nakað av spenningi, tí bert eitt stig er í muni millum tveir teir fremstu í stig- um. Um Kollfirðingur vinnur ólavsekuróðurin, so verða teir feroya- meistarar. 5-mannafer við dreingj- um: 1. Firvaldur 12 stig 2. Svanur 11 — 3. Báran 10 — 4. Junkarin 10 — 5. Havfrúgvin 9 — 6. Falkur 9 — 7. Ritan 8 — Kappróður 8. Sílið 5 — 9. Broddur 4 — 10. Hulda 4 — 11. Royndin Fríða4 — 12. Fípan Fagra 2 — Dúgvan, Tjaldrið og Ørnin hava einki stig fingið. 8-mannafer: 1. Kvívíkingur 26 stig 2. Leirvíkingur 15 — 3. Víkabáturin 13 — 4. Oyndri 12 — 5. Havrenningur 9 — 6. Húsavíkingur6 — 7. Ørvur 4 — Miðvingur og Sanda- vágsbáturin hava einki stig fingið. Her er so einki at tosa um — Kvívíkingur er føroyameistari fyri 8- mannafer 1979. 10-mannafer: 1. Havnar- báturin 24 stig 2. Vágbingur 19 — 3. Skálabáturin 14 — 4. Suðuroyingur 12 — 5. Norðingur 8 — 6. Klaksvíkingur 5 — 7. Nólsoyingur 3 — Fuglfirðingur og Sunn- bingur hava einki stig fingið, meðan Eysturoy- ingur, Tverábáturin og Vestmenningur enn ikki hava luttikið. Kærur Nógvar eru kærurnar, sum eru komnar inn til dómsnevndina hjá róðrardeild ISFs og sjálva deildina. Ein tann mest um- redda man helst vera tann, ella tær, um róð- urin hjá 8-mannaferun- um á jóanseku, tá nakrir bátar rendu saman undir foðrinum. Orsakad av hesum kravdu dómarar- nir umróður, men hetta vildu nakrir bátar ikki, og luttóku teir heldur ikki. Teir sendu kæru til róðrardeildina, sum tók ta avgerð, at hvergin 8- mannafarsróðurin á jóan-seku skuldi galda, men at róðurin á Varma- keldu skuldi galda dupult. Aftur varð kæra send, hesaferð til dóms- nevndina. Dómsnevndin tók her fyri ta avgerð, at umróðurin á jóanseku ynskir ollum lesarum, lýsarum skuldi galda, og at Varmakelduróðurin skuldi = (bert) galda vanligt. Eisini eru fleiri klagur komnar inn um róðurin á Vestanstevnu. Líkindini til hendan róðurin vóru vánalig. Domsnevndin hevur havt málið til viðgerðar, men teir kunnu einki gera. Sjálvir vóru teir ikki á Vestan- stevnu, so teir sóu ikki, um líkindi vóru at rógva ella ikki. Eisini er tað tað, at ein lóg sigur, at dómsnevndin ikki kann broyta nakað, ein dómari hevur góðkent. Men sum mótmæli at hesum, hava menn nú drigið Vágbing, tvs. teir koma ikki at luttaka í róðrinum í dag. Arnfinn Bjarkhamar, formaður í Vágs Kapp- róðrarfelag, sigur, at orsekin til hetta er, at teir halda seg vera illa viðfarnar, og tað, at líkindini vóru somikið vánalig, at róðurin, sum hann var, átti at verði kolldømdur. Å Vestanstevnu hendi eisini tað, at nakrir bátar fóru inn aftur áðrenn róðurin byrjaði, tí tað tók so langa tíð at leggja bátarnar. Frá Róðrar- deildini frætta vit, at hesir bátar sleppa at luttaka í róðrinum í dag og fáa stig fyri tað. Gomul 10-mannafer Umframt teir vanligu róðrarnar á ólavseku verður eisini ein róður millum 10-mannafer við gomlum manningum. Onkur av teimum var við einaferð í 50unum. Teir bátarnir, sum høvdu meldað til, tá vit frættu, eru Eysturoying- ur, Havnarbåturin og Nólsoyingur. Møguleiki er tó fyri, at eisini Sunn- bingur og Skálabáturin koma at luttaka. Tað er Havnar Róðrarfelag, sum stendur fyri hesum til- takinum. Tað er ikki í samband við nakað ávíst, at hesin róðurin verður = tað var bert onkur av hesum >gomlu róðrartrælunum<“ sum helt hetta vera nakað stuttligt. Gomlu 10-mannafør- ini rógva áðrenn sjálvan FM-róðurin, og fær vinn- andi báturin steyp. og øðrum viðskiftafólkum eina góða Olavsøku Nr. 58 — 28. juli 1979 ITROTTARBRØV Dómsnevnd Í.S.F. ikki búgvin til uppgávu sína So fall avgerðin. Mánadagin 23. juli kl. 20.00, bar Útvarp Feroya okkum tey boð at Dóms- nevnd Í.S.F.s hevdi staðfest róðurin á Vestanstevnu, og harvið avvíst klaguni frá m.a. Vágs Kappróðrarfelag. Og hetta verður gjørt hóast Vágs Kappróðrarfelag klárt og týðuligt í bleðunum her- fyri, vísti á tey lógarbrot ið framd vórðu á Vestanstevnu. Ikki tí — vit ið fylgt hava við gongdini innan ítróttin í Feroyum tey seinastu árini eru ikki bilsin yvir at Dóms- nevndin á hendan hátt »slaktar« virknasta kapp- róðrarfelag í landinum. Vit hava øll lisið um »Apartheid« politikkin í Suðurafriku. Har eru tær reglur galdandi, at ávísir samfelagsborgarar ikki sleppa við til ítróttarkapp- ingarnar, men mugu pent sita millum áskoðararnar. Er ætlanin hjá Dóms- nevndini at fera hesa skipan inn í ítrótt okkara, at vág- bingar skulu vera penir og stillir, helst áskoðarar, og so vítt meguligt ikki órógva gongdina í kappróðrarítrótt- ini? Gongdin hevur verið tann at Havnarbåturin gjørd- ist Feroyameistari í 1973-74- 75-76-77-78 og aftur nú í 1979, við hjálp frá jánkaslig- um hevuðsdómarum á Vest- anstevnu og við eini Dóms- nevnd ið ikki tykist at kenna egnu lógir sínar. Démsnevnd Í.S.F.s veit væl at Vágbingurin er sterk- asta tíggjumannafarið í Fer- oyum í dag — tað sýna úr- slitini á Norðoyastevnuni, Jóansekuni og deils á Varma- keldu. Men hesa ásannan fáa teir hegu harrar í Í.S.F. seg ikki at taka við í metingum sínum, tá teir diskvalificer- aðu Vágbingin og klagu hans- ara. Annars ynski eg manning- ini á Havnarbátinum tillukku við Feroyameistaraskapin- um. Tit vóru hepnir at vit her á landi eiga slík ljós í Dóms- nevndini. Komandi ár, havi eg skilt á manningini á Vág- binginum, fáa tit lætt spæl. Tí tá verður Vágbingur óivað ein sjáldsamur gestur á stevnunum — og tá kann út- varpsstjórin og co. gleða í eyst og vest hvar teir tolnu vágbingarnir blivu av. At vera rukkur fyri Dóms- nevnd Í.S.F. — tað eru vit vágbingar ov góðir til, og tað heiti vilja vit heldur heingja um herðar teirra, ið stíla fyri Dómsnevndini. Nú siga norðingar ivaleyst at vágbingar gráta yvir spiltar Feroyameistaramegu- leikar. Nei góðu landsmenn — vágbingar gráta ikki, men tað svíður óvikaliga í eygun- um tá ein hugsar um hverja lagnu tjóðarítrótt okkara fær frá avvarðandi ítróttar- myndugleikum. Teir koma at skriva segu sum teir í jarð- løgdu kappróðrarítróttin í Feroyum. Hjartaliga tillukku við tí Dómsnevnd Í.S.F. Vágur 24.7.1979 Arnfinnur Bjarkhamar Órættur og svik >Við lóg skal land byggjast« sigur eitt gamalt orðatak. Hetta tykist ikki at vera »aktuelt« innan eina ítróttar- grein, ið nevnist kappróður. Róðrardeild ÍSF gevur eina kappingarskipan út á hverjum ári. Í hesi skipan standa allar tær lógir og reglugerðir, sum eru galdandi innan føroyskan kappróður. Tí skuldi tað verið sjálvsagt, at róð varð eftir teimum til eina og hverja tíð galdandi lógum og reglum. Um fólk lesa hesar reglu- gerðir og lógir og samanbera tær við kæruna frá Vágs Kappróðrarfelag (14. Sep. 13. juli, Dimmalætting 17. juli, Dagblaðið 18. juli og Sosial- urin 18. juli), so sær ein hvussu jánkasliga og drep- andi ÍSF virkar fyri ta ítrótt- argrein, sum av mongum verður hildin at vera tjóðar- ítrótt okkara, nevniliga kapp- róður. Í grein 17 í „Reglum ISFs fyri feróyameistaraheitið i kappr6åri«, stendur m.a.: »Skuldu tveir bátar stoytt saman, og tað ikki kann sigast at vera gjert við vilja, kann hevuðsdómarin steðga róðrinum og krevja nýggjan start. Hetta kann bert verða gjørt, um hevuðsdómarin við vissu heldur, at úrslitið hevði verið eðrvísi, um ikki saman- stoytur var hendur«. (citat endad) Tann 23. juli 1979 ger dórasnevndin fyri kappróður ein, eftir okkara tykki, sera bláoygdan og ófantaligan úr- skurð. Sum ellum kunnugt gjørdi róðrardeild ÍSF ein ósomandi og stóran »brølara« viðvíkj- andi 8-mannafarsróðrinum á Jóanseku á Tveroyri. Men tverámenn hevdu tíbetur út- vegað sær tveir framúr góðar og dugnaligar hevuðsdómar- ar, sum vistu, hvat grein 17 í kappingarreglunum snúði seg um. Aftaná samanstoyt- in millum Havrenning og Leirvíking, demdi hevuðs- dómarin umróður við tað sama, tí tað var greitt, at må