leygardagur 28. juli 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 58 — 28. juli 1979
úrslitið hevði verið ørdv
um samanstoytur ikki hevði
verið. Umróður hóvaði ikki
ellum, og bleiv tí ynsktur
bæði „niður og norður-.
Men tann 23. juli, akkurát
ein mánað aftaná, staðfestir
dómsneyndin avgerð hevuðs-
dómarans — ta avgerð, sum
varð tikin í tráð við grein 17 í
kappingarreglunum.
Á Vestanstevnu í Sanda-
vági tann 8. juli 1979 kostaði
samanstoyturin millum Vág-
bingin, Nólsoyingin og Suð-
uroyingin, Vágbinginum FM-
heitið og eina plasering í
Vestanstevnuróðrinum, tí
Vágbingur, sum framman-
undan lá nr. 1 í FM-kapp-
ingini, kom ongantíð á mál.
Um Vágbingur bert hevði
fingið 3 stig, hevði tað verið
nokk til, at hann framvegis
kundi verið í kappingini um
FM-heitið.
Hevuðsdómarin á Vestan-
stevnu kendi óivað eitt sind-
ur til grein 17, men tordi ikki,
við vælsignilsi frá ÍSF (róð-
rardeildini), at døma umróð-
ur, tí hann visti, hussu tápu-
liga róðrardeildin bar seg at
viðvíkjandi umróðrinum á
Jóanseku.
Tá tað gekk upp fyri okk-
um, sum róðu við Vágbing-
inum, hvat veruliga stóð upp
á spæl, nevniliga FM-heitið,
hildu vit at einasta rætta var
at senda kæru til róðrardeild
ÍSF, og har greiða frá,
hvussu óregluliga farið varð
fram í róðrinum í Sandavági.
Men tað var sum at „sletta
vatn á gås« at biðja róðrar-
deildina viðgera kæruna, tí
samvitska teirra var jú so
kolasvert aftaná »komedi-
una< við 8-mannafarsróðrin-
um. Róðrardeildin sendir
kæruna beinleiðis til dóms-
nevndina, har hon blívur
liggjandi í meira enn tvær
vikur, tí démsnevndarlimir-
nir eru uttanlands í summar-
feriu.
Tann 23. juli kemur so úr-
skurður frá dómsnevndini, og
hann ljóðar upp á, at í 8-
mannafarsróðrinum á Jóan-
søku skal grein 17 verða
fylgd, meðan sama grein ikki
er galdandi fyri 10-manna-
farsróðurin á Vestanstevnu.
Um henda dóm kann ikki sig-
ast annað enn, at hann er
sosialyrin |
Síða 7
bæði sjálvmótsigandi og blá
oygdur
Hevuðsorsekin til saman-
stoytin á Vestanstevnu var
jú. sum vit eisini visa á í
kæruni, onki uttan kleyvar-
skapur hevuðsdómaranna,
við tað at teir góðtaka róðrar-
ekið, uttan at kanna eftir, um
alt er í lagi
Démsnevndin staðfestir
róðurin á Vestanstevnu við
teirri grundgeving, at tað
stendur í grein 8 stk. 3 í
„Reglum fyri dómsnevndir
innan ÍSF og viðgerð av
kærum“, at démsnevndin
kann ikki broyta avgerð dóm-
arans í góðkenning av um-
steðunum.
Men tað legnasta av ellum
er, at grein 17 í kappingar-
reglunum ikki verður nevnd
við einum einasta orði í úr-
skurði dómsnevndarinnar frá
10-mannafarsróðrinum á
Vestanstevnu, meðan dóms-
nevndin tekur og staðfestur
8-mannafarsróðurin á Jóan-
seku út frá somu grein 17 um
samanstoyt, sama dag, á
sama fundi, somu tíð og á
sama stað. — Maka til sjálv-
mótsegn man neyvan fyrr
vera sæð í Feroya ítróttar-
segu. — Alt tað lógloysi, sum
vit annars eisini vístu á í
kæruni, verður heldur ikki
tikið upp á tunguna í úr-
skurðinum.
Tann ólógligi róðurin á
Vestanstevnu í Sandavági
tann 8. juli og úrskurðurin
hjá dómsnevndini tann 23.
juli, hava sostatt forkomið
ólavsekuróðrinum og møgu-
liga FM-heitum hjá einum 10-
mannafari, einum gentubáti,
tveimum dreingjabátum og
tveimum gomlum 6-manna-
ferum úr Vágs Kappróðrar-
felag. Slíkt má í orðsins
sanna týdningi verða kallað
NIÐURBRÓTANDI og
OYÐILEGGJANDI fyri fer-
oyskan ítrótt.
Tað, at luttaka í kapp-
róðrinum í summar og
kappast við sonnum ítróttar-
anda, hevur dámt okkum
sera væl. Men tá ið órættur
og svik skulu koma upp í leik-
in, kunnu vit, hvussu fegnir
vit enn vilja, tíverri ikki vera
við longur.
Vágur hin 24. juli 1979
Manningin á Vágbingi
Kunngerð um
ferðslu
á Olavsøku
Olavsøkuaftan og Olavsøkudag í tíðini frá kl.
14.00 til næsta morgun kl. 08.00 verður ikki loyvt
at koyra eftir ella parkera akfer á Niels Finsens-
getu frá Vaglinum til AUTO.
Í somu tíð verður ikki loyvt at parkera akfer í
Kongagetu og Bryggjubakka.
Í hesum tíðarbili er tað bert loyvt at koyra
tverturum Niels Finsensgetu við vegamótið
Bekjarabrekka/Niels Winthers geta og eftir
Kongagetu báðar vegir, meðan Mylnugeta og
Sverrisgeta millum Tórsgetu og Tinghúsvegin
verða stongdar fyri allari ferðslu.
Olavsøkuaftan meðan kappróður fer fram i
tíðarbilinum kl. 15.00 til kl. 18.00 verður eystara
bryggja frá Kongabrúnni til J. Broncksgetu
stongd fyri allari ferðslu.
FØROYA LANDFUTI,
hin 24. juli 1979
M. Nepper-Christensen
LOYNIHELLID
eftir J. M. Neale
Røddir i oydimørkini
3. PARTUR
Framhald
Markus Tebonius, landshøvdingin i Egyptalandi,
er ein hjartagóður maður, sum hevur ferðast vida.
Hann ferðaðist einaferð við einum kamelfylgi saman
við hundrað fráskilagóðum rómverskum hermonnum
hinumegin Nilánna til býin Berenike. Hetta var ímóti
kveldi. Ferðalagið kom just fram við einum møl-
heyggi, tá ið teir hoyrdu reddina. Tað ljóðaði sum
onkur — heldur óskilliga — rópti á landshevdingan.
Hann steðgaði fylginum beinanvegin. — Bíðið! Eg
komi beinanvegin aftur! Eg má bara vita, hver ið
rópar á meg her í oyðimerkini, rópti hann og læði við!
— Teir staðkendu menninir, sum vóru við í ferða-
lanum gjørdust álvarsamir. Far ikki hagar! søgdu
teir við hann. Far endiliga ikki hagar! Og so segdu
teir honum frá trellum og fjalla-andum í oyðimerkini.
— Men Markus var ikki tann maður, at hann læt
sær siga. Hann reið ein umveg runt um heyggin og
ætlaði sær at koma framá aftur fylgið hinumegin. —
Tá ið hann var komin runt heyggin, sá hann ongan!
Hann risti við hevdinum og undraðist, at hann, sum
rópti, kundi hverva so brádliga. Tá hoyrdi hann
aftur sama rópið hinumegin frá. Hann rann straks
yvir hagar og leitaði væl allastaðni, men fann onki.
So gavst hann at leita og reið yvir móti fylginum,
men tá hoyrdi hann knappliga røddina aftan fyri seg.
Hann vendi beinanvegin og fór aftur at leita. Men alt
til einkis. Nú sá hann ræðslusligin, at dagslýsið var
næstan svunnið burtur, sólin var sett. Hann rópti og
kallaði, men ongin hoyrdi hann. Við neyð og deyð
eydnaðist honum at finna kamelslóðina aftur, og ikki
fyrr enn langt var liðið út á náttina fekk hann fylgi
sitt aftur. Tá høvdu hermenninir leitað leingi eftir
honum.«
Difilus tagdi. »Soleidis kundi eisini gingist fadir
tykkara,« segði hann seinni. »Markus Trebonius
slapp væl. Men hvert ár finna teir rovini av ferða-
monnum, sum vilstir eru burtur av leiðini. — Hver
veit, hvussu nógvir av teimum eru vilstir, tí at teir
eru farnir at leita eftir hasari røddini!«
Hvussu so Jóhannes og Filippus royndu at lurta
— so hoyrdu teir ikki reddina aftur.
Difilus tagdi eisini. Teir fingu ikki meir burtur úr
honum. Øllum, teir spurdu, svaraði hann burturvið.
Tað var, sum helt hann seg longu hava sagt dreingj-
unum ov nógv.
Nú var månin afturundirfarin. Dreingirnir, sum
mest vóru vanir at sita á hestbaki, høvdu ilt í ollum
liðum av ti stødugu rugganini hjá kamelunum. Men
teir kundu ikki steðga á enn.
Endiliga! — Vinstrumegin getuna sást ein
trølsligur skuggi. Tá id ið fylgið nærkaðist honum,
sóu tey eini stór, fýrkantaði, heg hús.
„So eru vit framkomin, harri!< rópti trælurin.
Flóttafólkini riðu yvir til ein hegan garð. Difilus,
sum tyktist vera kunnigur her, snaraði straks kameli
sínum til høgru og fann eitt lið á garðinum har, so tey
sluppu inn í sjálvi húsini. — Tey máttu vekja
Cyrillu, hóast hon — í svevni — stóð fast uppá tað,
at hon var klårvakin! — Tá ið kriaturini vóru farin
aftur á føtur, vórðu tey eitt og eitt leidd gjøgnum
liðið inn í túnið framman fyri húsini.
Ríðingin hevði verið long, so nú var gott at fáa fast
undir feti aftur.
»Lat okkum nú fyrst vita, um tað yvirhøvur ber til
at vera í hesum húsunum, < segði Basilius.
Jørd á Skålatoftum
Triggir gyllin til sølu, um nóg høgt
bod fæst.
Telefon 55460
Difilus festi i ein av teimum kyndlunum, tey
høvdu havt vid. Nøkur ússalig rúm vóru í húsunum.
Eisini túnið lá alt í órekt.
»Vinstrumegin, har yviri, man vera ein trappa. ti í
erva er eitt rúm, sum er nekunlunda í standi!< rópti
Difilus.
Móðurin bað geva sær ein kyndil afturat.
»Ansid eftir tykkum, her kunna vera eiturormar!<
„Jóhannes, Filippus og Difilus kunna fáa vidførid
av kamelunum og ambæta teimum. Mamma, Cyrilla
og eg gera til at leggja okkum her inni. — Soleiðis er
skjótast at gera!< segði Basilius.
Móðurin fann skjótt á trappurnar. Tey kannaðu
gjølla eftir, at ongir eiturormar vóru. Imedan fór
Basilius oman trappurnar við einum kyndli. Hann
trilvaði seg fram fet fyri fet. Trappurnar vóru sera
vånaligar, so hann mátti vera varin, at hann ikki
datt.
Hann slapp oman. Ein long, smel gongd gekk
beint tvertur undir ellum húsunum. Hon var í
hampiligum standi. Vinstru megin gongina lógu
tvey hálv-rúm, sum ikki vóru so illa farin sum alt
hitt í húsunum. Basilius lýsti í hvønn krók. — Hetta
var eitt frålikt hvildarstað.
„Komið tit bara niður higar! — Men verið varin!
Trappurnar eru so vánaligar! — Takið rekkjuváð-
irnar við tykkum!< Letu seinni vóru øll til reiðar at
leggja seg. Móðirin og Cyrilla lógu í tí handasta rúm-
inum. Jóhannes og Filippus saman við faðirinum í tí
fremra. Difilus hevði ballað eina rekkjuváð um seg
og hevði sett seg úti hjá kamelunum. Hann tók ta
fyrstu vaktina. Tveir tímar seinni skuldi Basilius
loysa hann av. .
Jóhannes var ikki meir enn sovnaður, nú kennir
hann, at okkurt nemur varisliga við andlit hansara.
Hann var klárvakin alt í einum. Hann hoyrdi eitt
hvæsa spakuliga — og leit seg íkring. Tvey små grøn
eygu skygdu tætt við andlitið á honum.
Jóhannes hvakk við og leyp upp-
„Filippus! Pápi!< Alt sum hann um kveldið hevði
hoyrt um undarligar reddir í oyðimerkini mól í
hevdinum á honum. Hvat mundi hatta vera...?
»Påpi! — Filippus!<
»Hvat bagir tær, drongur?«
Faðirin stóð longu undir liðini á honum — men
sjónin, hann hevði sæð, var burtur.
„Hvat mundi hatta vera?<
„Eitt — dýr — eitt spekilsi!< stamaði drongurin.
»Sovordid tvætl!< segði faðir hansara.
„Jú, tað var tað! Okkurt nart við andlitið á mær.
So froysti tað, og tvey stingandi grøn eygu stardu at
mær.«
»Tu manst hava droymt, góði!<
„Nei, pápi, tað er púra vist! — Tað man hava
sloppið sær út gjøgnum hasa gongina har.«
Difilus hevði hoyrt rópini og kom rennandi. Tá ið
hann fekk at vita, hvat ið var, helt hann, at beinast
var at kanna eftir, hvat tað mundi vera. Varisliga
trilvaði hann seg oman gjegnum gongina. Hon
gjørdist alsamt smalari.
»Hatta hjålpir onki. — So leingi sum vit ikki vita,
hvat ið tað var, er tað vandamikið at leita i myrkr-
inum.« — Hann hugsaði seg um eina letu, so helt
hann fyri: >Tað beinasta man vera, at vit laða upp
fyri gongina.«
Men tað var ikki bara sum at siga tað. Ti gongin
var nokk so við. og tey høvdu ikki tilfar til tað.
„Tað var uppaftur betri at byrgja fyri hurðina inn
higar«, helt Basilius.
Tað var skjótt gjørt. Hóast hvekkin so sovnaðu øll
skjótt aftur. Ferðin hevði verið mødsom.
(Framhald)