Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juli 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 St Kilda: Ein avbyrgdur heimur eftir Hans Thomsen St. Kilda-búgvar vandust við at klintrast og klúgva frá barnsbeini, og teir flestu mintust, hvussu teir plagdu at busast í kleivini á Cona- chair, uttan at hugsað varð stórvegis um tað. Øklarnir á teimum vóru eðrvísi enn á fólki aðrastaðni og næstan dupult so ferir sum á monn- unum inni á meginlandinum. Eisini gleivaðu tærnar meira og vóru meira krektar sosialurin Nr. 58 — 28. juli 1979 ST. KILDA — ein fjaðraður heimur Fuglaveiði Dreingjabernini á St. Kilda lærdu tíðliga at klintrast í bjergunum. >Tað 'fyrsta, vit løgdu til merkis«, skrivaði John Ross skúlalærari um ein dag, hann lá á báti undir berginum í Conachair, svar ein maður við lítla soni sínum, sum stóðu á einari nes nakað upp frá sjónum. Annan endan á bandinum, teir hevdu sín- ámillum, var bundin um miðjuna á pápanum, með- an drongurin var bundin í hin endan. Hetta mundi vera gjert fyri at hin lítli, sum var óroyndur, skuldi ikki vera áhaldsin og detta útav. Teir vótu eftir nát- ungum, og drongurin tók frá, so hvert sum pápin kipti. So loysti maðurin seg úr, syfti eina nátabyrði upp á seg og royndi at koma sær upp á eina rók, sum var so smeðin, at tú hevði forsvorið, at nakar fekk staðið har. Tá hann var uppkomin, fór hann grulvandi eftir henni á hondum og knøum og um tað minsta hevði borist honum á, hevði hann farið so beint í tað kolbláa hav stívar áttati fetur niðri- undir. Men hann kom væl vegin fram við byrðini og Frá Conachair, teir eru til bjarga. Menninir arbeiða saman tveir og tveir. Teir vóru altíð skóleysir. vendi aftur eftir drongin- um. Nú gjerdi hann á seg aftur, men hesa ferð var lítið meir enn metur millum báðar og hesin lítli, ið mundi vera um tíggju ára aldur, fylgdi óttaleys- ur pápanum og skjótt hevdu báðir aftur trygt undir fótum. Soleiðis venja St. Kilda-búgvar synirnar til at klintrast í teimum hættisligu bjørg- unum, og hetta má sigast Øll vóru uppii, tá nátungarnir vórðu tiknir í august. Konufólk og børn bóru fuglin heim i bygdina at vera vandamikið ar- beiði við lit.« Jú, St. Kilda-búgvar vandust við at klintrast og klúgva frá barnsbeini, og teir flestu mintust, hvussu teir plagdu at busast í kleivini á Cona- chair, uttan at hugsað varð stórvegis um tað. Øklarnir á teimum vóru eðrvísi enn á fólki aðra- staðni og næstan dupult so ferir sum á monnunum inni á meginlandinum. Eisini gleivaðu tærnar meira og vóru meira krektar. Sjófuglurin var lívsneyðugur fyri tey á St. Kilda. Tað, sum reindjórið hevur at týða fyri tey í Lapplandi, hevði súlan, havhesturin og lundin at týða fyri tey á hesum bjarglendu oyggjum. Av tí at jørdin var kørg og gav lítið av sær, bar ikki til at liva av henni einsa- mallari úti á Hirta. Gaman í at oyggjabúgvarnir hevdu seyð, nekur neyt, nakað av eplum og korni, men var fuglurin ikki, hevði ikki borið til at livað. >Loftið er svart av fjaðraðum fenadi«, skriv- aði John Macculloch, tá hann í 1819 vitjaði St. Kilda. >Sjógvurin er allur avtakin«, heldur hann fram, og jerðin diglut sum ein blómusett ong í mai- mánað.“ Og væl ansaðu St. Kilda-búgvar eftir fugli og eggum. Tað gav at býta, tá nakrir fremmandamenn í 1695 ætlaðu sær at stjala egg, beint sum fuglurin hevði vorpið. Tá fóru St. Kilda-búgvar eftir hesum óbodnu gestum, tóku egg- ini av teimum og róku teir avaftur oynni, legdu síðani eggini aftur, har tey hevdu ligið. Men fyri at ongin ivi skuldi vera um, at teir meintu hetta í álv- ara, lótu teir fyrst eggja- tjóvarnar úr brókunum, so teir máttu fara spillikokk- ar av aftur oynni. Meðan fuglurin lá og beldi, var ikki loyvt at taka eggið frá havhestin- um og tiltek vórðu gjørd fyri at forða seyði og hundum í at órógva fuglin. Hvenn junimánað stikaðu St. Kilda-búgvar av við hoybendlum, sum teir stungu fjaðrar í, so umráð- andi var tað teimum, at eggini fingu frið at klekj- ast. Lundi og annar fuglur Í marsmánað kom lundin aftur sum fyrsti fuglur í hundraðtúsundatali eftir at hava hildið til úti til havs um veturin. Tað nógva av honum átti úti á oynni Dun og forkunnugt var hjá St. Kilda-búgvum aftur at fáa fekst at