leygardagur 28. juli 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 58 — 28. juli 1979
smakka, nú teir í einar
fýra mánaðir hevdu livað
av berum saltmati. Súlan
plagdi so smátt at fara at
koma aftur seinast í
januarmánað, men ikki
fyrr enn í prílmánað
plagdi at verða farið við
bát út í Stac Lee og Stac
an Armin eftir henni. Nú
kom ein tíð, tá fólkið mest
livdi av súlu og lunda og
havhesturin á Conachair
var eitt kærkomið um-
skifti í kostinum. Hav-
hestaegg vórðu ongantíð
tikin, av tí at hann bert
verpur eitt egg ta einu
ferðina, men súlu- og lom-
vigaegg vórðu tikin í tús-
undatali. Tey vórðu antin
etin fesk ella varðveitt til
seinni nýtslu, og hetta var
ráðiligt, tí St. Kilda-búgv-
ar vistu sum var, at hesi
bæði fuglaslegini vurpu
uppaftur í staðin fyri egg-
ini, ið tikin vórðu. |
Í juni og juli var lundin
einasti fuglur, ið fekst til
matna, tí hesa tíðina lógu
súlan og havhesturin og
beldu. Nátaveiðan fór
fram í august, tá náta-
ungar í túsundatali vórðu
tiknir í bjørgunum, áðrenn
teir fóru á sjógvin. Teir
brúnlittu súluungarnir
(grásúlan) komu seinni
fyri seg, so farið varð ikki í
stakkarnar eftir teimum
fyrr enn ein mánað seinni.
Tá segumaðurin Martin
Martin í 1697 vitjaði St.
Kilda greiðir hann frá, at
St. Kilda-búgvar (tá var
fólkatalið 180) hevdu tikið
16000 egg og 22.600 av
fugli. Bert í Stac Lee metti
Teir vaksnu menninir á Hirta til fugla eftir ti sjófugli sum á hverjum
sosialurin
Síða 9
hann oyggjabúgvarnar at
fáa einar 5—7000 súlur ár-
liga.
Havhesturin
Longu í 1758 var havhest-
urin farin at nerast í stór-
um á St. Kilda og nógv
varð tikið, tí bæði fjøður
og lýsi vóru tá í góðum
prísi. So seint sum í 1878
var St. Kilda einasta stað-
ið í ellum Bretlandi, har
havhesturin átti. Í årun-
um 1829 — 1843 — tá var
fólkatalið á St. Kilda
minkað niður í 100 — tóku
teir einar 12.000
nátaungar á hverjum ári.
Í 1901, tá fólkatalið var
komið niður í 74, vórðu
tiknir 9.000 nátungar, ella
o.u. 130 í miðal upp á
fólkið.
Maturin
Kosturin hjá St. Kilda-
búgvum var mest fuglur.
Til morgunmatar hevdu
tey aloftast greyt, sum ein
lundi varð kókaður í og
havdur sum bót. Til
degurða hevdu tey oftast
havhest og epli. Næstan
allur matur mátti kókast,
tí eingin átti bakarovn
uttan prestur. Fremm-
andamanninum kundi mat-
urin kanska tykjast nakað
deyvur. Av tí at brennið
var lítið og vánaligt, var
mangan illa kókað og mat-
urin ofta hálvkaldur, tá
sett varð á borðið. >Tá ið
havhestur verður kókað-
ur«, skrivaði John Ross,
„verður ofta nakað av
havramjeli = koyrt útá.
Tá liðugt var, var fuglurin byttur, so øll fingu part, eisini tey gomlu og ungu, sum ikki
hevdu verið við, fingu teirra lut.
Hetta verður so sopið sum
greytur og mett at vera
sera góður kostur og
góður fyril heilsuna. Hes-
um ivist eg heldur ikki í
hjá tí, sum búk hevur til at
tola slikt«.
Havhesturin hevur
hvítt kjøt, men tå fuglurin
eldist verður tað ein blend-
ingur av feitti og kjeti,
meðan nátungin næstan
er tað bera feitt allur sum
hann er. Tá havhesturin er
kókaður, minti hann eitt
sindur um neytakjet á
smakki, og rithevundurin
Heathcote, sum einaferð
vitjaði oyggjarnar, helt
fyri, tá hann ein dagin
hevði fingið havhest til
døguråa: >Ég má siga, at
bara væl smakkar. Eg
hevði væntad, at hetta fór
at vera okkurt vamlisligt,
men tað var tað als ikki.
Nakað snikut var tað, men
illa smakkaði tað ikki.“
Og smakkaði havhest-
urin væl, var hann eisini
seigur — ið hvussu er teir
gomlu — og hetta var gott
fyri tenn og tannkjet hjá
St. Kilda-búgvum. John
Ross tekur til, hvussu
hvítar og sterkar tenn teir
tóktust at hava. Tanna-
rekt hevði ongantíð verið
nakað vandamál á Hirta,
hóast oyggjarfólkið har
ongantíð hevði átt so
mikið sum eina tannbust.
ári átti i bjørgunum
5. partur
Lundin var hevuðskosturin hjá oyggjabúgvunum meg-
inpartin av sumrinum
Tað nógva fuglakjetið,
tey ótu, tykist at hava
vart tenninar.
Summarmánaðirnar var
lundin > hevuðskosturin.
Eins og havhesturin, varð
súlan eisini vanliga saltað
at hava til veturin,, men
tað vóru nú ikki einans tey
á St. Kilda, sum ótu henda
fugl, tí inni á skotska meg-
inlandinum hildu summi
grásúluna vera satt góð-
gæti og kokkarnir á teim-
um ferðaskipum, sum
sigldu til vesturskotsku
oyggjarnar, borðreiddu
mangan við hesum fugli.
Eisini ótu tey
á SL.
x
Kilda hópin av eggum, ið
tey, sum ein ferðamaður
tók til, seta beint sum tey
aðrastaðni eta epli«. Rænt
varð um várið og eggini
kókað og etin so hvert,
ella eisini goymd í tunnum
og varðveitt at hava til at
taka seinni. Um hesi egg
ikki altíð vóru so frísk
legdu St. Kilda-búgvar
minni í. Tey kundu hava
tey liggjandi bæði seks og
átta vik áðrenn tey
vórðu etin. »ti«, sum tey
tóku til, »so mikið betur
smakka tey =.
Framhald