mikudagur 1. august 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 59 — 1. august 1979
sosialurin
Síða 5
kring oyggjarnar
Starvsfólkini
i summarfri
Í løtuni eru nærum øll starvsfólkini hjá Klaks-
víkar kommunu í summarfrí. Undantikin er tó
svimjihellin, avgreiðslan hjá kommununi og grót-
brotið. Starvsfólkini meta aftur til arbeiðis mána-
dagin 13. august.
Eisini býráðið er í summarfrí. Næsti fundurin
verður hildin tann 21. august. Tað liggja annars
fleiri mál, sum býráðið nú skal taka steðu til. M.a
er eitt tilmæli um at fara undir at detailprojektera
havnabygging norðuri í Ánunum. Annars skal
býráðið einaferð í heyst viðgera nýggja býar
planin, sum er gjerdur fyri Klaksvíkar kommunu
Nógv hildu, at eldsbrunin var ein partur av bjargingarroyndini. Men hann var ramasta álvara
a roykin, leyp
um borð og sløkti
— skaðin á Suðurvarða mettur til 30.000 kr. Hetta er ov
lágt, sigur skiparin. Ein neyðrakett frá bjargingarroynd-
ini var orsokin til eldin
Ein maður, sum var
staddur á vestaru
bryggju, tá eldur
kom í rækjutrolar-
an Suðurvarða ólav
sekudag, gjørdi
skjótt av. Hann
leyp umborð, fann
ein eldslekkjara og
fekk við honum
bast eldinum.
Hetta var beint
áðrenn rútarnir á
brúnni brustu.
Hevði tað hent,
slapp eldurin
innum og so hevði
skaðin blivið nógv-
ar ferðir sterri, upp-
lýsir politiið.
Tað var ein neyðrakett,
sum var send upp í sam-
bandi við bjargingar-
royndina hjá Havnar
Bjargingarfelag, sum var
orsøkin til eldin.
Rakettin datt niður i
nøkur net, sum lógu
frammanfyri brúnna á
Suðurvarða. Skadin er
mettur til 30.000 kr., men
skiparin á Suðurvarða,
Ludvig Ryggstein, heldur,
at hetta er ov lágt mett.
Suðurvarði kom heim
fríggjadagin. Hann hevur
verið eystanfyri og hevði
72 tons.
Ætlanin er nú, at hann
skal aftur til Grenlands at
royna. Hann hevur 140
tons eftir av kvotuni har.
Innflutningurin
minni í ár
— Tað er útflutningurin eisini, men har er ikki so stórur
munur
Vit hava í fyrra hálvári 1979 innflutt fyri 423 milj. kr. Tað eru slakar 42 milj. minni enn
fyrra hálvár 1978.
Alt árið 1978 bleiv innflutt fyri næstan eina miljard ella 986 milj. kr.
Útflutningurin er eisini minni í ár, men her er tó bert talan um 4,5 milj. kr.
Feroyski útflutningurin fyrra hálvárið í ár er 328 milj. kr. móti 333 milj. í fjer.
Tilsamans bleiv útflutt fyri 775 milj. kr. í fjør. Sostatt keyptu vit fyri 211 milj. kr.
meira enn vit seldu.
Fingu ikki skorið
trolið av
A middegi mánadagin
kom verjuskipið Fylla
á Havnina við trolan-
um Jatnakletti úr Mið-
vági Jatnaklettur,
sum royndi á Suðuroy-
arbanka, boðaði um
eitt-tíðina mánanáttina
frá, at hann hevði
fingið trolið um skrúv-
una
Fylla fór út til Jatna-
klett og tveir frosk-
menn fóru niður at
skera trolið av skrúv-
uni. Men hetta læt seg
ikki gera, tí grunnurin
var komin um skrúv-
una. Tað gjerdist tí
onki annað enn at taka
Jatnaklett uppá sleip.
Hann bleiv eftir kom-
una til Havnar tikin
upp á skipasmiðjuni.
Hetta var annar túr-
urin hjá Jatnakletti,
síðani hann varð
umbygdur til ísfiska-
trolara. Tað var undir
triðja hálinum, at ó-
happið hendi.
Útlendingar
fiskað
160.000 tnns
Fyrra hálvárið í 1979
fiskaðu útlendsk fiski-
fer góð 161.000 tons
undir Feroyum. Megin-
parturin av hesum,
151.000 tons, er svart-
kjaftur, sum russar og
norðmenn hava fiskað
mest av, russar 88.000
tons og norðmenn
41.000.
Tey virðismiklu
fiskaslegini, toskur og
hýsa, eru ikki so nógv
fiskað av útlendingum
Teir fiskað góð
1000 tons av toski og
hava
einans 207 av hýsu
Minni veiða
á ellum leiðum
Feroyska fiskiveiðan
hevur verið minni á øll-
um leiðum fyrra hálvár
í ár samanborið við
fyrra hálvárið i fjør.
A fjarleiðunum eru í
ár veidd 13.885 tons
móti 19.336 í fjer
A miðleiðunum eru
veidd 71.885 tons í ár, í
fjer var talið 84.337.
Og heima hjá okkum
sjálvum eru veidd
60.998 tons, tað eru
3.062 tons minni enn í
fjør. Heildarveiðan í år
til 1. juli er 146.768
tons. Fyrra
1978 var hon 167.803
haivar
tons
Tingfundur
í morgin
Fyrsti vanligi ting
fundurin 1 hesi tingset
Tá skulu sjey limir
veljast í figgjarnevnd
ina, triggir í umsóknar
nevndina og tríggir
Aftaná nevndarvalið
Panelfundur í Klaksvík
Komandi leygardag verður skipað í
í Klaksvík. Tað er ein arbeiðsbólkur, sum
panelfundi
nevnir
seg »Byarfylkingin«, ið stendur aftanfyri henda
fundin. Fundurin verður hildin i skúlanum við
Ósánna og ætlanin er m.a. at býráðslimir skulu
luttaka í panelinum.
Býarfylkingin hevur fleiri nevndir, sum arbeiða
við ymsum kommunalum málum so sum býar-
planinum, ferðslumálum, spæliplássum o.e.