Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. august 1979síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

52. árgangur Líkningarráðið: Leysasola 4,00 kr. Nr. 60 — Leygardagur 4. august 1979 Í lagi at hoyvikingar hava minni skatt — Hoyvík og Hvítanes eru, hvat skattaálíkn- ing viðvíkur, mett sum ein kommuna fyri seg Tað verða framveg- is tvey skattapro- sent í Tórshavnar kommunu, 145 í Hoyvík og á Hvíta- nesi og 15,5 í hinum partinum av komm- ununi. Tað siga bæði landsstýrið og líkningarráð Fer- oya eftir at hava viðgjert málið fyri stuttum. Landsstýrið hevur av- gjørt, at hvat skattaálíkn- ing viðvíkur verða Hoyvík og Hvítanes mett sum ein kommuna fyri seg til kom- andi kommunuval, sum verður í 1980. Líkningarráðið stuðlar hesari avgerðini. Tað var eftir tilmæli frá trýmannaráðnum í Hoy- vík, at býráðið setti skattaprosentið til 14,5 í tí nýggjasta partinum av kommununi Hetta hevur býráðið heimild til sambært sátt- málanum millum Tórs- havnar kommunu og Uttanbiggjar - kommunu um samanleggingina. Sáttmálin er góðkendur av landsstýrinum. Líkningarnevndin hjá Tórshavnar kommunu vildi tó ikki góðtaka, at tvey skattaprosent eru í kommununi. Hon vísir á nýggju skattalógina, sum sigur at sama skattapro- sent skal vera fyri allar borgarar í einari komm- unu. Líkningarnevndin gekk tó fyribils við til at seta prosentið í Hoyvík og Hvitanesi til 14,5, so skattarokningarnar kundu skrivast út. Likningarnevndin legði síðani málið fyri líkningar- ráð Feroya, sum nú hevur staðfest avgerð býráðsins. Hevdi likningarnevndin fingiå vidhald og pro- sentið blivið tað sama, hevði skattainntekan hjá Tórshavnar kommunu vaksið við 250.000 kr. í hesum fíggjarárinum. Javnaðarflokkurin vil loysa: Samfelagsligu og vinnuligu trupulleikarnar Í einum uppleggi til viðgerðina av okkara vinnuligu og samfelagsligu trupulleikum setur javnaðarflokkurin fram sjónarmið síni um, hvussu hesir trupulleikar eiga at verða loystir. Uppleggid umfatar tíðaravmarkaði brådfeingis tiltøk og eina langtidarætlan, sum fevnir um meira varandi tiltøk og loysnir. Lesið á síðu 6 og 7 Skúlabarn í Klaksvík 1989: Dreymur og marra 002 Fingið hálva #7 + mill. kr. til | at kanna árin | av sjonvarpi Lesid å s. 3 Eyðun Andreassen fólka- minnisfreðingur skal gera kanningina Royndarstoð og búnaðarskúli: D. P. Danielsen, landsstýrismaður: Klandur er orsøkin til at vit onga royndarstød og búnaðarskúla hava Hanus í Miðstovuni, formaður í Búnaðarfelagnum: | Dáragerð at leggja royndarsteð á Heygsgarði, sum er óhóskandi Lesið á síðu 4 Agnar og Hilmar vistu onki um tiðindafundin lesið grein og opið bræv til formansskap legtingsins á síðu 5 Jona og Karin vilja hava frágreiðing um tinghúsið