leygardagur 4. august 1979síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 —11820
box 76. 3800. Tórshavn
Tórfinn Smith
taksstiort
Bladstjøri: Vilhelm Johannesen (åbyrgd)
Blaðmenn: Hogni Djurhuus
Jøhann Mortensen
Jan Muller
SOsI
Dim?
Hvørji tiltøk
NOGV hevur sjålvsagt verid sagt og
skrivað um verandi politisku stød-
una. Og sjálvsagt eru menn altráir
eftir at vita hvørji tiltøk politisku
flokkarnir ætla at koma vid og fåa
framd til tess at tryggja høvudsvinnu-
vegi landsins framhaldandi rakstur.
Hesi róp hevur Javnaðarflokkurin
sagt seg vilja svara aftur við at koma
við einum greindum uppskoti um
hvussu eigur at farast fram.
Í INNLEIDNINGI sínum til uppskotið
til loysn av okkara vinnuligu trupulleik-
um hevur javnaðarflokkurin víst á, at
hesin pástandurin um at vit hava
kreppu ikki á nakran hátt kann
samanlíknast við kreppur so sum tær
eru í londum kring okkum, men talan
er heldur um trupulleikar, sum vinn-
ast kann á við skinsamligari politisk-
ari framferð.
SJÁLVSAGT, tað skerst ikki burtur,
at føroyska samfelagið í løtuni hevur
trupulleikar, sum stava frá hækkandi
oljuprísum, hækkandi prísum á
skipaútgerð og trupulleikum við at
fáa til vega nóg stórar nøgdir av rá-
voru.
MEN hinvegin hava vit ikki trupul-
leikar, eftir ollum at dóma, við at selja
okkara framleiðslu.
TAÐ er so i løtuni, at fiskiskipaflotin
orsakad av hesum nevndu prishækk-
ingum, hevur ilt vid at fåa endarnar at
røkka saman. Hesar prishækkingar
koma væntanwi eisini at elva til
trupulleikar å ødrum økjum, og er ti
av størsta tydningi at politisk tiltøk,
ið kunnu fyribyrgja størri trupulleik-
um, verða sett í verk.
ARBEIÐI til allar hendur, hetta er
Javnaðarflokkurin sannførdur um
støðugt má vera ein veruleiki. Tí
hevur flokkurin lagt fram uppskot
fyri allar tingsins flokkar at viðgera,
uppskot sum miðar ímóti at loysa
verandi trupulieik fiskivinnuni.
sosialurin
Nr. 60 — 4. august 1979
ES Amme
HVØR ER ÆTLANIN VID SKULANUM?
Øllum er greitt, at hølis-
vidurskiftini i Klaksvikar
skúla eru út av lagi våna-
lig. Øll eru samd um, at
okkurt má gerast, men so
er eiisni úti við semjuni.
Nógv uppskot hava verið
sett fram um nýggjar
skúlar, men enn eru vit
ikki - komin málinum
nærri.
Longu í 50-árunum
vóru planir um at gera
skúlar úti á ermunum,
men hetta bleiv tó ongan-
tíð til annað enn prát. Í
1962-63 varð avgerð tikin
um at tað skuldu vera
tveir skúlar í Klaksvík, og
at tann nýggi skúlin
skuldi byggjast á Lítlu-
brekku. Hóast ein tilbygn-
ingur til »Nyggja skula«
nyliga var tikin i nytslu,
var plásstrotið farið at
gera seg galdandi; men
onki hendi víðari við hesi
avgerð. Ikki fyrr enn í
1968 hendi nakað aftur.
Sóknarstýrið hevði sett
eina nevnd at kanna
meguleikarnar fyri bygg-
ing av skúlum og í 1968
kom hendan nevnd við ein-
um áliti sum peikaði á at
leggja alla skúlabygging-
ina í miðbýnum. Hetta
varð so viðtikið í sóknar-
styrinum. Steðan er tó ó-
broytt tí:
Í 1973: Skúlin ov trong-
ur — ein neyðloysn bleiv
Ósáskúlin.
Vár 1979: Skúlin ov
trongur — ein neyðloysn
bleiv uppíbygging í Ósá-
skúlan.
Heyst 1979: Skúlin ov
trongur — hvat verður
næsta neyðloysn? Ein
uppíbygging afturat?
Viðmerkjast kann, at
tey seinastu 20 árini er
skúlin vaksin við umleið
500 bernum, skúlastovu-
talið bert vaksið við Ósá-
skúlanum, skúlagarðurin
minimalt. Umsitingin er
býtt í 2 partar, men talið
av skúlastovum og skúla-
garðurin er tað sama.
Við hesum í tonkunum
fer ein at hugsa, hvussu
fer at síggja út um 10 ár.
Ár 1989 Dreymur
Tað ganga umleið 1000
bern í skúla í Klaksvík.
Á Bumshamri er bygd-
ur skúli fyri 1-7 skúlaár
við í mesta lagi 20 børnum
í hverjum flokki.
Á Stongunum er bygd-
ur skúli fyri 1.-7. skúlaár
við í mesta lagi 20 børnum
í hverjum flokki.
Tað eru 10 skúlastovur í
hverjum skúla, bygdar
rundanum ein innilokaðan
garð, sum er uttandura
spælipláss við klatrista-
tivum, reiggjum, bonkum
0.Ø. til børnini. Børnini eru
inni tá tað regnar. Inni eru
meguleikar fyri borðtenn-
is og ødrum tilikum spøl
um. Sølubud vid frukt er,
sum næmingarnir sjålvir
umsita. Avgerdir vidvikj-
andi skúlanum verða tikn-
ar í felagsskapi, somu-
leiðis verður skipað fyri
felagsundirhaldi og sam-
veru, við sjónleiki, sangi
o.til, sum næmingarnir
sjálvir skipa fyri.
Skúlagarðurin er opin
aftaná skúlatíð, so næm-
ingarnir kunnu koma har
tá teir ynskja tað. Skúlin
er teirra og ikki bert eitt
stað, man verður rikin inn
og út úr.
Tá brúk er fyri serstov-
um verða næmingarnir
koyrdir í bussi til hesar:
(fimleikur, fysikk 0.a.)
Skulin å Ziskatrød:
3-sporaður frå 1-7 skúla-
år vid i mesta lagi 20
børnum i hvørjum flokki.
Innari partur av
skúlagarðinum er vorðin
innilokaður, so næmingar-
nir ikki skulu ganga úti í
regni. Har er gjert spæli-
pláss við klatristativum
osv. og ein partur er
græsplena.
Á hverjari hædd er 1
lærarastova og ein felags-
stova fyri næmingarnar. Í
skkulanum er eisini selu-
búð við frukt.
Í Ósáskúlanum ganga
8-10. flokkarnir og niðan-
fyri skúlan er havi, sum
næmingarnir sjálvir hava
verið við til at gera.
Tey seinmentu bernini
og lesibrekaðu annars
ganga so vítt sum gjerligt
í teim vanligu flokkunum,
tó er serundirvísing eftir
tervi í skúlanum á Ziska-
treð.
Hinir skúlarnir: Tekn-
iski Skúlin, Sjómansskúl-
in, Húsarhaldsskúlin,
Fiskivinnuskúlin og HF
eru spjaddir í bygdini av ti
at næmingarnir í hesum
skúlum eru so ymiskir í
aldri og undirvísingar-
håtturin so ymiskur.
Nakrir av serlærarunum
eru t6 felags fyri fleiri
skúlar.
Hetta var sum ein
kundi hugsað sær tað, og
sum hevði borið væl til at
sett í verk, men vreður
hildið áfram við bygging-
ini sum ætlað, verður:
Ár 1989 Marra
Í skúlanum í Klaksvík
ganga umleið 1000 bern.
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Í skúlanum á Ziskatreð
ganga 3 spor frá 1-10
flokk.
Í skúlanum á Fossum
ganga 2 spor frá 1.-10.
flokk.
Bernini á ermunum
noyðast enn at ganga
allan tann langa og
hættisliga vegin við nógv-
um bilum, ongum súkklu-
breytum og fáum gongu-
breytum (eftirsum nógvar
verða tiknar burtur og
oljugrús koyrt á allan
vegin í staðin) Tey mugu
enn renna heim til døg-
urða, tí ongir meguleikar
eru fyri at eta í skúlanum.
Tey blíva enn rikin út í
betongskúlagarðin um
veturin og í regni og
noyðast tí enn at sita inni í
vátum klæðum.
Illa ber til at spæla i
fríkorterunum, tí har eru
alt ov nógv bern og nógv
bern standa enn í einum
króki fyri seg sjálvan, tey
megna ikki at koma fram-
at, tí tey eru ikki so sterk
sum hini og ongin gevur
sær far um tey.
Umhvervið er ópersón-
ligt, fá hava meguleika
fyri at kenna lærararnar,
tí teir nógvu vikararnir
skifta í heilum. Ongir
nýggir lærarar koma í
skúlan, tí tað er alt ov
strævið og stressandi, alt
ov nógvur larmur (600
bern í einum lítlum skúla-
garði).
Aftaná skúlatíð verður
skúlin læstur og bernini
rikin út úr skúla og garði,
tí hetta er jú bert eitt stað
man er um dagin. So
stendur hesin stóri bygn-
ingurin tómur, sum kundi
verið brúktur til nógv
áhugamál hjá næmingun-
um og eðrum ungdómi. 2
stórir dýrir skúlar, og
bernini hava ongi heli til
felog 0.a.
Í Ósáskúlanum sær
annarleiðis út:
Hann er vorðin eitt
kulturcentur. Har sita
nekur fólk fá fólk um
kveldarnar og venja tón-
leik, tó er eitt sindur av
musikkundirvísing har
um dagin eisini. Helið er
jú vælegnað, og tá allir
næmingarnir nú eru so
væl stúgvaðir saman í
teim stóru skúlunum á
Ziskatrød og á Fossum so
ÁHEITAN
Á búnaðarstevnuni, ið var
um mánaðarskiftið juni
juli, var at enda orðaskifti
við politikarunum.
Ut frá hesum orðaskifti
— og tí tað nú sær út til, at
nýtt landsstýri verður
skipað fari eg at heita
á tykkum at lata Atla
Dam umsita landbúnaðar-
mál, soleiðis at vón verður
er eisini gott pláss.
Her er eisini gjørt pláss
til undirvísing av teimum
bernum sum vegna ymisk
brek ikki eru í standi til at
fylgja undirvísingini í
flokkum við 24 bernum.
Tað er eisini best at hava
tey fyri seg sjálvi, tey eru
so strævin at hava millum
hini, tí tað gongur alt ov
seint við undirvísingini og
tey vita jú, at tey eru ikki
sum hini.
Á Eiðinum er bygdur
ein stórur nýmótans skúli,
sum kann rúma øllum
yvirskúlum. Her ganga
eini 600 fólk frá 17 ára
aldri og uppeftir. Tað
gongur bara so illa at fáa
tey fólkini á Fiskivinnu-
skúlan, sum hann var
ætlaður til, tí tilkomið fólk
tímir ikki at deila skúla
við síni egnu bern, sum
kanska ganga á HF ella í
Tekniska skúla.
Kappingin millum lær-
ararnar er stór, hver
heldur sín part vera týdn-
ingarmestan; undirvísing-
in er ymisk í teim ymsu
greinunum og aldursbólk-
unum, so sambandið mill-
um teir ymsu bólkarnar er
lítið.
Og tá nú so nógvur pen-
ingur er nýttur til hesar
stóru dýru skúlarnar, so
verður heldur ikki ráð tey
næstu 20-30 árini at
byggja fittar, hugnaligar
skúlar á ørmunum. —— —
Nú hevði verið áhuga-
vert at vita, hver ið avger,
hvussu framtíðin fyri
skúlan og harvið bernini
fer at verða. Verður tað
Dreymurin ella Marran,
sum verður veruleiki? Tað
er bert eitt sum er syrgi-
ligt, tá tað er skúlabygg-
ing, ið avgerðir verða
tiknar um. Tá hava peng-
arnir alt at týða, trivnað
verður ikki hugsað um.
Samstundis er onki til
hindurs fyri at keypa eitt
stórt, flott og dýrt hús til
býráðið, og harafturat ein
hóp av eðrum bygningum,
sum tá ikki hevdu nakað
endamál. Men skúlar —
nei, tað hava vit ikki ráð
til.
Jógvan Brim Joensen
Ingun Joensen
Gloria Guðjónsson
Helle Heinesen
um skilabetri tíðir fyri
búnaðarframleiðslu.
Búnaðarfólk
NB! Aðurnevnda búnað-
arstevna var annars
mesta partin av tíðini eitt
slag av >fólkafloks< undir-
haldi og megnaði sostatt
ikki at vísa frameftir.