leygardagur 4. august 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 4. august 1979
sosialurin
=
er javnaðarflokkurin
greiður yvir, at hesi tiltøk
natúrliga fella í tveir part-
ar — nekur bráðfeingis til-
tek og nekur meira var-
andi tiltøk.
Uppskot til bráð-
feingis tiltøk
1. Landið letur ein rakst-
rarstudning, sum skal um-
fata ell fiskiskip og verður
hesin studningur veittur í
mun til oljunýtsluna.
2. Politisku myndug-
leikarnir tryggja, at skip
og virkir, sum eru í trong-
steðu, fáa fallin termins-
gjeld útsett.
3. Sett verður í verk ein
serstek stuðulsskipan fyri
ídnaðarskip. Henda
skipan skal miða ímóti, at
botnmarkið fyri útloysan
av studningi verður hækk-
að og síðani at sjálvur
studningurin verður
hækkaður.
Flokkurin undirstrikar,
at hetta er ætlað sum ein
bráðfeingis loysn og mælir
til, at hesi tiltek fáa gildi
frá 10. august 1979 og til
endan á verandi fíggjarári
t.v.s. 31. mars 1980.
Figging av bráð-
feingistiltøkunum
Roknað verður ikki við at
allar útreiðslurnar til hesi
brådfeingistiltøk kunnu
fíggjast í hesum fíggjar-
árinum. Ein fyribils figg-
ing kann fáast við eini
meiri virknari skattainn-
heinting.
Tann parturin av út-
reiðslunum til bráðfeingis-
tiltøkini, sum skal fíggjast
endaliga í hesum fíggjar-
árinum, skal fáast til vega
á ein hátt, sum minst
meguligt nervar vanligu
lentakararnar, m.a. við at
tær inntekur, sum í dag
ikki eru skattaðar, sum
tær eiga, verða skattaðar
rætt. Til hetta endamál
verður sett eitt ávíst tal
av serfreðingum at vera
líkningarvaldinum til
hjálpar.
Eisini mælir flokkurin
til, at skipaður verður len-
arskattur, sum arbeiðs-
gevarar rinda í mun til út-
goldna len (1 ella 2 oyru
fyri hverja krónu). Undan-
tikin lenarskattinum vera
fiski- og útróðrarpartar,
fiskiidnadurin og tað al-
menna. Lenarskatturin
skal hava gildi frá 1. okt-
ober 1979 til 31. mars
1980.
Í tíðarskeiðinum, sum
bráðfeingistiltekini virka
í, verður generellur prís-
steðgur settur í verk.
Flokkurin ger sær eisini
greitt at herumframt
kunnu ávísar avgjalds-
hækkanir i > ikki-neyd-
synjarverur blíva neyðug-
ar.
Samstundis mælir
javnaðarflokkurin frá
almennum niðurskurðum,
har vandi er fyri, at hetta
ferir til arbeiðsloysi, sigur
flokkurin í sínum uppskoti
til loysn av okkara vinnu-
ligu trupulleikum. Upp-
skotið umfatar eisini
meiran varandi búskapar-
lig tiltøk, sum vit fara at
prenta í komandi miku-
dagsblaði.
Mazda 323
17 mánaðir gamal til sølu. Lagaligar
gjaldstreytir.
Telf. 12234
Sethús í Klaksvík
til sølu um hóskandi boð fæst. 3
hæddir og hjallur,
kvm.
grundgkið 440
Telefon 555 76
Fyribils
skrivstovuhjálp
Frímerkjadeildin sekir eftir fólki til
fyribils skrivstovuhjálp í umleið 4
mánaðir.
Umsøkjarar mugu kunna skriva
uppá maskinu, og hava nakað av
kunnleika til enskt og týskt mál.
Postverk Føroya
Frímerkjadeildin
LOYNIHELLIÐ
eftir J. M. Neale
4. PARTUR
Einabúgvin
Framhald
Tá ið Jóhannes vaknaði, var longu alljósur dagur.
Difilus stóð bendur oman yvir hann. Hann helt á
einum vekrum djóri, sum líktist eitt sindur einum
hundi, men skinnið á ti var riput sum á eini leopard.
„Hvat er hatta?< spurdi Jóhannes.
„Gesturin, sum vitjaði teg í nátt!< svaraði træl-
urin. >Hevdu vit vita, hver hann var, høvdu vit ikki
havt áneyðir at gera so nógv fyri at byrgja okkum
inni í nått.«
»Jamen, hvat er hatta?«
„Ein ungur irbisur, harri, ein snjóleopard! Tað er
eitt vakurt djór, heldur tú ikki?«
Jóhannes flenti. At ræðast eitt sovorðið dýr!
Nú var Filippus eisini vaknaður og stardi bilsin at tí
lítla irbisinum.
„Hvussu fekst tú hendur á honum?< spurdi hann.
„Tað var ikki so ringt. Hann var hálvdeyður av
svongd! Letu aftaná at vit høvdu stongt hurðina hjá
tykkum, fór eg eitt rend inn aftur í gongina. Ég
hoyrdi eitt ljóð tætt við byrgingina framman fyri
tykkara hurð. Eg skundaði mær at tendra kyndilin
og sá júst í halaferðina á irbisinum, sum flýddi oman
gjøgnum gongina.« Difilus streyk hondina eftir
skinninum á dýrinum. >Ja, so fór eg aftan á honum
og fekk hendur á honum. Tað var lætt. Mamma
hansara man vera deyð, ella onkur hevur fangað
hana, tí hetta lítla var so spakt av berari svongd.«
»Påpi, kann eg sleppa at hava hann?< spurdi
Filippus. »Hann er so fittur. Eg skal venja hann,
og hver veit, um vit so ikki kunna fáa nyttu av
honum.
„Ikki talan um!« svaraði faðirin. > Vit hava ikki ráð
at foða eitt dýr afturat, vit hava nógvar munnar at
metta, sum er — nei, tað verður av ongum!<
»Orsaka meg, harri,< legði Difilus uppí, >men tað
hevði nú ikki verið so út av lagi at tikið irbisin við
okkum. Teir eru lættir at venja til at veiða djór. —
Kanska fer hann at vera okkum hentur!<
„>Íðan — og hvussu vilt tú, at vit skulu hava hann
við okkum?«
„Vit balla hann inn í eina rekkjuváð, pápi!< rópti
Filippus. >Nei,< segði Difilus, »eg havi ein tóman
sekk, koyra vit hann í hann, so hava vit ongan ampa
av honum.«
„Heldur tú, at tú fært vant hann?<
eg vænti, at eg klári tað enn. Tá ið vit koma I friðar
ligari umstødur, so skal eg venja hann væl, lít á tað. =
„Ja, ja, Difilus. Heldur tú, at hatta ber til, so taka
vit hann við okkum. Men tú mást ansa væl eftir
honum og passa hann væl.«
Filippus dansaði av frei. Hann leyp yvir til dýrið
og tók tað upp til sín. Men irbissurin ræddist hans
ara ødi og klóraði hann í andlitið
»Titt býtta beist!« rópti Filippus óður
Faðirin flenti. »Hatta var tin egna skuld,< segði
hann. »tå ið tú klokkar dýrið soleiðis, sum tú gjørdi
nú, so má tað klóra Men nú eru ikki stundir til
slíkt longur. Hvussu man standa til við vatni hjá
okkum?«
„Eg fann júst eina góða keldu her nærindis i nått,«
segði Difilus.
„Frálíkt! Jóhannes, hjálp tå Difilusi at fylla teir
tómu leðursekkirnar við vatni. Hava kamelarnir
longu fingið? <
Difilus nikkaði. Hann og Jóhannes klivu so upp
gjøgnum tær vánaligu trappurnar og fóru yvir til
kelduna við teim tómu leðursekkjunum
„Hatta eru eini ræðulig hús!< helt Jóhannes
„Ja, eg hugsi at tað man hava verið ein gomul borg
ella okkurt tílíkt. Ein stórur arabarahovdingi sigst at
hava gjort sær skansa her, einaferð tå ið fønikar logu
stríði ímóti hansara ættarbólki. Men borgin
kend, hóast ongin so góð kelda sum henda í
staðni her um leiðir
„Hevði tað ikki borið til at at sett borgina í star
Hon hevði verið eitt frålikt stad at vart okkun
Jú. tað hevði borið til, harri
verja hana við fyra ella fimm monnum. Og í
hevði tað kosta almikið. Sjálvt um vit
beiddu upp á borgina, kanska høvdu funni
men vit kunn
ð
in...“
»Skattin?«
„Ja, hasin arabarahøvdingin, eg segði tær frå í
ådni, segðist at vera ein ríkur maður. Tad sigst. at tå
ið hann lå at doyggja, bad hann menn sínar krogva
ognir sínar onkunstaðni í teimum gomlu múrunum
Men heldur ikki tann skatturin man vera nog mikid.«
„Veit eingin, hvar hann er goymdur?<
„Um nakar visti av ti, so mundi hann ikki verið til
longur. Men tað kann gera okkum tað sama. Vit
megu sleppa okkum út til gróðrarblettin
ini. Tástani kunna vit vera nekunlunda óttaleys. At
byggja hasi húsini upp aftur Nei, harri. tað
hava vit als ikki stundir til.«
i oyðimerk
„Ja, eg hevði einaferð ein, tá ið eg var heilt ungur;
Jógvan á Bakka
til minnis
26. juli komu deyðsboðini
av Jógvan Johannesen,
Leirvík, Jógvan á Bakka
vit róptu. Jógvan var
motorpassari á »Bakka
Kristiani« og hevði verið
tað í umleið 1 ár. Tað var í
arbeiði sínum umborð, at
Jógvan knappliga gjørdist
sjúkur og brádliga doyði
sama dag.
Jógvan vaks upp í ein-
um góðum heimi í Leirvík,
foreldrini eru Marin-Luffa
og Kristian, Bakka-Krist-
ian nevndur, bæði vóru
tey úr Leirvík. Pápin
doyði fyri kortum. Í 1974
doyði bróður Jógvans,
Hugo, eisini umborð á
fiskiskipi, tað var av van-
lukku. Tey vóru annars 10
systkin.
Jógvan var eitt av hes-
um fólkunum, sum tú altíð
lættliga kann koma á tal
við, hansara áhugi fyri
samfelagsviðurskiftum
ivaðist tú ongantíð í, hann
legði ikki í at krógva sína
persónligu hugsan.
Jógvan fekk gott í bein-
ið frá barnaheimi sínum,
foreldrini vóru trúgv bæði
missjóns- og kirkjufólk og
hevur hetta sjálvsagt
havt sína góðu ávirkan á
systkinaflokkin. Sum tá
var vanligt, kom eisini
Jógvan skjótt at taka lut í
øllum vanligum arbeiði, í
sjógvi sum á landi. Hann
arbeiddi heilt nógv ár á
Skála Skipasmiðju. Altíð
var hann heilhjartaður,
eisini sum javnadarmaåur,
hann sat mong ár og til sín
síðsta dag sum stjórnar-
limur í Javnaðarfelagnum
fyri Eysturoynna og lut-
teka hansara vantaði ong-
Framhald
antíð, tá fundarboð var
Jógvan giftist Salomu,
sum er ættað úr Mikladali
og 4 eru bernini. Vit komu
serliga at hava nógv
felags dagliga hetta sein-
asta árið og hittust javnan
á keiini í Leirvík. Jógvan-
sa lætta sinnalag, hjálp
semi og ágrýtni, hansara
vilji til at alt skuldi ganga
sum smurt í arbeiðnum,
standa eftir sum eyðken!
ir og lívgandi minnir fyri
lívsdag Jógvans, sum ein
ans taldi 51 ár. Salomu,
sum hevur havt langar
sjúkralegur og nú er á
Landssjúkrahúsinum, til
tín venda tankarnir seg og
til tíni, nú tit sita við
Ljósu minnini um ein
góðan vin kunnu veita
lætta
Ólavur Heinesen