leygardagur 4. august 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
St Kilda:
Ein avbyrgdur
heimur
eftir Hans Thomsen
Nátthús vóru eingi á Hirta, og fólk
settu seg, har best bar til. Tí setti
presturin MacLachlan sær fyri at
geva hverjum húski ein náttpott,
men oyggjabúgvarnir høvdu ongan-
tid sæd slikar, vistu ti ikki, hvat teir
skuldu nytast til og høvdu teir i
staðin til at súpa greyt úr!
Nr. 60 — 4. august 1979
ST. KILDA:
;… dagliga lívið
Eftir ellum at dema
broyttist lívið á Hirta lítið
sum árini gingu. >Í eðrum
londum hava tey kanska
hópin av marglæti«, skriv-
ar presturin Kenneth Ma-
caulay í 1756, »men merki-
ligt er kortini, sum tey á
St. Kilda megna at útvega
tað, sum neyðugt er til
lívsins uppihald«. Seksti
ár seinni skrivar Mac
Culloch nakað tað sama:
„Fólkið sær væl út og er
betur klætt enn nógvir av
grannum teirra á Long
Islande. Ein maður av
oynni Skye, sum ofta
plagdi at vera harúti
styttri ella longri tíð, tók
soleiðis til: >Trúgva skulu
tit mær, at eingin í allari
verðini livir so væla.
St. Kilda-búgvar vóru
fyrst og fremst bjarga-
menn, landbúnaðurin hjá
teimum kom ikki fyrr enn
í aðru reð. Tey merkiliga
góðu lívskorini stóðust
fyrst og fremst av tí
nógva fuglinum, sum gav
oyggjabúgvunum so nógv
av tí, tey hevdu brúk fyri,
tí sjálv jørdin á Hirta gav
ongantíð nakað rikidømi
av sær. Ikki tí, St. Kilda-
búgvar løgdu mangan
sveittadropan í at fáa sum
frægast burturúr henni,
men úrslitið varð sjáldan
stórvegis.
Bygdin
Hóast uppá seg hampilig
lívskor, man bygdin á
Hirta hava tókst fremm-
andamanninum ógvuliga
fátækslig. Sum segumað-
urin Martin Martin greiðir
frá, so búðu har eitt
hundrað og áttati fólk í
fimmogtjúgu húsum, sum
vóru av steini, takt við
flag og hoyggj. Bygdin
hevði góðan sólargang og
har var toluliga turrlent.
Eisini var har tað fræg-
asta plássið í allari oynni
til veður, ti fjøllini uttan-
um tóku tað ringasta av
norðan- og vestanættun-
um.
Innan vóru húsini svert
av sóti og luftin rom av
torvroyki. Har vóru
hvorki = vindeygu ella
árnur, eldurin brendi á
miðjum gólvi og roykurin
setti út gjøgnum dyrnar.
Innbúgvi var lítið av og
fólk ótu og svóvu mest á
gólvinum. Í hverjum húsi
var hvern. Ein steinur,
sum hjólað var innanúr,
var lampan ella kolan tey
hevdu og so var eisini
pottur. Til koluna nýttu
tey havhestalýsi og øll
hevdu eisini eina halda-
krukku til vatnið, sum
ikki treyt á Hirta. Nakrar
spelkummur vóru eisini at
drekka úr.
Men húsini vóru sterk
og veggirnir ferir. Gjóst-
urin var eingin, og lítið
hoyrdist til vind í teimum.
Eisini vóru tey ógvuliga
turr, og tey vóru ikki ring
at búgva í hjá fólki sum
St. Kilda-búgvum, sum
vóru so nógv úti.
Neytini undir
somu lon
Um veturin hevdu St.
Kilda-búgvar, eins og
grannar teirra á Hebridun-
um, neytini standandi inni
í húsunum, so tey skuldu
ikki doyggja í kulda og
hóast hetta ikki betti um
reinferið, hevði tað kortini
sínar fyrimunir, tí flótt
var inni av kríatúrunum.
Presturin Neil Macken-
zie, sum vitjaði St. Kilda í
1829, varð illa við at so illa
skuldi standa til við rein-
førinum. Hann virkaði
sum aðrir Skotar tá í tíðini
dúgliga fyri at beta um
heilsuviðurskiftini hjá
fólki. Burtur úr hesum
kom so, at ætlanir vórðu
gjørdar um at byggja eina
nýggja bygd. Fíggjarligan
stuðul fingu tey frá einum
ríkum Onglendingi, Sir
Thomas Acland, sum
dvaldist nakrar dagar úti í
oyggjunum, og so fóru St.
Kilda-búgvar undir at
byggja sær nýggj hús. Við
og glas — sum var teimum
fremmant tilfar — fingu
teir frá eigaranum av
oyggjunum. Í árunum
1836-38 vórðu so 25 set-
hús, fjós, hoyggjhús og
onnur sethús bygd nakað
omanfyri ta gomlu bygd-
ina í Village Bay.
Hesi nýggju húsini,
sum bettu stórliga um
steðuna, sum hon hevði
verið frammanundan,
verða umtalað í 1853 av
Lady Mackenzie frá Gair-
loch, tá hon saman við
unga soni sínum var úti í
oyggjunum. »Eg varð
stórliga bilsin av, hvussu
snegg húsini vóru og
hvussu rúmsátt og ruddi-
ligt allastaðni var uttan-
um“, skrivar hon. »Vegg-
irnir eru — á sama hátt
sum hjá teimum á Harris
— tvílaðaðir. Tey eru flag-
Undir fyrra heimsbardaga varð kirkjan umvæld innan, men tann ómilda trúgvin hjá fríu skotsku kirkjuni hevði
onga ætlan um at St. Kilda-búgvar skuldu sleppa at sova undir gudstænastuni. Stólarnir máttu ikki vera ov
bleytir!