Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. august 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 60 — 4. august 1979 sosialurin Síða 9 takt við viði innanundir og omaná flagnum hava tey strá. Uttaná liggja so allastaðni á kross strá- bendlar, so ikki skal riva«. Men enn stóðu so neyt- ini í eðrum endanum av húsunum. >Neytini standa vinstrumegin, sum tú kemur inn«, skrivar Lady Mackenzie, »og haruppi- yvir er einasta opilsið, sum roykurin kann seta uppigjøgnum, men tað leggja tey einki í, av tí at tey fegin vilja hava sum mest av sóti at nýta sum tað undir kornið og eplini um várið. Sagt varð, at tey ongantíð sópa fyrr enn komið er út í prílmánað, so illa gongst at gloppa hurð- ina<. Enn var eldstaðurin á miðjum gólvi í rúminum og eina ferð um árið varð gólvið grivið, og tað sót- uta stráið tikið av tekjuni og breitt á vellin. Í oktob- er varð nýggjur tekingar- hálmur lagdur á til at taka móti vetrinum. Náttpottarnar at súpa greyt úr Í 1850-árunum setti hin ídni presturin MacLachl- an sær fyri at fáa skil á reinførisvidurskiftunum i oyggjunum. Nátthús vóru eingin á Hirta og fólk settu seg, har best bar til. Tí setti hesin blíði maður sær fyri at geva hverjum húski ein náttpott, men oyggjabúgvarnir = hevdu ongantíð sæð slíkar, vistu tí ikki, hvat teir skuldu nýtast til og høvdu teir í staðin til at súpa greyt úr! Í hverjum húsi vóru koyggjusengur sum alla- staðni í Skotlandi. Á Hirta varð hetta rópt »a crub« og gott skil var í at nýta slíkar, tá hugsað verður um, at viður ikki altíð var tekur at fáa. Bygt verður av nýggjum Fyrst í 1860-árunum varð aftur bygt av nýggjum av táverandi eigaranum, John Macpherson Mac Leod. Bygd vórðu 16 nú- tímans hús, 16 1/2 ferðir 7 1/2 alin hvert, undir um- sjón av John Ross, sum var múraraformaður á góðsinum hjá MacLeod. >Veggirnir eru væl laðað- ire, skrivaði McDiarmid, „við tilhegdum horna- steinum og einar 8 fetur til hæddar<. Eldstaður varð múraður inn í hvønn roysnisvegg, so hvert húsið kundi reypa sær av at hava tvinnar eldstaðir. Tvey vindeygu vóru í hverjum húsi, eitt í hverj- um av teimum báðum rúmunum og vendu móti víkini. Í hverjum vindeyga vóru 9 rútar og úthurðarnar, sum nú hevdu fingið góð lás, settar ímillum vindeyg- uni. Einir 20 metrar vóru ímillum hesi múraðu hús- ini, sum stóðu enda í enda, so har kom at verða ein long geta fram við teimum. Hetta var einasta rætti- liga getan í ellum teimum vesturskotsku oyggjun- um og hevði enntá navn, >Main Street, St. Kilda«. Eisini fekk nú hvert húsið sítt húsanummar. Stein- settur vegur varð gjørdur allan vegin fram við hús- unum fyri at runa skuldi — Prædikustólurin var hin størsti i vesturskotsku oyggjunum. Sålmasongurin for fram vid ongari urgu ikki verða drigin inn í tey. Hvert húsið var býtt sundur í tvinni ella trinni rúm við skilarúmum av viði ímillum. Rúmini vóru hampiliga stór og tað triðja havt til kamar. At byrja við hevdu húsini moldgólv, men seinni varð betongað og trægólv legd í sovikemurini. Innan vóru veggirnir bróstaðir við pløgdum viði at verja móti vætu og húsini høvdu jarntekju, men hetta helt ikki fyri vindi, Skúlabern í Village Bay avtikin í 1927. Trúboðarin, sum teir inni á skotska meginlandinum høvdu sent út í Hirta, hevði ábyrgdina av at seinasta ættarlidid av St. Kilda-búgvum lærdi at lesa og skriva so tekjast mátti aftur við eðrum og haldbetrum til- fari. Húsini sóu eins út bæði innan og uttan og inn- búgvið handugt, um enn ikki so ovurhonds nógv var til av tí. Í hverjum húsi var ein stór song av viði, nakrar kistur og skrín at goyma í og so einar tvær tunnur at salta fuglin í. Hvert húskið átti nakrar fáar smáar stólar, sum komnir vóru úr Edin- burgh og eitt skáp við ein- um slegi av postalíni Framhald