Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 —11820 box 76. 3800 Tórshavn ] f SOSI il 1 Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðmenn: Høgni Djurhuus Johann Mortensen Jan Miller Lýsingar: Arne Thomser Prent: Dimmalætting Tørvandi vilji Í ODDAGREIN seinasta hósdag skrivar Dimmalætting um rødu løgmans á 6lavsøku. M.a. skal løgmadur hava sagt, at landsstýrið, hóast sam- gonguslitið hevur sama myndugleika at gera, hvat tað vil. LØGMAÐUR segði ikki. við einum einasta orði, at landsstýrið hevur myndugleika til at gera, hvat tað vil, tí slíkan myndugleika hevur lands- stýrið ongantíð átt. Løgmaður segði, at landsstýrið framvegis hevur skyldu til at virka til at umsita, at biðja um heimildir og at taka ímóti heimildum frá løgtinginum. DIMMALÆTTING er nú firtin um, at løgmaður hevur sagt frá, at vinnuligu trupulleikarnir skulu loysast fyrst, meðan politiska uppgerðin kundi bíða til aftaná. Hetta skírir blaðið einaræðispolitikk. Tað, sum síðani er hent, er tað, at javnaðarflokkurin er komin við uppskoti til viðgerðina av vinnuligu trupulleikunum. ER HETTA einaræðispolitikkur? Er hetta ikki demokratisk manna- gongd? Ella er tað einaræðispolitikk- ur, tá minnilutastjórnir í gðrum lond- um frá einum máli til annað samráð- ast við allar politiskar flokkar fyri at fáa semju í ymiskum málum? Er tað tá ikki eisini einaræðispolitikkur, tá ið sambandsflokkurin uttan at hava parlamentariskan meiriluta aftanfyri seg loyvir sær at koma til tingið við uppskotum, sum t.d. teimum við- gitnu fimmoyraloysnunum? FRAM TIL 6lavsøku var orðalagið í Dimmalætting eitt annað. Tá var tað ábyrgdarleyst av landsstýrisflokkun- um at spilla tíðina til innanhýsis ósemju, um somu tíð sum partar av vinnuni høvdu trupulleikar at dragast við. Tá so løgmadur boðar frå, at ein loysn skal fáast á vinnuligu trupul- leikarunum fyrst, meðan politiska uppgerðin skal bíða, so er hetta held- ur ikki í lagi. DIMMALÆTTING er ikki tornom. Heldur er hon demagogisk. Um samBandsflokkurin og Dimmalætt- ing ikki vilja medvirka til at loysa teir vinnuligu trupulleikarnar, so kunnu vit bert ásanna, at talan er um tørvandi vilja til seriøsa og sakliga viðgerð av samfelagsins áhugamál- um. sosialurin Nr. 61 — 8. august 1979 LL AAA MUNUR Á MONNUM Sambært Sosialinum nr. 60 siga okkara myndug- leikar, at tað ongastaðni stendur í lógini, at komm- tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. unur í einum samanlegg- ingarsáttmála ikki hava loyvi til at koma ásamt um, at borgararnir í tí samanlegdu kommununi kunnu skattast eftir ymiskum skattaprosenti. Hetta hóast at tað stendur í lógini at sama skatta- prosent skal vera fyri allar borgarar í einari komm- unu. Sum lærara í sjórætti hevði eg ein av teimum frægu lógfreðingunum í Feroyum, Sigurð Joensen. Tá komið varð inn á við- ferð av manning minnist meg so væl, at Sigurð segði: »Sjålvt um tað er tikið burtur úr lógini, at manskapið ikki má buk- ast, er tað ikki at skilja soleiðis, at tað nú er loyvt at buka. Tað varð hildið óneyðugt, at ein sovorðin sjålvsøgdheit skuldi standa í lógini, og tiskil varð tað burturtikið<. Tað má haldast at vera tápuligt at rokna við at finna í lógini, at ein sam- anleggingarsáttmáli ímill- um tvær kommunur ikki má innihalda eina dis- kriminering ella favoriser- ing av eðrum partinum av fólkinum í tí samanlegdu kommununi. Tápuligari er herfyri at halda, at eftir- sum einki stendur í lógini um tað, so er tað lógligt. Annað er at eitt depra- verað og korrumperað bý- ráð hevur gjert ein sátt- mála við Tórshavnar Uttanbíggja kommunu, sum er djúpt ómoralskur. Mótvegis fyrrverandi Kaldbaks kommunu hava somu menn grovt brotið sínar sáttmálaskyldur og ei heldur hava teir gjert sínar skyldur mótvegis borgarunum í Kaldbak sambært galdandi lóg. Men skattaprosentið — jú tað er í ordan. A. Guttormur Djurhuus AGNAKJØTID Fyri fáum árum síðani stóð at lesa yvirskrift í bleðunum „Hin gloymda oyggin<. Hesa oyggj kenna vit ell og henn- ara segu fyri so vítt. Eg fór at meta um, at vera gloymdur, og vera til upp- kipsan, man tað ikki vera kontra hvert av eðrum. Um eg skuldi umrett hetta at vera gloymdur ella havdur til agnakjet. So skal eg ávara móti hesum fyrra. Tit mínu góðu Føroyingar! Tað er ein royndur lutur, at gert tú ikki vart við teg sjálv- ur, veri tað seg persónliga — ein bygd, ella landið sum heild. oe ease Tá kann tú væl koma at bíða nóg so leingi. Vónandi er hin gloymda oyggin ikki so gloymd nú sum fyrr. Men komst hetta ikki av, at teir sjálvir fóru at gera vart við seg? Tann oyggj eg av góðum grundum eri nær knýttur at, er Suðuroyggin. Tað kann ikki sigast, at hon er ein gloymd oyggj fyri tíðina. Valla er tað eitt feroyskt blað, ið ikki nertur við Suður- oynna. Er tað ikki bert oygg- in, so er tað suðuroyarsigling- m. Mær kemur hetta fyri eins og tå knivurin er settur å krabbasjúkuna til skur. So- leiðis var tað, tå vit fóru at rera upp á okkum, við at fáa hóskandi skip til innan- oyggjasigling. Fyri ikki at vera alt ov langrekin, skuldu vit suður- oyingar fáa eitt hóskiligt skip, sum bleiv til »Smyril«. Hetta var tó ikki treytar- leyst. Innanoyggjasigling til Suðuroyar kom eftir ellum at dema at geva hall. Hetta mátti so betast uppá við at lata skipið sigla eina tíð um summarið til útlond, fyri at beta um hallið, sum annars var væntað. Vit her suðuri mótmæltu ikki í fyrsta um- fari. Sum tað varð sagt í útvarpinum á einum sinni. »Vit suðuroyingar eru eitt tolið og fridarfolk«. Alt kann ganga eina tíð, soleiðis er tað eisini við »Smyrils« innan- oyggjasigling. Í ár var ætlan- in at beta um hendan okkara terv, til at hava eitt hóskandi skip, og tá helst um summ- arið. Um onki hevði verið gjørt við málið, ja so var tað slesarí og ábyrgdarloysi, men nú menn úr landsstýrinum í vár legdu fyri legtingið, um at beta um ådurnevndu sigl- ing, við keyp av einum skipi, sum kundi avloysa »Smyril« frá uttanlandssiglingini, og so lata hann rekja innan- landssiglingina burtur av. Her er tað, at eldur kemur í skálan. Lassa II málið kenna vit oll, og lagnu tess á legtingi. Tað fall og tað av ólíkindi og svartskygni. Mundu íkki fleiri av teimum sum feldu hetta mál á tingi vera ímóti »Smyrlakeypinum? Tá eg havi tosað um hetta mál við sambandsveljara. her, tá segði hann til floks- umbering, at teirra maður her suðuri stemmaði fyri at keypa »Smyril«. „Fyrr var fjandanum illa,« svaraði eg. Tá ein hevur verið burtur- staddur higani av landi slak- ar 2 mánaðir, er mangt farið fram av ymiskum slagi í blødunum. OPID BRÆV TIL BLADSTJORA DIMMALÆTTINGAR Kunnu tygum gera so væl og svara fylgjandi: Nær og hvar hava sam- bandsmenn verið í undan- gongu, tá um galt fram- burð í Føroyum? Hans Petersen Ps. Sama bræv er eisini sent Dimmalætting Tað fyrsta eg leggi til merkis er hvítt upp á svart í »Dimmu« 31/5. Eitt gamalt orð sigur. >At har tú hoyrir nógv orð, har er dárans rødd«. Soleiðis må eg siga, tå eg lesi greinina >Sambands- flokkurin skal knasast«. Nógvar gitingar av ymisk- um slagi og til ymsar síður. Um eg skuldi farið at endur- tikið tað skeivu frásegn í nevnda: leiðara í Dimmu nr. 61, so stóð so gott sum onki eftir. Nú er tað so, at man má ikki siga tað sum tað eitur, nakað sum eru gitingar og rangt. Eg veit væl, at tað skurrar í manna oyrum, at siga tað er ein loddrett lygn. Eg skal heldur ikki nýta hetta fer- oyska (ella rótferoyska) orð. Men harra blaðstjóri, tá ein ikki vil hava hatta ljóta orðið slongt eftir einum, so má man ikki siga tað, ein framman- undan veit er skeivt, ella beint tvertur ímóti, tí sum er satt og veruleiki. Ikki mundi tað bert vera eitt lesarabræv í »Dimmu«, sum gjerdi tað, at ikki rann saman til lands- stýrissamarbeiði millum Sambandið og Javnaðar- flokkin. hatta vita ell hvít menniskju er íkki satt. Undan valinum vóru tað ikki bara lesarabrevini sum vóru sera skitin og illa luktandi, men blaðið var og er eins og ein politiskur køstur. Eg havi ikki kreftir at síggja hvussu serstakliga »Dimma« vanvirðir ávísar politikarar so sum legmann A. Dam. Her átti fyri langari tíð síðani verið skorið á tonn. Hasi mongu lesarabrev í Dimmu siga tó ikki so nógv sum tey eru mong til, tí nótin er tann sami, tey so gott sum øll hava. Í leiðaranum i »Dimmu« nr. 73 stendur sum yvirskrift- in »Klupedumpe«. Hetta heitið fær so alt landsstýrið. Eina løtuna rósar blaðið løg- manni sum einum messias, og aftur í sama andahaldi er hann og hinir 5 nakrir »Klumpedumpe-figurar«. Man hetta heitið koma av ringum ternhaldarapolitikki sum sambandið reypar sær so éført av? Rætt man tað eisini vera, at teir duga væl at halda tern. Eg havi á opnum agitatiónsfundi hoyrt valevni sambandsfloksins reypað av góðum ternhaldara-politikki. Mær vitandi hava teir tó verið noyddir at slaka um enn spakuliga, tá Javnaðarflokk- urin hevur drigið teir eftir sær, framá á leiðina. Hósdagin 5. juli stendur ovast á breddanum »Omag- ar<. Í einum sniði stendur tað hástórt, so sum Winston Churchill segði tá stríðið leik- aði harðast á í 1940-unum: >Tað kostar blóð, sveitta og tår«. Man ikki hendan tíðin 5 tey seinastu árini hava kostað sambandsflokkinum tey flestu tár sum eru grátin her á foldum, eftir førimuni? Higartil hevur bert eitt landsstýri fingið 'serskilt navn. Tað var Sjálvstýris- landsstýrið. Nú eru so tey ådurnevndu landsstyrini komin afturat. Klumpedumpe og Omaga- landsstýrið v.m. Eg eri ikki so vísur í týdninginum av Klumpedumpe, men Omagi tað er ein persónur sum kanska kann flóta uppi í mill- um rættar menn. Men at hann er ein kleppur í felags- skapi, tað er so givið. Tað eg serliga vil ynskja fyri ábyrgdarblaðstjóra Dimmalættingar er, at blaðið má hereftir frambera síni sjónarmið nógv meira sakliga enn higartil. Øll vit menniskju sum vilja at onnur menniskju skulu virða okkum sum eitt fólk ið kann málbera seg so semiliga at ikki tann skrivandi sjálvur dettur út í, har hann vil hava avindsmann sín úrlatnan. At enda hesaferð. Gamalt er, at hjá honum sum ongan avindsmann hevur, har stendur ikki heilt væl til. Á ólavseku Hentzar Joensen Luttakið í almenna tjakinum Sendið lesarabrev til Sosialin! SR eee —f|——| TILLPOS:00