Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 :sósialurin Nr. 61 — 8. august 1979 kring oyggjarnar Turistur fann hond- granat í haganum Sunnudagin fann ein norskur ferða- maður eina hondgranat í Flatnahaga, nakað vestanfyri har, sum vindmyll- an hjå Gudmundi Skæling stendur. Talan var um eina sokallada ana- nasgranat, sum ikki er størri enn ein nevi. Norðmaðurin boðaði politinum frå »g mánadagin vóru menn frå Marinusteðini uppi í haganum og beindu fyri granatini. 14 ára gamal tikin í sínum egna bili Tíðliga ein morgunin seinasta vikuskiftið tók politiið í Klaksvík tveir dreingir, sum koyrdu runt í býnum í einum gomlum fólka- vogni. Ikki tí at tað er revsivert at koyra í gomlum fólkavognum í Norðoyggjunum, men hvergin av dreingjun- um, sum eru 14 og 18 ára gamlir, hevur koyrikort. Tann 14 ára gamli keypti fólkavognin fyri lítið og onki herfyri og tað var hann, sum koyrdi, tá politiið steðgaði bilinum. Vakthavandi á poli- tisteðini í Klaksvík sig- ur, at fólkavognurin er í ringum standi, m.a. eru lyktirnar brotnar. Hann hevur heldur ongar nummarplátur. Dreingirnir vóru báðir blankaedrúir, tá teir vórðu tiknir. Teir høvdu tå koyrt eina góða letu, og hóast hvergin hevði pappír uppá, at hann dugdi at koyra, so gekk alt væl til politiið kom. Úrslit- ið av tí verður, at tann 14 ára gamli bileigarin verður meldaður til barnaverndina, tann 18 ára gamli fær eina bót og tann kanska líka so gamli fólkavognurin fer til Bileftirlitið. 1146 djór fingu læknavitjan Djóralæknarnir í Fer- oyum vitjaðu og við- gjørdu 1146 djór seinna hálvár í fjør og fyrra í ár. Hetta vóru 641 neyt, 61 ross, 52 seyðir, 249 hundar og 143 onnur djór, verður upplýst í frá- greiðing frá landsdjóra- læknanum fyri tíðar- skeiðið 1. juli 1978 — 30. juni 1979. Neytini á „Ilse Clausen« eru ikki tald við Tað hevur verið munandi meira at gjørt hjá djóralæknanum hetta árið samanborið við árið fyri, tá vitjanir og viðgerðir vóru 690 í tali. Umframt eru bók- aðar 5.846 .idtalur og 1.283 reseptir eru givn- ar. Árið fyri vóru telini ávikavist 4858 og 1.054. Ferðirnar út á bygd vóru eisini fleiri, 222 móti 150 árið fyri. Upplýst verður eis- ini í frágreiðingini, at tveir løgregluhundar, sum komu úr Dan- mark, og ein ryssa og tveir greðingar úr Ís- landi, hava staðið í sóttverju tey bæði hálvárini, sum frágreið- ingin fevnir um. Tingfundur í dag Tingfundur verður í dag kl. 15. Tá verður m.a. fyrsta viðgerð av uppskotinum til løg- tingslóg um 20 oyru í studningi til kilo av jákupsskel, sum er landað í Føroyum. Kappingarfert Tað er heldur sjáldan, at foroyskar verur eru kappingarferar við út- lendskar, men kortini eru tað nakrar, sum klára seg. Ein av hesum er »Stimbur«, sum Lands- handilin framleidir. »Stimbur« er felags- navn fyri tey ymisku sløgini av grønmeti, sum byrjað varð við í februar 1976, og greyt- ur, sum kom á ólav- seku 1978. Innbjálvingin til »Stimbur« veråur gjørd i Onglandi, med- an innihaldið verður pakkað í Danmark. Og síðani selt i Føroyum. Umframt tey bæði slegini, sum fyrr eru útkomin, er eitt komið afturat — marmelada, sum kom nú til hesa ólavsekuna. Í næstum verður so farið undir eitt fjórða slag av »Stimbur«. Rithøvundarnir fåa nú tak yvir hevdið Hava søkt um at leiga Pætursastovu Eitt av teimum elstu hús- unum í Havnini, Pætursa- stova í Bringsnagetu er um at vera liðugt umvælt. Nú er so spurningurin, hver skal fáa loyvi at flyta inn í hesi gomlu húsini. Tað er Tórshavnar komm- una, sum eigur húsini og hevur latið tey umvælað. Leiga tey Býráðið ætlar ikki sjálvt at nýta húsini, men ætlan- in er at leiga tey út. Bæði einstaklingar og felog hava sent umsókn til bý- ráðið um leigu av húsun- um. Millum hesi feløg er Rithevundafelagið. Petur Christiansen, býráðsfor- maður, sigur, at tað enn ikki er avgjert, hver skal leiga húsini, men hann heldur, at tað er góður meguleiki fyri, at rithev- undarnir fáa innivist í Pætursastovu í framtíð- ini. Millum elstu hús Tað var Verkfreðingafe- lagið, sum upprunaliga bjóðaði Tórshavnar kommunu tey gomlu hús- ini. Hetta hendi aftaná, at fornfreðingar vórðu varugir við, at húsini vóru bygd á slíkan hátt, at tey máttu vera millum tey elstu húsini í Havnini. Húsini vóru illa farin og eru nú umvæld. Yvirtrom- in, klæðningurin og vind- eyguni eru gjerd av nýggj- um, og vestari endin, Svabosstova nevndur, er eisini gjørdur av nýggj- um. Flag er lagt á takið, sum eisini er nýtt. Eftir er at gera ymiskt inni í hús- unum og væntandi vera húsini klár at taka í nýtslu um ein góðan mánað. Nógv ferðafólk á Kaldbaksrutuni Tað er komin rættilig gongd á ferðafólkaflutn- ingin millum Kaldbak og hin partin av Streym- oynni, síðani Strandferðsl- an setti Rhombus inn í rutuna yvir Kaldbaks- fjorð. Síðani Rhombus byrjaði at sigla mánadag- in tann 23. juli hava mill- um 30 og 50 fólk hvenn dag ferðast aftur og fram millum Kaldbak og Sund. Besti dagurin var nú sunnudagin, tá heili 84 fólk vórðu flutt yvir um fjørdin. Rhombus, sum bert er góðkendur til 12 ferðafólk, mátti tí sigla fleiri túrar enn teir á ferða- ætlanini. Nektar tervin, men! Tað er Eyðun Wang úr Kaldbak, sum einsamallur ferir Rhombus. Sjálvur heldur hann, at tað altíð hevur verið stórur tervur á festum rutusambandi millum Kaldbak og Sund. Hann heldur at Rhombus nektar henda tervin. Hann fýlist tó á, at bát- urin bert er góðkendur til 12 ferðandi. — Her er pláss fyri upp til 60 ferðafólkum hvenn túrin, so eg skilji ikki, hví Skipasýnið bert loyvir teimum 12 við hverja ferð- ina. Eyðun sigur víðari, at tað er hansara vón, at hetta skjótt verður broytt, tí rutan verður nógv brúkt. Td. seldi hann tað fyrstu vikuna ferðaseðlar fyri íalt 1660 kr., sum má sigast at vera nógv. Fimm minuttir Rhombus hevur bert fimm minuttir frá teir hava loyst, til hann er við bryggju aftur hinumegin fjorðin. Ferðin er 7 mil. Båturin siglir fýra ferðir um dagin. Klokkan 7.15, 12.15, 18.15 og 322.00. Leygardagar og sunnu- dagar siglir hann kl. 10.15, 14.15, 18.15 og kl. 20. Tad er serstakliga um middagsleitið og klokkan 18.15, at nógv ferðafólk eru við. Vit spurdu Eyðun Wang, um tað er nóg mikið við einum manni at rekja hesa rutuna. Til hetta sigur hann, at tað hevði verið ynskiligt, um teir vóru tveir mans í vet- ur. Tað resta 300 metrar av Kaldbaksvegnum Arbeiðið at gera koyriveg millum Kaldbak og Sund líður væl. Tað resta nú ein- ans trýhundrað metrar í, til endarnir rekka saman. Í løtuni eru fólk í summar- frí, so arbeiðið liggur stilt. Tað er landsverkfreðing- urin, sum stendur fyri ar- beiðinum av Hvítanesi og nakað út um verkið Landsbyggifelagið hev- ur projekterað vegin úr Kaldbaksbygd út móti sjálvum sundverkinum. Hóast teir báðir vegir- nir skjótt verða áfastir, so verður sjálvur vegurin neyvan tikin í nýtslu í hes- um árinum. Hetta kemst m.a. av, at vegurin í Kald- baksbygd enn ikki er búgvin at taka ímóti tí nógvu ferðsluni, ið vænt- andi verður, tá koyrast kann millum Kaldbak og restina av oynni. Annars er vegurin mill- um Hvítanes og Sund í rættiliga ringum standi. Nú fast rutusamband er millum Sund og Kaldbak, farast rutubilarnir illa og tí er ynskiligt, at hesin vegurin verður asfalterað- ur, frætta vit úr Kaldbak. SU A —— ERE