Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 61 — 8. august 1979 2. semifinalan Ísafjarðarsúlan: HB í finaluni HB-ararnir vóru hepnir at vinna seinna semifinaludystin móti TB Aftaná at TB og HB leiktu fyrra semifinalu- dystin í Ísafjarðarsúlu- kappingini 1—1, var spenningurin til henda seinna dystin ógvuliga stórur. Dysturin varð leiktur á vellinum í Gundadali sunnudagin, og hevði hampuligt av fólki leitað sær til dystin. Veðrið var gott, men eitt lot lá longs eftir vellinum. Hetta tarn- aði tó ikki spælinum nakað av týdningi. Fyrstu min. av dystinum leiktu bæði liðini ógvuliga varisliga. Líkasum royndu at finna rettu rytmuna. Men sum frá leið kom meira ferð á, og vóru tað serliga tverá- menninir í hevdu atsóknir á málið fyrstu 15.. min. Síðan gekk spælið neku- Tænd for en Hirschsprung og nyd den milde smag | i en ny serie cigarvarer af internationalt format. Hirschsprung fremstiller cigarvarer efter gamle håndværksmæssige traditioner. Vi anvender de bedste tobakker, skåret og rullet så den rene, ekstra milde smag altid kommer til sin fulde ret Over hele verden tænder ken- dere for Hirschsprung Hver gang Vi har tradition for ren, mild smag. Hirschsprung Half Corona Hirschsprung Slim Panatella 6003 lunda javnt á. TB hevði tó allan fyrra hálvleik tey meira vandamiklu álopini, og vóru HB-ararnir sera hepnir í nongum førum. 1—0 Tá umleið ein hálvur tími var leiktur av dystinum fær HB fyrsta málið í dystinum. HB er í álopi, men bólturin verður skot- in út til horna. Horna- sparkið kemur væl innfyri heldur uttarlaga, málmað- urin hjá TB, Per Strøm, loypir út, men Ernst Dals- garð hjá HB fær hevdið á bóltin, og setir hann í netið, ímeðan 3-4 TB-arar standa á strikuni uttan at royna at bjarga. 1 0 til HB og gjørdist hetta eis- ini hálvleikssteðan. Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjað- ur, tá TB fer í álop. Trond Nolsee trekkir í vinstru síðu, heilt aftur til baklinj- una, og leggur bóltin eftir jørð inn til bróðurin Ås- mund í ikki ivast, men sendir bóltin hart í netið. Eitt vakurt mál. Nú kom rættulig ferð á spælið, og høvdu bæði lið- ini góð álop, tó vóru TB- ararnir teir vandamiklaru, uttan úrslit. Tað sá næst- an út til at dysturin fór at enda við javnleiki, men tá 10. min. eru eftir av dyst- inum demur dómarin brotsspark til HB. Hetta hendi í vinstru síðu har ein HB-ari og ein TB-ari brustu saman. TB-leikar- arnir meintu ikki hetta var brotsspark tí bólturin var uttanfyri teigin, men dómarin peikaði í brots- sparksblettin. Eyðun Dahl-Christiansen verður settur til at skjóta, og setur hann bóltin í netið til 2—1. Nu var frei á HB- leikarum og viðhaldsfólki, bert 5. min. afturat og finalan var rokkin. Dysturin Sigast kann at dysturin var hampuliga vælleiktur og var kvikt spæl at síggja meginpartin av dystinum. 2—1 sigurin til HB kann sigast at vera heppin. TB hevði tað meir vandamikla spælið og áttu at vunnið dystin sammett við meguleikarnar. To kann sigast at verjan hjá HB stóð væl, og bjargaðu teir fleiri ferðir á strikuni. HB skal í finaluni leika móti KÍ, ið vann dystin móti SÍ við 2-1. Finalan verður leikt í Havn. KÍ — SÍ 3—1 (0—0) Hin dysturin í Ísafjarðar súlukappingini varð leikt- ur í Klaksvík. Hesin dyst- urin var millum KÍ 1. deild og SÍ 2. deild. Úr- slitið gjørdist 3—1 til KÍ eftir at hálvleikssteðan var 0—0. Fyrsta málið hjá KÍ kom tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki. Gunnar Joensen fær bólt- in, hann trekkir og sendir síðan bóltin innyvir har Sigurd Ottosen stendur, og setir hann bóltin í netið til 1—0. Í 22. min. fær KÍ eitt mál afturat. Hesuferð er tað Petur Andreasen. Hann fær bóltin miðskeiðis á vellinum. Trekkir heilt fram til brotsteigin hjá SI, og setir síðan bóltin í netið til 2—0. Tá 5. min. vóru eftir av dystinum fær SÍ mál. Tað er Evan Hansen í bleiv fríur, og ivast hann ikki, men sendir bóltin í netið til 2—1. Bert ein min. seinni fær KÍ seinasta málið í dystinum. Tað var Finn Stampe í skjeyt hetta málið. Seinni hálvleikur var undirhaldandi, og vunnu klaksvíkingar uppibornan sigur.