Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 61 — 8. august 1979 sosialurin Síða 9 Danir á vitjan Tey flestu munnu helst kenna eitt sindur til ítrótt- argreinina, ið nevnist judo. Tað eru tvey feløg í Feroyum, sum íðka hesa grein: Havnar Judofelag og Klaksvíkar Judofelag. Limatalið í Havn liggur um 50—60, meðan tað í Klaksvík liggur um 30. Eitt tað mest umráð- andi innan judo (og allar aðrar ítróttargreinir við) er venjingin. Í letuni ven- ur Havnar Judofelag í Tórshavnar Kommunu- skúla tvær ferðir um vik- una. Í seinastu viku fingu teir vitjan av dønum, sum koma fyri at læra frá sær. Teir vóru 11 í tali og komu frá Álborg Judoklub, Mou Idrætsforening, judoafdel- ingen og Álborg Politi- judoklub. Seinasta leygardag var ein lítil kapping millum danirnar og feroyingarar, sum vóru úr Havn og Klaksvík. Tvey umfer vóru, og vunnu feroying- arnir tveir av sjey dystum í fyrra umfari og fingu 17 stig, meðan danirnir fingu 37 stig. Tey, sum vunnu fyri Feroyar vóru Hans Petur við Streym, sum fekk 10 stig (sum er tað mesta, ein kann fáa) og Edna Strem, sum fekk 7 stig. Í eðrum umfarinum vunnu danirnir allar sjey dystirnar, og fingu teir 58 stig. Tveir av denunum vóru instrukterarnir Svend Áge Johansen, sum er for- maður í Álborg Politijudo- klub og Mou Idrætsfor- ening, og Henning W. Ins- løw, sum er fyrrverandi formadur i Ålborg Politi- judoklub. Henning hevur eisini verið blaðstjóri á blaðnum Bulletin, sum Dans Judo Union, DJU, gevur út. Vit fingu eitt lítið prát við teir báðar og spurdu fyrst, hvat teir hildu um føroyingar til at íðka judo. Svend Åge helt, at eftir umsteðunum hjá føroy- ingunum at venja í, eru teir heilt góðir til judo, »imponerandi«, sum hann segði, og hann var vísur i, at teir kunnu koma longur fram, tí teir eru ágrýtnir. Men til hetta krevst, at teir fáa fremmandar venj- arar ella venjarar, sum hava verið á skeiðum uttanlanda, tí so verður tað tað sama, sum verður vant umaftur og umaftur. Teir 11, sum vóru við á ferðini, hava vant seg til hver sítt serliga tak, um ein so kann siga, og læra føroyingarnar tey. Vit fingu eisini upplýst, at tað eru heili 120 feløg í Danmark, sum eru limir í DJU. Hesin feløgini hava tilsamans einar 7000 limir. Afturat hesum eru eini 3—4 felog, sum ikki eru limir i DJU. Vit spurdu, hvat tað er, sum fær fólk til at íðka judo. Her segði Svend Åge, at tað er fyri ítrótt- ina skyld, altso tað at sleppa at kappast um at vera best. „Ég kann eisini siga, at tað er Henning, sum hev- ur vant okkum allar, sum eru við á ferdini«, segði Svend Åge. »Og fleiri eru so vid og vid blivnir betri enn eg«, legði Henning afturat. Ein tilik ferð upp til Føroyar kostar ikki einki, men danirnir hava fingið stuðul frá borgarstjóran- um í Ålborg. „Eitt er tað, at vit nýta frítíð okkara til hesa ferð, um vit eisini skuldu gjalda alt sjálvir, so trúgvi eg ikki, at nakar hevði ferðast soleiðis til at læra onnur“, segði Svend Áge at enda. Vit hevdu eisini eitt stutt prát við Svend Ner- spang um judo. Sven er formaður í Havnar Judo- felag. Judo er ein ítróttargrein sum allar aðrar, t.d. fót- bóltur. Her verður lært at glímast á ein serligan hátt, lært at detta rætt. Eisini læra »næmingar- nir« jiu-jitsu, sjálvverju. Her læra teir at detta og at kasta, at halda fólki niðri og at læsa armarnar, taka kvalaratak o.t. Ein kundi hildið, at av hesum koma nógv til skaða undir venjingini, men hetta er ikki so. Sven sigur, at tað lutfallsliga kemur meira skaði av at spæla fótbólt enn at íðka SCRABSTER, fx* massa 17 $i% 0 7 4 å LUR, — eið WEEKLY SERVICE = SWOSTER ÍSLAND: ÍSLANDS EIMSKIPAFÉLAG Seyðisfjørður tel. 2216 telex 2022 Umboð uttanlands: 3800 TÓRSHAVN 21 aA BBR NOREG: BERGEN LINE Skoltegrunnskaien, Bergen tel. 210020 telex 42871 FARASKIP LANDSINS (5) STRAND. FARMAFLUTNINGUR (í juni, juli, august, til 21. september) = Roll-ON RolkKOr! Á BERGEN - TÓRSHAVN HVØNN HÓSDAG As M SEYDISFJORÐ - TORSHAVN HVØNN LEYGARDAG SCRABSTER - TÓRSHAVN HVØNN MÁNADAG SKOTLAND: Scrabster Freight Serv. V/ SCOTTISH ROAD SERV. Kellie Bank, ALLOA tel. 0259-723221 telex 77331 judo. Sum dømi tók hann tad, at bert tvey hava brotið óstbeinið og tvey fótin í tey 9 árini Havnar Judofelag hevur verið til. Sjálvandi henda aðrir skaðar við, men hetta eru tílíkir, sum einki hava upp á seg, koyktir fingrar o.t. Vit spurdu eisini, hví fólk í Føroyum íðkar judo, og svaraði hann, at tað helst mundi vera tí, at tey hava áhuga fyri tí. Tað eru nógv, sum melda til, men fleiri av hesum uppdaga, at tey kortini ikki hava áhuga fyri tí og fella tískil frá aftur, men tó verða fleiri hangandi. Aldurin liggur frá 14 árum og upp eftir, men nógv tey flestu eru undir 18 ár. Sven leggur eisini, sum teir donsku instrukterar- nir, dent á, at teir av og á mega hava fremmandar venjarar ella at tann van- ligi venjarin fer á skeið Unglingalands- liðið til Noregs í dag Í dag fer feroyska unglingalandsliðið í hondbólti til Bergen at taka lut í Holberg Cup. Kappingin byrjar fríggjadagin og endar sunnudagin. 10 lið luttaka í kappingini, sum verður í tveim- um bólkum. Hondbóltsdeild ÍSF hevur valt hesar í unglingalandsliðið: Jóannes Jacobsen, Neistin, Absalon Justinussen, Kyndil, John Egholm, Neist- in, Dánjal Petur Ol- sen, Neistin, Birgir Sondum, Neistin, Henry Hansen, KÍF, Helgi Finn Poulsen, VÍF, Neli Midjord, Neistin, Pól Mikkel- sen, Kyndil, Palli Henriksen, Neistin, Pauli Høgnesen, Kyndil. Ferðaleiðari er Christian Poulsen. lærdu teir eisini føroyingar. Í 1974 vóru so 15 feroyingar í Íslandi til uttanlanda, so hann kann læra nakað nýtt. Í 1972 var Sven sjálvur á skeiði í Íslandi, og í 1973 vóru ís- skeið i judo, har teir lendingar so her og fingu høvdu ein japanskan frálæru frá feroyingum i instruktør, og nú eru danir jiu-jitsu og samstundis her. — %e * , 2 Tíðindi frá hondbólts- . deild ÍFS's Sagt verður frá, at hondbóltsdeild ÍSF's heldur ársfund leygardagin tann 25. augst 1979 kl. 10.00 í húsum sambandsins í Gundadali. Mál, ið ynskjast viðgjerd á fundinum mugu vera nevndini í hendi innan 15. august. Sagt skal verða feløgunum, at tilmeldingar til landskappingina skulu vera hondbóltsdeildini i hendi i seinasta lagi 15. august i år. Lagt skal verða afturat, at lið kunnu meldast til 3. deild menn, 2. deild kvinnur og allar tær yngru deild- irnar, medan 1 og 2 deild menn og 1. deild kvinnur spæla vid teimum liðum sum síðsta vetrarlands- kapping gav til úrslit (við tí fyritreyt, at dóms- nevndin ikki broytir ta avgerð, sum hondbólts- deildin tók viðvíkjandi ávísum úrslitum í 2. deild menn og 2. deild kvinnum síðsta ár. Minnt skal eisini verða á ta nýggju skipan, sum skal byrja í ár, og sum lagt varð upp til síðsta ár, har seks lið luttaka í 1. deild menn í einari kvali- fikationskapping endaðu sum nr. 1 til 6 (nevnd I II III IV V VI) har V og VI flyta niður og luttaka í 2. deild víðari hetta árið. Hin fýra liðini halda so fram at leika í 1. deild um meistaraheitið. Fyri kvinnurnar er sama skipan galdandi, tó verða her 5 lið i kvalifikationskappingini, og 3 verða eftir at leika meistaraheitið, meðan 2 flyta niður. Liðini í 1. deild menn eru hesi: KÍF, Kyndil, Neistin, Stjarnan, TB og VÍF. 1. deild kvinnur: GÍ, Kyndil, Neistin, Stjørnan og Seljan. Tíðindi frá F.S.F. Viðv. 2. semifinalu um ísafjarðarsúluna. 5. aug. 1979 KÍ 1. deild — SI 2. deild HB 1. deild — TB 1. deild dómaratrio D dómaratrio E Viðv. 1. finalu um Nordoya Sparikassasteypid 5. august 1979. HB — KÍ dómari nr. 36 Kim Ejdesgaard 2. finala 25. august 1979. KI — HB démari nr. 45 Jåkup Frants Larsen Viðv. 1. finalu um Dómsnevndarsteypið 18. aug. 1979. TB — HB dómari nr. 105 Arnfinnur Ziskasen 2. finala 25. august 1979. HB — TB dómari nr. 37 Líggjas Husgaard