leygardagur 11. august 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
St Kilda:
Ein avbyrgdur
heimur
eftir Hans Thomsen
Frá leygarkveldið til sunnumorgun
mátti eingin tala orð. Alt uttan
bibliulestur varð hildið at vera synd.
Heldur einki arbeiði mátti gerast,
ikki farast eftir vatni ella mjólkast.
»Sunnudagurin var so dapur, at ikki
sigast kann frá tía, skrivar John
Sands. >Tá ið klikt verður við klokk-
uni, skundar alt sær, ið krúpa kann, í
kirkju við syrgnum yvirbrá.
sosialurin
Nr. 62 — 11. august 1979
ST. KILDA: ""
Írskir munkar
Líkt er til, at tey á St.
Kilda gjerdust kristin
langt áðrenn kristna
trúgvin festi retur inni á
skotska meginlandinum.
Nógv bendir á, at írskir
munkar, sum í 6. eld sett-
ust niður í Føroyum og Ís-
landi, eisini búsettust á
St. Kilda, antin fyri at
kristna fólkið har ella eis-
ini fyri at grunda egið
samfelag. Macaulay held-
ur fyri í 1758: »Um for-
sjónin nakrantíð hevur
ætlað, at maður skal liva í
munkakendum strang-
leika ella nakar partur av
hesum knetti av náttúruni
hevur verið ætlaður eina-
búgvum, er einki at ivast
í, at St. Kilda hevur verið
eitt av hesum plássun-
um.
Martin Martin, ið var
heimalærari hjá bernun-
um hjá MacLeod lordi, ið
átti St. Kilda, vitjadi
oyggjarnar í 1697. Hann
sigur fólkið á Hirta at vera
skilagott og kristið í hugs-
unarhátti. Hann helt tey í
trúnni kanska vera nakað
vilst av leið av gykli, men
hetta royndi hann og teir,
ið við honum vóru, at reka
burtur.
Vígdi 15 brúðarper
Tá ið tíðini hevdu tey á St.
Kilda ongan fastan prest.
Seinasta brúðarparið, ið vigt varð á St. Kilda. Tey vórðu vígd av einum presti, sum
Barnadópur og brúðar-
vígsla máttu bíða til um-
sjónarmaðurin einaferð
kom um summarið, tí í
fylgi við honum plagdi
altíð at vera ein prestur.
Soleiðis vígdi John Camp-
bell, prestur á Harris, í
1697 fimtan brúðarper á
Hirta eftir einum degi.
Har varð tá ófert felags-
brúdleyp hildið og dansað
varð eftir sekkjapíputón-
leiki. Hesin sami John
Campbell mundi vera
fyrsti presturin frá
skotsku kirkjuni, sum
vitjaði Hirta. Martin
Martin skrivar, at St.
Kilda-búgvar mundu vera
millum heimsins lukkulig-
astu menniskju. Púra ó-
vitandi um tær sjey deyðs-
syndirnar, var fólkið úti á
St. Kilda glaðlynt og
dámdi væl at syngja og
dansa. Eisini dámdi teim-
um væl at spæla ymisk
spøl summarkveldini niðri
á sandinum í Village Bay.
Av øllum ti, sum borið
varð inn á St. Kilda-búgv-
ar uttanífrá, var trúgvin
tað, sum setti sær djúp-
astu sporini. Í nærum
fimm hundrað ár vóru
prestar og trúboðarar teir
einastu »lærdu« menn,
sum búðu úti í oyggjunum
nakað til muns. Í teirra
hondum lá tí bæði at gera
gagn og skaða. Tá skotska
kirkjan í 1843 fór í tvín-
ingar, kom hin skotska frí-
kirkjan við ellum sínum
óhugnaliga strangleika at
gerast einaráðandi á St.
Kilda og gjerdi fólkið har
til trúarligar trælir. Tann
skaði, sum henda fríkirkja
gjørdi á St. Kilda í hálva
eld, var so stórur, at hann
bettist ikki aftur av seinni
vælmeintum og meira
mentaðum prestum og
trúboðarum.
Fyrsta bókasavnið
Fyrsti trúboðarin, ið send-
ur varð út á St. Kilda, var
Alexander Buchan. Hetta
var í 1705, og sjálvur
segði hann endamálið við
ferð síni vera »at skrykkja
upp við rót ta heidnu og
katólsku pátrúgv, sum
enn er so algongd millum
fólkið har<. Meðan hann
var harúti, gjørdi hann
nógv gagnligt fyri at
hjálpa St. Kilda-búgvum.
Hann læt byggja tey
fyrstu prestahúsini og
royndi eftir ferimuni at
kenna bernunum á Hirta í
læruni hjá góðkendu
skotsku kirkjuni. Fyri
pening, hann fekk savnað
saman inni á skotska
meginlandinum, fekk
Buchan sett tað fyrsta
bókasavnið á Hirta á
stovn. Konuna hevði hann
við sær og hon lærdi konu-
fólkini á Hirta at binda.
Alexander Buchan doyði í
1730 av fepursjúku.
RRS:
komin var har at ferðast. Gentan var hin einasta ógifta, sum eftir var i oynni
ud og Ilimadur
Men tað vóru bert fáir
prædikumenn, ið eins og
Buchan stødgadu nakað
til muns úti í oyggjunum
at royna at beta um viður-
skiftini har. Virkið hjá
teimum flestu prestunum
bar heldur í øvugta borðið.
Teir flestu sóu tað sum
sína uppgávu at trútta
niður í hesar fjarskotnu
oyggjabúgvar sínar egnu
persónligu, trongskygdu
fordómar og turkatrúgv. Í
hondunum á summum av
hesum monnum var
trúgvin uppií at keva tað
sindrið av framtakshugi,
sum St. Kilda-búgvar
hóast alt høvdu.
Dugdi skriftina
uttanat
Eftir at Buchan var deyð-
ur, lá prædikustarvið á St.
Kilda í hondunum á til-
vildarligum trúboðarum,
sum onkuntíð uppímillum
gjørdu eitt rend út í oyggj-
arnar. Um summrarnar
varð ein bóndi úr ytru
Hebridunum sendur út at
víga fólk, sum ætlaðu sær
at giftast og at lesa úr
skriftini. Í hesum starvi
var hann ógvuliga íðin,
hóast ikki prestlærdur.
Skriftina hevði pápi hans-
ara lært hann, so hann
dugdi hana uttanat og tá
hann av elli ikki longur
hættaði sær hesa longu
ferð, tók ein sonur hansara
við.
Bannaðust
í meira lagi
Hin 16. sept. 1822 vitjaði
John MacDonald, ið seinni
varð róptur hálendisápost-
ulin, St. Kila á fyrsta
sinni. Tá ið hann lendi í
Village Bay, vóru St.
Kilda-búgvar beint í ferð
við at fáa greðina til held-
ar. Tá hann bað tey gevast
við hesum og heldur koma
á benarmeti hjá sær, lótu
tey sær siga og sleptu tí,
tey stóðu við í hondunum.
MacDonald varnaðist,
at tann gamla kirkjan á
Hirta var niðurdottin.
„Meðan eg var í oynni«,
skrivaði hann í dagbók
sína, »kom fólkið saman i
einari hoylødu«. Hann øt-
aðist um, at kalvinistiska