Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. august 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 62 — 11. august 1979 Dagurin tá leigan skuldi latast. Umsjónarmaðurin (fak- torurin), ið umboðaði eigaran av oyggjunum, kom eina ferð um árið út eftir leiguni trúgvin skuldi vera so illa farin. >At bannast tykist vera algongt millum fólk- ið, og tikið verður til hin grábeinta í øårumhvørjum andaræli. Tað harmar meg at siga — og eg lúgvi ikki — at eg ikki hitti eitt tað einasta menniskja harúti, sum av rettum kundi kall- ast ein fulltrúgvandi per- sónur. Hesin álvarsami guds- maðurin fór so til verka. Teir ellivu dagarnar, hann hesa ferðina dvaldist á St. Kilda, helt hann trettan meti fyri fólkunum har. Hetta hevði mikið árin á tey og tá hann fór avstað bóðu tey hann við tárum í eygunum um vælsignaðan at koma aftur, greiðir hann sjálvur frá. Árið eftir var MacDon- ald í 2 vikur úti í St. Kilda. »Tå eg lendi<, skrivar hann, »tyrptust øll uttan um meg og tóku í hondina á mær. Fátt varð á munni havt, men hvert eyga vr vått«. Tilsamans var John MacDonald úti á Hirta í 4 summer, til hann at enda bað fólkinum har farvæl med alla í 1830. MacDonald bjargaði kirkjuni fleiri viðhaldsfólk úti á hesum útskerjum í bretska ríkinum. Tað var hann, sum legði steðið undir eina vælskipaða, stranga, harðliga og ó- milda trúarrerslu. Tað, sum aðrir ikki hevdu megnað, eydnaðist hon- um: at vekja eina trúareði, sum hevði verið púra ó- kend á St. Kilda og meg- inpartinum av skotska meginlandinum við síðani trúbótina. Gleðin hvervur Aftan á hesa trúarligu her- ferðina hjá MacDonald kendist eitt sjónskt um- skifti í lyndinum hjá St. Kilda-búgvum. Nú vóru teir ongantíð kátir longur og hildu uppat at syngja og dansa. Lív teirra, sum higartil hevði verið stýrt av vindi og veðri, varð nú trýst inn í kirkjugongd uttan hégv. Tað, sum MacDonald hevði prædikað, hóvaði væl saman við teirra pátrúna lyndi. Teir gloyptu treyta- leyst hverjum orði, hann segði, og ein trúgv, hvers retur gingu djúpt í lyndi teirra í óttanum fyri tí ókenda, setti eftir hetta sín dám á sinnini á teim- um á St. Kilda. Men teimum á Hirta tørvadi eitt hóskandi gudshús, og í 1827 gjørdi John MacDonald av at royna at útvega pening, so ein kirkja og prestahús kundu verða bygd. »Hå- landaåpostulin« prædik- aði um alt Skotland til frama fyri tey å St. Kilda og tad eydnadist honum at savna so mikid av peningi saman, at ein litil kirkja og eini prestahås kundu verða bygd. Kirkjan fer i tviningar St. Kilda-búgvar gjørdu ótrúliga nógv av at ganga í kirkju. Um miðja 19. eld varð farið hvenn dag í kirkju uttan mánadag og leygardag. Sunnudagar varð farið tvær ferðir. Og tað var einki sum æt at sita heima, tú skuldi í kirkju, uttan so at tú vart sjúkur. Hjá einum fólki, hvers lívskor vóru so bundin at náttúruviður- skiftunum, mátti ein so óhógvasamur gudsótti, sum fór við so nógvari dýrmætari tíð, gerast hættisligur fyri útkom- una. Gudstænasturnar ikki bert steðgaðu ellum arbeiði teir tímarnar, tær vardu, men beindu eisini fyri ollum ætlanum og til- tøkum tann dagin. St. Kilda-búgvar vóru vanir at fara á flot um kveld- arnar, men tá farið varð at halda bønarmøtir um kvøldarnar, datt eisini hetta niðurfyri. Í 1843 — árið fyri sum táverandi presturin Neil Mackenzie fór av St. Kilda — fór skotska kirkjan í sosialurin Síða 9 tvíningar og hevði hetta við sær, at fría kirkjan í Skotlandi varð stovnað. Ein prestur í Edinburgh, Thomas Chalmers, gekk á odda fyri hesum. Skotsku hálendindi og skotsku oyggjarnar tóku undir við tí, menn úr hesi kirkju prædikaðu. >Tá skotska kirkjan í 1843 fór í tvín- ingar<, skrivar Fraser Darling í bók síni >West Higland Survey, >tók eitt fólk, sum bar viðfeddan gudsótta í barmi, dúgliga undir við fríu kirkjuni og sum mangan hendir, tá ógvisliga verður farið fram í trúarspurningum, fingu fólk nú andstygd fyri ellum tí, sum verið hevði frammanundan, utta at munur varð gjerd- ur á og tóku nú fyrilits- leyst at fordøma slík gleði- kend og lívsjáttandi fyri- brigdi sum ftónleik og dans. Mong fiólin varð støkt av tvertur um knø- ini og glaðar reddir og lív- ligir fetir fánaðu fyri at staðfesta tað álvarsemi, sum nú vað hildið at vera eftirynskjandi fyri at verða bjargaður frá glat- at«. Triggjar guds- tænastur sunnudag Í 1866 kom presturin John Mackay ut å St. Kilda fyri at bjarga teim- um fjarskotnastu sålun- um i Skotlandi. Hann kom at vera harúti í fjórðings- eld, longur enn nakar í annar prestur undan hon- um. Meðan hann sat í starvinum, herdi hann alt, ið hevði við trúgv at gera, so nógv, at slíkt ikki hevði verið á St. Kilda, síðan »hålandaåpostulin« var á sinni. Og St. Kilda-búgvar tóku tigandi og lýdnir undir. Meðan Mackay var prestur varð farið í kirkju tríggjar ferðir sunnudag- ar. Rithevundurin John Sands metir, at St. Kilda- búgvar, meðan Mackay var harúti, vóru 6 1/2 tíma í kirkju hvenn sunnudag. Frá leygarkveldi til sunnumorgun mátti eing- in tala orð. Alt uttan bíbliulestur varð hildið at vera synd. Heldur einki arbeiði mátti gerast, ikki farast eftir vatni ella mjólkast. »Sunnudagurin er so dapur, at ikki sigast kann frá ti«, skrivar John Sands. >Tá ið klikt verður við klokkuni, skundar alt sær, ið krúpa kann, í kirkju við syrgnum yvir- brá. Og hugt verður beint niður fyri føturnar, tí tað verður mett sum synd at lata eyguni reika aðrar- vegir. Og synd er at siga, Presturin John Mackay, sum prædikaði fyri St. Kilda-búgvum í 24 ár. Hann fór ikki fram við mýkindum og ikki var lukkuligt at sovna undir gudstænast- uni. Heldur ikki var nóg mikið at fara 2 ferðir í kirkju sunnudagar, nei, farast skuldi 3 ferðir ! % + Tey seinnu årini røktadu trubodarar sålirnar å St. Kilda. Summir, sum t.d. Donald Cameron, høvdu konu og børn ut vid at hesi fólkini síggja út sum at hetta er ein stórur gleðiboðskapur, tey fara at hoyra. Tá eru tey heldur at líkna við eitt fylgi, sum Illimaður rekur fyri sær niður í hitt botnleysa svåvuldikid«. Mackay kravdi, at øll samkoman gloypti hvørj- um orði, tá hann helt gudstænastu. Skuldi okk- urt barnið sitið óstilt, fingu foreldrini av at vita. Einaferð rithevundurin John Sands vitjaði Hirta og var farin í kirkju, kom bráddliga steðgur í guds- tænastuna, tá komið varð eftir, at ein gomul kona var sovnað. Konan varð deild, meðan øll hoyrdu, og hon fekk at vita, at svav hon er, skuldi vera lítið svøvnligt hjá henni hinumegin! Søgan um hin burtur- vilsta sonin varð havd fyri manga gudstænastuna. Sunnudagin 26. des. 1886 talaði Mackay við tvær gudstænastur um hetta evnið. Hetta var triði sunnudagurin og sætta prædikan hjá honum um sama evnið. Tvær vikur eftir hetta helt Mackay níggjundu prædiku sína um burturvilsta sonin, men helt seg kortini ikki enn hava viðgjert hana nóg gjella. Inni á skotska megin- landinum varð mangan funnist at teimum prest- um, sum sendir vórðu út á St. Kilda, tí teir vórðu hildnir at vera ov vána- ligir, og serliga kom hesin Mackay at vera fyri at- finningum. Men ringt var mangan at finna prestar, sum vildu fara út í oyggj- arnar og teir, sum ráddu fyri borgum, hildu sum so, at ein vánaligur prestur var frægari enn eingin. Teir prestar og trúboðar- ar, sum tóku við starvin- um, gjerdu hetta av serlig- um orsekum. Teir legdu minni í at teir koma at liva avbyrgdir frá meginland- inum og tí mentunarlívi, ið har var. Eisini vóru teir fúsir at liva eitt hart og mangan ófýsið lív. Og teir, sum fóru, hevdu kanska meira í kvittan enn bert at prædika boðskapin, tí á St. Kilda fóru teir at fáa fanatiskar vidhaldsmenn, so mikið vistu teir. Eisini fór harúti at bera til hjá teimum at trútta niður í fólkið teirra persónligu hugsan um kristindómin uttan at skula ganga í steðugum ótta fyri at koma undir atfinningar at teirra útleggingum, skuldu teir prædikað ikki á skotska meginlandinum Framhald A A AA