mikudagur 15. august 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Fólkaflokkurin
tingnýtt
kemur
við uppskoti til loysn
av kreppuni
Á tingfundinum fríggjadagin boðaði Jógvan
Sundstein frá, at fólkaflokkurin í hesi vikuni fer
at koma við einum uppskoti um, hvussu tað al-
menna skal vera við til at loysa kreppuna, sum
serliga rakar fiskiflotan.
Hetta fer fólkaflokkurin at gera, uttan mun til,
um hann verður í einari landsstýrissamgongu ella
ikki.
— Vera vit í einari samgongu, leggja vit
uppskotið fram saman við henni. Vera vit uttan-
fyri samgongu, leggja vit uppskotið fram einsa-
mallir, segði Jógvan Sundstein fríggjadagin.
Fóru í fíggjar-
nevndina
Bæði tingmálini, sum
framburðs- og fiskivinnu-
flokkurin legði fram miku-
dagin, vóru til fyrstu við-
gerð á tingfundinum
fríggjadagin.
Hetta eru tingmál nr. 2,
uppskot til samtyktar um
minstaprís á fiski, og
tingmál nr. 3, uppskot til
løgtingslég um selu-
skyldu.
Aftaná drúgt orða-
skifti, sum yvirhevur
snúði seg um mangt
annað enn tingmál nr. 2,
skjeyt Jógvan Olsen (sbfl)
upp. at málið fór til aðru
viðgerð uttan nevndarvið-
gerð. Jógvan Sundstein
(flkfl) helt tó, at tað var
rímuligt, at málið fekk
nevndarviðgerð. Formað-
urin koyrdi síðani málið í
figgjarnevndina.
Tingmål nr. 3 før eisini i
figgjarnevndina, uttan
orðaskifti
Mánaðarlen fyri
20 og 12 dagar
Landsstýrinum verður
álagt at koma við lógar
broytingum til lógir um
minstulen og minstafor
vinningi, soleiðis at
mynstraðir fiskimenn fáa
ein mánaðar minstulen
fyri hverjar 20 dagar, teir
eru mynstraðir og at út-
róðrarmenn fáa ein mán-
aðar minstulen fyri hverj-
ar 12 útróðrardagar
Soleiðis ljóðar tingmál
nr. 4, sum framburðs-
og fiskivinnufløkkurin er
komin vid
I vidmerkingunum til
ippskotið verður sagt, at
tey, sum arbeiða á landi,
fáa eina mánaðarlen fyri
170 tímar og færri, tey
eru heimanífrá
— Við skipi verður ar
beitt hvenn dag og er tí-
skil ein arbeiðsmánaður
við trolara, har gingið
verður 6 og 6, uml. 360
tímar og við línuskipi, har
egnt verður umborð, uml.
450 — 480 tímar. Fram-
burðs- og fiskivinnuflokk-
urin vísir á, at munurin á
lenartryggleikanum á
landi og til sjós ger, at
menn helst ikki fara til
skips.
Helvtin av vinn-
inginum skal
vera eftir
i Føroyum
Framburðs- og — fiski-
vinnuflokkurin legåi eisini
å tingfundinum friggja-
dagin fram tvey uppskot
— eitt, sum hevur ut-
reiðslur vid sær og eitt,
sum hevur inntekur við
sær, sum Adolf Hansen
segði, tá hann kom við
uppskotunum.
Framburðs- og fiski-
vinnuflokkurin vil, at út-
lendskar fyritøkur og ein-
staklingar, sum handla
ella átaka sær arbeiði í
Feroyum, skulu gjalda
skatt sum feroyskar fyri-
tekur og persónar, 10%
avgjald av ellum umsetn-
ingi og 50% avgjald til
landskassan av tí vinn-
ingi, sum verður fluttur
av landinum. Flokkurin
hevur tí skotið upp, at
álagt verður landsstýrin-
um í hesi tingsetuni at
leggja fyri tingið uppskot
um lóg/lógarbroytingar,
so hetta kann fremjast.
Adolf Hansen segði, tá
hann legði málið fram, at
útlendska kappingin
hevur ført við sær, at før-
oyski handilin og ídnaður-
in ikki er vorðin so týð-
andi táttur í feroyska
samfelagnum, sum rími-
ligt og neyðugt er í hesum
broytingartíðum.
Fleiri útlendsk byggifeløg hava arbeiði í Førovum
Nr. 63 — 15. august 1979
Húsið stóð við Dalavegin friggjakvoldið
úti í Hornabø leygarmorgunin
Tað tók 7 tímar at
flyta eitt sethús av
,
Dalavegnum út á
nýggja parkerings-
plássið í Hornabø.
Har skal húsið
standa til ein grund
er gjerd til tey —
við síðuna av
Hornahúsinum, har
sum hoyggjhúsið
stóð fyrr.
Húsið, sum Feroya forn-
gripafelag hevur fingið frá
Hansinu og John Hentze,
er bygt í 1896 og er mill-
um tey fáu, sum enn eru
eftir í Havn við tí upp-
runaliga byggisnidinum
frá teirri tíðini.
Feroya forngripafelag
skal nú varðveita tað.
Skuldi takast niður
Húsið skuldi takast niður,
tí eitt nýtt skuldi byggj-
ast á grundini. Hetta helt
býráðið vera skeivt og
skjeyt tí upp at flyta tað í
staðin. Og tað bleiv so
gjert seinastu leygarnátt.
Dalavegurin er dekan ov smalur til húsaflutning, men alt gekk tó væl.
. Tá húsið er komið á nýggju grundina í Hornabø, kemur tann síðan, sum fyrr vendi
oman móti Heygsbreyt, at venda móti Landssjúkrahúsinum
Leygarkveldið lyftu
tveir kranar húsið, sum
vigar millum 11 og 12
tons, uppá ein vogn. Og kl.
3 byrjaði flutningurin.
Men tað gekst striltið at
koyra oman eftir tí smala
Dalavegnum og ikki fyrr-
enn kl. 7.30 var húsið
komið oman á J. Paturs-
sonargetu.
Men so gekk tað skjót-
ari eftir teimum breiðaru
vegunum út í Hornabe
og uml. kl. 10.30 stóð
húsið millum bilarnar á
parkeringsplássinum eyst-
anfyri Uppihaldsdeildina.
Tað var neyðugt at
kvetta einar hálvthundrað
SEV-linjur fyri at fáa hús-
ið igjøgnum, men tær
blivu skoyttar saman
aftur so hvert.
SU uppí norðurlendskt samstarv:
Limur á jøvnum feti
við hini londini
Sosialistiskt Ungmanna-
felag hevur havt vitjan av
tveimum svenskum ung-
dómspolitikarum, Håkon
Bysted og Christer Ahlén.
Christer hevur tvey tey
seinastu árini verið skriv-
ari í norðurlendska ung-
dómsfelagnum hjá javnað-
arflokkinum, FNSU, og
tað er í hesum sambandi,
at teir vitja Feroyar.
SU hevur tvey tey sein-
astu árini verið fyribils-
limur í FNSU við meti-
rætti, men á aðalfundinum
í heyst fær SU fullan
limaskap í norðurlendska
felagnum. Hetta varð av-
gjørt á stjórnarfundi í
Keypmannahavn leygar-
dagin.
Triggjar
høvudsuppgåvur
Christer greidir frå, at ar-
beiðið hjá FNSU fellur í
tríggjar hevuðsuppgávur:
at veita sínámillum
upplýsingar millum tey
ymisku felegini í norður-
londunum, at fylgja við í tí
politiska samstarvinum
millum norðurlond, her
verður m.a. hugsað um ar-
beiðið innan Norður-
lendska Ráðið, og fyri tað
triðja at bera so í bandi, at
gjørdar royndir koma
teimum ymisku
feløgunum til góðar
nationalt og lokalt. Har-
afturat skipar FNSU fyri
einum fimm-seks skeiðum,
seminarium og tílíkum
fyri ellum luttakaralond-
unum á hverjum ári.
Gott samstarv
við flokkin
Hákon Bysted starvast
sum tænastumaður á
SSU, ið er eitt ógvuliga
stórt og virkið felag við
umleið 100 festum starvs-
fólkum. Hákon greiðir
frá, at felagið hevur gott
samstarv við flokkin og at
flokkurin lurtar eftir felag-
num.
— Hevur SSU nakra
ávirkan á flokkin?
— Ja, tað hava vit av-
gjort. T.d. hevur spurn-
ingurin um ekonomiskt
demokrati sín uppruna í
SSU fyri mongum árum
síðani. Harafturat hevur
umhvervisspurningurin
verið nógv viðgjerdur í
SSU og hevur flokkurin
nú tikið spurningin upp av
álvara kring alt landið. Í
slíkum málum hevur SSU
gingið á odda, greiða
Christer og Hákon frá.
— Hvat verður hevuðs-
evnið hjá SSU í valstríð-
num?
— Tað verður spurning-
urin hjá teimum ung og
ekonomiskt demokrati.
Ungdómsarbeiðsloysi er
ein stórur trupulleiki hjá
okkum. Tað eru ikki færri
enn 40.000 ung, sum einki
arbeiði hava. Á hesum
økinum hevur flokkurin
eisini gjert eitt stórt ar-
beiði og gjert eina um-
fevnandi ætlan fyri at fáa
fólk í arbeiði aftur, sum
núsitandi borgarliga
stjórnin ikki hevur givið
gætur, sigur Hákon.
Eisini fakligar
spurningar
Annars heldur Christer, at
tað verður gjørt ov lítið á
norðurlendskum steði við
vinnuspurningar. Hann
heldur, at fakligir spurn-
ingar eisini áttu at verið
viðgjerdir í Norður-
lendska Ráðnum í sama
mun sum mentanarspurn-
ingar.