Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 1979síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin HB—B363— 1 (1—1): Vátur vollur, våtir leikarar og vátir áskoðarar Tað, ið sermerkti dystin millum HB og B36 var glopraregnið. Ovari vøllur í Gundadali var mest líkur einum svimjihyli og tarnaði hetta í stóran mun fótbóltsspælinum Ovari vøllur í Gunda- dali var sunnudagin tá HB og B36 mettust mest at líkna einum stórum hyli og kom hetta eisini at seta sín dám á dystin. Lógu stillir í hyljunum Frá dystarbyrjan sást skilliga, at hetta fór ikki at gerast nakar stórur dystur leikliga sæð. Av- leveringarnar steðgaðu nærum allar, tá tær komu á váta vellin og tá tað alla tíðina dýkti av himni, gjerdist vellurin sum dysturin leið, verri og verri at leika á. B36 væl betur byrjan B36-leikararnir vandu seg væl skjótari við váta vøll- in enn HB og var tað eisini B36 sum við ágrýtnum leiki átti fyrsta korterið av dystinum. Brotsspark Tá 15 min. vóru farnir fekk B36 einliga mál sítt og varð hetta skotið uppá brotsspark. Hetta brotsspark varð demt tá HB-leikari steðg- aði bóltinum við hondini, tá hann var á veg í málið aftaná eina reð av B36 hornasperkum. Kjartan Mohr setti trygt brots- sparkið í netið til 1—0 leiðslu til B36. Mentu seg HB-leikararnir hevdu fyrru helvt av fyrra hálv- leiki lítið spæl og sá tað út til at teir hevdu ringt at venja seg við váta vellin og »kontanta« og ågrytna B36-leikin, men um miðj- an hálvleik komu teir tó meira við í spælið, og skiftu álopini nú millum liðini bæði. Beint undan hálvleiks- steðginum eydnaðist tað HB at javna. Hetta mál kom tá Ernst Dalsgarð leikti Suna Jacobsen frían í vinstru síðu og trekti Suni einsamallur gjøgnum B36-verjuna og setti hann bóltin í netið framvið Bjarna á Steig til hálv- leiksstøduna 1—1. Skakandi mål Seinni hålvleikur var bert tveir min. gamal tå HB kom å odda. Hetta hendi tá ein bóltur varð skotin av miðjuni fram í B36- verjuna og var Eiler Mouritsen so óheppin, tá hann, í kapprenning við Kára Nielsen, skuldi leggja bóltin aftur til Bjarna, ið var á veg út móti teimum, at hann lyfti hann uppum Bjarna og undir nettakið. Hetta mál sá út til at skaka B36-verjuna ikki sørt og tað var eins og hon hevði ringt við at koma burtur frá hesi hending. Meira spæl HB vann sær nú sterri lut í leiki, men ikki fyrrenn tveir min. undan leikloki eydnaðist at sláa sigurin fastan móti tí væl »kemp- andi< B36-liðnum. Fagnaðu ÍF Ikki vóru tað nógvir á- skoðarar, ið henda regn- dag hevdu leitað sær niðan í Gundadal og ikki hoyrdist nógv til teir uttan tá málini komu og tá tað frættist at ÍF var á odda í Fuglafirði: tá var fagnaðurin óferur, og er hetta eisini skiljandi, av tí at møguleikar HB's fyri at vinna meistaraheitið í ár gjørdust munandi størri um ÍF vann. Fram — SI2—0(0—0): Tvær ferðir einsamallur gjøgnum verjuna — tvey mål Bæði málini, ið venjari Fram's, Tom Gisselbæk, fekk í dystin- um móti SÍ vórðu skotin í seinna hálvleiki. GÍ er nú nærum komið í 1. deild Ikki var byrjanin av dyst- inum millum Fram og SÍ spennandi. Spælið gekk javnt millum liðini bæði, men hverki megnaði at spæla seg fram til nakran veruligan málmeguleika. Góð leta Um miðjan fyrra hálvleik hevði Fram tó eina góða letu við nógvum royndum móti SI-målinum, men ikki eydnaðist at fáa bólt- in í netið og var hetta einahelst orsakað av Fram-leikarunum sjálv- um. Skot og »headingar« teirra endaðu sum oftast við síðurnar av málinum og eydnaðist at benda skotini móti málinum, vóru tey so veik, at góði SÍ-málverjin, Heini David- sen, uttan stórvegis himpr tók bóltin. Nógv skjót mótálop Henda góða Fram-løta, har bólturin fyri tað mesta lá á Sl-helvtini, ferdi tó við sær, at SÍ mangan kundi farið í skjót mótálop og endaði eitt av hesum við at bólturin varð skotin á stongina. Gott skot og góð bjarging Tá 36 min. vóru farnir av fyrra hálvleiki fekk Fram risameguleika at leggja seg á odda. Gunnar Nielsen trekkir einsamallur móti málinum úr vinstru síðu, komin á brotsteigin skjýtur hann hart móti málinum, men Heini tveitir seg í fullari longd og fær sligið góða skotið uppum málið til horna. So í hinum endanum Bert minutt seinni er tað Kári, sum er um at fáa mál fyri SÍ. Hann fær skotið bóltin fram við Líggjas Huusgaard, sum henda dagin stóð í Fram-málin- um, men at kalla á sjálvari málstrikuni, fær Eyðfinn Hansen bjargað til horna. Tað eydnaðist hvørgum liðunum at fáa mál í fyrra hálvleiki og gjerdist hálv- leikssteðan sostatt javn- leikur 0—0. Seinni hálvleikur Í seinna hálvleiki var spældeilingin aftur jevn, men tvær ferðir fór leik- andi venjari Fram's, danin Nr. 63 — 15. august 1979 12 DYSTIR C=-63 <m- SOSIALURIN gevst nú við tippingini fyri í ár Tey 12 rettu tipstekini, sum standa í blaðnum í dag eru tey seinastu vit hava frá fótbóltskapping- ini í ár. Orsekin til at vit longu nú gevast, hóast kapping- in ikki er komin longur enn í góða helvt, er trupul- leikin at fáa dystir á komandi tippingarseðlar okkara. Tá vit byrjaðu, gjørdu vit av, at dystir frá vaksnamannadeildunum, t.v.s. fyrstu, aðru og triðju deild, skuldu vera á seðl- unum og roknaðu vit tá við, at vit, sum árið leið, vildu fáa steðuna í teim- um ymsu bólkunum í triðju deild at vita frá FSF, soleiðis at vit, tá komið var til semifinalur og finalur, vistu hverji lið skuldu metast, men tíverri ber tað ikki til hjá FSF at gera tær fullfíggj- aðu steðurnar upp, tí tað enn resta fleiri dómara- seðlar at koma til Fót- bóltssambandið. Tippingarseðlar okkara skulu vera í blaðnum hálvaaðru viku undan leik- degunum, fyri at lesarar okkara kunnu náa at senda okkum teir í góðari tíð, og tá tað nú líður móti finalum og semifinalum í landskappingini, hava vit valt at gevast nú, tá vit tí- verri ikki hava meguleika fyri at finna fleiri enn átta- níggju dystir til komandi tippingarseðlar og minsta markið er tíggju. Vit vóna, at tað næsta kappingarár verður lætt- ari hjá FSF at fáa dómara- seðlarnar, soleiðis at vit kunnu tippa alt leikárið og ikki sum nú, bert helvtina. Aftur hesaferð var bert ein vinnari og hevði hann bert tíggju tekin rett, men hann var einsamallur um hetta og fær sostatt tær 250 krónurnar, ið vóru í vinningi, útgoldnar. SOSIALURIN takkar tipparunum fyri góða undirtøku og vónar at tippingin eisini komandi leikár fær eins nógvar lut- takarar og hesaferð. Tom Gisselbæk, einsa- mallur gjegnum SÍ-verj- una og báðu ferð setti hann bóltin í netið og gjørdist endaliga úrslitið sostatt ein 2—0 sigur til Fram. Royn vann á B68 Suðuri í Hvalba mettust Royn og B68 og vunnu hvalbingar henda dystin við trimum málum móti tveimum, aftaná at teir eitt skifti hevdu verið á odda við trimum málum móti ongum. Á Eiði vann EB við trimum málum móti ein- um á KÍ, sum enn onki stig hevur fingið og neyv- an sleppur undan at flyta niður í triðju deild. GÍ í fyrstu deild? Seinasta mikudag vann GÍ við trimum málum móti einum á HB og eru teir nú, tå øll liðini hava leikt nýggju dystir, seks stig frammanfyri B68 á eðrum sæti. Sjálvt um fleiri lið enn teoretiskt hava møguleika fyri at koma fram um GÅ, kann longu nú roknast við at nýggja liðið í fyrstu deild komandi ár verður unga GÍ-liðið, sum fyrst í ár eru komnir upp í aðru deild. Steðan Steðan, aftaná at øll liðini hava leikt níggju dystir hver, er hendan: GÍ 9 27—5 18 B68 9 21—13 13 SI 9 17—11 Il Fram 9 21-17 10 Royn 9 19—17 10 EB 9 12—17 5 HB 9 13—18 2 KÍ 9 5—41 (0)