hósdagur 25. juli 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 140 - 25. juli 2002
Nr. 140 - 25. juli 2002
3
Ólavsøkukonsertin:
Nú
haldi eg, tað er tíð upp á, at
eg komi heim til Føroya, og
vísi hvør eg eri, sigur Róin
Siggertsson, alias Rowan,
sum fer á pall leygarkvøld-
ið at spæla nýggjan tónleik
á fyrsta sinni fyri føroysk-
ari fjøld á ólavsøkukonsert-
ini
Hansara image er ikki til
at fara skeivur av. Hárið
langt, skeggstubbarnir passa-
liga forsømdir og eyguni
hvøss. Soleiðis sær ímynd-
in av einum vandamiklum
rockara út. Men hvat við
persóninum sjálvum?
Er kanska ein harður
hundur eisini?
Slettis ikki. Heldur tvørtur-
ímóti.
Rowan, alias Róin Sig-
gertsson, dylir ikki fyri, at
hann er sensitivur.
– Eg fái nóg illa hugt eftir
sjónvarpstíðindum, so takið
eg tað, eg síggi, at mær. Eg
má viðganga, at 11. sept.
2001 hevur havt stóra
ávirkan á meg. Hetta hoyr-
ist eisini aftur í tónleikinum
eitt nú á einum nýggjum
lagi Mess On A Scene, sum
vit fara at spæla leygar-
kvøldið.
Hvat er tað so fyri tón-
leikur, fólk kunnu roknað
við at hoyra leygarkvøldið?
– Fyrst og fremst løg, eg
havi skrivað tvey tey sein-
astu árini. Onkur hevur sagt
við meg, at tað er ræðuliga
rockutt, men ikki rockur.
Tað er rættiliga funky, men
ikki funkur. Ja, eg haldi, tú
kanst í roynd og veru kalla
tað popp. Men eg fari út í
krókarnar, út í periferiina.
Tú kanst siga, at boðskap-
urin er kærleiki, men eg eri
sum sagt øgiliga ávirkaður
av gogndini í heiminum.
Tað haldi eg hoyrist aftur
bæði í teksti og eisini í
sjálvum tónleikinum.
– Hetta er tónleikur eg
sitið og arbeiði við einsa-
mallur í mínum egna studio
í Danmark og nú gleði eg
meg rættiliga at fáa roynt
tað av við einum orkestri.
Navnið
Rowan er sum sagt alias
Róin Siggertsson. 29 ára
gamli
vestmenningurin,
sum seinast var at síggja á
donsku sjónvarpssending-
ini Rockidoler í februar, har
hann av álvara gjørdi vart
við seg.
Hví Rowan, Róin?
– Tað er ongin loyna, at í
Danmark – og fyri sovítt
alla aðrastaðni í verðini –
gevur navnið hjá mær
komplikatiónir.
– Í Danmark verið eg bert
kallaður Rowan og so havi
eg gjørt av, at brúka hetta
sum mítt kunstnaranavn. Í
bankanum og aðrastaðni eri
eg framvegis Róin. Longri
er tann søgan ikki.
Glaður fyri ikki at
verða valdur
Fyri at venda aftur til send-
ingina Rock Idoler, sum
TV3 sendi, so varð Rowan
ikki millum tey útvaldu,
men hann fekk skoðsmál
frá fakfólkum, ið staðfestu,
at hann at kallað var ‘ov
góður’ til at verða útvaldur.
Maðurin var størri enn kon-
septið, hildu tey kønu.
– Í dag eri eg glaður fyri,
at eg ikki bleiv valdur út.
Tað hevði slettis ikki ging-
ið. Tað dugi eg væl at
síggja. Eg hevði ikki passa
inn undir handan formin,
sigur Rowan.
Luttøkan
gav
kortini
Rowan vind í seglini. Fólk í
donsku bransjuni byrjaðu at
tosa saman. Hann fekk ein
persónligan managara, og
6. aug. fer Rowan til Dan-
markar at spæla inn trý løg
saman við amerikansk-dan-
ska guitarleikaranum Billy
Cross, ið eisini hevur út-
merkað seg sum produsara
á mongum norðurlendskum
útgávum.
– Ja, luttøkan setti hol á
ymisk ting. Havi rakt við
ymiskt nýtt í mær sjálvum.
Eitt nú havi eg fingið meira
power á stemmuna. Óli
Poulsen, sum eg arbeiddi
saman við eitt mundið, var
serliga tann sum hjálpti
mær at opna meira upp fyri
røddini, leggur Rowan aftr-
at.
– Í dag dámar mær væl at
veksla millum at syngja út
og so halda eitt sindur aftur.
Bassist við úr
Danmark
Við sær úr Danmark hevur
Rowan eisini danska bass-
leikaran Casper Hansen, ið
man vera mest kendur sum
onnur helvtin av bólkinum
Drori-Hansen
Furniture,
har Erann DD við hin
helvtin. Apropos Erann, so
vera tað James Olsen og
Casper Hansen, ið fara at
leggja botnin undir tón-
leikinum hjá Rowan. Aftrat
tí hevur Rowan eisini
Brand Jacobsen, ið fer at
spæla percussion og so
argentinska guitarleikaran
Valentin Cora, sum rætti-
liga hevur gjørt vart við seg
her á landi seinastu tíðina.
– Teir hava allir fingið
eina fløgu við løgunum at
lurta eftir. Nú gleði eg meg
eisini at spæla, tí allir tykj-
ast at vera sera tendraðir,
sigur Rowan. Sjálvur fer
hann eisini at spæla akkust-
iska guitar.
Skal vera nú
Hetta verður sum sagt fyr-
sta ferðin, at Rowan av álv-
ara kemur heim at spæla
fyri lurtandi fjøld. Tað vil
siga, at hann var heima í
fjør og spældi í Kagganum,
men hetta var meira sum
tónleikur
afturvið
øli.
Hesaferð skal tað í minsta
lagið vera øvugt.
– Eg haldi, tað tykist sum
tónlistarliga veðurlagið er
broytt í Føroyum. Nú hoyr-
ist um spælingar, har fólk
koma fyri at lurta, fyrst og
fremst. Hetta er týðandi
fyri meg, tí í fleiri ár spældi
eg ikki annað enn kopitón-
leik, har fólk bara komu
fyri at drekka seg fullan.
Tann kvotan er uppbrúkt.
Seinastu mongu árini
hevur Rowan tó arbeitt
burturav við sínum egna
tónleiki. Hann hevur upp-
bygt sítt egna studio í
Keypmannahavn. Fyri at
fáa alt at bera til fíggjarliga,
hevur hann eisini undirvíst
í tónleiki. Hetta ger hann
framvegis hálva tíð.
Hann dylir kortini ikki
fyri, at ambitiónirnar eru
stórar.
– Ja, eg eri ekstremt seri-
øsur. Tað kann onkuntíð
vera ein trupulleiki fyri
meg og kanska serliga
menniskjuni kring meg.
– Eg eri 29 ár. Eg føli,
sum nú er tíðin har tað skal
henda, um eg vil gera karri-
eru við mínum tónleiki.
Mítt mál hevur verið at fáa
plátusáttmála, og tað trúgvi
eg eisini uppá. Haraftrat
havi eg onki ímóti at ar-
beiða sum produsari og ar-
rangør á ymsum projektum.
Rowan
– følið menniskja aftan fyri ráa lookið
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
3
2
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!