Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 140 - 25. juli 2002 Nr. 140 - 25. juli 2002 5 Formaður Javnaðar- floksins heldur, at samgongan skákar sær undan tí sentrala spurninginum í máli- num viðvíkjandi ein- skiljingini av Fiska- virking. –Tað sentrala í málinum er, um før- oyingar ella útlend- ingar skulu eiga fiska- ídnaðin í Føroyum, sigur Jóannes Eides- gaard EINSKILJING Heri á Rógvi Formaðurin í Javnaðar- flokkinum, Jóannes Eides- gaard, dugir als ikki at síggja, hví tað hevur ein so stóran skund at einskilja Føroya Fiskavirking. – Eg haldi, at tvídrátturin í samgonguni eigur at koma Fiskavirking til góðar. Tá mann ikki er førur fyri at semjast um leistin, so eigur hetta at koma Fiskavirking til góðar. Einskiljingin eig- ur heldur ikki at hava ein sovorðnan skund, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur afturat, at hann hevur trupult við at síggja, hvussu samgongan skal kunna avgreiða hetta mál við teimum ósemjum og tvídráttum, sum støðugt stinga seg upp í hesum døg- um. Formaður Javnaðarflok- sins heldur eisini, at tað vera ógvuliga torført hjá nevndini í Framtaksgrunni- num at gera sítt arbeiði til lítar, tá politiski myndug- leikin ikki megnar at melda klárt út, hvat hann vil. Gloyma kjarnina Tað kom fram fyrr í vikuna, at nevndin fyri Framtaks- grunn Føroya nú fer undir fyrireikingarnar til at pri- vatisera (einskilja) Føroya Fiskavirking. Tær næstu mánaðirnar verður eitt fyrireikingararbeiði gjørt til søluna av Fiskavirking. Selt verður undir einum, og keyparin er tann, ið bjóðar mest – uttan mun til heim- stað. Jóannes Eidesgaard er eisini fegin um, at Fiska- virking verður seld í einum, tá hon skal seljast. Hann heldur tað vera sera týd- ningarmikið, at Fiskavirk- ing sleppur at virka sum ein eind. Í Sosialinum í gjár kom tað fram, at samgongan ikki var samd um, hvørja leið at ganga viðvíkjandi søluni av Fiskavirking. Tjóðveldisflokkurin setir sum eina treyt, at Fiska- virking verður selt um ein føroyskan Virðisbræva- marknað, men hesum tekur Fólkaflokkurin ikki undir við. Jóannes Eidesgaard held- ur, at stóru samgonguflokk- arnir gloyma tann mest týd- ningarmikla spurningin. – Tað sentrala í málinum er, um um føroyingar ella útlendingar skulu eiga fiskaídnaðin í Føroyum. Hesum spurninginum hev- ur samgongan skáka sær undan, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur dent á, at tað hevði verið ein vannlukka, um onkur útlendingur hev- ði ognað sær Fiskavirking. –Ein virðisbrævamarkn- aður forðar ikki útlending- um at keypa Fiskavirking. Hvat nyttar tað at tosa um fullveldi, um føroyingar ikki eiga sína egnu vinnu, sigur Jóannes Eidesgaard. Viðvíkjandi hesum spurninginum saknar Jóan- nes Eidesgaard eitt kjak á politiskum stiði. – Skulu vit broyta tað so- leiðis, at Fiskavirking ikki bert verður selt til hægst- bjóðandi, so mugu viðtøk- urnar fyri Framtaksgrunnin broytast, og hetta er ein pol- itisk avgerð. Vit síggja fegnir, at kjakast verður um hetta í løgtinginum, sigur Jóannes Eidesgaard. Gongur væl Formaður Javnaðarfloksins fegnast eisini um, at tað gongur so mikið hjá Fiska- virking, sum tað ger í løtu- ni. – Tað spuruttar av moti- vatión, tá tú kemur inn á eitt flakavirki í Føroyum, og tað gongur væl hjá teim- um, og hetta kastar nógvar pengar av sær, sigur Jóan- nes Eidesgaard. Hann heldur seg eisini til sítt í spurningi um, hvør eigur at eiga og ikki. – Tað snýr seg um at fáa tað at fungera, ikki hvør eigarin er, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat, at Fiskavirking virkar ógvuliga væl í løtu- ni. Hann heldur samstundis einki um tosið, at politikk- arar ikki skulu blanda seg í hesum avgerðini vera full- komiliga burturvið. – Alt hetta tosið um, at politikarar ikki skulu blandað seg er hyklarí, tí hetta eru spurningar, sum hava sera stóran fyri sam- felagið og viðvíkja okkum, sigur Jóannes Eidesgaard. Gegni ein spurningur Formaður Javnaðarfloksins heldur eisini, at gegni hjá serliga formanninum fyri Framtaksgrunnin kundi verið ein áhugaverdur spurningur at reist. Hann heldur, at spurningurin mestur er hóskandi fyri nýggja løgmálaráðið. – Hann (Niels W. Poul- sen, blðm.) er partur av ein- ari fyritøku, sum umboðar fyritøkur, ið væl kunnu hugsast at vera millum keypararnar av Fiskavirk- ing, sigur Jóannes Eides- gaard. Niels W. Poulsen sigur við Sosialin, at tað ikki er nakar reellur trupulleiki, tí hetta er nakað, ið advokatar fáast við hvønn dag. Hann leggur kortini afturat, at hann ikki vil vera formaður fyri ein hvønn prís og vísir á, at formaðurin kann vera skiftur út, men prosessin eigur kortini at vera hildin. EINSKILJING Heri á Rógvi Stjórin í Føroya Fiskavirking hevur einki ímóti, at Fiskavirking verður selt. – Vit hava altíð gingið inn fyri, at vit skulu seljast, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri fyri Føroya Fiska- virking. Føroya Fiskavirking verður vænt- andi einaferð í heyst lýst til sølu, og nú eru fyrireikingarnar farnar í gongd. Vit fáa ikki stjóran á Fiskavirking at siga nakað um, hvønn leist hann heldur vera rættast at selja Fiskavirk- ing eftir, t.e. Virðisbrævamarknað ella annað. Hann sigur, at tað týd- ningarmikið, at felagið nú fær frið at virka. Hann ivast tó ikki í, at tað er rætt- ast at selja Fiskavirking undir einum. – Konseptið hevur víst seg at rigga væl, og tað er ógvuliga týdningar- mikið, at Fiskavirking verður selt undir einum, sigur Meinhard Jacob- sen. – Men hvat framtíðar eigarar fara at gera við Fiskavirking, tað kunnu vit ikki ávirka, sigur Meinhard Jacobsen. Hann sigur, at gongdin higartil í ár hevur verið brúkilig hjá Føroya Fiskavirking. Meinhard Jacobsen: Seljast undir einum Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking Jóannes Eidesgaard um Fiskavirking: – Gloyma kjarnina í málinum Eidesgaard heldur, at samgongan roynir at skáka sær undan tí mest týdningarmikla í sambandi við einskiljingina av Fiskavirking – Konseptið hevur víst seg at rigga væl, og tað er ógvuliga týdningarmikið, at Fiskavirking verður selt undir einum, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri fyri Fiskavirking Búskaparráðið finst hvassliga at vinnu- politikkinum hjá landsstýrinum, men Vinnumálaráðið fer ikki at svara ákæru- num fyrr enn í næstu viku POLITIKKUR Páll Holm Johannesen Hann byggir á skeivar for- treytir. Soleiðis ljóða greiðu boðini frá Búskaparráðnum um tann politikk, sum Vinnumálaráðið hevur sett út í kortið. Í niðurstøðuni í vinnulívspartinum av frá- greiðingini hjá Búskapar- ráðnum verður dentur lagd- ur á, at vinnupolitikkurin byggir á grundleggjandi skeiva uppfatan av, at sam- feløg, sum tað føroyska, eru í altjóða kapping, á sama hátt, sum fyritøkur eru tað. Í niðurstøðuni verður so- leiðis tikið til: - Samfeløg eru heilt aðrir skapningar enn fyritøkur, og búskapar- ligu samanhangirnir og spælireglurnar, sum galda fyri samfeløg, líkjast ikki teimum, sum galda fyri fyritøkur. Skeivur vinnupolitikkur Búskaparráðið hevur tikið støði í teimum fimm ritu- num, ið Vinnumálaráðið gav út fyri nøkrum árum síðani. Skeiva tilgongdin til vinnupolitikkin hevur við sær, at búskaparliga væl- ferðin hjá tí einstaka borg- aranum í Føroyum er nógv verri enn hon kundi verið. Høvuðsorsøkina, sigur Búskaparráðið vera, at skeiva tilgongdin ber við sær handilsforðingar av ymsum slag. Her verður hugsað um, at núverandi vinnupolitikkur í alt ov stóran mun leggur dent á søluvirðið av eini vøru. Eitt dømi er, at politikkararnir altíð rópa hart um, at fisk- urin fyri alt í verðini má hagreiðast í Føroyum, áðr- enn hann fer av landinum, so at søluvirðið verður so stórt sum gjørligt. Hetta er ein skeiv fatan, tí tað er ikki søluvirðið, sum skal áseta, nær fiskurin skal av landinum, men virðis- økingin. Búskaparráðið vísir á dømi, at tá skip verða noydd at selja fiskin herheima, heldur enn fyri betri prís aðrastaðni, hevur henda forðing við sær, at samlaða virðisøkingin fyri tað føroyska samfelagið verður væl minni. Dentur skal heldur leggj- ast á, hvat tað er brúkarin ynskir, og er hann ikki er sinnaður at lata so mikið av peningi fyri fiskin, so at hann verður seldur í Føroy- um, so skulu skipini ikki vera noydd at selja hann her fyri minni prís, bara tí hæg- sti myndugleikin vil tað. Hesar forðingar hava eis- ini við sær at samansetingin á arbeiðsmarknaðinum er ein heilt onnur, enn um frí kapping valdaði. Vit nýta arbeiðsmegi, í hesum føri- num í fiskivinnuni, ið kun- di verið betri gagnnýtt í aðrari vinnugrein. Men or- sakað av handilsforðingum, verður samansetingin á ar- beiðsmarknaðinum ikki tann, sum hon eigur, og hetta hevur við sær, at virðisøkingin minkar, sigur Búskaparráðið. Høvuðsorsøkin til hesar skeivu tilgongdir til vinnu- politikkin, er tann, at før- oyska samfelagið verður roknað sum ein fyritøka, og ikki sum eitt samlað sam- felag, sum Føroyar í veru- leikanum eru, stendur í niðurstøðuni frá Búskapar- ráðnum um vinnupolitikk- in. Hetta eru álvarsligar ákærur ímóti tí arbeiði, sum Vinnumálaráðið ger, og úr Vinnumálaráðnum siga tey, at ákærurnar fara ikki aftur við borðinum. Embætis- fólkini og landsstýris- maðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, fara nú at viðgera frágreiðingina frá Búskaparráðnum, og tey ætla at koma við eini við- merking í næstu viku. Búskaparráðið hartar Vinnumálaráðið: Føroya land rikið sum ein fyritøka Skulu vit hava føroy- sku arbeiðsmegina uttanlands heimaftur, sum mugu bústaðar- viðurskiftini betrast munandi, sigur Bú- skaparráðið í seinastu frágreiðingini um føroyska búskapin ARBEIÐSPOLITIKKUR Páll Holm Johannesen Í frágreiðingini, sum bleiv almanna kunngjørd í gjár, nemur Búskaparráðið eisini við føroysku arbeiðsmeg- ina. Her verður víst á, at føroyingar góðtaka ikki, at útlendsk arbeiðsmegi kem- ur hendanvegin. Forðingin fyri útlendskari arbeiðs- megi kemur allarhelst av, at vit vilja ikki hava útlend- ingar til Føroya, so leingi sum arbeiði ikki er allar føroyska hendur. Her vísir Búskaparráðið á, at tað er ongin saman- hangur millum hvussu stórt eitt arbeiðsloysið er, og hvussu nógvir útlendingar kunnu arbeiða her. Tað er bygnaðurin á sjálvum ar- beiðsmarknaðinum, ið av- ger hvussu stórt eitt ar- beiðsloysi. Roynst illa í ein- ari vinnugrein, so er stórur vandi fyri, at fólk gerast ar- beiðsleys innan júst ta vinnugreinina. Nýta vit eitt nú byggi- vinnuna sum dømi, og henni roynst illa, so nyttar tað lítið at nýta uppsagdar handverkarar í einari vinnu, sum teir slettis ikki kunnu standa seg. Um okkum til dømis vantar sjúkrasystrar, og hava ov nógvar handverkar- ar, so kunnu handverkarnir ikki bara uttan víðari skifta frá at vera handverkarar til sjúkrasystrar. Tað er tí betri fyri føroy- ska samfelagið, um vit taka útlendingar inn í tær vinn- ur, sum vit ikki hava tøku arbeiðsmegina til, sigur Búskaparráðið í frágreið- ing síni. Betri vælferðartænastur Búskaparráðið vísir eisini á, at um vit skulu hava før- oysku arbeiðsmegina uttan- lands heimaaftur, so er neyðugt at betra um væl- ferðartænasturnar. Her verður serliga hugsað um bústaðarmøguleikarnar, barnaansing og eldrarøkt. Skapa vit ikki betri um- støður á hesum økium, verða sera torført at lokka tann partin av føroyska ar- beiðsmarknaðinum, ið starvast uttanlands, heim- aftur – Heldur núverandi støða fram við vantandi bústaðar- møguleikum, kann væl hugsast, at føroysku fyri- tøkurnar eru noyddar at venda sær tí útlendsku ar- beiðsmegina, leggur Bú- skaparráðið aftrat í frá- greiðingini. Skal føroyski brúkarin fáa sum mest burturúr, so hevur tað stóran týdning, at føroyska fyritøkur fáa møguleikan at fáa útlend- ska arbeiðsmegi til Føroya, sigur búskaparráðið at enda í síni frágreiðing um føroy- ska arbeiðsmarknaðin Útlendsk arbeiðsmegi vælkomin Búskaparráðið leggur Vinnumálaráðið undir at reka Føroya land sum eina fyritøku Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4