hósdagur 25. juli 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 140 - 25. juli 2002
Nr. 140 - 25. juli 2002
7
P/f Fiskaaling hevði
ikki fiskin á Lívfiska-
støðini í Skopun
tryggjaðan. Sostatt fer
eitt søluvirði fyri
umleið 3 miliónir fyri
skeyti. Men hetta er
eitt val, ið má gerast,
og nevndin hevur valt
at tryggja genetiska
arbeiðið við eisini at
hava støð úti í Hesti.
- Trupult er at gera
upp í peningi tað
arbeiðið, ið er gjørt á
genetiska økinum,
sigur stjórin
TRYGGING
Dagfinn Olsen
Fleiri samanfallandi óhapp
gjørdu, at fiskurin á Lív-
fiskastøðini í Skopun doyði
leygarmorgunin. Fiskurin
er ikki tryggjaður hjá
nøkrum tryggingarfelag og
missir P/f Fiskaaling tí eitt
søluvirði áljóðandi einar 3
milliónir.
- Nevndin hevur valt at
tryggja á tann hátt, at vit
hava tvær støðir. Eina
minni støð úti í Hesti. Hetta
er fyri at tryggja seg á
genetiska økinum og fyri at
alt arbeiði, ið er gjørt innan
alingina, ikki skal farast. Tí
hetta kann illa gerast upp í
peningi,
sigur
Hørður
Wardum, stjóri á Fiska-
aling.
Hann sigur, at mista
søluvirði er áljóðandi einr 3
milliónur krónur. Men tað
er eitt val, ið má gerast,
hvussu ein metir um og
tryggjar seg.
- Høvdu vit havt tryggjað
fiskin í einum tryggingar-
felag, so fingu vit pening
aftur, men høvdu so ongan
fisk. Og nógv arbeiði innan
alingina hevði verið farið
fyri skeyti. Tí er tað at val,
ið má gerast, hvussu ein
tryggjar seg, sigur Hørður
Wardum.
- Sjálvsagt høvdu pengar
verið kærkomnir í slíkari
støðu, men tað kostar eisini
at tryggja, sigur Hørður
Wardum.
Fiskaaling er almen ogn.
Hóast samanhang ikki er
beinleiðis við nevndarav-
gerðina og almenna poli-
tikkin, so er almenni poli-
tikkurin á tryggingarøkin-
um, at ikki allar landsins
ognir nýtast at vera tryggj-
aðar. Hetta hevur umsit-
ingin gjørt greitt í rund-
skrivi.
Karsten Hansen,
fíggjarmálaráðharri,
sigur seg ikki ivast í,
at almenni politikk-
urin á tryggingar-
økinum er rættur. Tí
tað kostar nógv at
tryggja og tað skal
stórur skaði til,
áðrenn tað loysir seg
at tryggja. Ístaðin fyri
at tryggja verður
hetta avgreitt yvir
játtanarskipanina og
ymsu stýrini hava
eisini pening til
rakstur
TRYGGING
Dagfinn Olsen
Almenni politikkurin á
tryggingarøkinum er, at
allar landsins ognir ikki
nýtast at vera tryggjaðar.
T.d. bygningar o.a. Hetta er
gjørt greitt í rundskrivi frá
umsitingini.
Hóast einki greitt saman-
fall er millum avgerðina hjá
nevndini í P/f Fiskaalaing
um ikki at tryggja deyða
fiskin í Skopun, og landsins
tryggingarpolitikk, so kann
hetta yvirførast.
- Vit gjalda nógvar milli-
ónir í trygging. Men tá tal-
an er um almennar byggn-
ingar, so er ofta talan um
smærri byggningar. Og ein
byggningur skal vera dýrur,
áðrenn tað loysur seg at
tryggja. Og tað eru eisini
sera fáir totalskaðar millum
ár og dag, sigur Karsten
Hansen.
Hann vísir á, at hesin
tryggingarpolitikkur
er
heilt vanligur í londunum
kring okkum.
Men hóast almennu ogn-
irnar ofta ikki eru tryggj-
aðar, so er eingin ávís
konto á fíggjarlógini til tap
á hesum økinum.
- Nei, eingin ávís konto
er, tí hvat skuldi ein sett av?
Hetta verður avgreitt yvir
játtanarskipanina og so
hava ymsu stýrini eisini
pening til rakstur, sigur
Karsten Hansen.
- Vit skulu fáa sum mest
fyri hvørja skattakrónu, og
eg eri sannførdur um, at tað
verður gjørt best á henda
hátt, sigur fíggjarmálaráð-
harrin.
Tryggingarfelagið
Føroyar ivast ikki í
málum, sum málin-
um við Lívfiskastøð-
ini í Skopun. Vit
høvdu goldið við
kassa eitt beinan-
vegin, sigur Hákun
Steingrímsson,
deildarstjóri á
Tryggingarfelagnum
Føroyar
TRYGGING
Dagfinn Olsen
- Vit eru til, so at vit kunnu
koma inn í myndina, tá
óhappini henda.
Hetta sigur Hákun Stein-
grímsson, deildarstjóri á
sjódeildini hjá Tryggingar-
felagnum Føroyar.
Hann
vil
ikki
gera
beinleiðis viðmerkingar til
málið um Lívfiskastøðina í
Skopun, har allur fiskurin
doyði
leygarmorgunin.
Streymslit og telefonslit
førdu til óhappið.
- Nú kunnu vit bert taka
hugsað dømi. Men vit
høvdu goldið við kassa eitt!
Vanlig mannagongd er, at
meta vit, at grundarlag er at
fara víðari við málinum, og
finna tey, ið hava skuldina í
slíkum óhappum, so koyra
vit málið víðari. Vit keypa
so at siga kravið, sigur
Hákun Steingrímsson.
Í førinum við Lívfiska-
støðini í Skopun vil tað
siga, at krav kanska hevði
verið reist mótvegis Føroya
Tele og SEV.
Vit høvdu enntá goldið,
um
starvsfólk
høvdu
ábyrgdina og áttu mis-
tøkini. Tað er jú eigarin, ið
tryggjar seg ímóti øllum, ið
hugsast kann. T.d. tryggjar
ein reiðari seg. Um so
skiparin siglir á land við
vilja, so kann reiðarin ikki
lastast fyri tað, sigur Hákun
Steingrímsson.
Hákun
Steingrímsson
sigur, at sjálvsagt kann
hann sum tryggingarumboð
bert vera glaður fyri, at
talan í førinum við Lív-
fiskastøðini, ikki verður
um at gjalda við nakran
kassa, tí einki var tryggjað.
Deyði fiskurin
ikki tryggjaður
Fíggjarmálaráðharrin:
Talan um stór virði, áðrenn
tað loysir seg at tryggja
Tryggingin:
Vit høvdu goldið við kassa eitt
Verjir móti tí
mest ótrúliga
Verjir móti tí
mest ótrúliga
Hoyvíkshólmur. © Ingi Joensen
C
M
Y
K
7
6