Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 140 - 25. juli 2002 Nr. 140 - 25. juli 2002 9 Stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy ætlar, at skráin hesa- ferð skal verða líka so fjølbroytt sum undanfarin ár OVASTEVNA Vilmund Jacobsen Aftur í ár fara nólsoyingar at skipa fyri ovastevnu. Stevnan hesaferð, sum verður hildin 9., 10. og 11. august, verður tann 9. í røð- ini, síðan fyrsta ovastevnan varð hildin í 1994. Tað er stuðulsnevndin fyri svimjihyl í Nólsoy, sum skipar fyri stevnuni og peningurin, sum kemur inn, fer til byggingina av svimji- hyli eystanfyri skúlan. Anny Niclasen, sum er í stuðulsnevndini, sigur, at tey nú eru í holt við at fyri- reika stevnuna. - Nógv er at takast við, tí ein partur av fólkinum, sum plagar at vera við í fyri- reikingunum, er burtur í summarfrí. Vit ætla tó, at skráin hesaferð skal verða líka so fjølbroytt og áhuga- verd sum hini árini, sigur Anny. Ovastevnan væl vitjað Tað skerst ikki burtur, at ovastevnan hevur verið rættiliga væl vitjað. Er veðrið gott, kemur nógv fólk út um fjørðin, bæði við strandferðsluni og við bát- um, tí stuttur vegur er úr Havn og av Skálafjørðin- um. - Okkurt árið hevur Ritan siglt við ikki færri enn 1200 fólkum stevnu- dagarnar, og tað halda vit vera nógv, sigur Anny. Rytan plagar at sigla nógv meira enn vanligt vikuskiftið, tá ið stevnan er, og serliga leygardagin og sunnunáttina er nógv sigling. Soleiðis verður eis- ini í ár. Best vitjaðu tiltøkini á ovastevnu í fjør, vóru iva- leyst dansurin og kabarett- in, sum plagar at vera óføra skemtilig. Anny sigur, at bólkurin, Feed Back úr Nólsoy, spældi tað fyrra dansi- kvøldið á stevnuni í fjør, og tá vórðu 175 atgongumerki seld. Seinna kvøldið, sum vanliga er tað betra kvøld- ið, spældu Kim Hansen og vinmenn; tá vóru eini 400 fólk í dans í tjaldinum í skúlagarðinum. - Í ár fara vit aftur at hava tjald standandi í skúlagarð- inum. Tað fyrra kvøldið fer Countrybólkurin úr Klaks- vík at spæla, og tað seinna fer Terji Rasmussen, sum nú býr í Nólsoy, at spæla saman við nólsoyingum. Kabarettin er hæddarpunktið Anny sigur, at tey, sum venja kabarettina, eru farin í gongd og sum skilst, hava tey nógv góð evnir at arbeiða við. - So, tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at fólk kunnu gleða seg, sigur hon. Kabarettin plagar at hava stóran áhuga, bæði millum nólsoyingar og tey, sum koma aðrastaðni. Hon verður framførd fríggja- kvøld, leygarkvøld, sunnu- kvøld og mánakvøld, onk- untíð tvær ferðir um dagin. - Annars er skráin fyri stevnuna ikki endaliga lið- ug enn, men umframt dans og kabaret, verður eisini tivoli, matsøla og ymisk onnur tiltøk. Anny sigur, at eitt nýtt tiltak á skránni hesaferð, er ein kapping millum hundar, sum Rene Hansen kemur at standa fyri. Her koma eisini hundar úr øðrum bygdum til Nólsoyar at kappast. Peningurin, sum kemur inn á ovastevnu, fer til svimjihylin, sum verður bygdur í Nólsoy. Enn líkist hetta ikki einum veruligum svimjihyli, men hetta er eitt stórt projekt, sum kostar nógvan pening. Sum skilst, er eingin peningur tøkur at arbeiða við í løtuni. Kabarett, góður dansur og hundakapping á ovastevnu Kósin í Klaksvík hevur eisini lagt stilt. - Eg haldi, tað er positivt, at minni ferð er á ein part av summarinum, tí tað er tyngri at framleiða og selja hesa tíðina av árinum, sigur Adrian Dalsá, stjóri á Kósini. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Stóra flakavirkið í Klaks- vík, Kósin, hevur eisini valt at leggja stilt eitt skifti í summar. Tey fóru í summ arfrí á virkinum frá mána degnum í hesi vikuni og hava frí í tríggjar vikur. - Vit royndu hetta í fjør, og tað vísti seg at rigga væl, sigur Adrian Dalsá, stjóri á Kósini. Hann heldur, at hetta er ein góður máti og vísir á, at fleiri orsøkir eru til tess. - Skuldu vit arbeitt uttan steðg, hevði verið neyðugt við fleiri avloysarum, og tá er vandin fyri reklamatión- um størri enn annars. Haraftrat kemur, at sølan av fiskavørum gongur yvir- høvur tyngri um summarið, tí úti í heimi hava tey eisini frí. Adrian Dalsá sigur, at skip og bátar nú hava møguleikan at fremja um- vælingar og ábøtur, meðan færri keyparar eru á marknaðinum. Sama møguleika hava virkini eisini, um okkurt er, sum skal gerast. - Áhugin fyri at fiska minkar ivaleyst nakað, tá ið fleiri virkir eru í summarfrí. Velja fleiri skip at liggja, verður hendan tíðin eisini eitt ávíst andarhol hjá fiskastovnunum, og tað er væl heldur ikki nakað ringt, sigur stjórin á Kósini. Hampiligt ár Nú árið er hálvrunnið, spurdu vit Adrian, hvussu vignast hevur. - Jú, vit hava havt væl at gera í fyrra hálvári og eisini nú uppundir summar- steðgin, men hetta árið er ikki so gott sum seinasta ár, ið mundi vera eitt tað besta nakrantíð. Í fjør var bara alt perfekt, sum hann tekur til. Stjórin sigur, at árið í ár er ikki nakað vánaligt ár, men heldur minni er komið burtur úr enn í fjør, tá ið alt gekk eftir vild. - Marknaðurin hevur verið trekari, og tað merk- ist, sigur hann. Adrian Dalsá vísir á, at tá ið tú arbeiðir í fiskivinnuni, gongur við hvørt væl og viðhvørt minni væl. Fá ár eru eins í so máta. - Tað er ikki tað sama í ár sum í fjør, men fyri tann skuld hevur hetta higartil ikki verið nakað ringt ár, leggur stjórin á Kósini dent á. Árið er ikki so gott sum í fjør Ein vanligur leygardagur í Nólsoy. Ritan er júst komin. Á ovastevnu er streymurin av ferðafólki munandi størri. Í baksýni sæst, hvussu vøkur oyggin er. Mynd: Vilmund Jacobsen Bygdastevnurnar gerast fleiri og fleiri. Hetta er 9. árið, at nólsoyingar fara at skipa fyri ovastevnu. Mynd: Vilmund Jacobsen - Higartil hevur 2002 ikki verið so gott sum 2001, tá ið alt gekk eftir vild, men fyri tann skuld hevur hetta ikki verið nakað ringt ár, sigur Adrian Dalsá, stjóri á Kósini í Klaksvík Tann nú einaferð so nógv umtalaði G! festivalurin, sum var á Gøtusandi fríggja- kvøldið í sambandi við Gøtustevnuna, var so væl umtóktur, at fyrireikararnir hugsa um at gera hann til ein størri festival, sum skal fevna yvir fleiri dagar TÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Gøta: Seinnapartur er, leygardagur. Dagurin eftir tann so kenda G! festivalin. Fyrireikararnir eru í holt við at rigga alt av aftur. Pallurin skal takast niður aftur og tann lænta útgerðin skal latast aftur í rættar hendur. Fyrireikararnir standa niðri á sandinum og royna at fáa ta ymsu útgerðina til hølvdar. Og eru tað nakrir vælnøgdir menn vit fáa orðið á henda seinnapartin í Gøtu. Veðrið er gott, men tó ikki eins gott og dagin fyri, tá sjálvur festivalurin var. – Ja, veðrið í gjár var so gott, sum tað kann vera í Føroyum, sigur Sólarn Sol- munde, sum er ein av fyri- reikarunum til festivalin. – Vit meta, at tað hava verið eini 900 fólk á sandi- num, so ein kann siga, at tað var ógvuliga væl um- tókt. Vit hava skipað fyri nógvum ymsum tiltøkum, men persónliga vil eg siga, at hetta er nógv tað besta vit nakrantíð hava gjørt. Nógv var gjørt við at lýsa tiltakið, men fyrireikararnir meta ikki, at tað var so nógv meira enn til tey undanfarnu. Tó hava sjón- varps- og útvarpslýsingar- nar gjørt stóran mun. – Lýsingarnar hava tó verið nógv meira effektivar hesuferð, sigur Sólarn. – Plakatirnar komu upp at hanga eina viku framm- anundan. Tær høvdu bara eitt G og eitt útrópstekin á. Hetta gjørdi, at fólk kendu til tiltakið áðrenn tær »rætti- ligu« lýsingarnar komu fram. Sólarn Solmunde og Jón Tyril vísa á, at Gøtusandur er eitt fínt pláss at hava konsertir á. Ljóðið verður gott, og sandurin dempar og slær ikki aftur. Woodstock Sólarn og Jón siga, at teir hava fingið ógvuliga hjálp frá kommununi í Gøtu, GÍ og Fok. Samstarvið teirra millum hevur verið ógvu- liga gott. – Vit hava lænt alla út- gerðina. Sjálvt pláturnar, sum lógu omaná sandpalli- num vóru læntar frá timburhandlinum, og tað hevði tú ikki kunnað gjørt nakra aðrastaðni í heimi- num enn í Føroyum. Tú hevði ikki kunnað farið inn í ein timburhandil í Keyp- mannahavn og lænt nakrar plátur fyri síðani at bera tær aftur, greiða teir báðir frá. Teir eru, av góðum orsøkum, væl nøgdir við festivalin. Ætlanin er at gera G! festivalin til eitt afturvendandi tiltak, sum skal vera ein festivalur, sum breiðir seg yvir nakrar dag- ar. – So verður tað eitt lítið Woodstock, sigur Jón skemtandi. – Ætlanin er kanska eisini at hava onkrar bólkar, sum spæla í Losju- ni, og nakrar sum spæla á sandinum, og síðani skal festivalurin fevna yvir nak- rar dagar, júst sum hann ger aðrastaðni. Tað vísir seg ikki at vera nakar trupulleiki við at fáa bólkar at koma at spæla. Nógvir navnaframir bólkar vóru við á G! festivalinum hesuferð, og siga fyrireik- ararnir, at fleiri aðrið høvdu víst áhuga fyri at vera við, men tað var rætt og slætt ikki pláss fyri meira. Men tey 900 fólkini, sum vóru komin til Gøtu, til gongu, við báti, við bussi, við bili ella kanska enntá á súkklu, kunnu avgjørt gleða seg, tí G! festivalurin er helst komin fyri at vera. G! Festivalurin: Ein brakandi succes ÓHAPP Ingrid Bjarnastein Klokkan 9.20 týsmorgunin fekk MRCC Tórshavn boð frá MRCC Griz Nez í Fraklandi um, at ein 18 ára gamal sjómaður á franska fiskiskipinum »Cap Nord« hevði fingið skaða í høvdið. Hetta greiðir Sjóbjargingarstøðin frá í kunningarskrivi. Tann 18 ára gamli maðurin noyddist á sjúkrahús skjótast gjør- ligt. Um hetta mundið var franska skipið umleið 180 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum. Bjarningartyrlan Bell 412 fólr úr Klaksvík klokkan 10.50, og klokkan 12.26 var maðurin komin umborð á bjargingartyrluna, sum setti kós ímóti landi. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 13.47, og sjúklingurin kom undir læknahond. Fekk skaða umborð á skipi Ætlanin er at gera G! festivalin til eitt afturvendandi tiltak, sum skal vera ein festivalur, sum breiðir seg yvir nakrar dagar C M Y K 9 8 v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX reyður, 4 hurðar, árg. 1998, 119.000 km. 110.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 110.000 km. 110.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX bláur, 4 hurðar, árg. 1996, 133.000 km. 85.000 Nissan Micra 1,0 grønur, 3 hurðar, árg. 2000, 27.000 km. 88.000 Peugeot 306 DT 1,9 bláur, 4 hurðar, árg. 1997, 150.000 km. 90.000 Peugeot 306 DT 1,9 reyður, 5 hurðar, árg. 1996, 46.000 km. 97.000 Peugeot 405 GR 1,6 gráur, 4 hurðar, árg. 1988, 170.000 km. 12.000 Peugeot 406 ST 2,1 DT gráur, 4 hurðar, árg. 1997, 137.000 km. 130.000 Opel Corsa 1,2 grønur, 3 hurðar, árg. 1996, 40.000 km. 65.000 Opel Corsa 1,4 Swing grønur, 5 hurðar, árg. 1997. 65.000 Nissan Sunny 1,6 LX bláur, 4 hurðar, árg. 1987. 15.000 Nissan Primera 2,0 SLX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 45.000 km. 105.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Opel Astra 1,6 svartur, 5 hurðar, árg. 1998, 55.000 km. 105.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 60.000 km. 67.000 Opel Astra 1,6 beige, 4 hurðar, árg. 1997. 78.000 Opel Vectra 1,4 hvítur, 4 hurðar, árg. 1990, 255.000 km. 6.000 Subaru 1600 hvítur, 4 hurðar, árg. 1989, 140.000 km. 5.000 Opel Vectra 2,0 Di bláur, 4 hurðar, árg. 1998, 96.000 km. 130.000 Opel Omega 2,5 V6 grønur, 4 hurðar, árg. 1996, 75.000 km. 169.500