Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 140 - 25. juli 2002 Nr. 140 - 25. juli 2002 11 Nú skal flaggskipið í føroysku vinnuni seljast. Framtaksgrunnurin samtykti mánadagin, at Fiska- virking skal seljast fyri hægsta boð. Og so er líka mikið, um talan er um eitt føroyskt boð, ella um útlendingar strúka avstað við United Seafood. Vinnumálastýrið fer ikki at forða fyri, at Fiska- virking verður selt útlendskum kapitaláhugamálum, og Føroya landsstýri um vit kunnu siga, at vit hava eitt landsstýri tekur ikki støðu til hetta stórmál. Kapitalurin hevur eingi landamørk, og tað er ikki óvanligt, at fremmandur kapitalur eigur týðandi vinnufyritøkur í øðrum londum. Útlendingar eiga enntá tænastu- og flutningsfyritøkur í øðrum londum. T.d. í Danmark. Tí er einki løgið í tí, at Unilever ella Findus ella Danfood keypir meirilutan í ella alla Fiskavirking! -Ella er tað nakað løgið í hesum? Skulu vit ikki bara venja okkum við tankan? Ella skulu vit kanska vera á varðhaldi? Flakavirkini vórðu í nóvum førum reist eftir kreppuna í fimtiárunum sum bygdafyritøkur fyri at útvega fólki arbeiði og virka tann fisk, sum annars fór á bretska ella týska marknaðin. Hetta vórðu ikki bara bygdavirki, men tey gjødust í flestu førum tann virkandi sálin í tí lokala samfelagnum, sum bygda- ella oyggjafólkið stóð saman um. Har var lív, arbeiði, mentan og haðani komu inntøkurnar - okkara útflutningsvirði. Hóast nógv broyttist við kreppuloysnini hjá Rikardi Mikkelsen o.ø., so eru virkini hjá Fiskavirking kortini nakað serligt í føroyskari vinnu og í føroyska lokalsamfelagnum, sum flestu føroyingar halda, at vit skulu eiga. Annaðhvørt í einum felagsskapi ella í ávísum eindum. Sum er, kunnu vit stýra vinnuni. Fer hon á út- lendskar hendur, hava vit mist møguleikan at stýra. Verður United Seafood bara ein lítil liður í stórari ketu, skal arbeiðið á virkjunum í Føroyum kanska lagast til framleiðslu aðrastaðni, og hvørjar avleið- ingar fær tað? Fiskavirking virkar væl og stabilitetur er í vinnuni. Tí fer alt rumblið í samband við eina sølu at skapa óneyðugan ófrið, og verður til ampa fyri vinnuna. Harafturat hastar tað avgjørt ikki at selja ella ein- skilja Fiskavirking. Um so er, at Fiskavirking partú skal einskiljast, ber til at bíða til føroyski virðisbrævamarknaðurin er farin at virka. At selja í einum er eisini óneyðugt. Tað er meiri í samljóð við føroyskan hugburð og vilja at lata føroyingin keypa partabrøv í Føroya Fiskavirking, so tað framvegis verður Føroya fólk, sum eigur flakavinnuna. DAGSINS MEINING Sosialurin Fiskavirking føroysk ella útlendsk? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Ragnhild Ellingsgaard ragnhild@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktíonin: tel. 220507 tel. 333843 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. TÍÐINDASKRIV Í løtuni skipar SMS fyri einari teknikapping. Talan er um eina teknikapping, ið skal hjálpa teimum í SMS at finna fram til sniðið á heilt serliga føðingardags- posanum, ið verður gjørdur í sambandi við 25 ára føð- ingardagin 2. novembur í ár. Frammanundan er av- gjørt, at posarnir skulu ímynda eitthvørt, ið hevur við ávíkavist SMS og føðingardagar at gera. Men akkurát, hvat myndin verð- ur av, er ikki avgjørt enn. Mannagongdin er tann sama sum fyrr, tá ið jóla- posarnir í SMS á hvørjum ári skuldu finnast. Ein dómsnevnd, ið hvørki veit navn ella búðstað á inn- sendarunum, avger, hvørjir vinnararnir verða. Evsta mark at senda eina tekning inn, verður 3. au- gust. Og tað eru ikki smá- vegis av vinningum at heinta, um tú luttekur í teknikappingini hjá SMS. Vinnarin fær sjálvandi høvi at kalla seg "Posa- sniðgevari", men harum- framt vinnur hann eisini eina Playstation2 frá 3´ar- anum í SMS. Og helt upp til nummar 10 eru smærri vinnigar at heinta frá handlunum í SMS. Um tú hevur hug at luttaka í teknikappingini, er framferðarhátturin soleiðis: Tekningin skal verða á einum A4 pappíri. Tekningin skal verða í góðum standi, og skal tí sendast okkum í einum A4- brævbjálva. Navnið á inn- sendaranum skal ikki skriv- ast á sjálva tekningina, men leggjast í ein brævbjálva fyri seg. Brævbjálvi skal sendast til: SMF, Postrúm 1059, 110 Tórshavn. Og sum sagt: tekningar skulu verða teimum í SMS í hendi innan 3. august 2002. SMS skipar fyri teknikapping F i s ku r og fi s ka ú r dr át t u r T ór s h avn K l a ks v í k a ) F i s ka f l ø k, fe s k u r fi s ku r , fr ys t u r fi s ku r , fa r s , he r u nd i r ei s i ni k a l vi , j á ku p s s ke l , he m a r i , l a ks u r , ræ kj u r , hu m m a r i , k l i pp f i s ku r , s a l t f i s ku r o. a , m e n i k ki pe l a gi s k fi s k a s l øg f yr i út f er ð 1 00 kg 2 , 1 5 2 , 1 5 f yr i i n n k o mu 1 00 kg 1 , 7 0 1 , 7 0 b ) P e l a g i s k fi s k a s l ø g t i l m a t n a f yr i út f er ð 1 00 kg 1 , 2 0 1 , 2 0 f yr i i n n k o mu 1 00 kg 1 , 2 0 1 , 2 0 c ) S i l d, m a kr e l u r og on n u r pe l a g i s k fi s k a s l ø g t i l í d na ð , f i s ka m j ø l , m j øl og l i v r a - og s i l da l ý s i f yr i út f er ð 1 00 kg 1 , 8 0 1 , 8 0 f yr i i n n k o mu e i n ki e i n ki d ) S a l t - og kr y d ds i l d f yr i út f er ð 1 00 kg 1 , 3 5 1 , 3 5 f yr i i n n k o mu 1 00 kg 1 , 3 5 1 , 3 5 e ) F i s ka s l ó gv f yr i út f er ð 1 00 kg 0 , 9 0 0 , 9 0 f ) N i ð u r s o dn a r fi s k a v ør u r f yr i i n n k o mu 1 00 kg 1 5, 00 1 5, 00 f yr i út f er ð 1 00 kg 1 , 7 0 1 , 7 0 g ) A gn s i l d , høg g us l o kk u r fr á út he i m i nu m f yr i i n n k o mu 1 00 kg 1 , 7 0 0 , 5 0 a nn a r s e i n ki e i n ki Rani Nolsøe Havnastjóri Fríggjadagin 12. juli bar Norðlýsið tey tíðindi, at vørugjald í Klaksvíkar Havn var 50% dýrari enn eitt nú í Tórshavn. Við hesum skal boðast frá, at ein samanbering av galdandi prísum hjá Klaks- víkar Havn og Tórshavnar Havn viðv. fiskavørum og úrdráttum vísir, at allir prísirnir eru teir somu fyri innkomu og útferð, uttan prísurin fyri innflutt agn, sum í Tórshavn kostar 17 tonsið og í Klaksvík 5 kr. tonsið. Rætting til Norðlýsið Renning á Ólavsøku! TÍÐINDASKRIV Bragdið Leygardagin tann 27. juli skipar Bragdið fyri renni- kappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Start- ur og mál í øllum kapping- um er á Skálatrøð. Byrjað verður kl. 18.30, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Tinganes. Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í tveimum aldurs- bólkum: vaksin fødd í 1984 ella fyrr, og vaksin fødd í 1956 ella fyrr (veteranar). Vinnandi maðurin og kvinnan fáa steyp, harum- framt fáa nr. 1, 2 og nr. 3 heiðursmerki. Nr. 1, 2 og 3 í veteranbólkunum fáa heiðursmerki. Kappingin á Ólavsøku er samstundis 6. — og síðsta - umfar í árligu Grand Prix kappingini hjá teimum vaksnu. Hjá monnunum er Bogi Lenvig fremstur við 200 stigum, nr. 2 er Gutt- orm Sørensen við 140 stig- um og nr. 3 er Bogi Joensen við 116 stigum. Hjá kvinn- um er Rigmor N. Arge fremst við 200 stigum, nr. 2 er Sólfríð Fjalsbak við 124 stigum og nr. 3 er Brindis R. Weihe við 88 stigum. Bæði hjá kvinnum og monnum eru samlaðu vinnararnir funnir, meðan hinar støðurnar ikki eru endaliga avgjørdar. Børnini byrja at renna kl. 19.00 tá dreingir og gentur — 7 ár (f. 1995 ella seinni) renna eina ferð runt, t. e. 600m. Síðani renna dreing- ir og gentur – 10 ár (f. 1992-1994) sama tein Tey størru børnini skulu renna 2 ferð runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur — 13 ár (f. 1989-1991) og dreingir og gentur — 17 ár (f. 1985-1988). Nr. 1,2 og 3 í teimum ymisku bólkunum hjá gent- um og dreingjum fáa heið- ursmerki. Vinnarin fær har- umframt steyp. Eins og hjá teimum vaksnu er hetta eisini tann seinasta kappingin í barna Grand Prix kappingini. Spennandi verður tí at síggja hvørjir vinnararnir verða! Handan av steypum til nr. 1,2 og nr. 3 í Grand Prix kappingini, hjá bæði vaks- num og børnum, verður eftir at fremstu rennararnir á Ólavsøkurenningini eru heiðraðir. Við vón um at nógv møta til kappingarnar — í fjør vóru uml. 150 luttakarar — verða tey ið ætla at luttaka biðin um, at melda seg til við handilin hjá P/F Valdemar Lutzen ímillum kl. 17.30-18.15. Skráin fyri Ólavsøkurenningina er henda: Kl. Aldursbólkur Teinur 17.30-18.15 Tilmelding 30. Vaksin (fødd í 1984 ella fyrr) 5 km 19.00 Børn - kappast verður í hesi raðfylgju: Børn — 7 ár (f. 1995 ella seinni) 600 m Børn — 10 ár (f. 1992-1994) 600 m Børn — 13 ár (f. 1989-1991) 1200 m Børn — 17 ár (f. 1985-1988) 1200 m 20.00 Heiðursmerkja- og steypahandan VIÐMERKINGAR TÍÐINDASKRIV 10. august í badminton- høllini Havn, verður tað fyrsta innleiðandi um- farið í sangkappingini Barnaprix 2002. Nú hevur risa stóra barnasangkappingin fingið enn ein kenning upp í leikin. Tað er nevniliga okkara góði vinur NÓSI hjá Føroya banka, sum er høvuðs- stuðul, ið kemur at vera við okkum kring Føroy- ar, tá ið undankapping- arnar fara fram. Eisini kemur NÓSI at seta sín dám á finaluna sum verður 9.november. Tískil fær kappingin sjálvandi heiti "NÓSA BARNAPRIX 2002" Umframt sangkapping- ina, verður nógv spenn- andi á skránni, NÒSI hevur sagt frá, at hann fer at deila út, T-shirtir til áskoðarar, og luttak- ararnir fáa eisini gávu- lutir frá honum. Ein góð pizza kann koma væl við, so Pizza 67 er sjálvandi eisini við til at stuðla tiltakinum. Allir luttakararnir eru nú fundnir, fullteknað er allastaðni. Neyðugt hev- ur verið við lutakasti, av tí so nógv høvdu tekna seg. Tey sum vóru so heppin, at sleppa við í ár sí www.barnsprix.fo Løgini sum nú eisini eru komin uppá pláss verða um stutta tíð send til luttakararnir á einari fløgu. Fyrireikararnir saman við NÒSA vilja við hesum takka tónleik- arunum og øðrum, sum hava hjálpt til, at fáa til vega øll tey góðu løg sum luttakararnir skulu syngja. Løgini sum eru at velja millum, sí www.barnsprix.fo Kappingin gongur fyri seg uppá tann mátan at 10 løg (tvs. 10 luttak- arar) verða við til hvørt umfar. Vinnaralagi verð- ur síðan tikið burturúr, og eitt nýtt sett inn í staðin, (altso eitt av hinum 16 løgum). Sjálvandi ber til at fleiri, syngja tað sama lagi tá ið undankappingarnir fara fram, og við hesum kemur tað av sær sjálv- um, at vera 10 ymisk løg tá ið finalan er. So eini góð ráð hjá luttakaran- um er, at venja 2 ella 3 løg. Tað kundi jú hent, at eitt lag sum valt er, rýkur út til næst umfar. Dømi: 3 børn hava valt at syngja t.d. "Eg eri ein K". Um hetta lagið gert vinnaralagið av undankappingini, ja so er tað ikki við fylgjandi undanumførum (men altso við í finaluni) Annað lag av listanum verður sett inn av teimum 16 løgunum sum eru at velja í mill- um. Sostatt eru aftur 10 løg við til næsta undan- umfar tvs. 9 av teimum sum vóru við í undan- kappingini framman- undan + 1 nýtt. Nr 1, 2 og 3 fáa vinning. Vinnarin av kappingina NÒSA BARNAPRIX 2002 fær kr. 10.000.- til ognar. NÓSI og fyrireikarar- nir ynskja luttakararnum góða eydnu. Kenneth Rasmussen Saltangará Upp undir løgtingsvalið í apríl mánaða vísti undir- ritaði á trupulleikarnar við frádráttinum til føroyskar handverkarar uttanlands. Nú sigur landsstýrismað- urin at endamálið, at fáa handverkararnar heimaftur, ikki er rokkið, og tí má okkurt gerast. Í seinasta valskeiði varð frádrátturin lækkaður úr 600,- til 300,- og síðan til 100,- krónur um dagin. Lækkingin hevði við sær, at handverkarar, sum arbeiða uttanlands fóru at nýta eina aðra reglu, sum ætlað var embætisfólki ella øðrum, sum vóru burtur í styttri tíðarskeið enn tær átta vikurnar, sum handverkarin skuldi vera burturi fyri at fáa frádrátt. Eftir hesi reglu er frádrátturin 610 krónur um dagin fyrstu 28 dagar- nar og fer síðan niður á 45% restina av tíðini. Í fíggjarmálastýrinum visti vinstra hond helst ikki hvat høgra gjørdi. Óstøðug viðurskifti skapa ótryggleika Um skipanin við frádrátt- inum enn einaferð verður broytt, soleiðis at allur frá- dráttur til føroyskar hand- verkarar uttanlands verður strikaður, fer hetta at taka grundarlagið undan møgu- leikunum hjá fleiri før- oyskum fyritøkum at fáa arbeiði uttanlands. Eisini fer tað at fáa álvarsligar fylgjur fyri tær føroyskar fyritøkurnar, sum hava gjørt sáttmálar um arbeiði, ið enn ikki eru farin í gongd. At viðurskiftini hjá vinnufyritøkum eru so óstøðug, ger eisini at álitið, sum útlendskir kundar hava á føroyskt vinnulív, fer at versna. Føroysk feløg við virksemi í FØ, ikki einstaklingar Landsstýrismaðurin hevur sagt, at endamálið við at lækka frádráttin er at fáa føroysku handverkararnar heimaftur at arbeiða. Tey flestu eru samd um, at ferðin á føroyska búskapin- um er nóg høg í løtuni. Tí hevði tað avgjørt ikki bara verið til fyrimunar fyri samfelagið um handverk- ararnir, allir sum ein, komu heim at arbeiða. Tí eigur landsstýrið at umhugsa, um ikki upprunaligi frádrátt- urin skal hækkast nakað, treytað av at handverkarin arbeiðir fyri eitt føroyskt felag, sum hevur nærri ásettan part av sínum virk- semi í Føroyum. Á henda hátt verður forða fyri at tað eru einstaklingar, sum fara av landinum at arbeiða fyri útlendskan arbeiðsgevara, ella at talan er um fyritøkur, sum einans leiga út før- oyska arbeiðsmegi. Við geva føroyskum handverk- arum í starvi hjá føroyskum fyritøkum, sum eisini átaka sær arbeiði í Føroyum, ávísan skattafyrimun, leggja hesir handverkarar vitan eftir seg í Føroyum og styrkja fyritøkurnar, sum teir arbeiða fyri, soleiðis at hesar kunnu mennast í kappingini við útlendskar fyritøkur. Frádráttur til føroyskar handverkarar uttanlands Vinstra visti ikki hvat høgra gjørdi »Barnaprix 2002« í Nósahýri TÍÐINDASKRIV Ólavsøkudag kl. 14.30 byrjar tann stóri útisjón- leikurin. Sjónleikurin byrjar upp á trøðni yvirav Føroya Banka við SMS. Har verður tann fyrsti leikurin spældur, síðani flytur bólkurin av tónleik- arum og sjónleikarum seg oman móti niðara parti av Viðarlunini, oman gjøg- num Niels Finsensgøtu, í Steinatún, oman eftir Tórsgøtu, niðan á Vaglið og út á økið niðanfyri Skans- an, har verður endaleikurin spældur,og er hetta leikur um tá Føroyar vóru kristn- aðar. Á leiðini frá trøðni yvirav Føroya Banka og út til økið við Skansan verður steðgað á 12 ferðir og smáir leikir, dansir og tónleikur verða spældir. M.a. kærleiksøgan um ein frosk sum bleiv til eina brúður sum finnur sær ein brúðgomm, klovnaleikur, Reyðhetta og Kloss Hans, søgan um Sjálvátarin, tær Illu Ommurnar o.a. Umframt sjónleikarar og dansarar er ein rúgva av okkara bestu trummu- sláarum og blásarum við og seta teir eisini sín serliga dám á tiltakið. Tað er MáF og Gríma sum skipa fyri hesum stóra tiltakið við fólki úr Klaks- vík, av Strondum, Norð- skála og Havn. Upp ímóti 100 luttakarar eru við til- samans. Tiltakið kemur at taka umleið 2 tímar. Útisjónleikur á Ólavsøkudag C M Y K 11 10